leygardagur 25. september 1982síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
55. árg. * kr. 4,-
Nr. 96 * leygardagur 25. september 1982
brødralag
Landsstyrid tok
bestu veidutid
frå trolarum
vid islandsloyvi
Nu siggjast avleidingarnar. Trolararnir hava slakan fiskiskap.
Suðringur hevur verið triggjar túrar. Avgerð landsstyrisins ikki
at loyva trolarunum og línubátunum at veiða undir Íslandi í
juni, juli og fp. av august, sum er bestu fiskimánaðir, er ein
dyggur fíggjarligur smeitur fyri eitt nú Suðring.
— Vit áttu sjålvir at sloppið at avgjørt, nær vit veiða islands-
kvotuna tvs. sum vit hava gjørt undanfarin ár sigur skiparin á
Suðringi, Mortan Johannesen
Ein nýggj vidtøka í lands-
stýrinum fyrr í ár um at
broyta veiðutíðina hjá
foroyskum fiskiskipum
við íslandsloyvi, soleiðis,
at tey ikki kunnu fiska í
juni, juli og hálvan
august, men ístaðin
aftaná hálvan august
hevur heilt tikið meguleik-
an burt hjá manningunum
á einstøkum av trol-
arunum at fáa eina
hampuliga innteku á ís-
landstúrunum.
Landsstýrið gjørdi
hetta eftir åheitan frå
nøkrum reidarum, leiðsl-
uni å åvisum flakavirkj-
um og fiskivinnuráðnum.
Grundgevingarnar vóru
tær: at tilgongdin av fiski
um summarið her heima er
nóg stór, at fiskurin frá
trolarunum, sum fiska
undir Íslandi um summ-
arið, er ov bleytur, og tí
gav fleiri reklamatiónir frá
keyparunum, og tí at
flakavirkini koyra ikki ov
væl um summarið, tá
aógv fólk eru í frí og
: III LITTLE
A LSE i
óroynd fólk arbeiða á
virkjunum.
Hóast hesar grundgev-
ingar kunnu sýnast nóg
góðar, so er tað ein sann-
roynd, at eitt nú túrarnir
hjá trolarunum hava verið
ringir. Heystfiskiskapurin
undir Íslandi er vanliga
ringur. Manningarnar eru
tí í eðini. Tí samtíðis sum
tað verður noktað
foroysku trolarunum at
veiða í Íslandi bestu árs
Mortan Johannesen: — Ís-
landskvotan meguliga
ikki uppfiskað
ins tíð — um summarið —
so avreiða nógvir íslendsk-
ir bátar i Føroyum.
Reiðarin og skiparin á
Suðringi, Mortan Jo-
hannesen sigur við Sosi-
alin, at íslandtúrarnir
hava verið ein fíggjarligur
smeitur fyri Suðring. —
Eg ávarðaði fyrr í ár
myndugleikarnar ímóti at
taka bestu veiðutíðina frá
okkum. Teir hirdu mær
ikki eingang eitt svar. Og
nú má so skattaborgarin
gjalda rokningina. Suð-
ringur hevur verið tríggj-
ar túrar undir Íslandi.
Hann hevur brúkt dupult
so nógva olju at fiska
helvtina av tí hann veiddi
í fjør.
Men tað eru ymsar
meiningar um hetta. Eitt
nú heldur stjórin á Baca-
lao, Axel Hansen, at
landsstýrið bar seg rætt
at við ikki at loyva bát-
unum at veiða undir Is-
landi um summarið.
Lesið á síðu 3
Skósmiðurin
sum uppdagaði
at sild svevur
SPENN-
ANDI OG
ÁHUGA-
VERDUR
LESN-
AÐUR
SAM-
RØÐ A
VIÐ
JØRGEN
OLSEN
Síða 8 og 9
Jørgen Olsen, føroyskur amatørgranskari, sum hevur
fingið nógv burtur úr
Jergen Olsen er 70 ára gamal. Hann hevur arbeitt við eini
áhugaverdari og spennandi uppgávu: at savna tað nógva
tilfarið hann hevur frá kanningum sínum, síðani hann var
smádrongur. Fyrsta bókin í rødini >Náttúrunnar børn«
kom út nú um daganar. Hann arbeiðir longu við teimum
næstu bókunum.
Jan Miller, blaðmaður, hevur tosað við hann. Sosialurin
fer tríggjar fylgjandi leygardagar at bjóða lesarunum
henda sera áhugaverda lestur
Bert tveir lands-
stýrismenn heima
Feroya Landsstýri er
ikki vidtøkuført í letuni
Bert Olaf Olsen og Tor-
bjørn Poulsen
eruheima Sjålvur
legmaður er á eini longri
ferð. Hann hevur verið í
Kanada og eftir tí sum
frættist er hann í letuni
í Danmark. Ein av
teimum fyrstu degun-
um vendir hann helst
nesina heimaftur. Men
steðgurin verður ikki
langur. Fyrst í oktober
fer hann á almenna
vitjan í Sovjet
Eilif Samuelsen er í
erindum í Danmark
Tann triði lands-
stýrismaðurin, Páll
Vang, er saman við by-
ráðsformanninum i
Klaksvik og i Havn,
Jogvan vid Keldu go
Poul Michelsen, å vitjan
hjá danska ferðsludirek-
toratinum. Saman við
Mikkjali Helmsdal eru
teir tríggir bjóðaðir at
vitja. Teir koma eisini
heimaftur ein av fyrstu
degunum.
Akæran móti
tveimum
tikin aftur
Fútin hevur nú tikið aftur
ákæruna móti tveimum av
teimum 22 fólkunum, sum
blivu drigin fyri rættin
eftir blokadurnar hjá Sjó-
mannafelagnum á eystaru
bryggju seinasta summar.
Av ti at so long tíð leið,
til tey bæði fólkini kundu
avhoyrast í rættinum,
segdu legreglumenninir,
sum skuldu vitna í mál-
inum, seg ivast í, at teir
eftir so langa tíð vóru ferir
fyri at minnast alt rætt og
soleiðis geva rætta frá-
greiðing um hendingarnar
á bryggjuni. Akæru-
myndugleikin avgjerdi tí
at taka ákærurnar aftur.
Tveir aðrir, sum heldur
ikki blivu avhoyrdir, tá
málið var fyri í Feroya
rætti seinasta vetur,
sleppa kortini ikki undan
ákæruni um brot á politi-
viðtekuni fyri Tórshavn
A rættarfundi í gjár
greiddi ein legreglumaður,
ath ann hevði tikið anna,
tí hann noktaði at fylgja
boðunum frå løgregluni
Og móti hinum stendur
ákæran við, tí ein annar
ákærdur fyrr hevur sagt,
at hesin luttók í blokad-
uni.
Málið er nú tikið upp til
dóms. Verða tey 20
ákærdu domt sek, kunna
tey vænta sær at skula
gjalda nakrar hundrað
krónur hver í bót
hd