Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1982síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, eila tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum | týsingaspurningum. Hetta verður gjert uttan meirkostnað fyri lýsaran. Neyðugt við mennandi tiltøkum innan ungdomsfeløg Fyrireikingarnevndin til Landsfelagid telur sjey limir. Her eru triggir av teimum sum Sosialurin hevur tosað við. Frá vinstru: Rani Nolsøe, Sigurðsson Í døgunum 1. til 3. okto- ber, verður stovnandi aðalfundur i Landsfel- agnum fyri Ungdomsfeløg í Feroyum. Landsfelagið skal virka sum eitt meginfelag til tess at tað verður lættari at koma í samband við myndugleikarnir, og fyri at skapa samstarv við mennandi innihaldi millum ungdómsfelegini í Feroyum. Arbeiðið við fyrireiking- ini av Landsfelagnum hev- ur verið gjert seinasta hálva árið, og siga tríggir í fyrireikingarnevndini, Abraham Mikladal, Hall- Peer. tu ma ikki fara ov langt! Gev tol senta. tu ma biða! Abraham Mikladal og Hallstein stein Sigurðsson og Rani Nolsøe, at urslitid av virk- seminum innan ungdóms- feløgini í 70-unum hevur verið so nógv, at nú eru stundir at fáa nakað nýtt inn í hetta arbeiðið — Um stutta tíð kemur frítíðarlógin fyri Feroyar til viðgerðar, og her er tað greitt ein uppgáva, sum Landsfelagið fer at taka lut í, og kunna felegini um tað, sum kemur fram í kjakinum um frítíðarlóg- ina eins og vit taka lut í hesum. Annars hevur fyrireik- ingarnevndin longu gjørt rúgvusmikið arbeiði, at greina sundur, hvat av fyritaksemi dentur skal leggjast á frameftir í ung- dómsfelegunum. Demi um hetta er, at samansjóða arbeiðið innan ungdómsfelegini, skeið- virksemi, skipa fyri sosial og mentunnarligum tiltøk- um. At skipa fyri fyrilestr- um um ymisk mål, eitt nå fyribyrgjandi evni, upp- lýsing um rúsdrekka, narkotika, og fáa í lag eitt kjak um hetta innan felog- ini. Fyrireikingarnevndin hevur eisini samrådst um, hvussu ungdómsfelegini kundu gjert ymisk felags tiltok saman við eðrum samfelagsbólkum, tó at tey ikki nýtast at verða ungdómsfeleg, og her kun- di hugsast, at tað hevði verið gagnligt við virk- semi, sum rakk út um ald- ursmørkini, eitt nú tiltøk har pensionistar kundu luttikið. Hetta kundi verið við til at kluftin millum ættarliðini gjørdist minni, so ymsir aldursbólkar betur dugdu at skilja hvenn annan, sigur fyri- reikingarnevndin. Fyrireikingarnevndin hevur eisini leitað sær upplýsingar frá eðrum feløgum í Norðanlondum, at vita hvussu arbeitt verður innan ungdóms- feløg aðrastaðni. Eitt úrslit í hesum arbeiði er, at Landsfelagið hevur fingið samstarvs- avtalu við Norges Ung- domslag. Avtalan er, at samskipa tiltøk millum Noregi og Feroyar yvir eitt trý ára skeið, har foroyska lands- felagið fær tilfar úr Noregi og leiðbeining um, hvussu tiltøkini skulu skipast. Annað úrslit av hesi avtalu hevur longu verið framd, tá tveir limir í fyri- reikingarnevndini í summ- ar vóru bodnir til Noregis, at vera gestir, tá NU hevði aðalfund. Tað er greitt, at slíkt fritakssemi kostar nakað pengaliga, men her hava vit sent umsókn til Lands- stýrið um búskaparligan stuðul, so nakað muna- gott kann spyrjast burturúr. Í reglugerðini fyri, hvussu limatekningin skal verða, hava vit hugsað okkum, at Landsfelagið skal vera átrúnaliga og politiskt óheft, eins og bólkar við serligum hug- sjónarligum treytum, ikki fáa innivist í byrjanini. Hetta verður gjert, so arbeiðið kann gerast ein- faldari og ikki verður forða av ymsum treytum, sum ymisk ungdómsfelog eru heft av. Stovnandi aðalfundurin verður í Eydnuni á Oyra- bakka og eru umboð fyri politisku flokkarnir og Landsstýri boðin við, eins og umboð fyri býráð og kommunur kring landið eisini eru boðin at vera við. Í fyrireikingarnevndini sita umboð fyri Klaks- víkar Ungdómsfelag, Skansastovu i Havn, Eydnan á Oyrabakka, Norðstjórnan við Gjógv, SUF í Servági og Geilin í Vestmanna. Orð og mynd Dagny Joensen Ja, eg skal bíða Óli í Áarstovu Pauli Ellefsen ætlar at seta porto'ina so nógv upp, at tað verður bíligari at senda 7-mannanevnd- ir loftvegis til samráðingar, so eingin tingmaður kann briksla honum hatta við frímerkjun- um longur... Fótboltsdystur verð- ur á Skála ein av kom- andi degunum. Ting- manning sambands- floksins skal spæla vinardyst móti russiska trolaranum sum liggur á Skála...