Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. oktober 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ólavur Gregersen er sætta frystifarmaskipið, bygt á Skála. Hann tekur 10.000 kubikkfetur meira enn hini. Hetta fekst við at longja bakkan. Ólavur Gregersen hevur 2400 hesta Nohab maskinu og brennur tung- olju. Ferðin týsdagin var 14,3 fj. Skipið er skrásett í Getu. Í næstu viku fer tað til Íslands. Lidugur á ólavseku. Fer nú í sigling Tað hevur nú eydnast at fáa frystifarmaskipið Ólav Gregersen í sigling. Góðar tveir mánaðir eftir at skipið var liðugt. Stersta skipafelag í Is- landi, Eimskip, hevur leigað Ólav Gregersen Sáttmálin er fyri eitt ár, men kann endurnýggjast tvær ferðir. Eru báðir partar nøgdir, verður skipið soleiðis í sigling fyri íslendingar til út á heystið 1985. Fólk frá Eimskip koma til Feroya í næstu viku eftir Ólavi Gregersen. Og fyri at tosa við feroyingar um víðari samarbeiði um flutning av frystigóðsi. Eftir hvat skilst, eru feroyingar komnir longur enn íslendingar á hesum eki. Leigan av Olavi Gre- gersen er tí eisini sela av know-how í flutningi av frystigóðsi. Tungt tak Olavur Gregersen handaður eigaranum, Pir Drekanum, tysdagin ÁA teimum rødum, sum vórðu hildnar við borð- haldið umborð í tí sam- bandinum, skiltist, at tað hevur verið eitt óvanliga tungt tak at fáa hetta skipið liðugt. Trupulleik- arnir byrjaðu, tá Olavur varð Gregersen, sum læt skipið byggja, doyði. P/f Kosmos í Getu átti tá 75% í skip- inum. Men tá Olavur Gregersen fall frá, fór parturin hjá Kosmos niður í 25%. Skipafelagið Fer- oyar yvirtók 25% og Skála Skipasmiðja 25. Hini 25% í P/r Drekanum eiga ymiskir privatir, til dømis Tummas Ørv og Meinhard Halvdånsen. Nyggja skipid kostar 39 mill. kr. Tad er figgjad vid 80% ur Skibskreditfond- inum, tað er tann lagaliga fíggingin við 14 ára aftur- gjaldingartíð, 10% banka- lánum og 10% eginpen- ingi. Sáttmálin Tað ber ikki til at fáa at vita, hvussu sáttmálin við Eimskip er. Annað enn tað, at hann í hvussu so er ger tað, at P/r Drekin kann svara hverjum sítt Níggju mans vera við Olavi Gregersen, nú hann skal sigla millum Ís 1and og fyri tað mesta Bretland og Týskland. Skiparin og meistarin vere feroyingar Tað bar heldur ikki til at fáa gjelligar upplýsingar um hinar sjey. Men helst verða teir íslendingar. hd €" Á Annar feroyingurin, sum við vissu verður við Ólavi Gregersen, er skiparin Theodor Poulsen av Toftum. Hann hevur áður fert Lóm Jazzrokkur við toppmusikarum So hevdi Jazzfelagið aftur eitt gott kort at leggja á borðið: Apocalypse Apocalypse = er (frá vinstru) Lennart Gruvstedt, trummur, Alan Botschinsky, trompet, Bo Stief, bass og hálending- urin Jasper van Hof. key- boards Teir spæla i Perluni leygarkvøldid og i Ut- varpshøllini sunnudagin kl. 17,00. Bo Stief er helst tann, sum er kendastur her å sviin okkara leidum. Hann var i Føroyum í 1980 við bólk- inum Mirror Annars gjordist hann kendur fyri tíggju árum síðani, tá hann spældi í Midnight Sun. Tá skrivaði enska tónlistarblaðið Melody Maker, at hann var besti bassspælarin eftir Jack Bruce (Cream m.a.)' Bo Stief hevur eisini spælt í Entrance. Og hann er eisini at hoyra á plátuni hjá Brongi, Víðari