leygardagur 4. september 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Evnisvika:
Stuttligari enn at
skriva fyrisøgn
Í hellini á Argja Skúla
hevur verið framsýning av
tilfarinum, sum lærarar og
næmingar fingu til vega í
evnisvikuni.
Evnið bernini fingu til
uppgávu at viðgera var
Argja bygd, frá byrjanini
tá bert nakrar smáttur
vóru her, sum teir serkønu
siga, hava givið bygdini
navn og fram til nútíðina.
Næmingarnir hava frá nú-
tíðini skrásett ell arbeiðs-
pláss á Argjum, sum nú
eru 233 í tali
Hóast nútíðin altíð er
spennandi at viðgera, so
er framsýningin frá evnis-
vikuni so avgjert mest á-
hugaverd frá tí eldra parti-
num av bygdaseguni.
Sosialurin vitjaði í vik-
uni framsýningina, meðan
lærarar og næmingar
legdu síðstu hond á verk-
ið. Vit tosaðu við næming-
ar, sum allir hildu, at evn-
isvikan hevði verið spenn-
andi uppgáva, og at nógv
av tí, tey her nomu sær,
hevdu tey kanska ikki gáa
eftir, um vanlig undirvís-
ing hevði verið.
Á lærarastovuni hittu
vit Hans Jacob Sigvard-
sen og Christian Poulsen,
sum vóru við í fyrireiking-
Hans Jacob og
Christian siga, at lærarar-
nir áðrenn summarfrítíð-
ni
ert
Serliga ahugat
num 4
næmingarnir hava funnið fram til i
við eldri fólk
um
var sniðmyndin at
ina høvdu tosað um at
gera evnisviku ístaðin
ítróttardag, sum skúlin
seinastu árini hevur skipa
fyri. — Vit hildu tað vera
áhugavert, at royna nakað
annað enn vanligt, og tí
fall valið á evnisvikuna.
Góð grund var tí, at
kalla evnið Argja bygd og
sega, tí vit hér búgva í ald-
argamlari bygd, og nógv
seguligt tilfar er til at
taka.
Næmingarnir i øllum
aldursbólkum, — undan-
tikid 1. flokk, hava arbeitt
saman i bélkum. Tey hava
vitjad i bø og haga, hjå
eldri fólki, sum hava sagt
frá bygdalívinum og tí ar-
beiði, sum áður myndaði
bygdina.
Serliga áhugavert er, at
bernini hava tikið samreð-
urnar upp á band, og siga
lærararnir, at hetta er
dýrabart tilfar, sum skúlin
fer at varðveita fyri fram-
tíðina.
Næmingarnir hava
eisini lært, hvussu tey
skulu leita tilfar fram á
skjalasavninum, har tey
hava vitja.
A bókasavninum og í
skúlanum í Hoyvík hava
aðrir næmingar vitjað,
sum fingu til uppgávu at
savna tilfar um skúlavið-
urskifti 0.s.fr
glaðingarsteðu-
z her eru myndaði millum húsini, á okjum, sum
skjølum og samrød-
Á lærarastovuni var ein
kaffimunnur at fåa, medan
Christian Poulsen og
Hans Jacob Sigvardsen
siga frå, og tå nakrir næm-
ingar júst komu framvið,
sum vóru lidnir við arbeið-
ið, so fingu teir eisini ein
kopp í hondina.
Lærarar og næmingar
tosaðu nógv um vikuna,
sum farin er, og ein næm-
ingur helt, at hetta skúla-
arbeiði var so heilt avgjert
nógv meira áhugavert enn
at skriva fyrisøgn.
Síðan snýr prátið seg
um tilfarið, sum er fingið
til vega. Næmingarnir
tosa um gomlu fiska-
stykkini, sum vóru trý í
tali á Argjum, og hvar tey
vóru. Eisini verður tosa
um glaðingarplássini
o.s.fr.
Er tað ikki ein góður
háttur at læra ungdómin
um fortíðina ?
— Jú, tað er avgjert ein
háttur, sum viðkemur
næmingunum eðrvísi enn
vanlig undirvísing.
Hartil kemur, at lærar-
arnir eisini fáa undirvís-
ingartilfar, sum teir áður
ikki so någreiniliga høvdu
vitan um.
— Tað er tí ikki bert
gagnligt fyri næmingar-
nar, men eisini fyri lærar-
arnar!
Slík evnisvika er eisini
gagnlig fyri at fáa næm-
ingar í ymsum aldursbólk-
um at virka saman. Hetta
gevur eina sosiala sam-
veru, sum neyvan annars
var komin so væl til sjónd-
ar.
Ahugavert er eisini at
síggja, at ein næmingur,
sum kanska i gerandisdeg-
num ikki hevur so stóran
áhuga fyri skúlaundirvís-
ingini, bráddliga kemur
fram og verður virkin. —
Eitt er vist, siga lærar-
arnir, at vit fáa vitan og
kunnleika um næmingar-
nar, sum vit ikki vistu um,
og hetta gevur okkum
meguleika at koma nær tí
einstaka, so vit frameftir
vita, hvat er til at taka í
undirvísingini.
Orð og mynd
Dagny Joensen
John,
7. B
liga økinum
Kurt, 9. B
Nr. 87 — 4. september 1982
Eg hevdi evnid lendid fram vid Argja
landi. Vit hava gjørt eina snidmynd av hesum, sum er
bygt upp av flamingo tilfari og måla, so tad likist ti veru
Min bålkur arbeiddi vid evninum fjøra.
Vit leitadu eftir tara av ymsum slag. Sidan funnu vit
fram i bólkinum, hvat ymsu sløgini kallaðust, turkaðu
og pressaðu taraplanturnar, sum síðan eru hongdar upp í
framsýningarholunum
Hans Petur, 7A
um
evnið
ld 9A
um
eygleiddu
rør
h
Fi
Vit vóru í haganum og leitaðu eftir
blómum og oðrum tilfari, sum finst har. Eisini funnu vit
fram, hvat ymiska tilfarið var og gjørdu myndir av hes
Vit hovdu
14ga, har vit
m h Ort ið og
nú fuglare iður
heimaftur
gjørdu
Mortan 8A Eg hevdi
eisini evnid í haga, og vit
vit
tilfar, sum
tað fór
gjørdu
myndadu okkum
fram, tá fólk vóru i hoyna
Vit gjørdu
skråseting av øllum åum å
Argjum, og myndaðu
hetta vid eini tekning, har
åirnar eru og hvussu tær
kallast.
Torgunn 9A: