leygardagur 11. september 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 11. september 1982
Tørvurin er eyðsýndur —
nakað má gerast nú!
Legtingið tók sum
heild væl undir við
uppskotinum hjá
Javnaðarflokkinum
um uppteku av láni
til rektarheims-
bygging í Havnar
kommunu og
ødrum kommunum.
Málið var til 1. viðgerð
hósdagin. Eftir drúgva
umreðu varð uppskotið
beint í sosialu nevndina til
viðgerðar
Fyri uppskotsstillaran
egði Jóannes Dalsgaard,
at skuldi ein bygging av
røktarheimi i Havn fylgja
tí prioritering rað-
fylgju sum varð gjørd
fyrst í 70-unum, so kom
Havnin ikki fyri, fyrrenn
grunnarnir, sum fíggja
slíka bygging, eru komnir
fyri seg aftur
Grunnarnir (pensións-
grunnurin og rektarheims
grunnurin, blaðm.) kunnu
ikki figgja eina bygging í
Havn nu. Ti má gerast
nakad eyka, so byggingin
kann figgjast. Tørvurin i
Havn er åsannadur og
hann er størur. Tad visir
m.a. bladskrivingin um
spurningin í summar,
segði Jóannes Dalsgaard
Annars vísti fram-
segumaður Javnaðar-
floksins á, at áhugabólk-
urin á Landssjúkrahús-
inum hevur savnað yvir
300.000 kr., og at Tórs-
havnar kommuna hevur
sett 330.000 kr. á fíggjar
ætlanina til rektarheims-
bygging. Hann segði, aí
sambært formannin í sosi-
alu nevndini í Tórshavnar
býráði var ætlanin at seta
somu upphædd á komandi
fíggjarætlan
Fyribilsloysn 20 ár
— Talan er um eitt týð-
andi mál. Persónliga fatan
mín er, at málið má loys-
ast á ein verdigan hátt
Skjótt og brátt, segði Jóg
van Sundstein, fram-
segumaður Fólkafloksins
Jógvan Sundstein segði,
at barakkirnar við J. C.
Svabosgetu vórðu bygdar
sum ein fyribilsloysn fyri
20 árum síðani.
— — Vidurskiftini eru
»skandaleys«. Barakk-
irnar kunnu hvørki
brukast sum bustadur hjå
vaksnum ella ungum.
Steðan er undir allan
kritikk, segði Jógvan
Sundstein.
Karin Kjølbro segði, at
Tjóðveldisflokkurin av
fullum huga tekur undir
við uppskotinum. Hon
hevði ongar viðmerkingar
til sjálvt uppskotið, men
til uppskotsstillaran,
Javnaðarflokkin.
Ellis- og røktarheimid í hovuðsstaðnum
fyribilsloysnin, sum nú er brúkt í 20 ár
Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at logtingið gevur landsstýrinum heimild at
læna 30 mill. kr.,
Havnin manglar
sosiala »bevistheit«
Framsegumaðurin hjá
Framburðs- og Fiski-
vinnuflokkinum fyltist á,
at Tórshavnar býráð hevdi
gjørt ov lítið við hetta
málið
Adolf Hansen segði, at
Tørshavnar byråd, sum er
stýrt av tí liberala Fólka
flokkinum, hevur íkki
klárað at hetta
málið, so nú má legtingið
taka um endan. Men. legði
hann afturat, talan er um
eina stóra upphædd
Hann helt, at býráðið
átti at tikið bygging av
røktarheimi fram um t.d
bygging av svimjihell
Adolf Hansen segði, at í
letuni fer eingin bygging
fram, men bert pynting av
býnum.
Sosial »bevistheit«
manglar í Havn. Havnin
verður rikin sum ein
forrætning. fram-
burðsmaðurin.
