Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1982síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

55. árg. * kr. 4,- Nr. 101 * hósdagur 7. oktober 1982 frælsi javnaður brødralag Taka lån til utstykking Býráðið í Klaksvík hevur samtykt at taka lán, 1,2 mill. kr. til vegargerð í samband við útstykking í Árna- firði. Útstykkingarprojekt- ið var klárt í fjør heyst. Tað umfatar 20 grund- stykki. Harav fer kommunan nú at gera átta byggibúgvin. Arbeiðið at gera vegin og byggibúning- ina verður boðið út nú í heyst. Kommunan hevur umsóknir um grund- stykki í Árnafirði. Tann elsta er væl yvir 20 ára gomul. Ongin fiski- kapping Fiskikappingin hjá Lions Club í Klaksvík verður helst av ongum í ár. Hon bleiv avlýst vegna veður og síðani er ymiskt annað komið í vegin, harður streym- ur, konfirmatiónir og fjallið til dømis. Fiskikappingardans- urin bleiv kortini hild- in, tå hann skuldi. Hann gav umleið 8.000 kr. í netto. hd Óvist enn hvussu sparing- in hjá Schliiter rakar i Føroyum Uti i Tinganesi vita tey ikki enn, hverjar avleid- ingar stóru spariætlaninar hjá Schlúter-stjórnini fáa fyri Feroyar, verða tær samtyktar í Fólkating- inum. Johan Djurhuus, skriv- stovustjóri í Landsstýr- inum, sigur, at enn hevur Landsstýrið onki frætt niðrifrá. Tað er tó greitt, at onkursvegna koma spari- tiltekini at raka í Feroy- um eisini. Til demis er ætlanin, at fólk, sum „arbeiða hjá tí almenna, skulu ikki fáa løn fyri fyrsta dagin, tey eru sjúk. Góðtekur Fólkatingið hetta, kemur tað eisini at raka tey, sum arbeiða á statsstovnum í Feroyum, hjá til demis politivald- inum, dómsvaldinum og deildunum á Eirargarði. Týsdagin í næstu viku fara umboð fyri Legtingið og Landsstýrið á fund við ríkisstjórnina. Á skránni fyri hendan fundin er tó bert spurningurin um und- irgrundina, sigur Johan Djurhuus. Hann sigur, at seinni í heyst verður aftur fundur við ríkisstjórnina. Tá koma onnur mál, eitt nú statsstudningurin til havnabyggingar, til við- gerðar. Á fundinum nú tys- dagin luttaka Jógvan Sundstein, Hilmar Kass, Stjórnin ætlar, at tey sum arbeiða hjá statinum, sjálvi skula gjalda fyrsta sjúkradag. Politigarðurin í Havn er eitt av arbeiðs- plássunum hjá statinum í Feroyum Nú skula Havnarmenn fáa bank! Havnarmenn skulu fáa av at vita fríggjakveldið, siga býráðslimir í Klaksvík uttan at rodna. Alt tos fyrr í summar um ársins dystir fánar burtur í onki, tá væl mannaðu liðini hjá Klaksvíkar býráð og Tórshavnar býráð stilla upp á fótbóltsvellinum í Klaksvík í annaðkveld klokkan sjey. Nú skal tað vera, siga teir har norðuri. Býráðini hava tvær ferðir fyrr dystast um bóltin. Fyrst í Havn. Tá endaði 1—1. Og returdystin taptu klaksvikingar 1—3. Í Klaks- vík!!! Vit hava fingið liðið hjá klaksvíkingum. Tað er sterkt. Á pappirinum í hvussu so er: Jógvan við Keldu, Asbjern Lómaklett, Olvheðin Jacobsen, Jógvan Ísaksen, Esmund Jacobsen, Karl Hansen, Kristian F. Olsen, Álvur Zachariasen, Andras Joensen, Vilhelm Johannesen, Christian Olsen, Jógvan Clementsen, Mikkjal á Bergi, Ólavur Thomsen og Knút Olsen. Hesir skula umboða hevuðsstaðin í Poul Michelsen, Essa Arge, Arnstein Niclasen, Leivur Johannesen, Ronald Poulsen, Heðin Mortensen, Ingi Mohr, Jóhann Mortensen, Seren Pram Serensen, Berge B. Hansen, Tummas J. Midjord, Kjartan Kristiansen og Sverri Trónd Hansen. Eisini eitt rimmar lið. Á pappírinum. Fótbóltsdysturin, onkur er so óreinur at kalla hann skemtidyst, er til frama fyri Blindafelagið. Pauli Ellefsen og Johan Djurhuus fyri FL royar. hd hd Feroyskir roykjarar í Sweitz Í hesum degum eru tveir feroyskir fiska- roykjarar í Sweits í erindum. Tað er Julius Johannesen frá