Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjåri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Vånaligt roknistykki oddagreinir TAÐ MUNNU nú vera einir 14 dagar sidani okkara figgjarmåla- rådharri vaknaði við kaldan dreym, tá hann knappliga gjørdist varugur við, at hann í tvey ár hevur verið við til at stýra hetta land eftir sosialistiskari recept. At fyritøkur, sum av einari ella aðrari orsek eru komnar í fíggjarligar trupulleikar bert kunnu koma til tað almenna og fáa hjálp, og at hjálpin tá er vís, er honum ov- boðið. Hetta hevur onki við eitt borgarligt alternativ at gera sigur hann. SÍÐANI HETTA hendi hava vit ikki frætt nærri, hvat vit í framtíðini kundu vænta av fíggjarligum út- spæli. Men í Dagblaðnum í farnu viku frættist, at landsstýrið arbeiðir við nýggjari tolllóg, sum væntiliga kemur fyri tingið eina- ferð í heyst. EINS OG ALT ANNAÐ SUM HETTA LANDSSTÝRIÐ TEKST VIÐ SKAL TOLLLÓGIN LEGGJ- AST FRAM Í PETTUM. Fíggjarmálaráðharrin hevur fingið at vita, at nú er fjórða bilsølan farin á heysin. So her má okkurt gerast. Hetta kann ikki bíða eftir nýggju tolllógini. Figgjarmålaråd- harrin sigur seg ivast í, hvussu spurningurin skal loysast, men heldur tað tó vera skeivt, at seta hægri toli á bilar, sum verða inn- fluttir beinleiðis úr framleiðara- landi. Skilabetri er at lækka tollin á sosialurin heldur: teimum, sum koma gjøgnum dýrkandi millumlið. FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN vil hava hesar bilar niður á somu prís- legu sum hinar, soleiðis at ongin vandi verður fyri, at nakar bilselj- ari fer á heysin. Fíggjarmálaráð- harrin leggur aftrat, at hetta verður ein trupul avgerð. JÚ, VIT MUGU ásanna, at mangir eru trupulleikarnir hjá fíggjarmála- ráðharranum. Men álvaratos harra fíggjarmálaráðharri: Eru ikki størri og tídningarmiklari mál at takast við í løtuni? VIT HAVA í dag miljónir oman á miljónir útistandandi í skatti. Vit hava eina skattadeild, sum als ikki virkar, sum hon skal. Vit eru við at kódna í importeraðum ónyttufjasi. Landsins orkurokning setir nýtt met á hvgrjum ári. Og hvat er so svarið til allar hesar spurningar frá okkara fíggjarmálaráðharra? Vit seta biltollin niður! VIÐ EINUM minni biltolli verður roknað við, at vit koma at innflyta einar 300 bilar meira, og fær lands- stýrið sostatt sama krónutal burturúr hesi lækking. Figgjar- málaráðharrin er ein úrmælingur at rokna, men hann roknar her helst nakað stutt. Hvat merkir øktur innflutningur og økt orku- nýtsla? Neyvan nakað gott úrslit landsbúskaparliga. Landið verður neyvan betur »koyrandi« av hesum ætlanum fíggjarmálaráð- harrans. Her er av sonnum talan um eitt sera vánaligt roknistykki. setingar, sum tingmenn seta fram, og sum teir verða siteraðir fyri, sam- Viðmerking: Um skuldsetingarnar hjá Ola Breckmann og Adolf Hansen eru grundleysar ella ikki skal ikki her vera mett um. Men tá útvarps- stjórin finnist at Sosialin- um fyri at hava borið hes- ar skuldsetingar víðari, og sostatt partvíst ger tær til sínar, er orsok við hesi við- merking. Sosialurin er vanur at hava tíðindi úr Tinginum, har tingmenn verða siter- aðir At tær møguligu skuld- stundis skulu vera skuld- setingar frå Sosialinum, er ilt at skilja. Um øll sitat, sum Sosi- alurin ella annar tidinda- stovnur hevur ur Ting- inum, skulu fatast sum meiningin hjá viðkomandi tíðindastouni, vóru nógvar mótstríðandi | meiningar frá somu síðu. Útvarpið bar tíðindi úr tinginum frá Ova Mikkel- sen, um at oll sleppingar- lomb skuldi koppsetast. Skal eisini hetta fatast so- leiðis, at hetta er meining- in hjá utvarpinum? blaðstj. Mikudagin sept. veit fe at siga frå, at fólk, ið hava seyð á traðum skulu gjalda skatt av slaktinum. Hetta sigur blaðið seg hava váttan fyri frá stjór- anum á Líkningarráðnum. Er innteka av at hava henda seyð, so er tað eisini sjálvsagt at hon verður skattað. Stjórin sigur tó eisini at um prógvast kann at seyðahaldið gevur hall, verður ikki skattað. Blaðið spyr síðani stjór- an, hvussu er við tí, ið verður forvunnið tá menn fara í fjørdin við báti. Stjórin verður lagdur undir at hava svarað, at tað er gamalt at fara á flot og at tað neyvan stendst nekur skattskyldug inn- tøka av hesum, — annars skal alt valdast< — hvat hann so meinar við tað ??? Væl vitandi at tað sjáldan er eftirfarandi, ið stendur í nevnda blað, fari eg kortini at biðja líkn- ingarstjóran upplýsa: 1. Hvussu ber tað til at seyðahaldarin skal prógva um hann ikki metir seg hava innteku av seyða- haldinum, meðan bátaeig- arin ikki nýtist at prógva nakað, men fær stjórans orð fyri at hann hevur hall? Hvussu ber tað til at tað frítekur fyri skattskyldu? 