leygardagur 2. oktober 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A —
AU
A ———
TU KO
Nr. 99 — 2. oktober 1982
Marr & Co. flytir í nýggj holi:
Stórir møguleikar
i fiskaalingini
Meiri spesialisering vid sølu av fiski verdur framtidin. Saltfisk-
urin eigur stóra framtid sum søluvøra — neyðugt at góðska
hann meira, sigur Axel Mortensen, stjóri.
Í hesum degum tekur fiska
selufelagið »Marr á Co.« i
Havn ein nýggjan bygning í
brúk. Tað er Yviri við Strond
nr. 19 beint omanfyri
bygningarnar hjá Feroya
Fiskaselu og Strandfaraskip
Landsins Frammanundan
eigur Marr & Co. ein bygning
í trimum hæddum, sum
felagið leigar út til landið
Nýggi bygningurin er
eisini í trimum hæddum
Ætlanin er, at Marr & Co
skal halda til i ovastu hædd-
ini, medan hinar bådar hædd-
irnar verða leigaðar út
Onnur hæddin er leigað út til
landið.
Í dag starvast 5 fólk hjá
Marr á Co. Tey fáast við at
keypa fisk frá virkjum og
skipum og síðani selja fiskin
víðari til keyparar uttan-
lands.
Stjórin í fyritekuni eitur
Axel Mortensen. Hann hevur
arbeitt har síðani 1952, men
tók við sum stjóri í 1959, tá
hann eisini keypti ell parta-
brevini í fyritekuni.
Upprunaliga var fyritekan
so gott sum bara á bretskum
hondum. Tað var ein breti,
Douglas Marr, sum í 1933
setti Marr á Co. á stovn.
Hann kom til Feroya at
keypa saltfisk fyri eitt stórt
bretskt sølufelag, »Hawes á
Co.« i London. So væl dåmdi
honum i Føroyum, at hann
varå verandi. Eisini kom
kriggið, og virkaði fyritøkan
krigsårini sum heilsøla.
Bretar ått 2/3 i fyritøkuni
til Axel Mortensen keypti
teirra part seinast i 50-unum.
Sidani tå er fyritøkan vaksin,
og i dag umsetur hon fyri
rættiliga nógvar mill. kr. í
selu av fiski.
Hver er so hesin Axel
Mortensen! Jú, tverafólk
munnu kenna slagið. Hann er
av Mortansonfólkunum á
Tveroyri Pápin vanliga
nevndur Johan í Øravik, var
skúlalærari til hann var 70
ára gamal. Mamman var fedd
Nólsoy. Hon var fedd og
vaks upp á Tveroyri. Axel
hevur annars búð í Havn í
meira enn 30 ár
Góðar vónir
Axel Mortensen sigur
annars, at eftirspurningurin
eftir føroyskum fiskavørum
er vaksin seinastu árini
Eisini eru prísirnir ektir mun-
andi. Hann hevur góðar vónir
um framtíðina. Heldur at vit
eiga stóra framtíð í fiska-
alingini. Marr á Co. hevur í
hesum sambandi ætlanir at
gera iløgur í fiskaaling Ti,
sum hann sigur, tad er ein
stórur fyrimunur eisini at lut
taka í sjálvum framleiðslu-
liðinum
Annars hevur fyritekan
ætlanir at satsa uppá sterri
foredling av saltfiski. Axel
Mortensen - Tað liggja
stórir meguleikar í saltfiskin-
um. Vit kunnu framleiða
ymsar verur úr saltfiskinum
og í ymsum pakningum. Tað
hevur annars altíð verið spátt
av summum, at saltfiskurin
fór at vera ven saga blot«,
men eg meti, at áhugin fyri
saltfiskinum fer at vaksa í
framtíðini. Vit hava altið trúð
uppá saltfisk, leggur Axel
Mortensen aftrat
Axel Mortensen og Johan Mortensen uttanfyri nýggja bygningin Yviri við Strond.
Spesialisering
Hann sigur annars, at felagið
fer at satsa uppá selu av ali-
fiski, ti her liggja stórir
meguleikar serstakliga í
USA heldur hann. Marr á
Co. hevur annars spesialiser-
að seg við ymsum verum
Eitt nú hevur fyritekan selt
allan føroyskan hummara av
landinum.
Axel Mortensen heldur eis-
ini, at tað verður framtidin
„David og Goliat« siðu um síðu Yviri við Strond. Nýggi bygningurin hjá Marr & Co.
liggur beint hinumegin vegin, har bygningurin hjá Feroya Fiskaselu liggur. — Vit
hava gott samstarv við grannar, sigur Axel Mortensen.
Tórstein Mortensen & Co. hava staðið fyri innandura arbeiðinum
hjá seljarum av fiski, at
spesialisera seg við ávisum
verum. Uppá fyrispurning
um tað er betri at hava fleiri
smærri seljarar enn fáar
stórar, sigur hann, at tann
einstaki og samfelagið fer at
fáa mest burtur úr, við at tað
eru fleiri, sum selja fiskin.
Tá verður meguligt at fáa
besta prísin fyri fiskin.
