Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 1982síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 22. juli 1982 Eiler Jacobsen, reiðari: Svalbard er álitið — men vónandi sleppa vit at varðveita rættindini um veiðuna í framtíðini Beint eftir midnátt friggjakvøldid fór rækju- trolarin Sólborg nýggjan túr til Svalbard. Skipið skuldi fara hósdagin, men reiðaríið avgjerdi at bíða eitt samdøgur, soleiðis at ein japanskur fiskakeyp- ari fekk hevi at síggja skipið, nú hann vitjar í Feroyum. Sólborg hevur gjert tveir túrar í ár. Ein undir Eygurgrenlandi og ein við Svalbard. Túrurin við Svalbard vardi í tveir mánaðir og fingu teir 325 tons av rækjum. Eiler Jacobsen, sigur, at vónandi nakað at fáa við Svalbard nú. Sjálvur hevur hann góðar vónir, men setir tó spurnartekin við, hvussu leingi veiða okkara Svalbard kann halda fram ótarnað reiðari verður við — Vit eru nú so við og við trongdir burtur av okkara traditionellu rækjuleidum, og nú mugu vit so seta vónirnar til Svalbard. Enn kunnu vit fiska nakað í Grenlandi. Tað er bert at vóna, at vit í framtíðini sleppa at varð- veita okkar rættindi í Grenlandi, og kunnu vit fáa sterri kvotu, so eiga vit bert at vera fegnir um tað. Eiler Jacobsen sigur annars, at Sólborg skal fiska fyri einar 15 mill. kr. — eini 800 tons av rækjum — um árið, fyri at tað kann mæla runt. Sjálvur roknar hann við, at teir fara at fáa hesa negd í ár Gronlandi — og kanska okja Eiler Jacobsen saman við stjóranum á uttanríkisdeildini á NISHUÚUI, áðrenn Sólborg ið Men so er bert spurning urin, hvussu verður næsta ár. — Eg havi lært at vera optimistur, og í letuni seti eg tí álitið til Svalbardleid- ina, sigur Eiler Jacobsen. Uppá fyrispurning um vit hava gjørt nóg nógv fyri at kanna, um møgu- ligt er at fiska rækjur undir Feroyum sigur hann, at Sólborg gjerdi eina roynd fyri tveimum árum síðani. Hon gav einki úrslit. — Men vit vita, at tað eru rækjur undir Fer- oyum. Fiskirannsóknar- stovan hevur eisini gjert royndir, men hesar fáu for nýggjan túr friggjakvøld royndir vísa, at grundar- lag er ikki fyri sterri veiðu. Hartil er tó at siga, leggur Eiler Jacobsen aftrat, at vit kanska enn vita ov lítið um haveki undir FØroyum — um tað veruliga finnast rækju- leiðir! Eg veit frá roynd- unum í Grenlandi, at vit kundu sigla í dagar og vikur uttan at finna rækj- ur. Spurningurin tá var tí at leita og finna rettu leið- irnar og kortleggja tær. Hetta varð gjert, og í dag vita vit, hvar vit skulu fiska. jan. »Cubatrolarin Grælingur« 1000 tons i 5 månadir Ein av best fiskandi trol- arunum i føroyska flot- anum man vera »cubabåt- urin«, Grælingur, id av- reiðir til Handils- og frystivirkið í Fuglafirði. Grælingur hevur fiskað 920 tons í 5 mánaðir. Hann byrjaði ikki fiski- skapin fyrr enn 12. feb- ruar orsakað av umvæl- ingum á Skála. Grælingur hevur landa fyri einar 4 mill. kr. higar- til í ár. Hetta gevur mann- ingini umleið 150.000 kr. í part. Tilsamans 7 mans eru við bátinum. Skipari er Leif Nolsee úr Nólsoy. Sammeta vit við undan- farna ár, tá júst Grælingur fekk rættiliga nógv burtur úr, so veiddi hann tá 1571 tons fyri góðar 6 mill. kr. Tað hevur annars gingið væl hjá cubabátunum í ár. Seks av bátunum par- trola, meðan tveir, Grælingur og Havhestur eru stakir. Partrolarnir eru rættiliga. javnir, meðan Grælingur hevur fiskað nakað væl betri enn Havhestur. Til 