leygardagur 18. september 1982síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ne NE
55. árg. * kr. 4,-
Nr. 93 + leygardagur 18. september 1982
frælsi
javnaður
brødralag
Kappingin i nidara enda
av fótbóltslandskapp-
ingini í 1. deild er ógvu-
liga herð.
Ikki bert hevur IF
fingið Dave Jones at
koma upp at leika við fel-
agnum seinasta dystin.
Nú eru fuglfirðingar
eisini farnir at stuðla
leirvíkingum í at vinna
dystin ímóti núverandi
botnliðinum B68. Teir
hava boðið sær til at
gjalda ferðakostnaðin
hjá tveimum av bestu
Formaðurin í SEV-stýrinum eftir vitjan á kjarnorkuverki:
, eyy
— Hålvonnur milliard
og vit hava atomorku
Hålvonnur milliard krónur.
100 megawatt.
— Tað er kanska nakað
nógv til Føroyar í letuni, men
tað svarar til framtíðarterv-
in, sigur Ivan Johannesen,
formaður í SEV-stýrinum og
legtingsmaður.
Eitt kjarnorkuverk, sum er
hóskandi til F royska terv-
in, kostar umleið hálvaaðru
milliard krónur, upplýsti
Ivan Johannesen á løgtings-
fundi í gjár.
Saman við SEV-styrinum
hevur hann í summar verið
og hugt eftir orkuverkum
kring í Europa. Eisini hevur
SEV-stýrið verið og hugt
eftir einum atom-verki í Frak-
landi.
Á skránni fyri legtings-
fundin var eitt uppskot hjá
landsstýrinum um at veita
SEV veðhald fyri einum láni
upp á 38 mill kr., ið SEV
hevur í umbúna at taka í sam-
band við útbyggingina av
motorverkinum á Sundi, sum
fer at kosta 120 mill. kr
Undir tí drúgvu umreðuni
á málinum komu tingmenn
inn á nógvar aðrar spurn-
ingar í samband við útbygg-
ingarætlaninar hjá SEV av
vatnorkuni, eins og aðrir
alternativir orkumøguleikar
vórðu umreddir. Eisini kjarn-
orka varð nevnd.
Men henda alternativa
spurningin hevur landsstýrið
ikki viðgjert serliga gjølla
upplýsti Eilif Samuelsen,
landsstýrismaður, tá hann
tók saman um. Heldur ikki
metti hann meguleikan við
kjarnorkuverki vera serliga
reellan.
Hver hevur goldið ferðina
hjá SEV-stýrinum til kjarn-
orkuverkið í Fraklandi, hava
vit ikki fingið upplýst. men
onkur legtingsmaður lat orð
falla um, at tað hevur Høj-
gaard á Schultz, sum ernógv
í myndini í samband við ætl-
aðu vatnorkuútbyggingina
og sum SEV eisini hevur
gjørt sáttmála við.
Men tað ljóðar, at Høj-
gaard á Schultz í aðrar
mátar hevur verið vinsælt
móti SEV og sigist at hava
goldið ferðina hjá nekrum
umboðsmonnum fyri SEV
við makum til Suðureuropa
at hyggja eftir motorum fyrr
í ár. Men hesi tíðindini hava
vit ikki fingið váttað.
Uppskotið hjá landsstýr-
inum er nú beint í fíggjar-
nevndina til viðgerðar
jo-mo
Regnmet í august
Tað hevur ikki regnað so
nógv í Feroyum ein august-
mánaða í meira enn 10 ár sum
júst undanfarna mánaða.
Hetta fáa vit upplýst á
Klimatiskt Institut i Keyp-
mannahavn.
Christian Dumstrei, deild-
arleidari sigur i samrødu vid
Tíðindablaðið Sosialin, at
august mánaði í ár hevur
verið óvanliga vátur.
Hagtelini fyri Havnina
vísa, at avfallið í august var
222 mm. Meðaltalið fyri
august er annars 96 mm
henni
Sammeta vit við undanfarin
ár, var avfallid í fjør 67 mm
Taka vit ein turran august, í
1976, var avfallið tá einans
32 mm. Dumstrei sigur víð-
ari, at hann hevur kannað
hagtelini hesi seinastu 10
árini. Tað mesta avfallið var í
1974, tá komu niður 101 mm.
Sjálvur heldur hann, at teir
august mánaðir eru fáir ella
eingin, har tað hevur regnað
so nógv sum nú
Telini fyri fyrru helvt av
september eru eisini stór. Av-
fallið er tilsamans 132 mm
Lesið samrødu við listakvinnuna úr Klaksvík á síðu 8 og 9
Tað vanliga fyri allan sep-
tember er annars 99 mm.
