Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosiafurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagrein Í GLEÐISRÓMA fegnast Dagblaðið síðsta fríggjadag um, at arbeiðsloysi sambært kanningini hjá Hagdeildini er lítið. Men í fagnaðarrúsinum fegnast Dagblaðið meira um, at kanningin ikki gav tað úrslit, Eilif Samuelsen, teir vinstrahallu og tann »reyda pressan« — eftir tí sum Dagblaðið sigur — droymdu um, enn um at arbeiðsloysi er lítið! Og í rómanum gloymir Dag- blaðið — ella fjalir tilvitandi — at talan var bert um eina kanning millum ung- fólk. Dagblaðið viðgerð spurningin sum um talan var um eina kanning fyri allar arbeiðsbólkar! SJÁLVANDI fegnast vit eisini um, at arbeiðsloysi ikki er stórri millum ung enn tað er. Men hinvegin má ásann- ast, at tað finst vinnuloysi millum ung- fólk í nøkrum pørtum av landinum. Og kann nakar av okkum lata sær lynda, at nøkur av okkara ungu fáa eina slíka byrjan í lívinum, at vinnan — samfelagið — ikki hevur brúk fyri teimum? Nei! Tó skal viðmerkjast, at Dagblaðið hevur rætt, tá tað skrivar, at arbeiðslagið er so háttað, at fólk fáast við skiftandi arbeiði. — Ein túr til skips av og á og okkurt arbeiði her og har! MEN EINA SLÍKA byrjan kunnu vit ikki bjóða ungfólki okkara. Vit mugu skapa arbeiðs- og útbúgvingarum- staður, soleiðis at tey komandi ættar- liðini kunnu fáa ta útbúgving, hugurin stendur til. Við hesum er sagt, at javn- aðarflokkurin — sum tann vinstrahalli flokkurin, Dagblaðið sipar til — íkki fyri ein og hvønn pris vil seta eina ar- beiðsloysistrygging á stovn. Og slett- is ikki sum nakað alternativ til arbeiði ella útbúgvingarmeguleikar. OG TAÐ átti Dagblaðið at vitað. Í skjótt fleiri ár hevur Dimmalætting brigdað Javnaðarflokkinum, at hann ikki hevur tíkið undir við uppskoti frá Sambandsflokkinum um eina al- menna arbeiðsloysisstuðulsskipan. JAVNAÐARFLOKSINS setningur hevur altíð verið — og tað prógva úrslitini — at skapa arbeiði til allar hendur. Við hesum endamåli legði flokkurin til brots í síni tíð og við hesum endamåli fór flokkurin undir tað stóra uppbyggingarvetkið í 1959. Tað var eftir at borgarligt landsstýri við Fólkaflokkinum og Sambands- Dagblaðið og arbeiðsloysi flokkinum á odda hevði lagt eina kalda hond á henda álvarsspurningin, soleiðis at túsundtals føroyingar — kvinnur og menn — noyddust at leita sær í vinnu í Íslandi, í Grønlandi, vid íslendskum, norskum, bretskum og týskum trolarum og ødrum fiskiskip- um! % Ti KUNNU mong ikki annad enn smirast og rista vid høvdinum, tå Dag- bladid endar oddagreinina týsdaginvið at siga: »Frameftir verður tað málið hjá Fólkaflokkinum at føra slíkan búskaparligan politikk, at nóg mikið av arbeiði verður til allar hendur.“ HETTA ER tíverri ikki tilfellið í dag, og tá tað líður út á veturin, minkar van- liga byggivirksemi, útróðrardagarnir gerast færri, kvoturnar eru uppi og alt fleiri hava torført at fáa dagligt ar- beidi. Vit høvdu ikki so lítð arbeiðs- loysi síðsta vetur. Bert spell, at blað- stjórin á Dagblaðnum bert ferðast millum teirra, sum hava sína góðu og føstu årtøku. Í AÐRAR MÅTAR er áskoðan Dag- bladsins illa undirbygd, tå bladid m.a. skrivar: »Négv hava klárað seg við lítlari peningaligari inntøku, men tey fáa fitt burturúr, tí nógv av tí neyðuga til livsins uppihald, tá einahelst met, fáa tey fyri lítið og lætt, um innløgu- hugur og - hegni eru nóg góð.