Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dags tounafelagið: Friti0ar- heim koyrir ikki Havnina á húsagang Kostnaðurin fyri = hvert barnið er mettur til 12 kr. árliga fyri hvønn skatta- borgara — Frítíðarheim fara ikki at koyra býin á húsagang, men hjálpa nekrum bernum og foreldr- um at kenna seg tryggari teir tímar, meðan foreldrini eru heimanífrá. Tey 7 til 10 ára gomlu hava eisini rætt- indi, sigur Hans Andreas Joensen, formaður i dagstovnafelagn- um. Dagstovnafelagið hevur aftur heitt á Tórshavnar býráð við ynski um at fáa í lag eitt frítíðarheim í býn- um. Býráðið hevur ikki viðgjert málið um frítíðar- heim enn, men í Dagblaðn- um seinasta fríggjadag sigur býráðsformaðurin, Poul Michelsen, at hans- ara steða er púra greið — hann sigur, at vit avgjert ikki eiga at stovna eitt frítíðarheim. — Ein eigur at gera sær púra greitt, at fyri hverja ferð tilboð av slíkums lagi verða givin, skulu tey, ið sjálvi taka sær av børnum sínum uttan hjálp frá kommununi, vera við at gjalda rokningina. Megu- leikarnir hjá teimum at vera um bern síni heima gerast alsamt minni, sigur Poul Michelsen. 12 kr. fyri hvenn skattaborgara Í einum svari til býráðs- formannin sigur formaður in í Dagstovnafelagnum, at lenarútreiðslurnar fyri eitt frítíðarheim íbýnum eru mettar til 470.000 kr. Harafturat kemur ljós, hiti, itriv o.a. fyri knappar 100.000 kr. Sambært lóggávuna á hesum eki skulu foreldrini gjalda ein part sum svarar til 170.000 kr. árliga, ella 350 kr. fyri hvert barnið um mánaðin. Danski stat- urin skal gjalda 225.000 kr., meðan Havnar kommuna skal av við sama part sum foreldrini, 170.000 kr. — Av nevndu lenum koma umleið 70.000 kr. inn aftur í skatti til Havn- ar komunu. Nettoútreiðsl- an fyri havnarfólk verður umleið 100.000 kr. ella umleið 12 kr. árliga fyri hvenn skattaborgara í Havnar kommunu, vísir formaðurin í Dagstovna- felagnum á. Í samband við tað, bý- ráðsformaðurin sigur við Dagblaðið um, at hverja ferð tilboð av slíkum slag verða givin, skulu tey, ið sjålvi taka sær av børnum sínum, vera við at gjalda rokningina, sigur Hans A. Joensen: — ØI vit, sum gjalda skatt, gjalda til tilboðini hjá kommununi, um vit gera brúk av teimum ella ikki. Meinar borgarstjórin at tey, ið eingi børn hava, ikki skulu gjalda til skúlar? Ella at tey, ið ikki tíðindablaðið i svimja ella spæla badmn- ton, skulu trekkja frå fyri hallirnar? Vit ynskja nekur tilboð, sum eru neyðug og rímulig: ellis- heim, rektarheim og frí- tíðarheim. Seinasta orðið ikki sagt Sosialurin hevur spurt for- mannin í sosialu nevndini í býráðnum, Leiv Johannesen, um hann metir, at úttalilsi hjá bý- ráðsformanninum er veg- leiðandi fyri lagnuna hjá einum frítíðarheimi. Leivur Johannesen sigur, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli, og at úttalilsið hjá Poul Mic- helsen bert er hansara egna og ikki meirilutans sum so. — Javnaðarflokkurin í býráðnum er í prinsipp- inum sinnaður fyri at stovna eitt frítíðarheim, tí eitt frítíðarheim er ein treyt fyri, at summi for- eldur — serliga stek for- eldur — kunnu hava sítt dagliga arbeiði, sigur Leivur Johannesen. Í samband við ynskið og uppskotið hjá Dagstovna- felagnum um, at Havnar kommuna keypir