Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1982síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tú hevur meguleikan nú. Vit sóknast eftir seljarum í hesum | bygdum: Servági, Kvívík, Kollafjørdur, Haldórsvík, Skála, Toftir, Nes, Gjogv, Funningsfirði, Elduvík, Syðrugetu, Norðagetu, Oyndarfirði, Mikladali, Viðareiði, Norðdepli og Hvanna- sundi. Um onkur hevur hug at royna, so ring 11820 beinan- vegin. Tú fær 1 Krónu fyri hvert blaðið tú selur. Hvussu verður søgn til sjónleik? Vikuskiftið 4. og 5. september hevur svenski leikbólkurin Sprattelgubbarna skeið um ar- beiði teirra í barnasjónleiki við m.ø. sagnum sum grundarlagi. Áhugað biðjast siga frá á tlf. 12511 í seinasta lagi friggjadag- in. Lýsiði Es FOROYA VANLUKKUTRYGGING 1. SKYLDU TRYGGINGAR (hjálparfólk og sjómenn) Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógv ella landi, hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið vanlukkutryggj- að. Tey, ið vinna meira enn 1/5 av ársinnleguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Eig- arar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mannskapið 2. SJÁLVBODNAR TRYGGINGAR (arbeiðsvanlukkutrygging, fritidarvanlukku- trygging og kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar) Vanlukkutryggingin teknar nú trý sleg av per- sónligum sjálvbodnum tryggingum: 1) Arbeiðsvanlukkutrygging, ið fevnir um alt per- sónligt arbeiði hjá viðkomandi og eisini yvir van- lukkur, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðs- plássinum. 2) Frítíðarvanlukkutrygging verður teknað sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutryggingina, so viðkomandi eisini er vanlukkutryggjaður í allari frítíðini. 3) Kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar kunna nú teknast gjøgnum nevndina í viðkomandi ítróttarfelag. Hesar ítróttarvanlukkutryggingar kunna nú teknast gjøgnum nevndina i vidkom- andi ítróttarfelag. Hesar ítróttar-vanlukkutrygg- ingar fevna um vanlukkur, ið henda á ítróttar- ekinum undir venjing og dystum. Øll skilafólk og allar skilanevndir hava sínar van- lukkutryggingar í lagi. Vanlukkutryggingin gev- ur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið inn á gólvið. VANLUKKUTRYGGING S/F J.H. Schrøtersgøtu 1 Postboks 59 . Telefon 11466 . Tórshavn SKALFLEX betongmåling Hin væl umtókta betongmålingin er nú at fáa í 11 ymiskum litum, kostar 16,50 kr./kg. Fæst frå Arne Samuelsen Tlf. 55775 Klaksvik TRÆVERJA (Føroysk framleidsla) i fjølbroyttum litum: Klår Svørt Gul Reyð Reyðviður Grøn Dimmgrøn Nøt PF. MÅLING - 3815 Strendur, Tlf. 47601 Blå Dimmblå Fura Teak 5 Bilan 9 Fura 6 Tekk Klan 7 Dimmblatt Svart snameium kunne geresi enn mere løv dmmast við svarter' MR gerasi Pauli Ellefsen, løgmadur: Nr. 85 — 31. august 1982 — Vit hava fing- ið ov litið — men tað rætta av skafti Pauli Ellefsen, løg- maður, er partvist samdur vid Jogvan Sundstein um, at landsstýrið hevur fingið ov lítið av skafti. Men hann heldur, at samgong- an hevur fingið tað rætta av skafti. Í åvisum førum er Pauli Ellefsen nøgdur vid, at so lítið er komið av skafti. Í samreðu við Sosialin leygardagin segði Jógvan Sundstein, at landsstýrið hevur fingið ov lítið av skafti. Formaður Fólka- floksins nevndi trý mál — bergholsgerð, helikoptara- flúgving og millumlanda- sigling. I samband við helikopt- araflúgvingina sigur Pauli Ellefsen, at meira átti at verið hent. Men hann sigur, at ein samgongu- flokkur hevur blokerað fyri loysn av flúgving til smáplássini. Sosialurin hevur fingið eina viðmerking frá leg- manni til tað, Jógvan Sundstein førdi fram i Sosialinum leygardagin. Gjert kvettið Sosialurin: Hevur tú somu áskoðan sum Jóg- van Sundstein? Pauli Ellefsen: — Jóg- van Sundstein nevndi trý ting. Hann segði, at lands- stýrið hevur fingið ov lítið av skafti viðvíkjandi berg- holsgerð, helikoptara- flúgving og millumlanda- sigling. Taka vit tað fyrsta, so haldi eg, at sam- gongan hevur gjert kvett- ið. — Vit eru blivnir samdir um, at vit skulu skunda okkum at gera Lorvíks- bergholið og at gera ógvu- liga lítið við sekunder berghol (berghol sum koma í aðru reð, blaðm.) og tað haldi eg vera skila- gott. Tað vil siga, at vit fáa í hvussu er tað rætta av skafti. Viðvíkjandi derum bergholum er mínm meting tann, at minni vit gera, jú betri sekun- Sjálvsstýrið blokerar — Í málinum um helikopt- araflúgvingina eru vit — Sambandsflokkurin — meira ídnir enn nakar at fáa flúgving út á små- plássini. Men tað málið verður, um eg so má siga, blokerað av einum sam- gonguflokki. — Hver flokkur er tað? — Sjálvsstýrisflokk- urin. Men vit góðtaka hansara steðu. Sigur hann nei, so er tað nei, men vit vilja fegnir loysa hetta málið. Siglingin ikki aktuell ' — Tað triðja málið var millumlandasiglingin. Í samband við hana gingu vit (Sambandsflokkurin, blaðm.) til — undir ávísum fortreytum — at ein meiri- luti í samgonguni kundi keypa eina ferju. Tað vísti seg ikki vera ein meiriluti og tí er tað málið ikki aktuelt longur. Sosialurin: Vil tað siga, at tú ikki ert samdur við Jógvan Sundstein í tí, at landsstýrið fær ov lítið av skafti? — Pauli Ellefsen: — Ég eri samdur við honum í tí, at tað er lítið hent viðvíkj- andi sekunderum berg- holum og millumlanda- siglingini. Og í hesum eri eg negdur við, at tað er lítið hent. — A helikoptaraøkinum er ov lítið hent. Og í hesum eri eg samdur við Jógvan Sundstein í tí, at meira átti at verið hent. jo-mo