Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 1982síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Ernakað á vési? — lvamál? Ein spurringur, elle tíðindi, so ring tit okkara. Vit eru til reiðar! Tannapinu i Otið Tannlæknavakt er millum klokkan eitt og tvey leygardag og sunnudag. Tá kunnu fólk fáa fyribils viðgerð. Um tú fært tannapínu klokkan trý, so er einki at gera, tí tá hevur tannlæknavaktin fri. Annar meguleiki er at fara á skadstovuna, har bert møguleiki er fyri at taka tonnina. Um tannlæknavaktin tekur eina tonn kostar tað kr. 203,92. Um tú fert á Skaðastovuna, kostar tað einki! Ivaleyst eru tað nógv fólk, sum hava verið fyri, at fáa tannapínu í ótíð. Tað vil siga i vikuskiftinum ella eftir vanliga arbeiðstíð Nú kann ein spyrja, um tað ber til at avgera, nær tú VIL hava tannapinu, tí pínu vilja øll helst vera fyri uttan Kortini eru viðurskiftini við tannlækna viðgerðini kipaði, at ein tannlækni hevur vakt kuskiftinum, og tá ber til at koma í samband við tannlæknavaktina, tó bert leygardag millum eitt og tvey, og sama tíðarskeið sunnudag. Nú kunnu fólk fáa tannapínu eftir kl. trý sunnudag. Tú ringir til tannlækna- eftir lýsing í blaðnum har einki er við- merkt, hver hevur vakt. Ein automatiskur tele- fonsvarari sigur, at tú kanst ringja í áðurnevnda tíðarskeiði, — annars eingi ráð um, hvussu tú kanst sleppa undan ræðuligu tannapínuni. Royndin at fáa fatur á læknavaktini eydnast tó beinanvegin, men læknin hevur bert eini ráð, at taka sjúku tonnina! Eitt er at hava tanna- Gott kveld, mamma pínu, men beinleiðis at taka tonnina — og um tað er ein framtonn? Okkurt annað noydist at verða til at taka, men so er ikki. Fróði Lassen, formaður í Tannlæknafel- agnum í Klaksvík sigur, at tannlæknar á bygdunum oftast fara á klinikkina, tá sjúklingar ringja, men at teir ikki hava vaktskipan Hann hevur tó verið fyri, at pápi er komin við barni úr Suðuroy í viku- skiftinum, tí ikki slapst til tannlækna nærindis Fróði Lassen sigur ann- ars, at tað bert eru tann- læknar í Havn, sum hava skipað fyri vaktskifti síná- millum, men at hetta er uttanum sáttmálan við Sjúkrakassan. Í Klaksvík eru tríggir tannlæknar, og Fróði Lassen veit ikki um fyri- brigdi, at fólk ikki eru sloppin av við tannapínu, — to at henda er komin í vikuskiftinum. Vit vendu okkum til Kristian Djurhuus, tann- lækna, sum samskipar tannlæknavaktirnar i Havn i vikuskiftinum. — Vit hoyra av og å um fólk, sum hava havt tannapinu í vikuskift- inum, og sum ikki hava fingið viðgerð, tí hetta hevur verið eftir kl. tvey, sigur Kristian. Er tað rætt, at sjúk- lingar skulu ganga við pínu so leingi? — Hetta er ein skipan, sum tannlæknar í Havn av sínum eintingum settu í verk í 1973. Skipanin hevur virkað so dánt, men trupult er at hava við at gera, tí vit ikki hava nakrar reglur at ganga eftir Kristian Djurhuus upp- lýsir, at tá fólk venda sær til tannlæknavaktina i vikuskiftinum, og sleppa til = viðgerðar millum klokkan eitt og tvey, so verður bert fyribils við- gerð framd, so koyrir tannlæknin doyvandi evni í tonnina. Hetta kostar, — um tað er sunnudagur kr. 112,92 í eykagjald og kr. 75,67 fyri viðgerð. Tað vil siga 188,59 fyri fyribils viðgerð, tí sjúklingurin skal til egna tannlækna at fáa rettu ífyllingina í tonn- ina, og gjalda fyri tað somuleiðis. Verður tonnin tikin, rindar sjúklingurin, — um tað framvegis er sunnu- dagur kr. 203,97. Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og + einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjert uttan meirkostnað fyri lýsaran. Oli í Aarstovu Tannlækna- vaktin, Tórshavn Bráðfeingishjálp móti tannapínu fæst í dag og morgin kl. 13.00 - 14.00 Ringið tlf. 14544. Onnur loysn er at fara til læknavaktina, sum eis- ini kann taka tonnina, men henda viðgerð er ókeypis! Er tað ikki ótíðarhósk- andi viðurskifti, at bjóða fólki? — Hetta er meguliga nakað, sum vit fara at taka upp, tá ársaðalfund- urin verður í næsta mánað, men mær vitandi er sama skipan framvegis í Danmark, so eg veit ikki, um møguleikin er fyri, at broyta tannlækna- skipanina, sigur Kristian Djurhuus at enda. Tá Sjúkrakassin rindar fyri læknaviðgerð í viku- skiftinum, hví rindar hann ikki fyri tannlæknavið- gerð somuleiðis? — Sjúkrakassin rindar fast fyri einsteku viðgerð- irnar, og hetta er sama upphædd um tað er ger- andisdag ella sunnudag. Um vit skuldu broytt sjálvbodnu tannlækna- vaktina, so skuldi hetta helst verið í samráð við Sjúkrakassan. Nú er júst fingin nýggj- ur sáttmáli, men hóast hesin kann broytast við eyka samráðingum, so vænti eg ikki, at tað verður fyribils, sigur Kris- tian Djurhuus at enda. Dag. ...lat meg leggja tær aftrat eldinum, so vit fáa tað ljóst og heitt inni! Formaðurin var ikki gonguferur í seks vik- ur, tá HB bleiv Fer- oyameistari.