Christian Dumstrei er ikki
ókendur í Føroyum. Hann ar-
beiddi á veðursteðini beint
eftir kríggið. tá hon varð sett
á stovn og helt til úti á Skans-
anum.
Hann búði tá á Skans-
anum. Hann hevur eisini
arbeitt eitt skifti tá steðin
helt til við Svalbardsvegin.
Á veðursteðini, sum nú
heldur til í Hoyvík, sigur
Jóhan Apol, leiðari, at orsek-
in til regnveðrið eru lågtryst,
Armarnir líktust bambus-
stavum og í hondini hevði eg
eitt skirvisligt blómutyssi
Soleiðis minnist listakvinnan Elinborg Liitzen ein málning, Mikines gjørdi av
sum koma frå New Found-
landi og Grønlandi og håtryst
vid heitari luft, sum koma
sunnanifrå.
Hann sigur, at vit kunnu
vænta sama veðrið, skiftandi
millum vind og regn næstu
dagarnar
Men kemur eitt hátrýst ur
Grenlandi, so kunnu vit
vænta okkum betri veður
turt, klárt og kaldari. Kanska
onkur hevði dámt tað betur
enn regnið
jan
Fuglfirðingar hjálpa LÍF
leikarum LIF's, sum lesa
í Danmark, upp til Fer-
oya um vikuskiftið til
dystin ímóti B68.
Hesi tíðindi fekk Sosi-
alurin frá álítandi keld-
um í vikuni. Men vit hav
tó ikki fingið váttað
á rætta stað, um ÍF er
uppi í hesum ætlanum.
Tó hava vit fingið
váttað frá lorvíkingi,
sum tó ikki er í nevndini
hjá LÍF ella við á lidin-
um, at tað er rætt, at
fuglfirðingar hava
boðið sær til at gjalda
ferðaseðlarnar. Men
hann visti ikki, um LIF
tók av tilboðnum
Nú eru so tey fíggjar
ligu stigini tikin til at av-
gera, hvat lið flytur
niður í 2. deild komandi
leikár.
So er bert eftir at leika
dystirnar og har fáa tað
meira ítróttarliga frá
hondini.
sj
Ivadist ikki í
at taka av
Ásdís Skúladóttir ivaðist ikki í at taka av tilboðn-
um at vera leikstjóri hjá Havnar Sjónleikarfelag,
sum nú er farið undir at venja nýggja leikin hjá
Dagny Joensen.
Ásdís hevur í nógv ár arbeitt við leiklist í Íslandi,
bæði sum leikari og leikstjóri.
Her er hon (uttast h.m.) saman við nekrum leik-
arum í Syndadansi, sum leikurin eitur
Í hvussu so er tvær kúlur,
helst úr luftbyrsu, komu
móti trimum ungum
kvinnum, sum komu
gangandi við telefonsteð-
ina í Klaksvík um ellivu-
tíðina hóskveldið
Onnur rakti. Tann eina
kvinnan noyddist á
sjúkrahúsið, har kúlan,
sum rakti hana ovarliga
í ovrað bleiv tiki: út
Politiið hevur fingið
kúluna. Tá vit høvdu sam-
band við politisteðina í
Klaksvík í gjár, vistu teir
ikki meira um hesa
óhugnaligu hending
Tær tríggjar kvinn-
urnar vita ikki, hvaðani
kúlurnar komu, og tær
sóu heldur onki óvanligt.
Annars hevði politiið í
Klaksvík nógv at gera
hósdagin. Fráboðan kom
um eitt innbrot í einum
Skotin í oyrað
Síða 3
sethúsi. Ein rúgva av
gomlum og nýggjum
myntum er stolin. Men
annars onki
Hóskveldið bleiv boðað
frá, at okkurt lá og logaði
inni í vestara berghol-
inum. Tá politiið kom, var
eldurin slóknaður. Men
nogvur roykur var inni i
fjallinum. Politiið heldur.
at hetta kann hava sam-
band við stuldur um borð
á sandbátinum Tim. Har
hurvu rakettir og kanón
sleg. Rakettirnar blivu
funnar undir einari nót á
bryggjuni, áðrenn stuld-
urin bleiv fráboðaður
Men kanska hevur tað
verið eitt kanonslag, sun
lá og logaði inni í berghol
inum, heldur politiið
hd