Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

formanninum í sóknar Dimmalætting 12/10—82. Har verður sagt, at bygd- tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen avgerð oddagrein Nobels fridarheidursløn er nú latin mexicanska politikaranum, García Robles og svenska friðargransk- aranum, Alva Myrdahl. Robles verður heiðraður, tí hann meira enn nakra einstaklingur eigur æruna av, at Latínamerika er vorðið lýst sum kjarnorkuvápna- leyst ski. Alva Myrdahl fær lønina fyri sítt áhaldandi virksemi fyri friði, fyri sína friðargransking og fyri tað arbeiði, hon hevur gjørt fyri at gera Nordurlond til eitt oki uttan kjarnorkuvápn. Bæði eru tey dyggir stuðlar hjá fridarrørslunum og heidurslønin er ti ein moralskur studul til øll tey mongu, sum virka í hesum rørsl- um, og til øll tey, sum eru í móti kappingini um at hava so nógv atomvåpn sum møguligt. Tað eru sostatt allar góðar grundir til at fegnast um avgerðina hjá norsku Nobelnevndini. Samstundis sum útvarpið bar tíð- indini um Nobelprísirnar, upplýsti útvarpið við amerikanska friðar- stovninum sum keldu, at tað nú eru so nógv atomvápn í heim- inum, at nøgdin svarar til 4 kilo av trotyli (spreingievni) fyri hvort tað einasta menniskja á jørdini. Tað er júst vandan við vápna- mongdunum, sum Alva Myrdahl hevur víst á. Hon hevur ferð eftir ferð víst á, at sjálv vápnanggdin kann føra til eitt heimsumfatandi kriggj við tað, at herstjórar í longd- ini ikki vilja lata sær lynda at liggja inni við vápnum, sum teir íkki fáa roynd! Oman á hetta kemur so tann standandi vandin fyri, at eitt atom- kriggj kann verða útloyst av mis- gávum ella av tekniskum brekum í Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f prossen 1981 Myrdahl og Robles — ein góð teimum sera fløktu åvaringarskip- anunum. Allur friðarspurningurin kemur okkum her í Føroyum líka so nógv við, sum fólkunum úti í heiminum. Eisini vit hýsa hernaðarligari út- gerð og eru partur av einari skipan, sum byggir á terror- balanca og kjarnorkuvápn. Henda skipan varð noydd inn á okkum og tað ber í longdini ikki til at góðtaka hesa støðu. Eisini vit hava eina fridarrørslu, sum eigur allan stuðul uppibornan frå føroyingum. Men øll, sum virka fyri fridi og avdubbing, mugu gera sær greitt, at fortreytirnar skulu vera í lagi, um ein fridarrørsi- an skal verða tikin í álvara og hava ávirkan. Hetta merkir, at tú kanst ikki tala um frið uttan at nevna El Salvador, Afghanistan, Polen ella Miðeystur. Hetta merkir eisini, at fólk mugu skilja, at friður verður ikki fyrr enn tær djúparu orsøkirnar til kriggj eru fyribeindar og hetta vil so aftur siga, at stríðið fyri friði er eitt standandi stríð ímóti undirkúgan, åtpining, hungri, sjúkum og nått- úruoyðilegging. At enda skulu vit vísa á, at tað ikki eru øll her í landinum, sum taka undir við arbeiðnum fyri friði og uppskotinum um færri kjarnorku- vápn fyri ikki at tala um tí hugtaki sum nevnist »Nordurlond kjarn- orkuleys«. Dagblaðið og Hin føroyski Fólka- flokkurin hava av ollum alvi roynt at jarðleggja tær fáu og veiku nál- irnar til eina føroyska fridarrørslu. Hetta kann ongan undra, sum kennir muruna í Fólkaflokkinum! Javnadarflokksins støda er greið: Vit taka undir við og stuðla av fullum huga allar rørslur og