Klaks- vikar Roykivirki og Svend Fuglø frå royki- virkinum Samm-fisk i Havn. I Sweits skulu teir kanna, hvussu mark- naðurin har ynskir eitt nú føroyskan laks, tungu og svartkalva roykt. Herfyri var ein um- boðsmaður fyri eina stóra sveisiska fyri- teku í Feroyum og vitj- aði foroysku roykivirk- ini umframt Feroya Fiskaselu. Hann er sera áhugaður fyri at keypa m.a. royktan laks úr Feroyum. Henda fyritøkan inn- flytir árliga umleið 400 tons av royktum laksi. Robert Poulsen, stjóri á Fiskaseluni sigur, at roykivinnan er helst komin fyri at vera. Hann heldur, at her liggja góðir meguleikar, men tað hevur nógv at siga, at vit í sterri mun læra at roykja veruna júst so- leiðis, sum kundin ynskir hana. Tað at roykja fisk er eitt rættiliga krevjandi handverk og arbeiði. Higartil hava feroying- ar roykt hýsu og nakað av eðrum fiski. Tað hevur tikið fleiri ár at finna fram til tað heilt rettu roykingina av hýsini, sum er farin til Bretlands. Nú eftir- spurningurin eftir royktum laksi fer at vaksa er neyðugt at vita, hvussu keyparin ynskir laksin royktan. Fiskaselan trýr uppá royking av fiski sum ein nýggj vinna í Fer- oyum. Í hesum sam- bandi hevur Fiskaselan fingið samband við ein royndan danskan roykjara. Hann hevur arbeitt í roykiyrkinum í meira enn 15 ár, og kemur til Feroya í næstum. Hann skal so arbeiða á Samm-fisk og á roykivirkinum í Klaksvík í eina tíð! jan. Føroyski upsin í vanda — Vánalig vora funnin goymslu í Hirtshals Utflutningurin av fer- oyskum upsablokki er í trupulleikum í > løtuni. Hetta kemst m.a. av ti stóra útboðnum. Bæði norðmenn og týskarar veiða nógvan upsa í let- uni. Men haraftrat kemur, at góðskan á feroyska ups- anum, sum er veiddur í summar og er frystur til upsablokk, er ikki tann besta. Í hesum degum hava menn uppdagað vánaligan fisk í einum »partii« av upsablokki á eini goymslu á Nýfrost í Hirtshals. Tað er enn óvist, hvussu nógv av hesum partiinum er vána vera, men í letuni verður hetta kannað. Vit útflyta rættiliga nógvan upsablokk til Vesturtýsklands, og nú , a utbodid å marknadinum er so stórt, verða tað sett stór krøv til góðskuna. Ti kemur tað ógvuliga illa við nú, at góðskan á før- oyska upsanum ikki er í lagi. Robert Poulsen, stjóri á Fiskaseluni sigur, at málið er rættiliga álvar- samt, og at teir kanna tað í letuni. Hann sigur, at talan er um fisk, sum er veiddur í summar og av- reiddur til fleiri flakavirki kring landið. Summarfisk- urin hevur lyndi at vera ov bleytur og er tí sera við- brekin at fáast við. Nú er so spurningurin, hverjum liði í fram- leiðsluni vána góðskan stavar frá. Her eru fleiri meguleikar. Eitt nú at fiskurin er ov ringur at arbeiða, tí hann er ov bleytur, at hann er ikki nógv væl blóðgaður um- borð og ikki nóg væl út- bløddur ella at hann á landi er ikki arbeiddur nóg væl. Eisini kann tað koma fyri, at fiskurin hevur ikki ligið nóg væl á goymslu. Hesum seinasta vil Robert Poulsen vera við ikki er orsekin. Sjálvur heldur hann, at góðskueftirlitið helst eigur at vera enn strang- ari. Uttan iva krevst betri stýring við veiðu og fram- leiðslu, skulu vit fáa eina góðsku, sum gevur ein góðan prís á marknaðin- um. Ein spurningur, sum onkuntíð hevur verið frammi í hesum tjakinum, er, um nú flakavirkini keypa rætt inn: at tey av ótta fyri at missa bátarnar skráseta fiskin sum A- fisk, tá hann kanska er B-fiskur Poulsen heldur, va eirl ng vid sjálvari hand- teringini av fiskinum bæði á sjógvi og á landi. Tað hava annars verið trupulleikar við upsanum fyrr eisini. Bæði í januar og í mai vóru trupulleikar við góðskuni. — Tað sýn- ist sum at góðskueftirlitið virkar ikki nóg væl ait árið jan