leygardagur 18. september 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Standmyndin hjá Janus Kamban stavar eisini frá skula-
dogunum hjá Elinborg, tá hon sat modell fyri listamann-
in
Orð og mynd
Dagny Joensen
Elinborg Liitzen
útbúgving:
Tegne -og Kunstindustriskolen í København og
Kunsthándverksskolen i Bergen hos Povl Chris-
tensen
Framsýningar:
Kebenhavn 1955, 1976
Reykjavík 1961
Bergn 1970
Vandreudstilling Finland-Sverige-Norge 1976
Gøteborgs Kunstmuseum 1977
Københavns Galerie Gammel Strand 1978
Norsk Internasjonal Grafikk Biennale 1978
Frederikstad
Scotland 1979
Norsk Internasjonal Grafikk Biennale 1980
Frederikstad
Galleri Lovi, Torshavn 1981
Norsk Internasjonal Grafikk Biennale 1982
Frederikstad
Nordisk Grafikk 1982 — Galleri F 15 pá Alby
Galleri Lovo, Tørshavn 1982
»Scandinavia today« 1982, USA
København 1982
Hevur selt listaverk til:
Carlsberg Fondet og Kobberstiksamlingen
Statens Kunstfond, København
Bergens kunstforening, Bergen
Listafelag Føroyar
liga
av mær, sigur Elinborg og
heldur fram: — Hetta var
um jóltíð, og eg skuldi
dagin eftir til Klaksvíkar í
jólafrí. Mikines fekk tó
anlitsmyndina lidna, og eg
fór avstað.
— Tá eg kom aftur eftir
jólafrítíðina, hevði Miki-
nes gjørt målningin
lidnan, og eg var forfard
at siggja, hvussu illa hann
var komin frå hesum.
Armar mínir líktist
bambusstavum og í hond-
unum hevði eg eitt blómu-
tyssi, sum sá heldur skirv-
isligt út.
Elinborg brosar og
sigur, at hóast hon fleiri
ferðir seinni í lívinum bað
Mikines gera henda
annars so frálíka málning
lidnan, so noktaði hann
tað.
Eisini Janus Kamban
nýtti Elinborg sum fyri-
mynd, m.a. til eina stand-
mynd, men av eini ella
aðraði orsek, so misti
hann standmyndina á
ið, áðrenn hon rættu-
var stadnad. Ein
standmynd bleiv burturúr
kortini sigur Elinborg og
leitar hana fram, so vit
kunnu síggja verkið.
Á listaskúla í
Danmark
Elinborg leitaði til Dan-
markar eftir at hon hevði
fingið realprógv í Havn.
Hon fór á ein listaskúla
fyri reklamuteknarar, sum
í sergrein undirvísti í
grundarlagnum fyri tekn-
iska myndalist.
Hetta var í tíðarskeiðn-
um áðrenn seinna heims-
bardaga, og áðrenn hesin
var av, giftist Elinborg
við Mikines, sum hon
hevði kent frá skúladog-
unum í Havn. Tá seinni
heimsbardagi varð av,
fluttu Elinborg og Miki-
nes heim til Feroya. Tey
búðu á Mikinesi og eitt
skifti í Havn áðrenn Elin-
borg fór einsamall aftur til
Klaksvíkar at búgva.
Nýtir teknik sum fá
kenna
Tað er trupult at fáa Elin-
borg at greiða frá listar-
liga virki sínum, tí sum
hon sigur: Eg havi altíð
arbeitt við listini og kenni
ikki til fritid sum flest
onnur. Eg dugi illa at siga
nakað um hetta. Bert eg
fái loyvi at goyma meg
burtur við arbeiði minum,
so eri eg nøgd. Síðan tosar
Elinborg um ymsar
tekniskar listahættir. sum
hon hevur lært gjøgnum
árini, og um víðari út-
búgving seinast í 50unum,
tá hon var á listaskúla í
Bergen, har hon hevði frá-
líkan lærumeistara í Povl
Christensen, lærara og
grafikara.