“ HESI VIÐURSKIFTI eru tíbetur fram- vegis galdandi í pørtum av landinum, har framvegis tey nógvu eiga ein jardarteig, ein bát eila hava møguleika at sleppa á flot. Men hetta er tíverri ikki galdandi í høvudsstadnum í sama mun og hesin møguleikin er ikki til staðar hjá øllum. Og fleiri eru teir,sum hava havt góðar tjansir í rækju- ella norðsjóvarævintýrinum, men sum nú kanska hava ringt við at fáa ein góðan tjans, men bert klára at forvinna til skattin frá teimum góðu árunum. JAVNAÐARFLOKKURIN er íkki sinnaður at seta eina arbeiðsloysis- trygging í verk eftir danskari fyri- mynd, sum Dagblaðið vil vera við. Men hinvegin kunnu vit íkki lata eyguni aftur og lata standa til. Megna vit ikki at skaffa arbeiði til allar hendur, mugu vit fáa eina stuðuls- skipan í lag. Eina skipan, surn er betri en núverandi »olmussuskipan«. Men fyrst og fremst må stavnhaldið vera: ÞARBEIÐI TIL ALLAR HENDUR! og klárar tann privata vinnan tað ikki, má tað almenna leggja sína orku í at loysa hetta álvarsmálið. Í longri tíð hevur Dimma- lætting hýst nekrum lesara- brevum, sum ein John Han- sen, við bústaði i København, í Danmark, hevur skrivað, og nú sær út til, at Dimmalætt- ing er farin at taka nekur onnur brøv upp, sum ein til- hangari av Scientology skriv- ar. Ja, ein heil grein eftir guru uni, L. Ron Hubbard, sjálvari er sloppin igjøgnum kritiska eyga blaðstjórans. Men hann veit allarhelst ikki, hver Ron Hubbard er ella hvat scientology stendur fyri. Men um hann hevur spákað sær ein túr eftir »Strøjnum« i København, so er hann uttan iva blivin óróg- vaður av einum av disiplu- num hjá scientology, sum á- gangandi spyr, um tú ikki ert interesseraður í eini persón- ligheitstest. Nógv hoppa sjálvandi upp á hetta fupp- nummarið og fylgja við inn í eina síðugetu og lata seg testa. Í sjálvum sær er ikki hetta so farligt, um vit, skil og ein viss persónlig styrki er til Nr. 76 — 10. august 1982 staðar. Men hesir sokallaðu saksbehandlarar eru so listin- lærdir, at teir skjótt fáa teg at hava tað á hundanum til, og tú veitst ikki av, fyrr enn ein rúgva av meira og minni persónligum problemum vaksa sum bambus framman fyri tær. Nú er tað vandamikla punktið nátt — letur tú teg fanga í »eiturkoppa-vevnadi- num« ella klárar tú at sleppa undan. Tíverri veit eg um mangan, bæði suin eg kenni persónliga og sum eg havi lisið um í donskum blødum, sum er »fangadur« og er ikki sloppin út aftur fyrr enn ov seint er. Fyri at fáa tað betur við teg sjálvan, verður tú boðin á skeið. Kostnaðurin er ikki so hegur í fyrstani, men tú hevur tað kortini ikki betur aftaná, so tú fært tey ráð at royna eitt annað skeið... og myllan er farin at mala. So- leiðis hava mong mist tús- undtals krónur og standa fullkomiliga býtt og hjálpar- leys aftaná. Ansið eftir hasum scientology ! Scientology er eitt ameri- kanskt fuppnummar og hevur einans til endamáls at súgva pening frá fólki — alt annað, sum teir prædika um, er nakað nonsense. Hví hevur t.d. enska stjórnin forboðið scientology at virka í Ong- landi? Hví hevur verið so nógv skriving um scientology í donskum bleðum, um m.a fólk, sum eru komin „út at koyra<? Tí scientology man ikki hava so reint mjøl í posa- num! Nú eru flest allir danir vaknaðir og ávaraðir, so nú skal scientology finna sær nýggj mið at fiska á — og Feroyar er jú eitt upplagt evni. Feroyingar — tíverri — býta jú alt ov ofta á slíkt sum rekur framvið uttan at gáa eftir, hvat tað er. Tí vil eg ráða ellum blað- stjórunum í Feroyum frá at taka upp hesi skrivini frá scientology — tey gagna ikki nekrum. Kritiskur Henning Christensen og NATO Viðmerkingar til lesara- bræv 24. juli í ár. ; Eg má geva Henningi Christensen rætt, tá hann í svari