leygardagur 14. august 1982síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 14. august 1982
Skal Hoyvíksgarður varðveitast
— so er tað í síðstu løtu!
„Kon fólk meta, at gamli Hoyvíks-
garður við úthúsum er sera væl egn-
aður at seta í stand og varðveita sum
mynd av einum gomlum foroyskum
| bóndagarði. Verður gamla royndar-
| stoðin nýtt sum miðstoð fyri urta-
| garðsbrúki og planting, kundi her
| fingist eitt umhvørvi tætt við Havn-
ina, id ikki hevur sin lika i landinum.«
(Brot ur viðmerkingum, til uppskot
r - -
|
|
um royndarstoð,
landsstýrismaður,
|
| legði fyri logtingið á vári í 1977
sum táverandi
D.P. Danielsen,
Eg gangi oman eftir
gomlu getuni til Hoyvík-
ar Friðarligt. Eingin
larmur av bilum. Hugsi, at
tað er spell, at vegur
verður lagdur frá Boða-
nesi niðan í Hoydalar. Tað
finna teir —
politikkararnir og tekno-
kratarnir vónandi ikki
uppá!
Komi oman til brúnna.
Tað nýggju grótbrúnna.
Hon er vekur. Kann
kortini ikki lata vera við
at harmast um, at ein be-
tongkantur er stoyptur at
seta gelendaran á. Eitt
gott tiltak. Men sum ein
vinur, ein býráðspolitikk-
ari. segði, hetta fáa vit
helst onkra skoluna fyri —
at brúka pengar til
slíkt
Haldi leiðina fram eftir
getuni. Nakað knortlut.
Víkin kemur undan og so
við og við daga húsini
undan — fyrst reyðu
bygningarnir hjá royndar-
stødini, síðan tað laðaða
Stóra ho
yggjhúsið høgru megin er
hoyggjhúsið og fjósið. Og
komir eitt sindur longur
oman liggur alt hetta frið-
sæla plássið opið fyri mær,
beurin, getan, úthúsini, og
niðri í sjálvari lagdini tey
gomlu tjørubræddu set-
húsini — gamli Hoyvíks-
garður.
Forferst eftir
fáum árum
— Hugskotið at varðveita
Hoyvíksgarð, ella gera
eitt útisavn, er gott. Her
hava vit eitt umhvervi við
einum gomlum bónda-
garði, úthúsum, gomlum
boi og toftum, og leivdir
av grundum sum eru lætt-
ar at byggja upp aftur, um
tað skal vera.
— Um tað ikki er ov
seint nú. so er tað í allar
seinastu letu, tí alt for-
ferst so skjótt. Bara hesi
seinastu árini er nógv illa
farið
Soleiðis sigur Janus
Mohr. Hann er ættaður úr
rættuliga nýtt
Gomlu bóndahúsini í Hoyvík.
endan av garðinum hevur Fornminnissavnid nyliga klætt av nýggjum. Tekjan er «
Tey eru bygd í 1813. Vestara endan, sum var ogn, eigur Fornminnissavnið. Henda
eystara — hoyrdi til kongsið og í dag hevur Royndarstoðin hann
Hoyvík og hevur búð alla
sína tíð har.
Janus harmast um, at so
nógv er farið fyri skeytið
sum tað er. Hann fjalir
ikki út yvir. at eftir
hansara meting hevur
Fornminnissavnið verið
ógvuliga líkasælt í sam-
band við Hoyvíksgarð
— Eg havi fleiri ferðir
boðað Fornminnissavn-
inum frá, men tað hevur
ongatíð latið við seg
koma, sigur Janus Mohr.
Soleiðis fór neystið
Eitt dømi um líkasæluna
hjá Fornminnissavninum
er niðurrapingin av nevsti-
num — Stórabátsneysti.