2. »At tað hevur verið gamalt hjá feroyingum at fara á flot«? Um so er at ellið er av- gerandi fyri hvat skal skattast, so hevði tað verið áhugavert at fingið svarað: 3. Hevur stjórin fingið prógv fyri hvat er eldri at fáast við hjá feroyingum: seyðahald ella at fara á flot? Um so er at, stjórin skuldi ligið inni við tílík- um prógvum, so hevði hann mestan unnt okkum Nr. 91 — 14. september 1982 tað fragd at latið almenn ingin fingið lut í hesari vitan. 4. Hevur stjórin seyð? 5. Hevur stjórin bát? (Um hetta verður svarað játtandi, so er tað sjálv- sagt, at hann eisini hevur borið kostn. av beton- brúnni og eðrum fasilitet- um, sjalvur). Spurin skattgjaldari uttan seyð og bát, men sum hevur verið við at gjalda tríggjar bátahyljar í ymsum steddum til skattafríar stuttleika- bátar í ymsum steddum. PS. Um so skuldi verið at OYGGJATIDINDI v/ fel- agið MØSN & MISFAT- AN eisini hesaferð skuldi havt mistikið seg, so biði eg um fyrigeving um so at okkurt í hesum stubba kundi fatast sum spott (hvat als ikki er ætlað). Persónlig viðgerð fyri opnari mikrofon Harra skjalaverður Jóann- es Dalsgaard! Hjartaliga tillukku við at tú megnaði at viðgera mín persón og aðrar í okkara aldargamla legtingi fyri opnari mikrofon so alt føroya fólk kundi fylgja við, men uttan at eg og aðrir hevdu minsta høvi at verja okkum. Tað minnir meg um tá partamenn tínir í Sovjet lupu á Tjekkoslovakia við tanksum og maskinbyrs- um og »figgindin«, tjekk- ar, stóðu við berum fingr- um og hugdu at og und- raðust. Tú ert ein stórur maður — mikil hetja ert tú. Heilsan Jákup Mortensen Tveroyri Landsstýrið og kommunu- skattur Eg fari at heita á landa- stýrið um at fáa eina broyting í skattaviður- skiftini soleiðis, sum av- talað varð við tær for- oysku kommununar, tá ið skattainnkrevjanin bleiv broytt. Vit hava í verandi sam- gongu tveir grannskoð- arar sum eru grannskoð- arar hjá kommununum, so teir kenna væl til hetta, sum eg ætli at føra fram. Ég ivist ikki í, at teir í samgonguni fara at tala fyri at fáa hetta broytt. Somuleiðis situr fyrrver- andi formaður í Feroya Kommunufelag eisini í samgongu, so nú skuldi verið lagamanni at fáa kommunufelagsmál greidd. Sakin er henda, at fyri nekrum árum síðani gjørdi landsstýrð avtalu við kommununar um. at øll skattaviðurskifti, hari- millum innkrevjanin, sum hevði verið hjá kommununum. nú skuldi leggjast til Foroya Gjald- stovu í Tórshavn. Hervið løgdu tær føroysku komm- ununar skattainnkrevjan- ina i hendid å Føroya Landsstyri og frå landa- styrinum varð so tryggj- ad, at kommunurnar skuldu fåa 100% utgjald- an av ti åliknada skatt- inum. Hetta vard avtalad, og vid at kommunurnar vid hesi skipan, løgdu arbeiðs- pláss í egnu økjum sínum niður, og legdu tey til meginekið, til landsumsit- ingina og harvið Tórs- havn, roknaðu vit við, at hetta tó var ein bati, tí kommunurnar fingu tryggleika fyri, at eftirstødåa av kommunu- skatti nu bert var ein søga. Men tiverri, eisini her blivu kommunurnar hildn- ar fyri gjøldur. Ti tey lovada 100% utgjaldan av tí álíknaða skattinum bleiv broytt til 80%, og iki av tí álíknaða, men av tí inngoldna skattinum. Tann semja, sum hervið varð gjørd, er ikki hildin. So spurningurin verður, um kommunurnar skula flyta innkrevjanina aftur til tað, tað var, ella at ein áheitan á verandi lands- stýri um at fáa hetta í rættlag. Urslitið av verandi skip- an, har kommunurnar bert fáa 80% av tí inngoldna skattinum, ferir við sær, at kommunustýrini eftir hvert skattaár eru noydd at hækka prosentið fyri at klára skyldur sínar! hetta er ikki rætt. ti um kommmunurnar fingu síni 100% — utgoldid, vildi skattaprosentið hjá flestu kommunum verið væl lægri. Úrslitið av framhald- andi prosenthækkan er ein vaksandi skattaeftirstøda. Av eftirstøduni verður oknað 1% í rentu av hverj- um fallandi mánað. Kommunurnar fáa tó ongan lut í rentuni. Er skattgjaldari komin í eftirstødåu og byrjar at gjalda, er tað rentan, sum fyrst verður greidd, og hana fáa sum sagt komin unurnar einki av. Sjálvsstýrisflokkurin si gur seg vilja greiða skattamál, her er eitt upp- legg. Sverre Midjord EN SR MP