Vit spurdu Volker
Emanuel Behrents, stjóra
á Galleri Lovo, um hann
kundi lýsa listaarbeiðið
hjá Elinborg gjegnum
árini.
— Fyri at siga tað við
fáum orðum so er
Elinborg Lútzen innan
grafikklistina, tað sum
William Heinesen er innan
skaldskapin.
Elinborg nýtir teknik,
sum ógvuliga fá listafólk í
dag kenna.
Tað, at Feroyar er so
lítið land, og at fyribrigdið
listafólk, sum kunnu selja
síni verkir eins væl og tey
kunnu skapa tey, hevur
við sær, at mong ongantíð
koma fram í ljósmála
innan listaheimin.
Listafólk eru ikki
handilsfólk
— Her hevur Elinborg
Lútzen, hóast hon ongan-
tíð hevur roynt at koma
sær fram, verið so heppin,
at fólk uttanlands hava
funnið hennara verkir á
framsýningum, og at eftir-
spurningurin hevur verið
stórur.
— Tað er greitt, at tá so-
leiðis er, so er tað tekin
um, at listaverk hennara
Hóast Mikines hevdi skapt eina kveikandi mynd ar
hava nógv virði. Volker E.
Behrens veit eisini at siga
frá, at hann einaferð á
Galleri Gammelstrand í
Keypmannahavn, kom
fram á nekur grafisk lista-
verk hjá Elinborg, sum
lógu saman við seriufran.-
leiddum myndum í eini
mappu.
— Tá vísti tað seg, at
verkini kostaðu 200 kr.
— Elinborg sigur, at hon
bert hevur latið verkini frá
sær, men at hon ikki hevur
gáa eftir, at prísir á lista-
verkum, sum á øllum
ødrum, við árunum broyt-
— Kg havi ikki skil fyri
hesum, ella dugi ikki at
selja arbeiðið mítt, sigur
Elinborg.
Tráan mín eftir at skapa
tað eg júst í letuni eri
upptikin av, hevur sum
náttúrligt er, havt mín
áhuga, heldur enn at
hugsa um, hvussu tey
kunnu seljast.
— Elinborg kennir seg
nær knýtta at umhverv-
inum í Klaksvík, har hon
flestu ár síni hevur búleik-
ast.
Í fjør flutti hon til
Havnar, og hevur fingið
góða íbúð. og meguleikar
at arbeiða, men heldur, at
tað er torført at flyta í
nýtt umhvervi, nú hon er
62 ára gomul.
1
6 ara gomiu gen
Torforast er tó, at fáa
nakað frá hondini, tí um-
hvervið í Havn er so
fremmant.
Hugsa tær til eg
havi livað millum fjøllini í
Klaksvík, og var ein stór
genta, áðrenn eg varnað-
ist. at ein sjónarringur var
til.
Summi halda tað vera
kevandi, at umhvervið í
Klaksvík er so innibyrgt,
men eg vænti ongantíð, at
eg kann slíta meg frá
náttúruni norðanfyri og
serliga frá Klaksvíkini,
har náttúran var kveik-
andi uttanfyri vindeygað,
eins væl sum í fjellum.
Nýskapan
— Eg havi tó fingið so
mikið burturúr, at eg nú
havi leitað mær oljumál-
ing og penslar fram.
Eisini havi eg leitað
útum Havnina og havi
funnið fragd í náttúruni,
— serliga á leiðini við
Hvítanesi, sum hugtekur
meg nógv.
Framtíðarútlit míni eru,
at eg skal kunna meg
meira um málningalistina,
tí henda fyri mær er ny-
skapandi og situr betri til
tað, sum eg nú ætli at
fremja.
PR
«>
, ;
ur Su?
g uni, Sú
seinni giftist vid, so vildi hann kortini ongantíð gera listarverkið fullfiggjad