Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 7. oktober 1982 Eigur ísraelska stjórnin at fara frá orsaka av hópdrápinum í palestin ensisku flóttarfólkaleg- unum í Beirut herfyri? Allan Toft Hansen, møbilpolstrari: Eg haldi, at tær ovur- storu kravgongurnar Í Ísrael herfyri, har meira enn hálv mill. fólk mót- mæltu og segdu, at Begin skal fara frá, er eitt tekin um, at Begin og stjórn hansara má fara frá og lata aðrar sleppa til. Blóðbaðið í Beirut fer altíð at verða tengt saman við Begin Hetta haldi eg ikki ísra- elar kunnu lata Sa sær. Eg trúgvi heldur ikki, at Begin í veruleik- anum hevur so stóra undirteku millum jedar í Ísrael og aðrastaðni Jan Miller, blaðmaður: — So avgjert. Begin og hansara fólk gjørdu av at reka allar pales- tinensiskar hermenn út úr Beirut. Aftaná langt stríð fóru hesir úr býnum, men fingu játtan fyri, at ísraler og ST-hermenn vildu ansa eftir konum og bernum, sum vóru eftir í flóttar- legunum. Kristnu her- deildirnar vóru nevni- liga tilreiðar at gera av við allar palestinensarar gavst okkurt hevi. Og tað gjørdu tær so sanniliga eisini. Isra- elsku hersetingardeild- irnar forðaðu ikki hóp- drápinum. Líka mikið um tær ikki vistu av tí, so høvdu israelar åbyrgdina av trygdini hjá fólkunum í flóttar- fólkalegunum, sum jú vóru heilt verjuleys. — Begin-stjórnin má fara frá alt fyri eitt. Tað er uppá tíðina, at Ísrael, fær eina stjórn, sum viðurkennur, at pales- tinensarar eru eitt fólk og skulu hava loyvi at vera til. Teir mistu land sítt. Nú mugu teir fáa eitt nýtt land. Og hetta eigur Ísrael av ellum alvi at hjálpa teimum við. Hvussu við manna- kærleikanum, hvar er bróðurhond tín Ísrael! Børn ikki vaksin við skúlabyrjan tí neyð- ugt við fritidarheimi Í letuni eru um leið 400 bern í veggustovum og barnagerðum í Havnini, meðan tveir barnagarð- ar eru í gerð. Eins og í grannalondum okkara hevur talið av børnum, ið verða ansað á tílíkum stovnum, verið vaksandi, og tað tykist, at poli- tikarar hava góðtikið henda vekstur við teimum utreiðslum, ið fylgja við. Tað er eingin loyna, at sosialút- reiðslurnar í dag fáa mangan lands- og kommunalpolitikara at hveppa seg, og at reddir eru frammi, sum siga, at nú má steðgast við útbyggingini á sosiala ekinum. Í samband við spurningin um frítíðarheim í Havnini kann verða spurt: 1) Hver er grundin til, at so nógv foreldur lata bern síni í barnagarð, sum tekur sær av bernum upp til skúlaaldur? 2) Hava hesi somu foreldur brúk fyri einum stovni, ið kann taka sær av bernunum ein part I dag Anna Sofía í Brekkunum, frítíðarpedagogur av degnum tey fyrstu skúlaárini? 3) Hava politikararnir, ið hava góðtikið byggingina av barna- gerðum gjert sær greitt, at minni enn so øll børn eru nóg sjålv- bjargin til at klåra seg einsamøll vid skulabyrjan? 