týsdagur 21. september 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosiaturin
gsialurt
Nr. 94
; | Flyting av fólki — er tað borgar-
liga alternativið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Sigur til Javnaðarflokkin
oddagrein
EFTIR at Svøriki hesi seinastu seks
árini hevur verið stjórnað av borgar-
ligu flokkunum, taka javnaðarmenn
aftur við stjórnarvaldinum, eftir stór-
sigurin teir vunnu við ríkisdagsvalið
sunnudagin. Javnaðarflokkurin fekk
so góða undirtøku við valið, at hann
hevur fleiri atkvødur enn allir teir
borgarligu flokkarnir tilsamans. Hann
økti tingmannatalid úr 144 til 166 ting-
limir. Saman vid kommunistaflokk-
inum hava teir 186 sessir måtvegis
163 hjå teimum borgarligu i nyggja
svenska rikisdegnum.
TAÐ HEVUR verið vid stórum áhuga,
at eygleiðarar hava fylgt svenska val-
stríðnum. Ikki minst frá sosialdemo-
kratiskari síðu. Javnaðarflokkurin
hevur uttan íhald havt stjórnarvaldið í
Svøriki síðani 1932 til fyri seks árum
síðani, tá borgarligu flokkarnir vunnu
valið og skipaðu stjórn. Spurningurin
var tí nú um Javnaðarflokkurin aftur
fór at vinna stjórnarvaldið.
VALSTRIDID HEVUR verið hart
Stórsti spurningurin í valstriånum
sosialurin heldur:
Krossur og at
mennar starvsset-
Tingakrossur
vóru løntakaragrunnarnir, sum
Javnadarflokkurin segði seg vilja
fremja, um teir komu framat. Um
hesar hava allir bogarligu flokkarnir
stadid å gosi, saman vid meginpart-
inum av stórkapitalinum, sum ikki vil
hoyra talan um tílíkar. Valstríðið hjá
borgarligu flokkunum hevur mest
verið at líkna saman við eitt ameri-
kanskt valstríð, har teir hava ofrað
ikki færri enn hálvtannaðhundrað
miljónir í ræðukampagnum um løn-
takaragrunnar.
SVENSKI veljarin hevði tó, eftir valúr-
slitinum at dóma, eina aðra áskoðan
um løntakaragrunnarnar enn stórkap-
italurin og borgarligu flokkarnir.
Svenski veljarin visti, at tað ikki er
kapitalurin einsamallur sum skal av-
gerða lagnuna hjá arbeiðsplássum.
Tað skal arbeiðarin eisini vera við til.
Svenski veljarin heldur ikki tað vera
beint, at vinnulívið einsamalt sleppur
at skalta og valta við teimum virðum,
sum alt samfelagið er við til at skapa.
Svenski veljarin ynskti tryggleika í ar-
beiðinum. Hann ynskti ein aktivan og
sunnan vinnulivspolitikk, sum ikki
bert er grundaður á profitttráðan.
Svenski veljarin setti ti javnaðarmenn
aftur í stjórnarsessin eftir seks ára
langt borgarligt stýri.
hevur sæð persónur er meira kvali
betri dagar, tå Kristin i Geil fiseraður enn ein annar,
við hvassa penni sínum ella hver hevur fyrimunir
anir | so |
vísti á skeivleikar og fram um ein annan, ti i lys-
ge ódemokratisk vidurskifti i ingini vóru ongar kvalifika-
»Taka vit nú sjónvarps samfelagi okkara. Men í tiónir nevndar. Tí er tað ein
stjóran fram, so er tað
ikki legið, at ein maður,
ið hevur fingist við sjón-
varp í Føroyum og hevur
brúkt nógv av síni fritid
til tað arbeiði, fer og
sekir eitt starv. Hvat
hevur hann forbrotið
seg í tí? Hví skal hann
m.a. í Sosialinum verða
so umrøddur? Og hví
taka hann fram um
aðrar umsekjarar sum
ein, ið sjálvstýrisflokk-
urin skal hava skotið
upp persónligt meira enn tað,
Sosialurin og onnur
blød, ið hava gjørt sær
fyri skommum viðvíkj-
andi almennum set-
anum skuldu tikið aðrar
partar fyri seg og lært
av sjálvstýrisflokkinum
at vísa ødrum menniskj-
um séma«. (Oddagrein í
Krossi 10.9.)
dag er flogið so lágt, attað grov skuldseting av Krossi
er at gera sær fyri skomm- = at siga, at Sosialurin hevur
um, tá eitt blað vísir á
nakað sum luktar og ikki er
í samrim við okkara demo- setanina og varaskúla-
kratiska sinnalag.
