Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S íða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Skattaskjól oddagrein DANSKA fólkatingið hevði orða- skifti um trúntalu nýggja forsætis- ráðharrans hósdagin. Í hesum sambandi høvdu báðir føroysku fólkatingsmenninir orðið. Fólka- tingsmaðurin fyri Sambándsflokk- in fegnaðist um, at donsku tilskot- ini til Føroya vórðu varðveitt í tann mun føroyska samfelagið hevði tørv á teimum. Men hann vildi samstundis vera við, at tað ikki var annað enn natúrligt, at eisini vit merktu nakað til donsku spari- tiltøkini. Tað koma vit helst eisini til. TAÐ, SUM kortini er serliga vert at hefta seg við í samband við sparitiltøk donsku stjórnarinnar, er, hvar og hvussu stjórnin vil spara, og hvussu »peningavaldid« hevur tikið ímóti hesum ætlanum. BORGARLIGA danska stjórnin vil fyrst og fremst spara sosialar út- reiðslur. Kostnaðurin fyri vøggu- stovu-, barnagarðs-, og frítíðar- pláss skal fleirfaldast. Skúlar skulu lata aftur. Nú skulu fólk sjálvi gjalda sín fyrsta sjúkradag. Stjórnin hevur longu lagt seg upp í komandi lønarsamrådingarnar millum arbeidsgevarar og faktel- øgini. Ti nå skal Danmark spara. Nú skal gongd setast á vinnulívið. Nú skal møguleiki gevast til stórri íløgur til vinnulívið, sum tá skal gerast meira kappingarført í mun til útlandið. Við ødrum orðum, so stór sparing og niðurskurður sum ongantíð fyrr, men við tí góða endamáli: at styrkja búskapin í landinum og skapa fleiri arbeiðs- pláss innan vinnuna. HVUSSU hevur so vinnan — ella rættari tað stóra peningavaldið — tikið móti hesum tíðindum? Einum parti av frágreiðingini fáa vit at vita gjøgnum danska blaðið BØRSEN, sum við stórum stavum fegnast um nýggju donsku stjórn- ina. HER VERÐUR kortini ikki talað um fleiri arbeiðspláss. Her verður av gllum alvi lýst við skattaskjóti í t.d. Grønlandi. Eitt blað, sum BORSEN gevur út mælir beinleiðis til, at fólk taka av hesum góða tilboði um at »nidur- frysta sínar investeringskrónura í Grenlandi, sum tikið verður til. TAÐ MAN vera beiskur bíti hjá nýggju donsku borgarligu stjórn- ini at frætta, hvar peningavaldið vil »investera« tær krónur, sum stjórnin vil spara frá ødrum i danska samfelagnum. Er tað lagið at Olof Palme í Svøriki fór til val upp løntakaragrunnar, sum hann trúi meira uppá sum iløguvinarliga sinnaðir enn privata kapitalin tá hann sleppur heilt og fult at ráða sær sjálvum? Nr. 102 — 9. oktober 1982 Ein áminning og ein heilsan Fyri nekrum árum síðani var nærum ein gela spæld í av læknaveiðurskift- unum á Suðuroyar sjúkra- húsið. Eg skal lata vera við at draga tað fram aftur, tí nú er so nógv broytt tí við- víkjandi. Úrslitið av tí stríði, sum har tók seg upp, bleiv, at ein áheitan bleiv send Annfinni R. Nielsen, um at koma sjúkrahúsverkin- um til hjálpar, og bleiv hann settur fyribils. Hetta fyribils hevur nú strekt seg yvir nógv ár, og sum árini eru farin, er eitt læknastarv fyri og annað eftir sett. Læknadømi Føroya er ikki so størt, at tad kann dekka yvir allar læknar. Nu um dagarnar kom eg fram við húsum Ann- finn 's, og síggi, at hann er í ferð við at pakka ein kon- teynara, ger seg kláran at flyta Eg fari at fregnast og spyrji, hvar hann nú fer at arbeiða. og fái at vita, at tað er einki starv til Ann- finn R. Nielsen. Hesum læknanum, sum tá ið á stóð kom Sjúkra- húsverkinum til hjálpar, er einki pláss fyri. Er tað veruliga so galið, at ein feroyingur sum hjálpti sjúkrahúsverk- inum burtur úr eini kreppu fær slíka viðferð. Tað nýtist mær væl ikki at minna á AMARA, læknan sum av einari ella aðraði misskiljan var sett- ur, og sum Annfinn loysti úr starvið. Og nú er ikki brúk fyri føroyska læknanum meira. Kann sjúkrahússtýrið við Suðuroyar sjúkrahús veruliga lata hetta fara. Tað minsta, ein