Umframt at selja fisk, so
er Axel Mortensen umboð
fyri Lloyd's
tryggingarfelagið og
bretskur konsul i Føroyum
Nýggi bygningurin hjá
Marr á Co. kostar 2 mill. kr
Palle Gregoriussen hevur
teknað, Finn í Puntabyrgi
staðið fyri byggingini og Tór
stein Mortensen á Co. hava
staðið fyri innandura arbeið-
inum
Fyrtøkan Marr á Co. hevur
50 ár á baki næsta ár
Framhald av síðu I
Tónin var ógvuliga siði-
ligur og varð tosað um fleiri
álvarsmál, sigur Birgir Mohr
bygdarráðsformaður á Sandi.
Hann sigur, at tosað varð
um ymsar spurningar í sam-
bandi við flakavirkið og keyp
av trolara. Legmaður lovaði,
sigur Jákup Birgir Morten-
at endaliga figgjanin í sam-
bandi við flakavirkið skal
koma í rætt lag. Hetta er bert
ein ekspeditionssak, sum
landsstýrið vil avgreiða
beinanvegin.
Viðvíkjandi undantaks-
loyvinum til ein trolara, vistu
sandingar á, at bygdin er í
eini sersteðu, ti nýtt flaka-
virki skal takast í nýtslu.
Eisini varð víst til málseki
»bygdamenning«, sum lands-
stýrið gongur inn fyri
Birgir Mohr sigur, at leg-
maður ferdi fram, at lands-
stýrið tekur ikki steðu, fyrr
enn Fiskivinnuráðið er komið
við eini endaligari tilráðeing
um flotan.
Landsstýrið hevur bidad
eftir hesi tilráðing í hálvt-
annað ár.
Veiða á djúpri vatni
Annars varð eisini víst til
tað, ið m.a. Olaf Olsen segði í
útvarpinum herfyri um, at
feroyskir trolarar nú veiða á
djúpri vatni og veiða onnur
fiskasleg enn tey tradition-
ellu. Hetta avlastar hinar
grunnarnar. Hetta verður so
nakað, sum Fiskivinnuráðið
fer at hava við í sini tilráðing,
og hetta kann bera við sær,
at landsstýrið hevur megu-
leika at geva nekur undan
taksloyvi til innflutning av
skipum
Legmaður lovaði sanding-
um, at teir skulu fáa endaligt
svar innan hálvan november.
Annars helt legmaður fyri,
at landsstýrið er sinnað at
stuðla bygging av skipum í
Feroyum bæði hvat viðvíkur
tilrættalegging av projektum
og at skaffa figging.
Felagið í Skotlandi, sum
eigur trolaran, skuldi hava
boð innan 1. oktober. Sand-
ingar hava fingið at vita, at
tað er í lagi, at teir koma við
endaligum svari til lands-
stýrið tekur steðu áðrenn
hålvan nov
Væntar tu at tit fåa
handa trolaran, ja ella nei?
Birgir Mohr Aftanå
at hava tosað við landsstýrið
og aftaná at hava lisið grein í
Dimmalætting, har legmaður
bart út sigur, at sambands
flokkurin er fyri at geva
sandingum loyvi til handa
trolaran, so má eg svara ja
Men svarið hevur skund
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa eina viðmerking frá
legmanni. Hann var á fundi
Flotin nóg stórur, men!
Vit hava spurt Carl Andreas-
sen, form. í Fiskivinnuráðn-
um, nær teir fara at geva
landsstýrinum eitt endaligt
tilmæli í samband við saman
setingina av fiskiveiðuflotan
um.
Hann sigur, at teir miða
ímóti at hava hetta tilmæli
liðugt í oktober-november
Annars fekk landsstýrið eitt
fyribils tilmæli í summar. Í
hesum tilmælinum sigur
Fiskivinnuráðið m.a at
feroyski fiskiveiðuflotin er
nóg stórur at fiska bæði tað,
sum fiskifreðingar mæla til
at veitt verður í dag og tað,
sum kann veiðast, tá allir
stovnar hava ment seg, so
teir kunnu veiðast optimalt
— Tað er eingin loyna, at
spurningurin um undantaks-
loyvi at innflyta fiskiskip er
eitt eymt mál í landsstýrin-
um. Pauli Ellefsen, legmaður,
sigur í samreðu við Dimma-
lætting, at landsstýrið fer at
biða við at taka steðu til
megulig undantaksloyvi til
Fiskivinnuráðið kemur við
endaligu tilráðingini um
fiskiflotan. Fer hetta tilmæl-
ið, tit nú arbeiða við, at geva
legmanni svar uppá handa
spurningin?
— Tað er ilt at svara uppá
Eg trúgvi ikki, at Fiskivinnu-
ráðið kemur til aðra niður-
steðu viðvíkjandi steddini á
flotanum enn vit longu eru
komnir til, nevniliga, at tað
eru nóg nógv skip. Nakað
annað er, hverjar typur av
skipum skulu vera í flotan
um, hvat tey ymsu skipafe
legini skulu veiða og hvar
Hetta eru spurningar, sum
vit fara at viðgera í endaliga
tilmælinum
Men fær legmaður klárt
og greitt tikið steðu til und-
antaksloyvi út frá nýggja til-
farinum?
— Hetta haldi eg er nakað
sum landsstýrið sjálvt má
taka steðu til. Tað er eisir
ein politiskur spurningur