leygardagur 4. september 1982síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
55. árg. * kr. 4,-
Nr. 87 + leygardagur 4. september 1982
frælsi javnaður
brødralag
BW-møblar:
Allan Hansen hevur arbeitt vid møblaframleidslu i
Danmark og hevur nógvar royndir á hesum eki.
Nú starvast hann so fyribils hjá BW-meblar. Her
er hann í ferð við at gera ein stól
Vit gera nú
polstraðar
stovumøblar
— okkum nytist tiikki at innflyta all-
ar møblar longur
Bergur Wardum, møbilpolstrari i Havn hevur tik-
id stig til at byrja eina nyggja idnadargrein i Før-
oyum. Tað er polstring av stovumøblum. Higartil
hava vit innflutt allar møblar.
Bergur Wardum hevur nú i 10 år arbeitt við
ætlanini at fara undir eina framleiðslu av møbl-
um. Hann hevur gjørt nágreiniligar kanningar og
fyrireikingar, og nú er hann so farin til verka av
álvara.
5 fólk eru í arbeiði á nýggja verkstaðnum á
Konmansmýru. Teir fyrstu meblarnir eru lidnir,
og í næstu viku verður hevi hjá fólki at síggja
meblarnar á Handilsstevnuni í Ítróttarhellini.
Meblarnir verða kallaðir BW-møblar.
Mikudagin var reseptión og tíðindafundur á
meblaverkstaðnum, og har mettu umboð fyri
landsstýri, pressuna, ymsar stovnar og feleg.
jan
Hart lív — náttarrótari,
Royndarsteðin
í buktini tå
sjonvarpsstjorin
skuldi setast
Tað. at Sjálvstýrisflokk-
urin leyp frá í fíggjar-
nevndini, tá royndarsteð-
in í Kollafirði var til við-
gerðar, gjerdi helst, at
eingin sjónvarpsstjóri
varð settur mánadagin.
Hesar upplýsingarnar,
sum Sosialurin fekk í vik-
uni, hava vit tó ikki fingið
váttaðar. Torbjern Poul-
sen, landsstýrismaður,
sigur við Tingakross í
gjár, at hann gevur ongar
upplýsingar um, hvat er
farið fram í Tinganesi í
málinum.
Páll Vang, landstýris-
maður, sigur seg ikki vilja
koma við eini viðmerking
til spurningin, um hann
hevur sagt, at eingin sjón-
varpsstjóri skal setast,
fyrrenn málið um royndar-
steðina er loyst.
Páll Vang sigur seg ikki
hava fingið nakað at vita
frá fíggjarnevndini um, at
Ásbjern Joensen úr Sjalv-
stýrisflokkinum ikki tekur
undir við tilmælinum hjá
landsstýrinum at fara
undir bygging av royndar-
steð fyri knappar 22 mill.
kr. í Kollafirði.
Landsstýrismaðurin sig-
ur seg bert hava hoyrt tað.
Hann vil ikki koma við
nakrari viðmerking, fyrr
enn hann hevur fingið eina
frágreiðing frá fíggjar
nevndini.
Formaðurin í figgjar-
nevndini, Ivan Johanne
sen, våttar, at Asbjørn Jo
ensen hevur bodad frå i
brævi tann 23. august, at
hann tekur ikki undir við
at fara at byggja royndar-
steðina nú.
Fíggjarnevndin við-
gjerdi málið um bygging
av royndarsteð 5. juli. Ás-
bjørn Joensen tók ikki
steðu tá, men vildi koma
við henni seinri. Og nú
kom so svarið frá honum.
Tá uppskotið hjá javn-
aðarflokkinum, um ikki at
byggja royndarsteð og
búnaðarskúla í Kollafirði
men í staðin fyri í Skála-
vík, var til 1. viðgerð í sep-
tember i fjør, tóktist Ås-
bjørn Joensen positivur.
Hann segåi, at hann vildi
umhugsa steðuna og
kanna eftir, hvat sam-
gonguskjalið segði.
Men tá uppskotið endi-
liga kom úr aftur fiski-
vinnunevndini seint í vár,
var Ásbjern Joensen
sjúkrameldaður. Varmað-
ur hansara Guttormur
Klein, atkveddi ikki fyri
uppskotinum hjá Javnað-
arflokkinum, sum fall.
ferðast í Íslandi við eðrum
løgtingsmonnum i løtuni
Men formaðurin i Sjálv-
stýrisflokkinum, Hilmar
Kass. sigur, at tað er
flokkurin sum soleiðis,
sum ikki vil, at landsstýr-
ið skal fara undir royndar-
steðina nú.