sínum til Jóannes Dalsgaard skrivar, at fleiri NATO-lond hava mót- mælt politisku gongdini í Turkalandi. Men hvat munar tað, at tey smáu mótmæla, tá tey tó noyð- ast at fylgja eðrum landi í tess boðum. NATO-adalskrivarin var i Turkalandi og vitjadi aftaná kvettið, men hann var ikki ónegdur við viður- skiftini. H.C. skrivar, at turkiski limaskapurin í NATO fer at ávirka og enntá fram- skunda demokratisering- ina, eg ivist stórliga. Tað var ikki av NATO- avum, at einaræðisstýrið í Portugal noyddist frá. Portugal var eitt tað landið í Europa, sum longst royndi at tvíhalda sína stødu sum hjálanda- veldi og tað við NATO- vápnum. Ikki NATO, men ónegdir heryvirmenn innan portugisiska hjálandaherin, syrgdu fyri, at einaræðisstýrið í Portugal noyddist frá. Fyri NATO (les USA) hevði Portugal ov stóran hermálsligan týdning, at trýst kundi leggjast á landið. Men heryvirmenni- nir sóu erskapin í fram- haldandi bardegum at royna at halda partar av hjálondunum hersett, samstundis sum portugis- iska fólkið leið neyð. Líta okur at tí gongdini, er ikki væntandi, at NATO fer at leggja trýst á eitt so hermálsliga týdn- ingarmikið land, sum Turkaland er. Nei, at fáa hernaðarstýrið i Turkalandi frå krevst al- tjóða trýst og innlendis mótsteða. Í lesarabrævi sínum skrivar H.C. um Feroyar og NATO m.a. »hvem der skal have chancen til at komme og fá malet ferst<. Her haldi eg, at H.C. íkki er nóg umhugsin. Lat okum nú siga, at Feroyar vóru í tí steðu, at vera uttanfyri NATO, heldur tú so, at Sovjet hevði verið her í staðin ? At jåtta er burturvið. Ikki hevði USA vilja latið Sovjet komið her uttan at svara aftur, ikki hevði USA vilja latið Sovjet nýtt Feroyar sum kíla í sínari verju- ketu. Nei, H.C., sum steðan er nú, eru Feroyar partur av verjuketu hjá USA og tí upplagt bumbumál í einum meguligum bardaga millum stórveld- ini. Vóru okur uttanfyri NATO, er meguleikin at sleppa undan at verða off- rað sterri. ms Opið bræv til Sjúkrakassarnar Nevndin í Dansk Syge- plejerád, Feroya Deild, hevur á nevndarfundi í dag vidgjørt lýsing í Dimmalætting 22. juli 1982, undirskrivað Sjúkrakassarnir. Nevndin vil fyrst og fremst átala orðingina av lýsingini. Vit undrast stórliga á yvirskriftina á lýsingini. Eru tað sjúkra- kassarnir sjálvir, sum hava sett yvirskriftina HEY! til eitt, eftir okkara metan, so álvarsligt mál sum hetta, ella er tað kanska blaðskrivarin? Meira kjaktilfar á síðu 11 Fyrst tú bert eyga við lýs- ingina, heldur tú, at tað má vera eitt 8-10 ára gamalt barn, ið vil hava brævasamband við javn- aldra, ella kanska hevur mist burtur kettling sín. Tí verður tú milt sagt ov- farin og illur, tá tú sært, at lýsingin vendir sær til sjúk fólk, ið hava lækna- hjálp æfyri neyðini leygar- dag ella sunnudag ella aðrar dagar aftaná kl. 16, og fáa nokta økonomiskan stuðul frá sjúkrakassa- num. Soleiðis má hetta ið hvussu er uppfatast. Her er talan um ikki minni enn 128 tímar av tí samlaða vikutímatalinum, ið er 168 tímar, ella meira enn3/4 av hesum. Nevndin loyvir sær at seta fram nakrar fyri- spurningar til sjúkrakass- arnar um, hvussu lýsingin skal skiljast. Øll lækna- hjálp, ið ikki er bráðneyð- ug, skal gjaldast av tí sjúka. Hvussu skal metast, um hjálpin er bráðneyðug, og hver skal gera metingina? Er tað sjúkrakassin, læknin ella hin sjúki sjálvur? Um tað er sjúkrakassin, skal hin sjúki so fyrst ringja til sjúkrakassan fyri at spyrja um hann kann sleppa at ringja til lækn- an? Um tað er læknin, skal hann so fyrst fara út at Framhald á síðu 11 to see FO ASS LE ALL. i EN