týsdagur 27. juli 1982síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 27. juli 1982
Ki—HB, 1. deild 1—0 (0—0):
Verður Kl foroya-
eistari í ar?
KÍ leikti ein avgjørt góðan dyst sunnudagin. Einki er at ivast í,
at hetta liðið kemur at liggja heilt ovarlaga, tá kappingin í ár er
av. Teir liggja nú á odda, tvey stig framman fyri nr. 2, og tað
er ein trygg leiðsla at hava nú seinna helvt er byrjað av lands-
kappingini.
HB mátti bíta í grasið hesa ferð. Hetta var annars fyrsti
dystur, sum teir taptu í ár
59,75 kr. gjørdist úrslitið
av dystinum i deild
ímillum KI og HB sunnu-
dagin. I hvussu er fyri 20
av teimum, ið áðrenn
dystin hevdu tippað um
úrslitið.
239 fólk hevdu verið og
tippað, og tey høvdu
goldið 10 kr. hver, soleiðis
at inn komu 2.390 kr.,
harav helvtin varð latin
sum vinningar. 20 høvdu
tippað, at KI fór at vinna
dystin 1—0. Og tað
gjørdu teir eisini, soleiðis
at hesi 20 fingu ein pen-
ingaligan vinning burtur
úr dystinum
Annars høvdu nógv tey
flestu tippað, at KÍ fór at
vinna dystin. Onkur helt
enntá, at Kl fór at vinna
6—0. Ikki vóru tað tó øll,
ið vóru so »optimistisk«
Nekur hevdu tippað, at
HB fór at vinna, onkur
helt upp til 4—0. Flestu
høvdu to tippad, at KI for
at vinna 2—1
Rættuliga nógv fólk
vóru komin saman við fót-
bóltsvellin í ti góða veðri-
sunnudagin. Lagt
var upp til tann heilt stóra
Spenningurin var l
hæddini, og tað merkti
eisini spælararnar á báð-
um liðum. Teir vóru allir
rættuliga varnir. Ja, teir
hevdu mest sum ov stóra
„respekt< fyri hverjum
ødrum, so teir tordu ikki
at gera ov nogv um seg
Hetta var annars ein
vælleiktur dystur. Spælið
var javnt, men so varið at
mesta spælið var ímillum
báðar brotsteigarnar
Sjáldan varð komið heilt
fram at málinum, og tí
vóru ikki teir heilt nógvu
målmøguleikarnir.
Men bæði liðini royndu
at fáa bóltin í netið hjá
hvøjrum ødrum. Tað eyd-
naðist tó ikki í fyrra hálv-
leiki, og bæði liðini kundu
vera nøgd við at fara til
hálvleik við javnleiki.
Fyrra helmingin av
seinna hálvleiki var spælið
ikki so javnt sum í fyrra
hálvleiki. Nú pressaði Kl
væl meira, og teir hevdu
yvirvåg í leiki. Teir
royndu alt teir kundu fyri
at fáa mál, men striltið
gekk. HB-ararnir haraft-
urimóti vardu so manni
liga, sum teir nú einaferð
kyndu, og tad syntist sum
um teir høvdu gjørt av at
varðveita støduna 0—0
dystin ut
Men tað gongst ikki
altíð sum prestur præ-
dikar. Tá 32 minuttir voru
leiktir av seinna hálvleiki
fekk KÍmál. Fleiri leikarar
vóru savnaðir framman
fyri málinum hjá HB.
Leikandi venjarin hjá KI,
Jergen Marcussen, fekk
bóltin og smekkaði til
áðrenn nakar fekk umrátt
seg, og bólturin sat trygt í
netinum.
Onkur kundi trúð, at
hetta mál fekk HB at
missa mótið. Tverturi-
móti. Teir pressaðu meira
og meira, og spælið gekk
so javnt eina letu. Fleiri
royndir vóru gjerdar fyri
at javna út aftur, men hó-
ast onkuntid kundi borið
til, so hendi tað kortini
ikki.
Jergen Marcussen hjá
KI hevði annars ein sera
góðan málmeguleika í
fyrra hálvleiki. Jorgen fær
bóltin tá hann stendur
friur framman fyri Mikk-
jal í HB-málinum, men
hann fær ikki skot á bólt-
in, sum fer beint við
síðuna av málinum. Hetta
var ein tann besti mál-
Hesa ferð eydnaðist tað Mikkjal Mikkelsen í HB-málinum at bjarga.
møguleikin í dystinum, ja,
hann var enn betri enn
tann. tá KÍ fekk sítt mál.
Í einum føri sum tá KÍ
fekk mál, vildu helst fáir
føroyingar fingið útnyttað
slíkan meguleika so
»effektivt«. Flestu av
okkara heimligu leikarum
vildu helst tikið bóltin
niður og spælt eitt sindur
enn, áðrenn skotið varð
móti málinum. Men KI-
venjarin gjerdi beint tað
øvugta og skjeyt bóltin
beinleiðis í netið.
Um dystin kann annars
sigast, at hann var væl
spældur av báðum liðum.
Úrslitið verður ofta um-
rett, um tað nú var rætt-
Jógvan Linklett,
málmaður
hjá KI, í eini
bjargingarroynd. Hann megnaði at halda málið
hjá KI reint allan dystin.
víst ella ikki. Sjálvandi er
úrslitið altid rættvist, ti
tað eru málini, ið telja.
Men ofta verður gjørt upp
eftir hvussu liðini hava
spælt.
Um hesin háttur verður
nýttur um dystin í Klaks-
vík, vildi úrslitið helst
liðið nær javnleiki, men
um nakar skuldi vunnið,
so var tað KÍ!
Dómaratrioin var úr
Gøtu. Hesa ferð var
Niklas á Líðarenda dóm-
ari, og hesari uppgávu
kom hann sera væl frá.
Hann sýntist rættuliga
avgjørdur í sínum dem
ingum, og hann megnaði
at halda væl skil á spæli-
num, sum tú tíverri ikki
sært alt ov ofta her í Fer-
oyum. Avgjert ein dóm-
ari, ið vit eiga at síggja
oftari inni á vellinum.
Vinnið hendan bátin
Hesin báturin á myndini er ein vinningur á lutaseðlum, sum í hesum dogum
verða seldir kring landið. Lutaseðlasolan byrjaði fyri uml. einum mánaði síðani,
og endar nú eftir ólavsoku
Báturin er eitt 7-mannafar við 18 HK Saab motori við umstýring og kobling
Harafturat hevur báturin eisini eina VHF telefon
Báturin er júst liðugur, og hann var vístur fram á vellinum í Gundadali
sunnudagin tá B36 og TB leiktu landskappingardyst. Í gjár og í dag stendur
báturin útstillaður í SMS, og um Olavsokuna
býnum.
verður hann helst at síggja í
Tá alt hetta er av, verður báturin so lutaður burtur. Tað hendir hin 10. august,
so um møguleikar skulu vera fyri at ogna sær henda snogga bát, má berast
skjótt at
Tað er áhugafelagið hjá B36, sum skipar fyri lutaseðlasoluni, og ágóðin fer at
figgja ungdómsarbeiði hjá B36.
Lutaseðlarnir kosta 10 kr.. og tá er umframt bátin eisini 4 aðrir vinningar,
sum møguleiki er at fáa.