leygardagur 14. august 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 14. august 1982
Dálkingarvandin og fiskaaling IV
Vaskimaskinan
eftir Jorgen M. Olsen, Vági
Tað føroyska vatnið har-
ímóti hevur lítið kálk, og
skuldu tað tí verið serligar
brúksreglur, sum vóru
hóskandi til tað føroyska
vatnið. A tann hátt kundu
tær føroysku husmødur-
nar klårad seg vid mun-
andi minni vaskievni, og
vildi tað samstundis
minkað um ta vandamiklu
dálkingina.
Í Sundalagnum liggur væl
fyri at hava fiskaaling, tí
har er rennandi streymur
og nógvar áir, sum dagliga
fera stórar negdir av frísk-
um fjallavatni oman í
sjógvin, og verður tí har
ikki at samlast nógv dálk-
ing. Men á flest ellum
stórum og kyrrum firðum
stendur ikki so væl til.
Um tað nú hendir, at áir-
nar, sum í eldir hava runn-
ið í firðirnar, verða veittar
burtur, verður tað at gera
eina stóra broyting til
tað verra.
Har menn ætla at seta
fiskaaling á stovn, er tað
ein framtíðar fyrimunur at
staðfesta hesar ringar
ella dammar so uttarliga á
firðinum sum gjørligt. Øll
vita, at tey sílini, sum
ferðast í tí fríu náttúruni,
eru nógv betri fyri enn
tey, sum eru innistongd í
trongum netbúrum, tí tey
hava fríari rásarúm og
kunnu dagliga ferðast út í
frískan sjógv.
Einaferð enn: Fær
henda dálking framvegis
loyvi at breiða seg, fer
hetta ósjónliga eitur-
skýggj at ota seg longur
og longur út á firðirnar, og
fer tað at enda at lemja og
drepa stóran part av botn-
greðini og tongla-
skógunum, ið dagliga
framleiða lívsverjandi
frískleika.
Tann dagin plantulívið
í firðunum missir sína lívs-
megi, kanska um tíggju
ella tjúgu ár, kemur øll
fiskaaling i lívsvanda
vegna dálking og
skortandi súrevni. Deyði
og ymsar sjúkur fara at
stinga seg upp sum
Egyptalands plágur, og
sum árini líða, vil fiska-
aling ikki geva nekrum
lenandi vinnu, og ómeta-
liga stórar peningaupp-
hæddir fara fyri skeytið.
Nakað av alingarfiski-
num fer helst at bjarga
lívinum, tí hann gerst
árinaleysur fyri dálking,
men slíkur fiskur verður
at fáa ringan smakk, og
hann verður ikki nýtiligur
sum mannafødi og enn
minni sum útflutnings-
vera.
Tað er kanska ein megu-
leiki at minka um ella
steðga hesari dálking, og
tað er at heita á okra væl-
lærdu og ágrýtnu evna-
frødingar um at leggja
hevur í blot til at gera
annað vaskievni, sum ikki
hevur í sær skaðilig
eitrandi evni. Um teir
klára tað, eigur at verða
gjørd ein lóg, sum bannar
allan innflutning av eitr-
andi vaskievnum. Tá fer,
sum árini líða, hetta lúr-
andi eiturskýggj so við og
við at loysast upp og
hverva.
Verður so eisini hin
átroðkandi og nógv um-
talaði = ruskspurningurin
loystur, vil tað fáa stóran
týdning fyri umhvervis-
dálkingina.
Um hesin framtíðar-
dreymur kann gerast
veruleiki, vil tað geva ó-
metaligar møguleikar í
framtíðini, har alifiskur og
skeljadyr av ymiskum
sløgum koma at trivast og
vaksa skjótt.
Slík fiskaaling kann,
sum frá líður. gerast eitt
munandi ískoyti til
landsins útflutning, tí
eftirspurningurin av
øllum føroyskum fiskavør-
um vil vaksa munandi, so
skjótt tað frættist, at
Føroyar eiga heimsins
reinasta sjoøki, og kundi
tað verðið til mikla gleði
og mikið gagn fyri kom-
andi ættarlið.
