Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1982síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A || OA frælsi javnaður 55. árg. * kr. 4,- Nr. 83 x hósdagur 26. august 1982 brødralag Ogvuliga stórur áhugi fyri royktum fiski ur Foroyum: Bretar biðja um 220 tons av royktari hýsu Líka nógv sum SAMM-fisk framleiddi i fjør Tað er stórur áhugi fyri royktum fiskaverum úr Feroyum. Serstakliga eru tað Bretland, Danmark og USA, sum vísa okkara roykta fiski ans Orsekin er tann framúr góða góðskan á verunum. Roykvirkið SAMM-fisk í Havn hevur í hesum degum fingið tann stersta sáttmálan nakrantíð. Virkið hevur fingið áheit- an frá heimskendu bretsku fyritekuni >Mark á Spencer« um at lata henni 220 tons av royktari hýsu innan 1. mars næsta ár. Tvs. at manningin á SAMM-fisk bert hevur gott og væl eitt hálvt ár til at framleiða hesa stóru negd í. Til samanbering kann nevnast, at virkið alt árið í fjer framleiddi umleið 200 tons av yms- um royktum verum Á SAMM fisk eru longu farnir í gongd við at roykja hýsuna til bretsku fyritøkuna. Hýsan verður skorin, roykt og pakkað á virkinum. Umleið 14 fólk eru við í arbeiðinum Við hesum sáttmálanum eru útlitini fyri roykivinnu í Feroyum munandi betri enn tey hava verið. Í fjør kom biligur canadiskur fiskur inn á marknaðin í Bretlandi, og hýsan hjá SAMM-fisk mátti lúta i prískappingini. Hon er teir nevniliga tríggjar ferðir dýrari enn tann cana- diska Men síðani hava bretar so hálsað um. Teir vilja nú heldur hava roykta hýsu úr Feroyum, hóast prís- urin er væl hægri. Teir ynskja við eðrum orðum góðsku Sáttmálin við Mark & Spencer skundar eisini undir utbyggingarætlan- inar hjá SAMM-fisk. Æt- lanin er at byggja eitt heilt nýtt roykivirki, ið skal taka ímóti í minsta lagi 2000 tonsum av rá- veru um árið. Eisini til Danmarkar og USA tykist meguleikin at selja royktan fisk at vera góður. Hóast tað enn ikki er komið verulig gongd á søluna av royktum æla- bogasílum, so verður mett, at tað innan bert fá ár fer at verða heilt stórur eftirspurningur eftir royktum ælabogasílum úr FØroyum. A SAMM-fisk eru teir annars farnir í gongd við at gera ymsar miðvísar royndir vid nýggjum royktum fiskaverum. Pengar verða settir av til hetta endamál. Eitt nú skulu teir royna at grava svartkalva og síðani senda hann til Danmarkar. Hetta er so bert byrjanin. Nú verður so arbeitt alt samdegrið á SAMM-fisk Sjáldsamt SN TÓRSHAYK Roykt hýsa FROSTGOYMIST / SAMM-fisk heldur til i trongum hølum, sum tað leigar frå Bacalao Bretlands innan 1. mars næsta år. jan fyri at klåra tey 220 tons- ni av royktari hysu til Tit eiga at umseta utlendskar sangir — áðrenn børnini læra at syngja Í hesum degum eru tveir danskir tónleik- arar og lærarar á Dan- marks Lærerhøjskole i Føroyum og halda skeið á Føroya Læraraskúla. Annar teirra, Kurt Lar- sen, er kendur fyri sítt hegni innan rytmiskan tónleik. Hann heldur, at tað hevur stóran týdn- ing, at — utlendskir sangir eitt nú danskir, sum føroyskt børn skulu læra at syngja, eru umsettir til teirra egna móðurmál. Annars heldur hann,a t tað liggur ein stórur tørvur goymdur í øllum bernum at sleppa at út- trykkja seg innan sang og tónleik. meguleika mugu vit ikki taka frá teimum men gera alt fyri at brúka. Henda Lesið á síðu 4 Ein av læraraskúlanæmingunum, Petur Ove Petersen í ferð við at býta út sangir til børn á Venjingarskúlanum. Danin, Kurt Larsen hevur gjert sangirnar, meðan Aleksander Kristiansen hevur umsett til føroyskt. Friggjakveldið skulu bernini luttaka á eini stórari konsert