4) Hevur politikkurin å hesum økinum eins og i grannalondum okkara verið tilvildarligur og eina mest valagn í økonomiskum upp- gangstidum? Ad 1. — Tad er einki nytt i Feroyum, at bæði foreldur arbeiða úti. Tað hevur verið van- ligt, líka síðan sluppfiskiskapurin byrjaði. Tað, sum er nýtt, er, at familjumynstrid — er broytt. Familjan er minni. Tað er trupult hjå eldri syskjum at taka sær av teimum yngru, og hetta av góðum grundum, tá tað sjáldan eru meir enn tvey ella trý bern í hverjari familju og aldursmun- urin ofta lítil. Ommur og abbar búgva aðrastaðni ella hava arbeiði. Úrslitið av hesi broyting mátti Anna Sofía í Brekkunum vísir í Sjónarmiðnum á, at eitt frítíðarheim er eitt natúrligt framhald at barnagarðinum og at frítíðarheimið tekur sær av børnunum, tá foreldrini ikki eru heima. Í niðurstøðu síni sigur hon, at siga, at frítíðarheim er óneyðugt, er ikki at siga annað enn, at bert annað av foreldrunum skal arbeiða úti verða eitt av tveimum: Annað- hvert varð neyðugt, at annað av foreldrunum varð heima ella at fáa til vega stovnar til ansing av børnum. Og úrslitið varð sum kunnugt hetta seinna. Ad 24 Ad 3. — Barnagarðurin tekur sær bert av børnunum upp til skúlaaldur. Nú er tað so ymiskt við bernum, hvussu tey eru búgvin við skúlabyrjan. Van- liga verður roknað við spjaðing upp á 4 år í einum 1. flokki. T.v.s at nekur bern í menningaraldri bert eru 5 ár, meðan onnur eru 9 ár. Skúlatíðin hvenn dag er stutt tey fyrstu árini — 3—4 tímar — og ofta verður mett ymiskar tíðir á degnum. Her er tað so, at frítíðarheimið kemur inn í myndina. Frítíðarheimið er ein stovnur, ið tekur sær av bernum teir tím- arnar av arbeiðstíð foreldranna, tá barnið ikki er í skúla. Frítíð- arheimið hjálpir bernunum at meta rættstundis í skúlanum, at meta rættstundis til aktivitetir eftir skúlatíð, við heimaarbeiði. Frítíðarheimið er stutt sagt eitt natúrligt framhald av barnagarð- inum — ein hjálp til tey 7—14 ára gomlu, sum annars noyðast at ganga fyri vág og vindi. Ad 4. — Havnin er ein lítil býur, men ein byur við stórbýar- eyðkennum. Broytingin í familju- mynsturinum og tann stóra normbroytingin ger tað trupult at vera barn. Politikararnir hava roynt at gera hesar trupulleikar minni við m.a. at byggja barnagarðar. Teir noyðast bara at gera sær greitt, at bern ikki eru vaksin við skúla- byrjan, og tí er neyðugt við einum frítíðarheimi. At siga nakað annað er tað sama sum at siga, at bert annað av foreldrunum skal arbeiða úti, og er tað sagt, skal ikki bert sosialpolitikkurin i Havnini, broytast. Handa var heilt burturvið, Dimma! Ein slík greipa av vreinging- um og pástandum sum í oddagrein Dimmalættingar leygardagin er valla sæð áður. Oddagreinin ger met- ingar um sosialdemokratismu í Sveríki og Danmark. Sosialdemokratiski arbeið- araflokkurin í Sveríki verður lagdur undir at hava máað steðið undan svenska vinnu- lívinum í næstan 50 ár. Og tá tað gekk galið, skiftu velj- ararnir stjórn. Men, vísir Dimma á, tá tað ikki gekk nóg skjótt at beta um mistekini, góvu velj- ararnir aftur »sossunum« álit. Og Dimma kemur við hjartasuffinum: »...I det fer saa rige og velfunderede svenske samfund er mange ting af lave endnu...