hevur at krevja, er at tit syrgja fyri, at Annfinn verður settur í starv við Sjúkra- húsverk Feroya. Eg vil loyva mær at takka Annfinni fyri tað arbeiðið, hann hevur gjert sum lækni við Suðuroyar sjúkrahús. Og ynskja honum og familjuni, at tað má fara at laga seg til tað besta. Sverre Midjord Tjóðveldisflokkurin: Marknaðarnevndin vildi ikki halda fund um »undirgrundina« áðrenn samráðingarnar Tá ið tað frættist, at sam- ráðingar skuldu verða við donsku ríkisstjórnina 12. oktober um yvirteku av undirgrund og havbotni, vendi tjóðveldisflokkurin sær til formannin í mark- nadarnevndini, Hilmar Kass, um sum snarast at hava fund i marknaðar- nevndini til at vidgera tingmåli um hesa yvir- tøku. Henda áheitan varð send marknaðarnevndar- formanninum í skrivi 28. september. Ikki fyrr enn 7. oktober fekk flokkurin svar nevndarformannsins og var tað sýtandi. For- maðurin ætlaði fund at hava. Í sama skrivi, ið eisini var sent Jógvani Sund- stein legtingsformanni, sum hevur verið leiðari í hesum samráðingum við donsku ríkisstjórnina, metti tjóðveldisflokkurin at eisini hann átti at verða umboðaður í hesum sam- ráðingum. Ikki fyrr enn 7. oktober fekk flokkurin svar løg- tingsformannsins og var eisini tað sýtandi. Leg- tingsformadurin ætlaði ikki at lata nakran av and- steðuflokkunum vera um- boðaðan í hesum samráð- ongan ingum. Tjóðveldisflokkurin átal- ar harðliga bæði sýting marknaðarnevndarfor- mannsins og sýting leg- tingsformannsins. Tað má sigast vera greflgt brot á vanligum fólkaræðisligum reglum fyrst at sýta fyri fundi til at viðgera slíkt týdningarmikið tjóðarmál sum yvirtøku av undir- grundog havbotni og síðan at útistongja and- steðuflokk frá teimum samráðingum, ið skulu vera um hetta mál. Tjóðveldisfl. 7. okt. 1982 Erlendur Patursson Pengar seplaðir burtur í Vági Tað er ikki eiti á býráðs- limir í Vági sepla pengarn- ar hjá skattgjaldarunum burtur. Og býráðsformað- urin er so nógv tann ring- asti — nógv fyri at hoyra. Eg var heilt ovfarin, tá eg las Oyggjatíðindi, har greitt verður frá ymiskum viðurskiftum, ið vanligi borgarin als einki kennir til — men sum tað jú stendur í sama Oyggjatíð- indi, um at kassin skal leka, er vónandi ikki so galið, at summir býráðs- limir eisini eru farnir at leka. Millum annað verður | nevnt at maður hevur fingið len fyri renovatións- koyring, ja tað vildi eg hildið = var óneyðugt. Bukkumaðurin eigur hverki at gerast sjúkur ella fáa summarfrí, og ruskið kundi staðið í friði. Maðkarnir skulu jú eta okkum øll fyrr ella seinri. (Jú fyrr jú betur fyri býráðið). So er tað hjálparmað- urin við skúlan, ið eisini hevur fingið len — guð viti hvat hann hevur gjert. Spell at keldan íkki greiddi nærri frá tí, men Oyggjatíðindi fylgir kanska sum vant málinum upp, so livst og spyrst. Nei nógv betur hevði verið at keypt undirvís- ingaramboð til lærarar og skúla, tí mær vitandi, eru bert mikroskopir til 10 hvenn næming og bert ein violin til hverja skúla- stovu og ikki eiga teir meira enn 3 videomaskin- ur. Síðani er tað líkningar- nevndin ið hevur fingið báði borð og stólar at sita á. Tað haldi eg eisini vera alt ov nógv tá hugsað verður um tá býráðið fyri fáum árum síðani lat gera annað kontór í bygdini fyri 170.000 krónur. Mundi ikki eitt borð verið har til avlops til líkningar- nevndina, stólin hava tey so als ikki brúk fyri tí tey kundu saktans staðið uppi og líkna. Tey eru jú bæði stór og sterk. Keldan upp- lýsir eisini, at lepar liggja í kommunukassanum í staðin tyri pengar. — Munnu tað vera kvittanir og ferðaseðlar frá Nak- skovtúrinum hjá býráðs- limunum í summar. Til seinast vil eg bara geva eini ráð til allar vág- bingar, býráðslimir írokn- aðir, at betur er ein bet- andi hond enn ein spill- andi tunga. Vanligur skattgjaldari í Vági