Hetta er seinasti partur av
greinareðini. Hinir
partarnir hava verið í 7. 10.
og 12. august
Dálking
Foroya landsmenn ! nú dålking seg spreiður,
snikjandi fer gjognum firðir og vøtn,
tungligt man vera í vatni at anda,
súrevni neyðuga lívskeldan er.
Foði er neyðug, har fiskur skal liva,
plankton hin ríkasta lívskeldan er,
tí eigur umhvorvið reinligt at vera,
dálkingin drepur hvort livandi kykt.
Tarin hann eitrast, og frískleikin hvorvur,
groði og dyr vilja skjótt lata liv,
fødin hon minkar, og livsmegin týnist,
tá reinleikin hvørvur vatninum úr.
Fedrarnir Foroyalandið oss góvu,
firðir og vetn vórðu skínandi rein,
skóleysur rann yvir bo yvir heiðar —
nú liggja glassplintur stroyddar um alt.
Komandi ættir bert hoyra í sogu,
um tíðir, tá firðir og vøtn vóru rein.
Neytini úti í haganum gingu —
fuglarnir trivust á heiðum og rók.
Foroya klettar úr havinum stíga,
verjið og fjálgið um alt teirra líu,
okkara ábyrgd enn meðan vit liva:
bjarga tann dýrasta fedranna arv !
Jergen M. Olsen
Tjóðveldispressan ...
hetta skuldi hava gingið
fyri seg, fekk somu skol-
una oman yvir seg, hóast
hann ikki setti sín fót á
Suðurameriku fyrr enn 8-9
ár aftaná upprunagreinin
var skrivað. Hóast yvir-
skriftin bar heitið >Tofta-
drongurin var millum indi-
anarar« og soleiðis rak
framundir, at hann skuldi
havt ein leiklut í hesum
Martin Fjallstein
hurlivasa, var tað á ongan
hátt til at síggja, hverja
ella hvussu nógvar av
hesum brotsgerðum, hann
skuldi havt framt.
Í næsta blaði umbar
blaðstjórin, Martin Fjall-
stein, at greinin kanska
hevði fingið skeivt heiti,
men endurtók annars tað
sum stóð í greinini, m.a.,
at um trúboðararnir ikki
altíð framdu hesar gerðir-
nar meðvitandi (bevíst), so
gjørdu teir tað ofta ómeð-
vitandi. Á sama hátt sum
greinin, sker hann nógva
staðni alt um ein kamb,
sitat: >Ferðin við gleðiboð-
skapinum … er eingin ferð
vit kunnu vera stolt av,
men megu drýpa hevur í
andstygd og skomm. Øll
tann kristna segan er
bióðdálkað, merkt og bitin
av svikaræði, valdsgerð-
um, skemdum og kugan«.
<... slóð kristniboðaranna
er ljót ...< o.s.frv.
Tað mest áhugaverda er
tó, at rithevundurin Lars
Persson fyri langari tíð
síðan hevur tikið allar
skuldsetingar sínar aftur,
biðið um umbering fyri
skriving sína og viðgingið,
at hann ikki hevði sett seg
nóg væl inn í umsteðurnar
áðrenn hann skrivaði
greinina.
Ikki eitt orð um hetta í
14., eingin rættleiding,
eingin umbering. Hetta
hildu nógv tjóðveldisfólk
vera ta grovastu provo-
katiónina nakrantíð móti
kristiligu bólkunum.
Innanhýsis stríðið
í tjóðveldis-
flokkinum
Eitt tekin um innanhýsis-
stríðið i tjóðveldis-
flokkinum um blaðlinjuna
var viðmerkingin hjá
Finnboga Isaksen til
vánaliga úrslitið
tjóðveldisflokkurin fekk
seinasta fólkatingsval.