Sosialurin hevur m.a.
vidgjørt setanina av sjón- greinum og í politiskum
varpsstjóra í tíðindagrein- greinum. Partvíst tí at
um og í politiskum grein-
um. Men ikki eina tað ein-
astu ferð hevur Sosialurin kravdust, og partvíst tí at
umrøtt nakran umsekjara ovasti skúlamyndugleikin,
»hevur umrøtt hann so«.
Í samband við rektara-
stjórasetanina vórðu per-
sónar umreddir í tíðinda-
hædd kortini ikki varð tíkin
fyri kvalifikatiónum, sum
landsskúlaráðið, ikki
at blaðið hevur roynt at megnaði uppgávuna og
fingið váttað/ avnoktað, at = handfór innstillingarnar so
landsstýrismaðurin hjá
Sjálvstýrisflokkinum skuldi demokratiskt
havt heitt å/givid tilmæli kundi lata sær manna-
um, at ein persónur var gongdina lynda! Men
ynsktur til starvið. hetta óskilið góðtekur
Sosialurin hevur ikki við-
út av lagi illa, at eingin
sinnaður
Krossur eftir oddagreinini
gjørt spurningin, um hver atdoma!
Í langa tíð hava fólk við
spyrjandi eygum roynt at
fingið eyga á hitt nógv
umredda borgarliga
alternativið. Men uttan
úrslit. Onkur hevur hóma
eitt sindur av klandri. Tað
er alt.
Men so fyri nekrum
vikum síðani. Nú fóru fólk
at ivast. Tá var ein kend
sambandsrødd í Nóorð-
ovggjum á eini blaðsíðu í
Dimmalætting. Viðkom-
andi, sum hevur verið val-
evni fyri sambandsflokkin
tey seinastu 12 árini, helt
seg hava funnið eina skila-
góða loysn viðvíkjandi
Trellanesi.
Tað almenna skal spara
og tí onki berghol norður á
Trellanes. Hetta eru so í
hvussu so er tveir av sam-
gonguflokkunum samdir
um. Tann kenda sam-
bandsreddin í Norðoyggj-
um hevur funnið loysnina.
Og loysnin er hendan: Boð
skulu gevast úr Tinganesi
um, at fólkið, sum nú býr
á Trøllanesi, skal flytast i
syðra part av Kalsoynni.
Heim til Húsar og suður á
Syðradal. Har skulu hesi
fólkini fáa nakað av be og
afturfyri skulu fólk á
Húsum og Syðradali so
fáa nakað av haga norðuri
á Trellanesi.
A nøkrum fólkum ger-
ast eyguni heilt óvanliga
stór. Nú hava tey sæð
alternativið. Onnur eru
meira varin. Tey taka sum
givið at Pauli ella Eilif ella
meguliga Eli fara at vísa
ervitistosinum aftur. Men
frá sambandsfloksins íðu
er ongin viðmerking
komin. Vil tað so siga, at
henda loysnin ikki er heilt
óhugsandi hjá sambands-
flokkinum. Ja, so var tað
kortini alternativið tey
sóu og lósu um í Dimma-
lætting henda dagin í
august.
Javnaðarmenn hava
ofta víst á, at vit í ein á-
vísan mun skulu hava al-
menna planlegging og al-
menna stýring ta talan er
um útbygging av vinnuni.
Sambandsmenn hava ikki
bara víst hesum aftur,
men teir hava tútað
oyruni á fólki full um, at
almenn stýring og almenn
planlegging eru tramans-
skapur av versta slag, og
at vit, sum tosa um slíkt,
eru reindyrkaðir kommu-
nistar.
Men álvaratos tit sam-
bandsmenn. At fostra
tankar sum siga, at fólk
skulu fáa harraboð úr
Tinganesi um, at nú skulu
kuifertini pakkast — nú
skulu tit flyta burtur úr
tykkara heimliga um-
hvervi. Tit skulu flyta av
tí plássinum sum tit elska
mest her á jerð. Har tit
eru fødd. Har tit eru upp-
vaksin. Og har tit so fegin
vilja og hava líkinda um-
stødur at liva undir.
Slíkir tankar verða
ongantíð fostraðir av
einum javnaðarfólki.
Treytin fyri slíkari tanka-
gongd er, at ein er sam-
bandsmaður ella borgar-
ligur og harvið metir kapi-
talin — tær spardu krón-
urnar hægri enn manna-
lagnurnar.