< Jú, sanniliga. Men ongatíð hevur gingið so nógv afturá — bæði búskaparliga og sosi- alt — sum hesi seks árini, borgarligu flokkarnir skulu eitast at hava stýrt. Uttanlandsskuldin, sum var nærum eingin, er stórliga vaksin. Hallið á fíggjarlógini liggur — minnist meg rætt — um 70 milliardir svenskar krónir. Meira enn í Danmark! Vinnulív og samfelag er erkymlað av borgarligu stjórnarflokkunum, sum minkaðu við meira enn sjey prosentum við valið. Hóast borgarliga vinnan lat 150 mill. kr. til valstríðið ! ! ! Nú veit eg ikki, hvat Dimma hugsar um, tá hon skrivar um tað áður so væl funderaða. Er tað frá tíðini undan, at »sossarnir« fingu stjórnarvaldið (eftir at her- menn, boðsendir av virkiseig- arunum, skutu fleiri arbeið- arar í verkfalli til deyðis), veit eg ikki. Men øll tey árini, svenski arbeiðaraflokkurin stjórnaði Sveríki, upplivdi svenska fólkið ein slíkan framburð í lívsdygd, at makin finst ikki Ongastadir er fólkinum tryggjaðir slíkir ágóðar og demokratisk rættindi. Tað kostar at reka ein poli- tikk, grundaður á hugtakið solidaritet. Soleidis at øll hava javnbjóðis møguleikar og atsteður at virka og liva i. Løntakaragrunnarnir »Den socialdemokratiske mirakelkur«, skrivar Dimma, er at stovna grunnar >...af de rentable svenske virksom- heders overskudsmidler og dele dem ud efter behov til diverse sociale formaal«. Hetta er kjarnin i »samt- lige genvordigheder«. Men teir ætlaðu lentakaragrunn- arnir skulu ikki »dele efter behov til sociale formaal«. Tveir høvudstankar liggja aftanfyri: at demokratisera vinnulívið, soleiðis at løntak- arin í hópi fær åvirkan, og at skapa meguleikar fyri fram- haldandi iløgum í vinnuna. Hví? Tí tað kapitalistiska vinnulívið hevur ikki — ella bert lítlan — hug ella dirvi at gera ílegur fyri framhaldandi at tryggja ein høgan búskap og arbeiði til allar hendur. Tí er skrivingin í Dimmu fullkomiliga burturvið! Um Danmark skrivar hon, at sambært hagtel fer ein »virksomhed i stykker hver dag med tilsvarende arbeids- løshed«. Talið er óivað ov lítið. Men Dimma gloymir tey hagtelini, sum siga, hvussu nógv virki ella fyritekur verða stovnaðar! Fyri ikki so langari tíð síðan var javnvág í. Hóast alt eru fleiri í arbeiði ídag, enn tað vóru, tá arbeiðs- loyvið tók at vaksa í 1973—74. Men tilgongdin til arbeiðsmarknaðin hevur verið sterri enn frágongdin og nóg nógv arbeiðspláss eru ikki skapt. Rosinan í pylsuendanum er henda tulkingin av gen- vordigheitunum: >Det skulle være mærkeligt, hvis ikke det samme bliver tilfældet i Sverige, hvis havldelen af hver endnu rentabel virk- somhed skal eksproprieres til andre formaal end den konso- lisering, der skal til for at modstaa yderligere svækk- else af produktionsomkost- ningerne...< Júst vegna tverrandi ílegu- hug er tankin um lentakara- grunnarnar aktuellur! Talan er heldur ikki um at ekspropriera ella ognartaka. Fleiri møguleikar hava verið frammi. M.a. er skotið upp. at lentakarin letur ein prosentpart standa eftir í virkinum ella letur tað í grunn. Ein annar meguleiki er at lata part av avlopinum, sum lentakarin hevur skapt, fara í grunnar. Soleiðis at vinnan gerst kappingarfer Men ikki á kapitalistiskum fortreytum. Og við tí enda- máli at lata hugtakið demo- krati eisini koma inn um gátt- ina til tað ofta myrkalagda og dulda vinnulívið. soleiðis at endamálið við ílegunum gagna fólkinum — heildini og ikki bert er kapitalistiskur letuvinningur Jóhann Mortensen