Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 7. september 1982 KÍ varðveitti 2. plássið tíðindablaðið Tað eydnaðist KÍ at varðveita 2. plássið í landskappingini í 2. deild. Hóast B36 hevði tað meira spælið meginpartin í fyrra hálvleiki, fekk KÍ yvirvág í leiki í seinna hálvleiki — í hvussu er part av honum — KÍ spælir avgjørt ikki sum føroyameistarar í dag, helt ein av áskoð- arunum fyri í Gundadali sunnudagin. Og tað kundi hann eis- ini hava rætt í, tá megin- parturin av fyrra hálvleiki í dystinum ímillum B36 og KÍ varð leiktur. B36 hevði nevniliga meginpartin av spælinum tað mesta av fyrra hálv- leiki. Tað var ikki meira enn hendinga ferð, at bólt- urin nærkaðist Jan Alberg í B36-málinum. Men spælið hjá B36 var heldur tilvildarligt, og tí kom lítið og onki burtur úr hesum spælinum. B36 hevði nærum einki vanda- mikið álop í fyrra hálv- leiki. Men tá 35 min. vóru leiktir hendi so tað, at KÍ fekk mál. B36 var í álopi, men knappliga sendir ein verjuleikari hjá KÍ bóltin langt fram í hegru síðu. Beinur Poulsen fær bóltin og fer einsamallur fram ímóti B36-málinum. Tað eydnast ikki nekrum av B36-arunum at koma i- millum, og Beinur setur bóltin við síðuna av Jan og í málið til 1-0. Spælið var nú vorðið meira javnt. 5 min. seinni fekk KÍ aftur ein heilt góðan málmeguleika, ið avgjert átti at givið mál. Fleiri B36-arar og KÍ- arar eru savnaðir framm- an fyri B36-málinum. Ein Kl-ari fær bóltin og sendir hann ímóti málinum, men Jan fær hondina á bóltin og slær hann út aftur í spælið. Har stendur ein annar Kl-ari og skjytur ímóti málinum aftur, men har er verjan hjá B36 til reiðar og metir bóltinum. Bólturin fer nú enn eina- ferð út í spælið, har aftur ein Kl-ari er, og hann skjýtur aftur ímóti málin- um, men hesa ferð fer hann við síðuna av og út til málspark til B36. Bert ein minutt seinni hevur B36 fríspark úti í vinstru síðu. Bólturin verður skotin ímóti málin- um, men tað eydnast Jógvani Linklett at sláa hann út til horna. Tá 12 min. eru leiktir av seinna hálvleiki, kemur ein B36-ari leysur framm- an fyri KI-målinum, men hann skjýtur bóltin beint oman fyri málinum Ein hálvan minutt seinni er B36 aftur í álopi, men hesa ferð eydnast tað Jógvani at sláa bóltin út til horna Tá 14 min. eru farnir, er Jergen Marcussen hjá KI leysur við bóltinum framman fyri B36-målin- um, men hann rakar ikki bóltin nóg væl, og Jan blakar seg og tekur bóltin Men tá 17 min. eru leiktir av seinna hálvleiki, økir KI um leiðsluna til 2-0. Tað eru tveir ella triggir Kl-arar, sum hava bóltin stutt uttan fyri brotsteig- in hjá B36. Nakrir B36- arar fara ímóti teimum, men snildisliga avlevera teir bóltin ímillum sin fleiri ferðir, so B36-ararnir ongan meguleika hava at Síða 9 rekka honum. til Jergen Marcussen gerst friur og setir bóltin í netið Nu fekk KI tann stærra lutin í spælinum, men t var B36 væl við enn 21 minuttir vóru leiktir tá Beinur knappliga sær ein meguleika og sendir bóltin ímóti B36-málin um. Men Jan er til reiðar og blakar seg í fullari longd, og tað eydnast honum at raka bóltin og sláa hann út til horna Tad, ið eftir var av dystinum, royndu bæði lið at fáa okkur málið, men tað eydnaðist hvergum. Um dystin sum heild kann sigast, at hann var ikki so væl leiktur. Sum sagt, hevði B36 stærsta partin av spælinum í fyrra hálvleiki, meðan KÍ hevði eina lítla yvirvág í seinna hálvleiki. ; Landskappingin í 3. deild: Sumba nú einsa- malt á odda Hóast Sumba bert greiddi javnleik á heimavølli, liggja teir nú einsamallir á odda, tí samstundis tapti TB triðja dyst sín á rað. HB liggur nú sum nr. 2 í kappingini Sumba liggur nú best fyri at tryggja sær uppflytan í 2. deild komandi leikár. Hetta gjerdist greitt, tá Sumba leygardagin leikti 2-2 í landskappingardyst- inum ímóti B36, ið varð spældur á vellinum í Sumba. B36 var annars á odda við einum máli ímóti ong- um í hálvleiki, og eitt skifti vóru teir á odda við tveimum málum ímóti ongum, men sumbingum eydnaðist tó at javna út, so at dysturin endaði 2-2. Tá næstu »figgindar- nir< hjá Sumba í striånum um uppflyting, TB, sam- stundis tapti við einum máli ímóti tveimum í dystinum ímóti Skála, ið varð leiktur á vellinum á Skála leygardagin, merkti hetta, at Sumba kom at liggja einsamalt á odda í deildini. Sumba og TB vóru annars jevn í stigum frammanundan, nevniliga 14, men kom Sumba nú fram um við einum og hevur nú 15. Í dystinum móti TB kom Skála á odda í fyrra hálvleiki við máli, ið Petur Einar Jacobsen skeyt. 