týsdagur 12. oktober 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 12. oktober 1982
Fukturin so nogvur
at burum er stongt
Lukturin av fukt kennist
vid næsarnar alt fyri eitt,
tú er komin inn i gongina.
Húsið er ikki meira enn
eitt ár. Men loftspláturnar
bólgna niður av vætu í
nærum hverjum rúmi.
Sumstaðir eru tær brotn-
aðar. Dottnar niður!
Fyri einum góðum ári
síðani fluttu næmingar,
sum ganga éseilanum á
Treðni, inn í tað nýggja
næmingaheimið, sum
liggur omanvert á býling-
inum á Múllerstreð úti á
Argjum. Tað er ikki at
taka munnin ov fullan og
siga, at heimið er nærum
óhóskiligt sum bústaður í
tí standi sum tað í dag er í.
Næmingarheimið man
vera eitt tað grovasta
demi um sokallað >byggi-
sjusk« her i Føroyum. Eitt
er, at tad fuktar so illa, at
fyristeðufólkini hava
stongt tað eina búrúmið,
eitt annað er so tað,
at húsið er skeivt og illa
bygt. Ja, so skeivt, at
brúsurnar kunnu íkki
brúkast, tí vatnið fossar
út á gongirnar. Gólvið
hellir tann skeiva vegin.
Kloakkskipanin hevur
eisini fingið sínar ábetur,
soleiðis at hon kann brúk-
ast.
Fukturin kemur íkki
bara úr erva ella úr klædn-
inginum. Eisini úr kjall-
Danski ráðgevin:
tíðindablaðið
aranum. Undir stórum
parti av húsunum, er
moldin ikki grivin av. Tað
er ikki drenað — ella ikki
drenað rætt — og leingi
stóð alt undir vatni og
evju. Hetta hevur eitt
foroyskt byggivirki bett
um við at drena uttanfyri,
soleiðis at tað nú er nøku-
luna turt undir sjálvum
húsinum.
Men moldin liggur fram-
vegis undir húsinum og
har fer altíð at fukta til
uppaftur sterri skaða fyri
húsið, upplýsa byggi-
kenir. Svampur er eisini
komin í bjálkarnar.
Tað er ímóti byggiregl-
um, at mold liggur undir
einum húsi, soleiðis um á
Argjum. Hon skal beinast
burtur og eitt betonglag
leggjast á fyri at halda
fuktin burtur.
Umframt øll hesi brekini
við næmingaheiminum
hendi tað óhappið, at
danska > byggifyritøkan,
Trepas, sum bygdi husini,
før å heysin, so har er
einki at heinta. Trygdar-
peningurin hjå byggifyri-
tøkuni, 300.000 kr., er
partvist bruktur og restin
er ikki nóg mikið til at
umvæla næmingaheimið
fyri.
jo-mo
Síða 3
8
Takið lekur so illa, at loftspláturnar bolgna niður
Næmingaheimið fer at kosta
250.000 kr. at umvæla
Feroyskt byggivirki hevur mett, at kostnaðurin fer at liggja um 450.000 kr., um
arbeiðið skal gerast frá grundini av, soleiðis at tað slepst undan øllum fukti og eðrum
brekum. Sosialstýrið hevur enn ikki svarað, um tað vil geva eina játtan til umvæl-
ingararbeiðið
Húsið skal umvælast.
Men nær farast kann
undir hetta stórarbeiðið er
óvist. Danska sosialstýr-
ið, sum skal geva eina
eykajáttan til umvæl-
ingararbeiðið, hevur verið
heldur trekt at koma við
einum svari.
Danski arkitekturin
Erik Allin, sum er ráðgevi
hjá sosialstýrinum i
byggimålum og sum eisini
hevði eftirlit við bygging-
ini av næmingaheiminum,
sigur, at hann fleiri ferðir
hevur rykt sosialstýrið
eftir eini játtan, mer
higartil uttan úrslit. Ti er
umvælingararbeiðið ikki
byrjað.
Erik Allen hevur eisini
gjert eina kostnaðarmet
ing yvir
arbeiðið. Metingin
250.000 kr. Frá sostalstyr
inum hevur nn biði
eina eykajattar Di
knappliga 2 00 kr
Danski )
at tad er
tion«
m.a. er orsøkin til fukti
Konstrukti:
at hon dregur fukt inn
tað er »slagregn«,
Erik Allin sigur. Tad er
nakað galið við bæði
»vind- og dampsperruni«
Ti skal kædningurin
takast av og ein kapp
setast um alt husid og
nýggju! klædningu
mvælingar
setast á. Erik Allin sigur,
at hetta varð ikki uppdag-
að beinan vegin, tí útvegg-
urin kom í lidnum ele-
mentum.
— Bar ikki til at kanna
hetta, tá elementini vórðu
sett upp?
Nei, tað kundi man
ikki. Tí tað er — kunnu vit
næstan siga — ein fabriks-
loyna.
Tað hevur ljóðað, at
danskir handverkarar
skulu umvæla húsini. Men
Erik Allin sigur, at steða
er ikki tikin til, hver skal
gera tað. Førovingar ella
danir. Men hann vånar, at
støda kann takast skjótt,
tað hastar
Sosialurin spurdi Erik
Allin, um hetta umfevn-
indi umvælingararbeidid
fyri 250.000
Har igur. at tað kann
) ri. Projekt og
ru gjørdar.
st, at eitt
vggivirki er
gera eina
og kostnad-
Hetta virkið er komið til
tað úrslit, at arbeiðið —
um tað skal gerast ordiligt
fer at kosta um 450.000
kr.
Fá er eisini roknað við,
11 idin skal gravast
ikjallaranum«.
Eftir ti, Sosialurin hevur
fingið upplýst, er hetta
ikki við í ætlanini hjá Erik
Allin.
Eisini hevur Sosialurin
fingið upplýst, at foroyska
virkið ikki skal gera
arbeiðið, tí tað er ov kost-
naðarmikið.
Tað halda kortini ikki
serkenir, Sosialurin hevur
tosað við. Teir rokna tí
við, at ætlaða arbeiðið
verður »lappari«, sum
kanska aftur skal betast
eftir stuttari tíð. Tí, sum
teir siga, fuktur situr alla-
staðni, og teir meta ikki,
at ein kappi runt um húsið
fer at beta um henda
trupulleikan.
Byggikostnaðurin fyri
næmingaheimið var
tríggjar milliónir kr. Tá
arbeiðið varð boðið út,
bjóðaði eisini feroyskt
virki, men tað danska
byggivirkið fekk arbeiðið,
tí tað lá niðanfyri, men
hvussu stórur munurin er,
tá hesar umvælingarnar
eru gjørdar, hevur Sosi-
alurin ikki fingið kannað.
Sosialurin hevur fleiri
ferðir roynt at fingið fatur
á Ditlevi Olsen, fyristeðu-
manni á Skúlanum á
Treðni, fyri at fáa eina við-
merking frá honum til
málið, men uttan úrslit.
jo-mo
Umframt skeivleikar í útveggunum er húsið eisini
skeivt, t.d. hesin veggurin
At síggja til, sær næmingaheimið hjá Skúlanum á Trødni snotuligt út, men í í
anum er talan um »byggifusk«. Heimið er bert eitt år. Tað er longu umvælt
an pening og nú bíðar ein umvæling fyri kanska 200.000—300.000 kr.
i