veggu- stovuna á Lútzenstreð, sum skjótt flytur í nýggj heli, vísir Leivur Johanne- sen á, einki er sett á ver- andi fíggjarætlan til keyp av frítíðarheimi. Harafturat vísir for- maðurin í sosialu nevndini á, at tað er ikki so einfalt bara at keypa eini hús og so stovna eitt frítíðar- heim. Býráðið, landsstýrið og sosialstyrelsen í Dan- mark skulu góðkenna ætlanina. Og grundarlagið undir hesum øllum er aftur, at býráðið hevur tikið eina prinsippavgerð um, at eitt frítíðarheim skal setast á stovn. Annars upplýsir Leivur Johannesen, at eitt frí- tíðarheim gongur eftir somu lóg sum ein barna- garður og at ein barna- garður kann víðast til eitt frítíðarheim. — Metir tú, at ein meiri- luti er fyri einum frítíðar- heimi í býráðnum? — Tað dugi eg slettis ikki at meta um, sigur Leivur Johannesen. Kanning: tervur er Grundarlagið undir áheitanini hjá Dagstovna- felagnum til býráðið um at stovna eitt frítíðarheim er ein kanning, Dagstovna- felagið hevur gjert við at senda ellum heimum, sum hava bern úr barnagarðs- flokki og upp til 3. flokk. Felagið fekk 310 spurn- arbleð aftur. Um tervin á frítíðarheimi svaraðu tey: 138 hava ongan terv, meðan 172 siga seg hava terv. Eisini = spurdi Dag- stovnafelagið, hver ansar bernunum, tá tey ikki eru í skúla. 92 siga mamman sjálv, 3 siga eldri systkin, 7 siga arbeiðsgenta, 43 siga omma ella familja, 14 siga dagrekt, 8 siga at bernini eru við til arbeiðis og 68 siga, at bernini ansa sær sjálvum. 89 siga, at tey eru ikki nøgd við støduna. Dagstovnur fyri bern í skúlaaldri Frítíðarheim er ein dag- stovnur fyri bern í skúla- aldri. Uppgávan er at taka sær av bernunum uttan fyri skúlatíðina. Bæði fyri og eftir skúlatíð. Tí er tað eisini ein uppgáva hjá frítíðarheiminum at senda bernini í skúla í góðari tíð, upplýsir skrivarin í Dag- stovnafelagnum, Anna Sofía í Brekkunum. Frítíðarheimi skal bjóða børnunum ymisk ítriv smíð, sum td. evning, tónleik, spel og annars virka sum ein hjálp til og eitt millumlið millum skúlan og heimið. — Bernini fáa eisini hjálp við heimaarbeiði, sigur Anna Sofía. Bern eru tilmeldað eitt frítíðarheim, og skulu meta, um einki er avtalað, men einki er í vegin fyri, at bernini ganga til annað frítíðarvirksemi, og tá tey gera tað, sær frítíðarheim- ið til, at børnini verða send av stad. Starvsfólk á einum frí- tíðarheimi hava vanliga útbúgving sum barna- ella frítíðarpedagogar og hava annars hjálparfólk. Vanlig normering er 20 bern til ein pedagog. 1,2 mill. kr. fyri húsið Húsið, Dagstovnafelagið SU Nr. 94 — 21. september 1982 hevur mælt býráðnum at keypa, er veggustovan á Lútzenstreð. Við tað at hesin dagstovnurin skjótt flytur í nýggj heli á Kon- mansmýru, eru tey til selu fyri 1,2 mill. kr. Um so er, at býráðið keypir húsini, skal býráðið lata 950.000 kr., tí felagið Tilhald, sum hevur savnað pening til eitt frítíðarheim við m.a. bingospælum í Selumiðsteðini, er sinnað at lata 250.000 kr. til endamálið. Tað ljóðar, at onkur pri- vatpersónur eisini er sinn- aður at keypa húsini vð tí kvittanum at reka ein barnagarð ella frítíðar- heim, men hesi leysa- tíðindi hava vit ikki fingið váttað ella avsannað. jo-mo Fundur verður á gamla apotekin- um hóskveldið kl. 20. su