1. juli i ár hevdu teir 8 trolararnir fiskað 5400 tons til eitt samlað virði uppá 23 mill. kr. Somu tíð í fjør vóru telini 4666 tons fyri 17 mill. kr. Umframt at negdin er vaksin, so liggja prísirnir í ár mun- andi hægri. Í prosentum er talan um ein vekstur í negd uppá 13,5 og í virði uppá 33. Meginparturin ella umleið 80% av veiðuni er upsi. Tað er komin nógvur fiskur upp á land í Fugla- firði hesa vikuna. Teir meta talið at liggja um einar 6000 kassar. Tað tara goð 100 pund uppá kassan. Tveir av partrolarunum, Skarvur og Trastur av- reiddu 246.000 pund í vikuni. Hetta er framúr góður fiskiskapur hesa ár- sins tíð. Teir royndu bert í fýra dagar. Fiskurin er mest millumupsi = og royndu bátarnir á Nóls- oyar- og Sandoyarbanka. Manningarparturin fyri hesar fýra dagarnar fer helst at liggja um einar 10.000 kr. Ur Fuglafirði frætta vit annars, at har er arbeiði til allar hendur. Tey kenna als ikki til arbeidsloysi har i bygdini. Tey bædi flaka- virkini hava ur at gera og harumframt er onnur størri arbeidsplåss sum eitt nú Havsbrún og trol- virkið Vónin 0.0. jan. 13 100.000 pund undan Føroyum: Olavur Hviti landar i Gøtu Olavur Hviti, fyrrverandi Hamrafossur, er Hann hevur landað 100.000 pund til Fiskavirkið i Gøtu. Mesta av just innafturkomin av eðrum túrinu veiðuni er bros og longa, sum verður ávikavist saltað til Ítalia og turkað til Svoríkis 15.000 pund vóru blálonga og nakað av kalva var eisini í. Teir hava roynt dagar úti á djópum vatni. Skipari er Jákup Martin Jacobsen úr Skopun við skipinum. í einar 10 man: Norðmenn kortleggja Svalbardrækjurnar Rækjustovnurin við Svalbard er ógvuliga stórur sigur norskur fiskivinnufroðingur Samstundis sum feroying- ar og norðmenn vóru við skerdan lut í Grenlandi hava fingið minni og minni rækjukvotu kom brádliga ein nýggj rækju- leið undan kavi. Við Sval- bard vísti tað seg at vera stór rækjumið. Higartil hava fleiri føroyskir rækjubåtar gjørt góðar turar vid Svalbard. Nu vilja noråmenn so hava økid vid Svalbard. Fyri góðari viku síðani fór norska havrannsóknar- skipið >Michael Sars< úr Bergen til Svalbard fyri at gera kanningar av rækju- stovninum har. Hetta eru fyrstu rann- sóknirnar, sum verða gjørdar av Svalbardrækj- unum. Norðmenn halda, at tað hevur skund at finna fram til, hvussu nógv er til av rækjum í umráðinum, soleiðis at rækjan ikki verður ovfisk- að. I norska blaðnum Fiska- ren tann 9. juli verður Per Øygnes, fiskifreðingur rannsóknin hjá >Michael Sars< umrødd. Per Øynes, granskari og leiðari á rannsóknarferðini = sigur við blaðið, at tað ongantíð eru gjerdar stovnsmet- ingar i tí økinum fyrr. — Men í 1978 sóu vit stórar nøgdir av smárækj- um. Hetta var við einum Borvag. mánað leiðagum skipi, Hetta var í juni Vit fingu um 600 kilo rækjum uppá troltiman Síðani 1978 rokna vi við, at rækjustovnurin við Vest-Spisbergen hevur verið i stoðugum vøkstri, og at hann í letuni er ógvuliga stórur. Víðari sigur Per Øynes Tann stóri áhugin sum útlendingar vísa hesum rækjunum ger, at tað er neyðugt nú beinanvegin at finna fram til, hvussu stórur stovnurin er. Skulu vit loysa hesar uppgávurnar er tað avger- andi neyðugt, at vit gera rannsóknirnar nú summar, tí um várið mai, eru ístrupulleikar um heystið, í septemb: oktober skifta rækjurnar skal og flyta seg vertikali Nú er so »Michael Sars á Svalbardleiður Hann skal gera kanni til 31. juli. jan