Tað er laðað seinast í hini oldini. Í
miðjuni sæst grundin á tarvafjósinum. Tarvafjósið hevdi pyramidureising. Longur til
vinstru liggja leivdir eftir húsi, kallað Svalhúsið. Annars síggjast sjálvi bóndahúsini
og aftan fyri tey hjallur og gróthús. Aftan fyri hoyggjhúsið sæst fjósið
Neystið — sum var ald-
argamalt — fórst verri og
verri. Janus boðaði Forn-
minnissavninum frá, men
einki hendi. At enda slapp
tað at rapa. Í neystinum
vóru nógvir gamlir báts-
lutir. Og ein dagin kom so
ein gravimaskina og
slættaði tað við jøridina.
Um kveldið leitaði
Janus ymiskar lutir fram
av sínum eintingum.
Nøkrum fekk hann
bjargað. Men neystið,
sum ikki stóð oman og
niðan, men eystur og vest-
ur. fór. Og í fjøruni er ein
betongklumpur síðan
gjørdur.
Í neystinum stóð átta-
mannafarið hjá hoyvíking-
um — ein grindabátur,
sum stóð til eftir seinra
krigslok.
Viður úr gamla
bóndahúsinum
fór eisini
Í aðrar mátar heldur Jan-
us eisini, at Fornminnis-
savnið kundi havt víst
sterri áhuga
Hovggjhúsið hjá Olafi
Mohr, pápi
viði úr
Janusar, var
bygt av teimum
gomlu uppsitarahusunum,
sum stóðu eystan fyri
garðin. Tey vóru
viði frá
teimum gomlu bóndahús-
bygd av
unum, sum stóðu uppi i
Kýrdali, men blivu flutt
oman fyrst í 1800-talinum.
Í fjor skifti Janus klæd-
ningin á hoyggjhúsinum.
Stórviðurin er hin sami.
Aður hevur hann sagt
Fornminnissavninum frá,
at forvitnislig fyribrigdi
vóru á fleiri fjalum, men
heldur ikki í hesum føri lat
savnið við seg koma.
- Ikki ti, tað heyði
kanska ikki so nógv upp á
seg, ella stórt virði, men
kortini, sigur Janus.
Beurin um at fara
- Um Hoyvik —
gamli Hoyvíksgarður
skal gerast til eitt útisavn,
so skuldi beurin eisini
verið sum hann var upp-
runaliga, sigur Janus.
Við tað at Royndarstød-
in arbeiðir við tungum
landbúnaðaramboðum, er
bøurin farin nakað illa.
Beurin fall til Royndar-
staðina, tá Hoyvíksgarður
flutti niðan á Vatna-
skarðar miðskeiðis í sjey-
ti-árunum.
Umframt
Rovndarsteðin ábyrgdina
ella
bein hevur
av einum parti av teimum
gomlu sethúsunum og
annars eli úthúsini. Tann
vestara partin av bónda-
húsunum við útbygningi-
num norður eftir,
Fornminnissavnið.
eigur
Arvingarnir eftir Mour-
its Mohr, bónda,
doyði seinast í seksti-ár-
unum, seldu henda partin
av húsunum, sum var ogn,
sum
isini bøtt. Hin endan — tann
til Fornminnissavnið fyri
eina heilt lítla — sym-
bolska — upphædd. Hin
endin á húsinum hoyrdi til
»kongsid«.
Hoyvikin er fridad
Annars er øll Hoyvikin
friðað, upplýsir Janus
Mohr.
Friðingin fevnir um alt,
sum er innan fyri Keldu-
garðin — gamli begarð-
urin vestanfyri — sum
heldur fram í Hegugarðar,
og gongur víðari uppi á
Horni og fer síðan í ein
landnyrðing og oman,
tvertur um, omanvert í
Kýrdali og niðan undir
Hálsin. Hús og úthús eru
eisini friðað.
— Men tíverri merkir
friðing í nógvum førum
forfall. Men sær tíverri, at
hús, sum eru friðað, fara
illa, og ikki fyrr enn tey
eru við at forfalla heilt,
verður pjøggad eitt sindur
um tey. So lítil meinging
er í at friða, um tað friðaða
fær lov at
Janus Mohr
forfalla, sigur
Ord og myndir:
Jóhann Mortensen
—————ðiøi"