Hilmar Kass sigur, at
tað eru fleiri onnur mál,
sum Sjálvstýrisflokkurin
vil fremja fyrr ella líka
skjótt sum royndarsteð-
ina.
Formaðurin í Sjálvstýr-
isflokkinum vil ikki siga,
um tað var Sjálvstýris-
floksins steða í samband
við royndarsteðina, sum
gjørdi, at landsstýrið ikki
setti sjónvarpsstjóran
mánadagin. Men Hilmar
Kass flennir!!!
Ivan Johannesen sigur,
at fíggjarnevndin tekur
ikki málið um royndar-
steðina upp aftur, um
landsstýrið ikki reisir tað
av nýggjum.
Tað eydnaðist ikki at
fáa fatur á Pálli Vang aft-
ur.
jo-mo
Um prent,
prentarar,
prentsmiðjur
og prentsogu
á opnuni
120 rútar í knúsi
Í vikuni fekk politiið í
Klaksvík fráboðan
um, at 120 rútar vóru
knústir i skipasmiðj-
uni hjá Jógvani Olsen
í Grótrætt. Herverkið
er leysliga mett til
10.000 kr
Fleiri smærri her-
hava verið í
Klaksvík í seinastuni,
| m.a. eru rútar knústir
Í
í
|
verk
Savnadu til
neyðstedd. Men
| pengarnir end-
aðu í stats
kassanum
politiið
seinasta
tí tey
Havn ik
Irggjacag,
savnadu inn
pening uttanloyvi,
eru farin aftur til
Danmarkar. Tey fóru
við Winston Churc-
hill mikunáttina.
Tongil familjan í
Danmark sendi teim-
um pengar til ferða-
seðlarnar.
Fólkini, sum øll
búgva í Eysturríki,
hevdu í fýra dagar
savnað inn 17.000 kr.
í Havn og Kaldbak.
Tey segdu, tey savn-
aðu pening til neyð-
stedd og gomul.
Feroya rættur gav
politinum loyvi til at
leggja hald á pengar-
nar. Teir fóru í stats-
kassan. Sum eisin
kann sigast at vera
neyðstaddur. Tey trý
fólkini, ein maður og
tvær kvinnur, blivu
ikki víst úr landinum.
hd
Tónleikur í heimsflokki
Leygardagin kl. 16 verður
kamarkonsert í kommunu-
skúlahellini í Havn við
tveimum heimskendum
tónleikarum. Martin
Hasselbøck og Ermst
Kovacic.
Sunnudagin eru teir
báðir í Vesturkirkjuni.
Tann konsertin byrjar eis-
ini kl. 16.
Tað er ikki hvenn dag,
at vit í Feroyum fáa so
fræga tónleikavitjan sum
hesa. Vit skulu leita aftur
til vitjaninar sum hana
hjá argentinaranum Al-
berto Lysy fyri at finna
slíka heimskenda tónleika-
vitjan.
Hetta eru ikki nakrir
tilvildarligar tonleikarar.
Teir eru kendir um øll lond
og ferðast til nógv lond at
halda konsertir.
Teir hava longu havt
tvær konsertir i Føroyum,
i Klaksvik og å Eidi. Sagt
verður, at tað ber illa til
við orðum at siga, hvussu
frálíkt spæl teirra var.
Tað er tónleikalærarin
og tónleikarin Ólavur Há-
tún, sum hevur tikið stig
at fáa teir báðar henda
vegin. Landsstýrið rindar
part av útreiðslunum, bý-
ráðið og peningastovnar
visa eisini tiltakinum væl-
vild.
— Men, Ólavur Hátún,
eru tað ikki burturspiltir
pengar at fáa slíkar menn
henda vegin í bert nakrar
dagar?
— Eg haldi tað hevur
tydning, at eisini vit før-
oyingar av og á hoyra og
síggja heimselituna
spæla. Eisini hevur tað
týdning fyri eitt komandi
tonleikaliv í Føroyum, at
vit hava samband við ein
tílíkan tónleikamiðdepil
sum Wien.