Har kom hann inn á, at
sjálvt um 14. vanliga var
eitt gott blað, so var linjan
rættiliga flákrandi og
hevði ofta ligið langt frá
hugsanini hjá vanligum
tjóðveldisfólki.
„Blaðið eigur at vera
eitt satt andlit av flokki-
num. Er tað ikki tað,
kunnu vit líka so gott
einki blað hava«, helt
Finnbogi Isaksen. Hetta
væntandi samsvar millum
blaðið og vanliga tjóðveld-
isveljaran, metti hann
vera eina orsek til ringa
valúrslitið.
At tjóðveldisflokkurin á
búskaparliga økinum er
ein rættiliga spjaddur
flokkur, man lítil ivi vera
um. I lokalfeløgunum úti á
bygd eru nógvar kon-
servativar kreftir, t.d
hava nevndarlimir í slík-
um lokalfelegum hildið
fast við at tjóðveldisflokk-
urin er ein hegravendur
flokkur, tá hugsað verður
um búskaparligar spurn-
ingar.
Ein undrast yvir hetta
tá ein veit, at sterra
helvtin innan Unga Tjóð-
veldið í Havn er so víð-
gongd at tey ikki kundu
hava 1. maihald saman við
FS (Feroyskir Sosialistar)
og SU (Sosialistiskt Ung-
mannafelag), men heldur
vildu halda dagin saman
vid OFML Marx-Leninist-
arnir, vanliga nevndir
kinesararnir. (Hetta navn
er neyvan serliga
hóskandi longur, tí aftan á
rokið av formansfrúuni
Chiang Ching, eru teir nú
farnir yvir til at halda
Albania vera einasta
sanna paradís á jerðini.)
At tjóðveldisflokkurin
spennir frá uttasta hegra
til uttasta vinstra, hevur
eisini verið at sæð í eðrum
málum. Tá 14. seinasta
vetur fekk reytt hevd
(tann parturin av
forsíðuni, har navnið
stendur) vóru nógv mis-
negd við hetta, tí tey sóu
ein symbolskan týdning í,
at 14. nú skuldi vera reyð-
ur. Gallupkanningin hjá
Dimmu uppundir næst-
seinasta legtingsval av-
dúkaði, at bert ein fjórð-
ingur av tjóðveldisveljar-
unum kundu ganga inn
fyri sosialismu í Feroyum
Statskvett
Tað er tí ikki torfert at
skilja, at lokalfelegini
undir hesum umsteðum
ofta hava mótmælt skriv
ingini í 14. á flokstingi-
num. Viðhvert hava leið-
andi politikarar tíkið
undir við hesum mótmæl-
um, men higartil hevur
eingin broyting verið at
sæð.
Blaðstjórnin hevur
verið fyri hvessum atfinn
ingum fyri at vera linlig
og at ansa ov illa eftir
hver ið sleppur at skriva
í blaðið. Serliga hevur
verið funnist at teimum
greinum, sum síggja út
sum tær umboða hugsan
tjóðveldisfloksins, men
sum ikki gera tað.
Nú sær út til at vend er
komin í. Nýggj nevnd er
vald fyri P/f Bladstarv, og
eingin suðurstreymoy
ingur er við og heldur
eingin úr tí víðgongda
vonginum á tjóðveldis-
flokkinum. Hetta er rætt
og slætt ein kollvelting.
Blaðkvinnan er upp-
segd, blaðstjórin Martin
Fjallstein hevur lagt frá
sær og ein nýggjur skal
finnast.
Finnbogi Isaksen sigur í
eini viðmerking, at hann
Finnbogi Isaksen
heldur at tað sum nú er
farið fram, er ein roynd at
fáa rættlag á viðurskiftini
millum blaðið og flokkin.
Um tað fer at lukkast og
hvat hetta hevur at týða
fyri linjuna hjá 14. kemur
framtíðin at vísa.