Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 28. august 1982 Einaferð enn um føroyska 100 kr. sedilin Noyddist at jalda tvær krónur fyri at veksla Vit hava fingið hópin av fråsøgnum um, hvussu trupult tað er at gjalda við føroyskum pengaseðlum i Danmark, tí handilsfólk og onnur ikki vita, at hesin hevur sama virði sum danska gjaldoyra. Vit hava eisini hoyrt frá einum lesara, sum sigur frá, at hann fyri fáum árum síðan fór í banka í Oslo, at veksla ein før- oyskan og ein danskan 100 kr. sedil. Vidvikjandi ti danska sedlinum, var eingin trupulleiki, og les- arin fekk tað hesin var verdur, eftir norskum gjaldoyra. Verri var tó við tí fer- Býráðslimirnir ikki kunnugir við manna- gongdina — tá tað snýr seg um bygging av ellis og røktarheimi I Sosialinum nr. 81 segåi Jåkup Lindenskov, løg- tingsmaður, at Javnaðar- flokkurin í september mánað fer at seta uppskot fram á Ting, um bygging av ellis og rektarheimi í Havn. Hetta verður gjert fyri meguliga at fáa fígging til byggingina, á annan hátt enn higartil hevur verið mannagongdin innan slíka stovnsbygging. Somu hugsan hava Eilif Samuelsen, lands- stýrismaður og Vilhelm Johannesen, løgtings- maður eisini havt i Sosi- alinum nr. 79. Teir vistu å alternativa loysn, tå tad snyr seg um ellis og røkt- arheims bygging. I Oyggjatíðindi miku- dagin 25. august, uttala triggir byrådslimir i Havn til blaðið, at teir ikki long- ur vilja sita sjóarfallið av sær, men at farast skal undir bygging beinan- vegin. Grundøki kann út- vegast í vikuni, siga teir tríggir, Petur í Gong, Zakarias Wang og Ingi Mohr. Víðari verður sagt í Oyggjatíðindi: >— Vit vita at Sosialstýrið í Danmark er á vitjan í Feroyum í hesi vikuni. Sosialstýrið skal góðkenna slíka bygg- ing, og tí meta vit, at málið hevur skund«. Vit hava spurt Jákup Lindenskov, hverjar við- merkingar hann hevur til greinina í Oyggjatíðindi? — Eg haldi at skrivingin um ellis og rektarspurn- ingin í Sosialinum í sein- astuni hevur loypt hvekk í býráðslimirnar, sum hava úttala seg til Oyggjatíðindi, og at teir ikki kunnu vera serliga væl kunnugir við mål, sum bygging og fígging av slíkum stovni. Fyri tað fyrsta hevur Sosialstýrið ikki eitt orð at siga, um føroyingar vilja byggja ein serstakan stovn. Henda avgerð liggur hjá myndugleikunu í Feroyum, og er tað bert Landsstýrið, sum kann taka steðu til, nær og hvar bygging skal fara fram. Heldur tú, at Tórshavn- ar Kommuna nú fer at taka spurningin upp? — Tað er ikki lætt at siga, men tá vit vita, at Tórshavnar Kommuna við byggingini av Svimjihøll til 40—50 mill. kr. hevur bundið seg figgjarliga nógv ár frameftir, og tá kommunan ikki hevur sett pening av til bygging av ellis og rektarheimi, sum er 10 pst. av savnaða byggikostnaðinum, so er trupult at skilja, at henda bygging soleiðis í skundi kann verða framd, sigur Jákup at enda. Dag. COM-DATA... Tad hendir seg meira blað- menn kunnu vera mismæiltir. Tað hendi n.a i Com-data greinini i seinasta Sosiali. Vit umreddu eina veirvekt, sum vit skrivaðu verður nýtt á flakavirkjum, og síðani umreddu vit eitt tól, sum verður nýtt í sam- band við troling. Tað rætta er, at veirvekt- in er tað tólið, sum verður brúkt í sam- band við troling. Com-data hevur annars latið flaka- virkjum vanligar vektir. Hetta eru ís- lendskar vektir, sum eru tilsettar