hósdagur 26. august 1982síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hóast tað ikki sær út av so nógvum, so er pengaskápið hjá Svimjihylinum ein fornur lutur, sum hevur langa sogu.
>å,
-
Ord og mynd
Dagny Joensen
Hesa søgu hava vit fyri ein part funnid fram vid at tosa við fólk, sum minnast pengaskápið aftur, har tað áður
hevur verið nýtt, og John Davidsen, sum í skjølum hevur funnið fram og skriva um hetta
Síðan 1959, tá svimjihyl-
urin í Gundadali varð
tikin í nýtslu, hevur verið
nýtt elligamalt penga-
skáp, sum hevur langa
segu aftanfyri seg.
Skápið er úr haldgóðum
jarni, prýtt við trimum
rósum á skápshurðini,
sum tilsamans er ein koda,
at fáa skápið upp.
Rósurnar skulu mynda
eitt mynstur, áðrenn
rósan í miðjuni fer upp, og
lykil fæst í lásið.
Hetta pengaskápið er í
veruleikanum ein forn-
lutur, sum í hvussu so er
kann skrivast aftur í tíð-
ina umleið 1882, og tá
hevur tað heldur ikki verið
nýtt.
Tað er Feroya Spari-
kassi, sum nú er 150 ára
gamal, ið upprunaliga átti
og nýtti hetta pengaskáp-
ið.
Sosialurin fór niðan í
1 er fín og lætt:
intíð móður!
svimjihylin, avmyndaði
pengaskápið og vísti John
Davidsen myndina.
John Davidsen, ið júst
hevur skrivað bókina
Feroya Sparikassi, sum á
fyrsta sinni var prentað á
125 ára degnum hjá Spari-
kassanum, men sum nú er
endurprentað við stuttum
ískoyti um tey seinastu 25
árini innan stovnin.
Á síðu 39 í bókini stend-
ur at lesa um eitt penga-
skáp, sum tá var ogn
sparikassans, og vit
spurdu John Davidsen,
um hetta pengaskápið
kundi vera tað sama, sum
í dag er í nýtslu í svimji-
hylinum?
— Tað er eingin ivi um,
at hetta er sama penga-
skáp, sigur John
Davidsen og skoytir uppí,
at tað fyrsta sum vit vita
um hetta pengaskápið er,
at tað var á amtsskriv-
stovuni, síðan á soren-
skrivarastovuni, og
haðani varð flutt á Bóka-
savnið í Skrivaragøtu, har
Sparikassin helt til í
einum leigaðum heli. Í
bókini skrivar John
Davidsen um hetta penga-
skápið: >2. mai 1882 — tá
tók C. C. Danielsen við
sum stjóri, varð penga-
skápið og annað, sum
sparikassin átti, flutt úr
amtsskrivstovuni á sorin-
skrivarakontórið=É.
Ur Sparikassanum
hevur pengaskåpid verið
flutt á Havnarskrivstov-
una í umleið 1933, og var
tað í nýtslu har, til Havn-
arskrivstovan flutti í
nýggj heli.
Ivan Johannesen, fyri-
stødumadur i Svimjihyl-
inum sigur okkum, at
gamla pengaskápið varð
tikið í nýtslu har í 1959,
sama ár, sum svimjihyl-
urin í Gundadali varð latin
upp
Ívan Johannesen greið-
ur frá Hetta mundi
vera stutt eftir at svimji-
hylurin varð latin upp, at
Hegni Mohr ein dagin
kom niðan í Gundadal.
Gunnar Mikkelsen, bý-
ráðsskrivari og eg gjørdu
tá kassan upp. Hetta
plagdu vit at gera í felag
eina ferð um mánaðin.
Henda dagin segði
Høgni Mohr vid okkum, at
teir å loftinum å Havnar-
skrivstovuni høvdu eitt
gamalt pengaskåp, sum
væl kundi nytast til tad
endamål, sum svimjihyl-
urin hevði brúk fyri.
— Hetta var gjørt
beinanvegin, men vit
høvdu ikki rúm fyri sokkli
og skuffu, sum hoyrir til
pengaskápið.
At enda sigur Ivan
Johannesen, at teir í
svimjihylinum hava
goymt tann partin av
pengaskápinum, sum ikki
verður brúkt nú, so tað
verður varðveitt fyri eftir-
tíðina.
Far innar, lat meg síggja teg inni í stovuni!
Óli í Áarstovu
Sambært Sosialinum
so er prísurin á reva-
skinnum batnaður, so
politisku revarnir
mugu helst ansa
Nýggjastu krevini
um kvalifikatiónir til
varaskúlastjórar:
skal vera góður
kirkjusangari
afturvaldur klubba
limur í kirkjur:
limur í landsfelag
sambandsfloksins
og ongatíð er betri
um viðkomandi
eisini hevur verið
limur i
likningarnevnd og
sjónvarpsneynd
Tverámaður