Jógvan Sundstein rætt
aði Adolf Hansen og vísti
á, at Tórshavnar byråd
hevur partvist røkt sínar
skyldur á hesum eki, t.d
við ellisheiminum
Jógvan Sundstein segði,
at talan var meira um eina
landsuppgávu
loysa
segði
Ikki bara fyri ein
part
Asbjern Joensen, úr
Sjálvstýrisflokkinum, helt
tað vera spell bert at finna
eina loysn fyri ein part av
landinum. Og mælti til at
gera eina loysn fyri alt
landið.
Annars segði Asbjern
Joensen, at løgtingid átti
at umhugsa spurnigin at
leggja rektarheim í
teimum pertunum av
landinum, har eingi
sjúkrahús eru.
Jákup Lindenskov, úr
Javnaðarflokkinum, visti
á, at pensiónsgrunnurin,
sum fær fýra pst. av út-
goldnum pensiónum.
rekkur ikki. Tí má ein slík
leið gangast.
Hann vísti annars á tað
positiva í tí, at í dag fór
fram bygging bæði í
Klaksvík og í Eysturoy,
og at ikki ell byggingin
var trunkað í Havnini sum
i 60-unum
Flokt mál
Petur Reinert helt, at
málið var fløkt. Hann
skilti ikki. um uppskotið
miðjaði ímóti at byggja
eina gamlamannadeild á
Landssjúkrahúsinum ella
fylgja ætlanini og rað-
fylgjuni frá 1974.
Annars segði Petur
Reinert. at hann tók ikki
undir við politikkinum at
flyta fólk á eitt stað.
— Tey eldru fólkini
skulu sleppa at vera í
sínum egna umhvervi. Tá
taka vit hædd fyri heilsuni
hjá fólki, segði Petur
Reinert.
Tervurin eyðsýndur
Landsstýrismaðurin í al-
mannamålum, Eilif
Samuelsen, segåi, at tørv-
so farast kann undir byggingina sum skjotast
urin å røktarheimi i Havn
er eyðsýndur
Hann upplýsti, at árliga
verða tað 100 fleiri folk
yvir 65 ár fram til ár 1992
1000 fólk
teimum
Tilsamans eru
yvir 65 år. Av
hava um 7 pst. tørv at
koma á røktarheim
Hetta eru
tøl at
segði Eilif Samuelsen
Annars vísti hann á, at
peningurin sum í 1984
verðu tekur í pensións
grunninum og rektar-
heimsgrunninum rekkur
bert til helvtina av tí
bygging, sum fer fram.
Eilif Samuelsen segði,
at landsstýrið arbeiðir við
nógvum spurningum á
hesum eki, og at lands-
stýrið er sinnað at miða
ímóti at fara undir bygg-
ing í Havn í 1984, tá bygg-
ingin í Klaksvík og í
Eysturoy er liðug. Hann
segði. at tá skulu allar
fyrireikingar vera lidnar.
Landsstýrismaðurin helt
ikki uppskotið vera óneyð-
ugt, tí tað verður neyðugt
við peningi. Hann segði.
at landsstýrið arbeiðir við
peningaspurninginum og
mælti ti til at beina málið
til landsstýrið.
ohugnalig
siggja fram imóti,
Ikki fyrr enn í 1990
Vilhelm Johannesen. úr
Javnaðarflokkinum, visti
á, at skal Suðurstreym
bíða, til peningur er tekur
í grunnunum, so kann
einki røktarheim byggjast
fyrr enn seinast í 80-unum
ella fyrst í 90-unum. Hann
segði, at tí var uppskotið
komið fram.
Til Adolf Hansen segði
fyrrverandi landsstýris-
maðurin, at landið fíggjaði
90 pst. av byggikostnað-
inum. meðan kommunan
bert fíggjaði 10 pst.
— Tí kann Tórshavnar
kommuna ikki lastast.
Tað er legtingsins upp-
gáva at syrgja fyri fíggjar-
liga grundarlagnum, segði
Vilhelm Johannesen.
jo-mo
Lítil nytta við
bert vinnings-
Landsstýrið hevur
mælt legtinginum at
framleingja lógina um
vinningssteðg, sum
fór úr gildi 31. august.
