Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1982síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

55. árg. * kr. 4,- Nr. 102 + leygardagur 9. oktober 1982 frælsi — Ein avbjóðing at hava psykotiskt barn sigur Karin Margretha Joensen-Næs í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin. Dagny Joensen hevur prátað við hana. Síða 9 javnaður broðralag Sandingar aftur ein frammand: flakavirkið P/f Borgin á Sandi fær ikki lán úr Menningar- grunninum til flakavirkið. Sandingar hava sekt Menningargrunnin um 3 mill. kr. Men hesar pengar fáa teir ikki, hevur Sosi- alurin frætt. Formaður grunnsins, Niklas Foldbo, vil hverki vátta ella avsanna hesi tíðindi. Umsóknin er við- gjørd, men Niklas Foldbo vil ikki siga, hvat urslit nevndin kom til, fyrr enn P/f Borgin hevur fingið svar. Men eftir, hvat Sosialur- in hevur frætt, bleiv um- sóknin ikki játtað. Um hetta hevur sam- band við fundin millum Framhald á síðu 19 —————————————————— Íslendingar og norðmenn móti feroyingum Ein hópur av fremmandum ítróttarfólki í »heimsflokki« vitjar í Feroyum í hesum degum. Frægastu hondbólts- kvinnurnar í Noregi skulu spæla móti Neistanum, fræg- astu hondbóltsmenninir í Noregi spæla ímóti Kyndil og frægastu hondbóltsmenninir í Íslandi spæla ímóti VIF A myndini síggja vit fýra av teimum norsku spæl- arunum frá Stavanger, ið skulu leika móti Kyndil leyg- arkveldið kl. 19. Frá vinstru: Odd Larsen, Ole Reidar Bruseth, Frank Blaker og Jergen Young. Í týsdagsblaðnum segdu vit, at Neistin skal spæla sunnudagin kl. 15. Tað skal vera kl. 14 Viðgongur at hava skotið Politiið i Klaksvik hevur nú funnið fram til ein 17 ára gamlan drong, sum hevur við- gingið at hava skotið við luftbyrsu á staðn- um, har ein kvinna fekk í oyrað, um somu tíð. Hann noktar tó at hava skotið eftir fólki Drongurin skjeyt eftir perum í getuljós- um. Politiið kannar nú, um heglið, kvinnan fekk í oyrað, er komið úr luft- byrsuni hjá dronginum Fyribils er hann skuld- settur hendingina við telefonsteðina í Klaksvík trimum vikum síðani eitt hegl fyri fyri hd Uttan ljós, nummar og koyrikort Klokkan hålvgum eitt hósnáttina rendi eitt prutl á ein bil, sum vendi á hevuðs- vegnum í Runavík. Politiið sigur, at bilførarin varnadist ikki prutlið, tí tað hevði onki ljós. Prutl- ið hevði nógva ferð, tað var útborað, og rakti bilin beint framman fyri bak- hjólið. Tann 19 ára gamli maðurin, sum koyrdi prutlið, varð fluttur á Landssjúkrahúsið og innlagdur til kann- ingar fyri heila- skjálvta. Møguliga er eisini annar fóturin brotin Hann kann vænta at frætta aftur frá politinum. Hann hevði onki koyrikort og mm prutliå hevði ongar nummarplåtur hd Klokkan hålvgum tolv hos- dagin kom eldur í eitt goymslurúm í niðaru lonini á verkstaðnum Vón á Argjum Starvsfólkini gjørdu skjótt av og høvdu sløkt, tå sløkki- liðið kom. Nakað av skaða stóðst av eldinum. Froskmannavenjing tvungin lærugrein í foroyskum skúlum ig } + Havbotnurin og strendurnar kunnu gerast Føroya fram- tíðar »gullnåm« heldur Jørgen M. Olsen i Vági. Einki land í heiminum er betri egnað til skeljafiskivinnu, sum júst Føroyar. Ein ørgrynna av havsins »gimsteinum« gåggum, ødum, kræklingum, krabbum, tara o.ø. — ligg- ur beint fyri føturnar á okkum. Fóru vit at reka vinnu burturav við hesum livandi verum hevði tað givið arbeiði til nógvar hendur og nógvar krónur til samfel- agið. Síða 10 og 11 Æðustovnurin má skerjast Æðan etur allan tann kræk- lingayngul hon kann fáa fatur á. Hetta skapar trupul- leikar fyri kræklinga- alararnar, sum gerast fleiri og fleiri í tali. Ein teirra heldur, at vit mugu minka um æðustovnin. Síða 3