1-0 var eisini steðan í hálv- leikinum. Í seinna hálvleiki javn- aði Kári Nielsen fyri TB til 1-1, men Skála vann tó dystin við 2-1 við máli, iðMagnus Hansson skeyt upp á brotsspark. Í Havn leiktu HB og B68. Hendan dystin vann HB við fýra málum ímóti trimum, aftan á at teir í hálvleiki høvdu verið á odda við fýra málum ímóti einum. Hesin sigur merkti, at HB kom á næsta plássið í landskappingini. Teir hava nú, eins og TB, 14 stig og eru sostatt bert eitt stig aftan fyri Sumba. Heima á Sandi leiktu B71 og KÍ. B71 hevur mangan roynst væl á heimavelli í ár, og tá teir hava vunnið, hava teir oftast vunni stórsigrar. Men ímóti KÍ bar verri til. Klaksvíkingar komu á odda 1-0, og var hetta eisini staðan í hálvleikin- um, men í seinna hálvleiki eydnaðist sandingum at javna til 1-1, ið eisini varð endaliga úrslitið. A. Simonsen avloysir Keegan Danin Allan Simonsen skal avloysa Kevin Keeg- an sum álopsleikari í stóra enska felagnum Sout- hampton. Samraðingarnar byrja ein av fyrstu degunum, men Lawrie McMeney, »managari« hjá Sout- hampton, sigur, at teir eru til reiðar at bjóða Allan 125.000 pund um árið — ella útvið tvær miljónir kr. Southampton hevur keypt kenda enska lands- liðsmálmannin, Peter Shilton, men teir sakna ein avloysara fyri Kevin Keegan, sum er seldur til Newcastle. Allan Simonsen hevur higartil avvist tilboðnum frá Southampton. Orsekin til tess kann tykjast held- ur løgin. Men Allan Sim- onsen vil heldur verða út- læntur til Vejle restina av donsku kappingini og har- eftir fara aftur til Barce- lona. Men DBU sigur Allan nei at spþæla í donsku kappingini. Málið hevur verið fyri í DBU, men teir siga, at teir kunnu ikki fara uttan um reglurnar ið heilt klárt nokta Allan at fáa spæliloyvi í donsku 1. deild nú. Spurningurin hevur ver- ið, um undantaksloyvi kann gerast í hesum feri, tí danska landsliðið hevur brúk fyri Allan Simonsen í góðari dyst-venjing. Men DBU vil ikki geva hetta undantaksloyvi, og tað hevur helst við sær, at Allan Simonsen verður seldur til enska liðið Sout- hampton. Framhald av síðu 8 fór at verða javnleikur 0-0. Men tá 35 min. vóru farnir av seinna hálvleiki, fekk SÍF fríspark úti í høgru síðu miðskeiðis á VB-hálvuni. Bólturin varð skotin hegt inn fyri málið, har Torkil Nielsen leyp upp og við høvdinum setti bóltin í netið til 1-0. Hóast VB royndi tað, teir kundu at javna tað ið eftir var av dystinum, eydnaðist hetta teimum ikki, og varð úrslitið so- statt, at SÍF tryggjaði sær tvey týdningarmikil, kærkomin stig í torfera, týdningarmikla útidystin- um móti VB. Sostatt hava sanda- vágskingar nú tryggjað sær 5 stig í trimum teimum seinastu dystun- um. Spennandi verður nú at síggja, um tað verða teir ella vágbingar, ið megna at klára seg í deild- ini. SÍF liggur, hóast sig- urin, framvegis niðast í 2. deild. Teir hava sama stigatal sum VB, men er málúr- teka teirra eitt mál verri enn tann hjá vágbingum. Í Sørvågi hittust SÍ og Royn leygardagin. Hesin dystur endaði við javn- leiki 3-3, aftan á at SÍ hevði verið á odda við ein- um máli ímóti ongum í hálvleikinum. Málini hjá Royn vórðu skotin av Inga Mortensen, ið gjørdi tvey, og Andor Thomsen, meðan Rasmus Niclasen skeyt tvey mál fyri SÍ, og Erling Jacobsen eitt. Leygardagin var eisini dystur á Eiði millum EB og Fram. EB er kent sum eitt tað sterkasta heima- vallar-liðið í Feroyum, men ímóti Fram bar ikki til. Fram, ið annars hevur havt torfert við at vinna dystir sínar í ár, vann dystin ímóti eiðismonnum trygt. Teir vunnu dystin við trimum málum ímóti ong um, aftan á at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.