øll tiltøk, sum kunnu styrkja fridin og vit fordóma alt, sum setir friðin í vanda. »Avtofting« av bygdunum Mær neyðarróp frå bygdarráðs- var lesandi eitt Sumbiar ur kommunu í hæli. hevur in (Sumba) má ikki avtoft- ast, ti sum er nú, so gong- vid fullari Borgarliga alternativid sermerkt ferð eftir við sær, at ikki bert BS SOSTalurin "nei til Gásadals, millum annað á tann hátt. at ført verður ein avtoft- ingarpolitikkur, sum førir Sumba, men nógvar aðrar seg . stadir gongur beint eftir Nr. 105 — 16. oktober 1982 Nu er neydugt vid styring! | útvarpssendingini »Flakavirkini og råvøru- grundarlagid«, sum her- fyri var i útvarpinum, blivu vit lurtarar gjørdir enn meira varugir vid teir trupulleikar, flakavirkir, politikkarar, fiskifreð- ingar og aðrir avvarandi myndugleikar standa yvirfyri, serliga nú 2 flaka- virkir eru komin afturat. Verandi kapasitetur hjá flakavirkjunum kring landið er alt ov stórur sum er. Verandi kapasitetur hjá fiskiskipaflotanum er somuleiðis alt ov stórur sum er. Fyri at tey flakavirkini, sum eru komin afturat, skulu fáa nógmikið av råvøru, so tosa stjórarnir á hesum flakavirkjum um at útvega enn fleiri skip. Um vit síggja trupul- leikarnar flakavirkini, fiskiskipini og harvið sam- felagið hevur at stríðast við út frá einum fíggjar- ligum sjónarmiði, so vita vit, at jú fleiri flakavirkir vit hava, jú dýrari er fisk- urin pr. framleiðslueind. Jú fleiri skip vit hava, jú dýrari er tann negdin av fiski, ið kemur upp á land, um vit halda okkum innan tær rammur, fiskifrød- ingar meta vera forsvar- ligar pr. framleiðslueind. Ti råvørunøgdin til flaka- virkini = seinastu árini hevur verið rættuliga stødug. Men útbyggingin av flakavirkjum og keyp av skipum er og hevur tí- betur ikki bert verið ein spurningur um effektivi- tet og rationalitet. Tað hevur verið hugsað um at útvega fólki á teimum smærru plássunum arbeiði við byggingini av hesum flakavirkjum. Hesi gongd má man geva flokk- unum vinstrumegin miðj- una æruna fyri. Hvussu stór ein tilik spjaðing eigur at vera innan tær ávísu vinnu- greinirnar, er sjálvandi ringt at síggja framman- undan við neyvum telum. Men eitt skuldi verið greitt. Ein tílík spjaðing av tilvirkingarliðinum — í hesum føri flakavirkj- unum — kann ikki á nakran hátt verða drivið rímiliga, um ikki aðrar greinir, sum beinleiðis eru avgerandi fyri trivnaðin hjá áðurnevndu grein, yerða riknar í samvinnu við hesa. ' Tað er í dag neyðugt at samskipa verandi veiðu og tilvirkingar orku innan fiskivinnuna, um ætlanin er at varðveita tey arbeiðspláss, sum nú eina- ferð eru komin úti á bygd- unum. Um íkki hetta verður gjørt, so er vandi fyri, at flakavirkini verða ein so stór byrða bú- skaparliga, at tey mugu avmarkast — kanska stedgast i einstekum førum. At samvinnan millum flakavirkini ødrumegin og fiskiskipini hinumegin ikki er ov góð, eru úttalils- ini frá virkisleiðarunum í herfyri eitt tað tvdiligasta dømi um útvarpinum Teir tosaðu veruliga, hver í sínum lagi um, at skuldu teir fáa nokk a ráveru, so máttu skip keypast ella byggjast. Hetta, sjálvt um báðir tveir eru greiðir yvir, at vit hava ein yvirkapasitet av skipum — ella veiðu- orku — í mun til hvat fiskifrødingar meta vera forsvarligt at fiska årliga. Vit vita somuleidis, at fiskur