Upprunaliga lógin,
sum varð samtykt
september í fjør, fevndi
um vinningssteðg bæði
í prosentum og krón
um.
Men tå
framlongdi lógina i mai
år, tok
samgongan
stedgin i
logtingið
landsstýris
vinnu
Kronum
burtur úr. soleiðis at
talan hevur ikki verið
um nakran príssteðg
Undir 1
løgtingsfundi h
boðaði Finnbogi
sen, úr Tjóðveldis-
flokkinum, frá, at hann
í nevndarviðgerðini fer
at mæla til
seta
krónum í gildi
Få lógin seinast var
skutu Javnadar-
flokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin upp
Y iðge rr ð
eisini! at
vinningssteðg i
fyri,
eisini at seta príssteðg
steðgi í prosentum
í gildi, men eingin
annar flokkur atkvøddi
fyri uppskotinum
Í viðmerkingunun
til = uppskotið
landsstýrið, at tað er
ikki óhugsandi, at lóg
in hevur havt eina
ávirkan á tann lága
prisvøksturin seinasta
árið
Finnbogi
sigur
Isaksen
eftirlýsti eini veruligari
frágreiðing um, hverja
ávirkan vinningssteðg
urin hevur havt
vøksturin »on
heitti
n hann 2
%
styrið um at I
talilsi frå Hagdeildin
um, hví prístalið ikki er
hækkað meira
Eftir hesa stuttu við-
gerðina, varð málið
beint i
ina
tiggjarnevnd
Vá sama mál var fyri
í vår, mæltu fakfeløgini
til at
til at hava
steðgin bæði í prosent
vinnings
um og krónum
jo-mo
Heldur sjálvbodna
koppseting av
sleppingarlombum
Uppskotið um tvungna
koppseting av slepp-
ingarlombum móti
garnasott fekk mis-
javna = undirteku á
Tingi
Í viðmerkingunum
til uppskotið sigur Ove
Mikkelsen, úr Tjóð-
veldisflokkinum, at
garnasóttin spjaðist
alt meira, og at nyttan í
koppseting er lítil, um
nakrir hagapartar
koppseta sjálvbodnir,
meðan aðrir ikki gera
tað út frá tí sjónarmiði,
at seyður teirra ikki
hevur sóttina
Tórálvur M. Olsen,
úr Javnaðarflokkinum,
visti á, at nógvir seyða-
ánarar koppseta sjálv-
bodnir og at lands-
djóralæknin er áhugað-
ur fyri, at koppsetingin
byrjar sjálvboðin.
Tingmaðurin fyri
Sandoynna upplýsti
frá djóralæknanum, at
hesin roknar við, at tað
ganga tríggir seyða-
aldrar frá tí at kopp-
sett verður fyrstu ferð,
til sjúkan er av.
Tórálvur M. Olsen
helt, at løgtingid skal
bíða við at lóggeva,
men heldur lata
koppsetingina verða
sjálvbodna eina tíð, til
úrslit síggjast
Annars vísti hann á,
at skal lóggevast i år,
so skal berast skjótt at,
ti lombini verða slept
skjott. Harafturat
segði Tórálvur M
Olsen, at tað er ikki
altíð lætt at fáa heili-
vág og spurningurin er,
um hann kann út-
vegast.
Páll Vang. lands-
stýrismaður í búnaðar-
málum, helt tankarnar
vera positivar. Hann
kundi hinvegin ikki
mæla til at samtykkja
uppskotið sum lóg. tí
galdandi lóg heimilar
húsdjóranevndini at
seta slíka koppseting í
verk.
Annars helt lands-
stýrismaðurin upp-
skotið vera órealistiskt
og sipaði til lógargrein-
ina um, at bót skal
gevast ánara av lambi,
sum ikki verður kopp-
sett. Páll Vang spurdi,
um legreglan skuldi
reka við, og vísti á, at
alt kemur heldur ikki
altíð í rætt.
Málið er beint í land-
búnaðarnevndina, sum
skal veljast mána-
dagin.
jo-mo