Kallur
Ein álvarsom umbering frá
Estra
Í samband við »Tidar-
ritið“ Estra, sum handað
varð fólki á HS 82, eri eg
noyddur at biðja um fyri-
geving fyri, at 2 bleð
prentsmiðjur tíverri eru
lagdar burtur úr prent-
seguni.
Hesar prentsmiðjur
vóru A/S Asdal (1915), við
Jens Dam sum prentara,
ið prentaði »Føroyatid-
indi« á Tvøroyri, og so
blaðið »Nordlysid«, sum
fyrstu ferð sá dagsins ljós
í Klaksvík (1915) Eliesar
Joensen (Eliesar i
Pállstovu) prentaði.
Í hesum feri ber ikki til
at siga: eg visti ikki, tí í
grundtilfarinum sat eg við
hesum upplýsingunum
framman fyri mær.
Teir í hesar prentsmiðj-
ur settu á stovn, hava
verið djarvir menn, tí ikki
vóru somu umsteður úti á
bygd at fara undir slíkt
virki, sum tað var í Havn.
Lat her verða skoytt
uppí, at bæði Landsbóka-
savn — og aðalverður tess
— umframt t.d. Hanne
Sterndorf Petersen o.a.
hava verið stak beinasom í
samband við hesa útgávu.
PS. Tað sigst, at donsk
prentsmiðja hevði sett
sær fyri at prenta bók
uttan villur. A tilulblaðn-
um kom so at standa: Í
denne bog findes ingen
TYRKFEJL. T.s.
Heilsan frá einum
snópnum
Stig G. Rasmussen
Hvar eru tit nú, fakfeløg?
Tað hevur ikki verið
styrkin hjá okkum feroy-
ingum at fylkjast í fakfel-
egum, men hóast alt eiga
vit Handverkarafelagið,
Fiskimannafelagið, = Ar-
beiðarafelagið og ymisk
onnur felog.
Nýliga varð starv lýst
leyst sum sjónvarpsstjóri
í Feroyum. Har vóru
ongar treytir lagdar við.
Ein og hver, sum hevði
hug til hetta starv, kundi
sekja. 25 umsóknir komu
inn, og burtur úr hesum 25
umsóknum hevur sjón-
varpsnevndin gjørt síni
tilmæli, ein meiriluti og
ein minniluti.
Bæði meirilutin og
minnilutin hava tilmælt at
seta mann í hetta starv,
sum ikki hevur journalis-
tiska útbúgving. Annars
av teimum, sum er til-
mældur sum nr. 1 av
meirilutanum, er fólkalívs-
frødingur. Hin, sum er til-
mældur sum nr. 1 av
minnilutanum, er skúla-
lærari.
Eftir míni meting er
hvergin av hesum kvalifi-
seraður til starvið. Skuldi
tað verið so, at eini hálvt-
hundrað fólk fóru at starv-
ast á hesum almenna sjón-
varpi, so hevði tað verið
rímuligt at sett eitt fólk í
leiðarastarvið, sum hevði
víst seg at vera framúr í
umsitingararbeiði. Eftir
tí, sum skilst á landsstýr-
inum, skulu bert 3—5 fólk
starvast á hesum almenna
sjónvarpi, harav 1 teknik-
ari og 1 bókhaldari (ella
skrivstovufólk). Hetta
merkir, at sjónvarpsstjór-
in sjálvur skal gera tað
mesta av tí journalistiska
arbeiði, sum tað verður
neyðugt at gera í hesum
foroyska sjónvarpi. Tað
kann ikki vera ætlanin, at
hesin persónur bert skal
umsita ein stovn við 3—5
persónum.
Umleið helvtin av um-
sóknunum til sjónvarps-
stjórastarvið kom frá fólki
við journalistiskari ut-
búgving og limum í Fer-
oya Blaðmannafelag. Líkt
er til, at eingin av hesum
var nóg frægur at verða til
mældur sum nummar eitt,
hverki hjá meiriluta ella
hjá minniluta. Tað ómáta-
liga kultursnobbaríið, sum
summi fólk hava fyri
teimum, ið arbeiða á Debe-
sartreð, vann eisini í
hesum feri.
Eg loyvi mær at spyrja:
Hvar eru fakfelegini?
Hava vit journalistar ikki
sama rætt við okkara fak-
felag sum onnur fakfelog?
Hvar eru tit nú t.d. Før-
oya Rithevundafelag?
Hava tit ongan hug til at
stuðla okkum blað-
monnum í stríði okkara
fyri at verða góðkendir
sum ein av stættunum í
hesum samfelag?
Við vón um, at hesi fáu
orð elva til kjak um sjón-
varpsstjórastarvið, heilsi
eg virðingarmest
Finnbogi Isaksen
21. september 1982