data skipanina hjá Com- Data. enn so at vit Blaðm. oyska 100 kr. seðlinum, tí hann noyddist lesarin at gjalda tvær krónur fyri at fáa vekslaðan. Hóast les- arin gjerdi vart við, at virði av donsku og fer- oysku seðlunum var tað sama, so hjálpti einki, og lesarin fér út aftur úr bankanum, — tvær krónur fátækari. Annar lesari vísur á, at á 100 kr. seðlinum stendur: »Utgivin sambært lóg nr. 238, 12. apríl 1949«, undir- skrivað Ríkisumboðið og Landsstýrið. Lesarin heldur, at ein handilskvinna í Danmark kann hava torfert við at skilja, at seðilin er ektaður og vil hava at vita, um handilsfólk í Danmark eru pliktadi at taka móti før- oyskum pengaseðlum? Vit hava sett spurningin fram í peningastovni. Har segdu teir okkum, at danir eru pliktaðir at taka móti feroyskum seðlum, men at peningastovnurin í Fer- oyum altíð ráddi fólki til at veksla, áðrenn tey fóru av landinum. Hetta er lættast fyri øll, tí tað nyttar lítið at standa og tvíhalda um seðlavirði t.d. í einum handli, har handilsfólk ikki kenna føroysku seðl- arnar ella hvat virði teir hava. Ødrvisi er í teimum stóru peningastovnunum í Danmark, har kennur starvsfólkið meira til út- lendskt gjaldoyra og sjálvandi eisini virði av feroyska 100 kr. seðlinum. Dag. Poul Jacob Olsen 65 ár Mánadagin 30. august fyllir Poul Jacob Olsen, á Dalinum í Klaksvík. Hann er feddur í 1917. Foreld- rini vóru Betta og Óli á Dalinum. í Poul Jacob kenna vit sum ein av bestu útróðrar- r:onnunum í Klaksvík og sert man tað ikki vera eftir pápanum, sum var tiltikin skilamaður og út- róðrarformaður. Um tað mundi vera dugnaskapur hansara sum fiskimaður, sum ferdi til at Poul Jacob kom at verða uppi í politikki eitt so langt áramál, skal ikki her verða rett um, men nógv týðir uppá, at Poul Jacob á mongum økjum hevur sýnt slíkan dugna- skap, so hann skjótt kom uppí kommunalt arbeiði, sum sóknarstýrislimur og formaður í tveimum skeið- um. Hann var fyrstu ferð valdur í sóknarstýrið 1 1955 og formaður var hann frá 1956—58 og í árunum 1964—1966. Í 1958, í november var Poul Jacob valdur á ting og sat sum tingmaður til november 1980, óslitið í samfull 22 ár sum javn- aðarmaður. Poul Jacob er kendur sum tann steðufasti, sinniligi og málvísi. Tók hann orðið, varð lurtað eftir tí hann segði,. var altíð sakligur og tað hann ferdi fram hevði vekt, bæði tá hann talaði at og somuleiðis tá hann greiddi frá hví neyðugt var at gera tiltøk, sum kanska ikki vóru so populer akkurát tá. Eftirtíðin vísti tó aloftast, at maðurin hevði grein í sínum máli. Serliga hevur kunn- leikin hjá Poul Jacob um fiskivinnu og um alt sum hevði við sjógvin og sjo- vinnu at gera verið eitt gott aktiv fyri tingið. Hansara trúgva arbeiði í kommunalum arbeiði somuleiðis. Poul Jacob hevur havt mong álitissterv í sínum drúgva skeiði sum politik- ari — og steðugt er hann hin sami, virkin og ikki minni góður í ráðum. Hann situr enn í álitis- størvum, formaður í nevndini fyri Nordafar, er í stýrinum fyri SEV og stýrinum fyri Kjelbro- grunninum. Vit hava alla orsek til at fegnast um at eiga Poul Jacob framvegis sum virknan — og ikki litlan týdning hevur tað fyri flokkin, at hann framvegis er við á fundum og sigur sína hugsan um hvussu vit skulu stinga út í kortið — ella vísa á tað sum kundi verið eðrvísi. Hjartaliga tillukku, góði vinur ja.