å einstøkum virkj- um verður tikin inn sum fyrstafloksvera, og fer út- aftur av virkinum sum annað- ella triðjafloks- vera. Orsekin er, at flaka virkið hevur fingið so nógvan fisk inn í senn, at tað ikki er ført fyri at arbeiða hann undan. Hetta hendir alt meðan onnur flakavirkir eru í uppiløgu við fisk. Fyri mær at siggja er tað bert ein loysn! Landsstýrið má á ein ella annan hátt í samráð við flakavirkir og skip fáa heimild til at avgera til hvat flakavirki skipini skulu avreiða tann ávísa dagin — vikuna. Bert á tann hátt kunnu vit tryggja øllum flakavirkj- unum í Feroyum eina so trygga ráverutilgongd sum tað nú einaferð letur seg gera. Treytin fyri at hesi skip skulu koma undir hesa stýring, má ella kann vera, at tey fáa rakstrarstuðul. jfd. »Keldan« hjá Oyggjatidindi Harra blaðstjóri Eg ætli ikki at gera nakað kjak burtur úr hesum. Eg kann ikki siga annað enn, at hetta kom mær illa við, gelan sum >Keldan< úr Vági ber fram persón- lga at leggja Andreas Petur undir tjóðarí. Persónliga haldi eg, at hetta er ein so fúl og grov skuldseting, at »Keldan« skudli komið i bolt og jarn fyri tað, sum hon hevur sagt. Tað má vera sum »Kelda«, ið Oyggjatíðindi hevur, spýr gor og gall út, tí hon ikki kann útrætta tað, sum Andreas Petur kann fullfera. Eg haldi og meini, at »Keldan« situr í býráðn- um, tí annars kom alt hett- ar ikki út. Tær lygnir, ið út eru slongdar! Hava tit ikki tagnarskyldu, tit sum sita í býráðnum. »Keldan« má koyrast út úr Vágs býráð og ongantíð for skjótt. Tað man ikki vera so ringt at vita, hver hon er. Vit borgarar í Vági krevja, at tað kemur upp um »Kelduna« og hver hon er. Mín egna meining um Andreas Petur er, at hann er hjálpsamur á øllum ekjum, ein maður sum eg respekteri. Vágur 12/10 82. Harmur A ———€øGG A ——in hæli. Teir glottar fyri bygdirnar, sum vóru undir seinasta landsstýri at hóma, eru burtur nú. Sitandi landsstýri byrj- aði sítt arbeiði við at siga nei til havnagerð í Skopun, síðan nei til tunn- ilsgarð í Norðoyggjum, nei til Sumbiar. Helikoptara- flúgvingin var eil lítil bati, men eisini hon var brátt steðgað aftur. Onkur bygd hevur roynt at fingið sær eitt virkið upp at standa, eitt nú heima á Sandi, men hetta er líka við at vera kvalt í fødingini av sitandi landsstyri, og fær ongar sømdir. Hóast tað, so sigist hetta landsstýri at hava bygdarmenning sum målsøki, og ein av lands- stýrismonnunum sigst vera bygdarmenningar- málaráðharri, men valla nakar veit hver, kanska heldur ikki viðkomandi landsstýrismaður sjálvur, og politikkurin ferir tann beint evugta vegin — eftir hæli við fullari ferð. To onkustaðir í megin- økinum glógvar tað i, ti ein tunnil verður gjørdur afturat i Eysturoy — henda oyggj må sjálvandi fáa tað, hon krevur, fyri at mennast. Eisini fekk Tórs- havn einasta undantaks- loyvi til at innflýta ein trolara, — Tórshavn hevur eisini hjálp fyri neyðini. Pauli Ellefsen, legmaðr og Olaf Olsen, varaløg- maður, tykkara politikkur er bert at flyta meira úr landskassanum til tykk- ara kapitalistavinir í meg- inøkinum í Feroyum, har tit báðir og tveir lands- stýrismenn aftrat eru valdir, og so sektin liggur á, hvussu bygdirnar og út- jaðaragkini trívast. Tit arbeiða fyri tykkara egnu atkveðum og áhuga- málum. Vónsvikin sambandsmaður