Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 28. september 1982 ITROTTARBRØV Hvar var studulin? Harra blaðstjóri! Veit mær innivist fyri hesum litla hjartasuffi. Í fjør rykti VB niður í 2. deild, og roknaði eg tí við, at allar kreftir vórðu sett- ar inn uppá at fáa so gott úrslit burturúr sum megu- ligt í ár, ja helst so gott, at VB kundi flyta upp í 1. deild aftur aftaná bert eitt ár í 2. deild. Men nú kenna vit so øll lagnuna hjá VB; vit taptu og mugu tí flyta niður í 3. deild. Onki er so at gera við tað. Eg ivist ikki i, at spæl- ararnir hava gjert tað teir kunnu fyri at vinna dyst- irnar, men tað, ið eg fýlist á eru áskoðararnir. Eitt lið, sum flytur niður, læt tað vera úr 1., 2. ella 3. deild, hevur brúk fyri stórum stuðuli frá áskoðarunum, bæði fíggjarligum og moralsk- um, men sjáldan havi eg sæð so fáar áskoðarar til VB-dystir sum júst í ár. Og harafturat vóru rópini, ið skulu hjálpa og eggja spælarunum, alt ov veik. Nú má vend koma í. Vit mugu taka okkum saman og longu nú gera okkum greitt, at uttan hjálp frá okkum áskoðarum kann tað gerast torfert hjá teimum ungu spælarun- um, ið nú uttan iva koma at spæla á liðinum hjá VB, at vinna 3. deild. Tí mugu vit royna at stuðla teimum á besta hátt, soleiðis at Vágs Bóltfelag vónandi innan alt ov langa tíð aftur hevur lid í 1. deild. Tilfarið er til staðar og vit kunnu gera tað um vit hjálpast at. Vit royna aftur næsta ár. VB-fan Gloymi ikki vetrar- itrottin Nú landskappingin i fót- bólti er liðug, vil eg nýta hevi til at takka tykkum á Sosialinum fyri ítróttar- síður tykkara Ikki tí at eg eri heilt negdur við tær, minni enn so. Frásagnirnar vóru tí- verri alt ov sjáldan krit- iskar; tær refereraðu bert hvat var farið fram — »itréttaroddagreinarnar« tó undantiknar — og nógv var, sum als ikki varð nortið við, t.d. pengafót- bóltin o.a.l. Men tit vóru so einasta blað, ið royndi at hava frásagnir frá nærum øllum deildunum i og myndir frá róðrakapp- ingunum. Dygdin var kanska ikki so góð sum hon kundi verið, men negdin var í hvussu er stór. Og so til sjálva orsekina til at eg skrivi hetta bræv, tí ikki ætlaði eg at skriva bert fyri at rósa, skam- rósa, tykkum. Nei, orsekin var tann so- nevnda vetrarítróttin. Summarið er farið og við tí eru uttandura ítrótt- arkappingarnar eisini farnar, men nú koma so harafturímóti innandura kappingarnar, vetrar- ítróttarkappingarnar, fyri aftur. Hondbóltskapp- ingin byrjar aftur fyrsta dagin, sama ger flogbólts- kappingin, og um ikki so langa tíð byrja kapp- ingarnar i borðtennis eisini. Afturat hesum trimum eru jú eisini fleiri aðrar ítróttargreinar, ið mugu nevnast vetrar- ítróttargreinar burturav, og vil eg tí heita á tykkum um at hava eins nógvar frásagnir frá hesum ítrótt- arkappingum sum tit hava havt frá fótbólti og róðri. Vetrarítróttin, innandura ítróttin, má ikki gloymast, vit eru jú nógv, ið hava eins stóran áhuga fyri hondbólti sum fótbólti og hava eisini ans fyri eðrum ítróttargrein- um. Vóni tí, at ítróttartil- farið verður eins nógv í vetur, sum í summar. Takk fyri. Lesari Orsaka av plásstroti fingu vit ikki urslitini frá foroyameistarakapping- unum í svimjing í Klaksvík um vikuskiftið við hesa ferð. Tey koma í staðin leygardagin Kvinnufotboltur , Landskappingin i fótbólti 1982 er lokin. Vinnarar og meistarar í ymsu deildunum eru funnir. Allir vóru teir av sama kyni, kallkyni. Í nógvum ítróttargreinum hava kvinnurnar verið burt- urfjónaðar, men nú tykjast tær tó at vera komnar væl við á flestum økjum. Tað er tó ein ítróttargrein har kvinnurnar í Feroyum fram- vegis eru útihýstar og er hetta í sterstu ítróttargrein okkara, fótbóltinum. Royndir hava verið gjerdar at fáa í lag fótbólt fyri gentur, men hesar royndir, ið bert nøkur fá feløg hava staðið fyri, eru skjótt hildnar upp at aftur. Í londunum kring okkum hevur kvinnufótbóltur verið veruleiki í nógv ár. Hóast orðið „kvinnufótbólturÉ kanska ljóðar heldur diskri- minerandi, so er einki ilt lagt í hetta. Orðið veðrur bert nýtt fyri at gera vart við, at talan í hesum fer- inum er um gentur/kvinnur, ið spæla fótbólt. Sjálv ítróttargreinin, spælið, er tann sama. At gentur hava áhuga fyri at spæla fótbólt sæst skill- iga tá innandura kapp- ingarnar eru. Gentuliðini, ið melda til hesar kappingar, gerast alt fleiri og fleiri. Og tá ein so samstundis hevur í huga, at eingin hevur tikið sær av hesum gentum og lagt teimum lag á, á nakran hátt, men at tær bert royna seg tí at hugur teirra stendur til fótbóltin, so sær ein skjótt, at bæði evnir og vilji eru til staðar. vit meta tí, at tað kundi verið eitt hugskot um t.d. FSF í vetur vildi kanna um meguleiki var fyri at seta á stovn landskapping fyri gentur/kvinnur. Fyrst kundi t.d. verið roynt at kannað um genturnar/kvinnurnar hevdu hug at spæla uttan- dura fótbólt eisini. Hetta kundi kanska verið gjert við at sena út spurnarbleð til skúlarnar. Í eðrum lagi kundi aðalfundurin hjá FSF so umrett málið fyri at vita um feløgini høvdu hug at taka sær av gentunum. Ikki ti, vit ivast ikki i, at gent- urnar skjótt vildu tikið seg saman í sjálvsteðug feleg, um núverandi fotboltsfeløg- ini ikki vildu hava eina ser- staka gentudeild. Um áhugi var fyri gentufót- bólti, so kundi verið roynd at fingið í lag veruliga landskapping. Ikki er neyð- ugt at aldursbýti verður tað sama og hjá dreingjunum/ monnunum. Neyvan hevði verið brúk fyri meira enn trimum bólkum tey fyrstu árini. T.d. einum bólki fyri gentum upp til 12 ár, einum fyri gentum millum 12 og 16 ár og einum fyri gentum eldri enn 16 ár. Roknast má við, at tað vilja ganga fleiri ár áðrenn leik- dygdin gerst tann stóra. Pr. traditión spæla gentur jú ikki fótbólt, og má venjing o.a.t. ti byrja frå grundini av; hetta at spæla fótbólt vil verða nakað nýtt og púra óroynt fyri genturnar. Men vit ivast ikki í, at genturnar vilja sleppa at royna seg. Sjálvsagt er ikki neyðugt at tað skal vera FSF, ið tekur stig til áður nevndu kann- ing. Genturnar kunnu jú gera vart við seg sjálvar. Tær hava jú roynt tað fyrr, m.a. í lesarabrøvum.