hósdagur 21. oktober 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Tað sprettur og grør — men
hvar?
skrivar Sverri Midiord,
Tveroyri, Sosialinum,
hvar hann m.a. leggur
Menningargrunnin undir
at hava ávirkað, ja stílað
so fyri. at virki sett á
stovn í Suðri eru endað og
bygd norðanfjerðs. Henda
hansara illgruna og ill-
gitan byggir hann uppá:
„Men og tí, sum mær er
sagt. er hettar slíkt<
Sverri skrivar soleiðis:
Ai nú er virk; á Viðareiði
farið framleiða
undir at
pappír (W. C.pappir og
keksrullur)...at eitt slíkt
virki stovnað í
Sandvík, er mær sagt. og
at teirra hugskot var tað
fyrsta
Veruleikin er hesin:
Viðv. framleiðslu av
pappirsverum í Sandvík
P'f Oddin, Sandvik:
Tann 9/3—81 biðjur P/f
Oddin um at fáa nágrein-
liga at vita treytir v.m. um
var vist
lan og annan stuðul úr
Menningargrunninum.
Samstundis sigur fel-
agið, at so skjótt teir hava
fingið til vega yvirlit fyri:
1) rakstrarætlan 2) iløgu-
ætlan og 3) marknaðin,
verður hetta sent grunn-
inum.
Tann 23/3—81 sendir
grunnurin »P/f Oddin<
umsóknarblað og sigur
annars, at tað sambært
vidtøkum og lógum
grunnsins onki er til hind-
urs fyri at stuðla einum
evt. projekti.
Síðani hoyrir grunnurin
onki aftur frá felagnum.
Tann 156—82 fær
grunnurin umsókn um
stuðul til somu fram-
leiðslu frá felag á Viðareiði
— tó við nágreiniligum
projekti, figgjar og
rakstrarætlan v.m. Og
eftir at hava kannad
projektid gjølliga, sam-
tykti nevnd grunsins at
studla projektinum.
Tann 26/6—81 mælir Ið-
naðarstovan P/f Oddin
ikki at fara undir at seta
upp ætlaða virki. Í hver-
fall ikki í løtuni
Menningargrunnurin
hverki kann ella hevur
loyvi til at bíða í áravís
eftir einari umsókn, og
samstundis avvísa allar
aðrar umsóknir tess
vegna.
So nevnir tú, Sverri
Midjord eisini roykivirkið
í Porkeri sum tær er sagt
frá. Veruleikin er hesin: At
Menningargrunnurin onga
umsókn hevur fingið úr
Porkeri (ella úr Oyndar-
firði) um fíggjan av royki-
virki.
Tó skal viðmerkjast, at
Menningargrunnurin ger
eina kanning av, um tað er
»lønsamt« at fara undir
roykivirki í letuni. Figgj-
arliga úrtekan — vinning-
urin — av teimum báðum
verandi roykivirkjunum
hevur verið ymiskur og
ikki alt ov ljósur.
Annars skal eg upplýsa
tær Sverri Midjord, at í tí,
sum er farið av árinum
1982, so hevur Menn-
ingargrunnurin veitt kr.
11,7 mill. sum lán, studn-
ing, rakstrarlán og ved-
hald til ymisk tiltek í
Suðuroy. Hettar hevur
givið 91 nýggj arbeiðsplás
í oynni.
Omanfyri nevnda er so
veruleiki og ikki annað,
sum »mær er sagt frá< —
»rennur mær í huga<
o.s.fr
Vágur tann 18. okt. 1982
Ove Mikkelsen
Nevndarlimur í
Menningargrunninum
P. S. Mín góði vinur Sverri
Midjord, næstu ferð tá
„tær verður okkurt for-
talt«, so kann tú málið,
áðrenn tú alment í bløðum
og í illgitingum hongur
stovnar ella persónar út
fyri líkt og ólíkt.
Meguliga hevur nýtslan
av sleygusegum verið
politiskt vápn í háborg
javnaðarmanna á Tver-
oyri. Men góði vinur, tann
tíðin er farin, tí nú á
degum hugsa fólk meiri
um tingini. Og sannleikin
roynist nú einaferð í
longdini — í longdini —
best.
At enda eini vinarráð:
Trúgv onki av tí, sum tú
hoyrir, og bert helmingin
av tí, sum tú sær. Tí so fær
tú ikki heilt skeivur. Og
sum lokalpolittikari — á
Tveroyri stakliga — átti
tú at vita at alt tað ein
hoyrir, ikki altíð er líka
eftirfarandi.
Heilsan vinur tin Ove
Ætlað idnadartiltøk í Suðuroy
Undir hesum heiti skrivar
huldumaðurin J.K.P. í
Sosialinum sipandi til
grein Sverra Midjords um
sama mál.
Fyri ikki at endurtaka
meg, fari eg at biða teg
lesa mítt aftursvar til S.
M. vidv. P/f Oddin, og
viðv. roykivirkinum í Por-
keri, sum eg skal hava
verið við at flyta til Kolla-
fjerð. men, sum, nevnt, so
hevur Menningargrunn-
urin onga umsókn fingið
um stuðul til roykivirki,
hverki í Porkeri ella Kolla-
firði.
Viðv. »Sagverk Føroya«
sum ætlað var at byggja i
Vågi, so hevur Menningar-
grunnurin gjørt gjellar
kanningar viåv. tørvinum
av einum slikum virki eins
og hvørvitt slíkt verður
lønandi, jåttadi Mnrgr. lån
til figgjanina eins og
Tess styttri les-
arabrøvini eru —
tess fleiri sleppa
vid
rakstrarlån. Ti kanningar
vistu, at um vanlig figgj-
an fekst, bar virkið seg við
einans at eiga ca. 14% av
innflutnum skornum vidi
til Føroya. Men tiverri
sýtti Ídnaðargrunnurin
lán, so fyri at verða len-
samt skal virki nú fáa 33%
av innflutninginum. At
virkið ikki er bygt enn er
ikki Mnrgr. skuld, men
tervandi samarbeidsvilji
frá Vágs kommunu o.a.
Men verður tða nú bygt í
Lopra í næstum. Viðv.
beding á Tveroyri, so
hevur Mnrgr. onga
umsókn fingið um naka
slíkt tiltak.
Men viðv. Vágs skipa-
smiðju gav Mnrgr. tann
25/12 1980 tilsegn um
stuðul, um onnur fígging
eisini fekst til vega.
(Hendan tilsegn er nú fyri
langt síðani blivin til enda-
lig játtan).
Men tíverri vildi
Idnaðargrunnurin einans
verða við her við óvanliga
herðum treytum viðv.
eginpeningi. Kravdi hægri
prosent í eginpeningi, enn
vanligt praktiserað,
meðan Mnrgr. helt seg til
vanligan praksis.
Hví nevnd Ídnaðar-
grunnsins ikki hevur sett
seg føra fyri at ganga
hesum báðum umsóknum
á meti, duga teir sjálvir at
svara fyri, og er mær sum
nevndarlimur i Mnrgr.
óviðkomandi.
Og sum nevnt til S. M.
so hevur Mnrgr. bert í år
— 1982 — veitt ca. 11,7
mill. kr. sum lán, studn-
ing, rakstrarlán og veð-
hald til ídnaðarfremjandi
mál í Suðuroynni og har-
við hjálpt til at útvega 91
nýggj arbeiðspláss í
oynni.
So sum tú sær, so er
onki, sum haltar her, og ei
heldur hevur Suðuroyar
nevndarlimurin í Menn-
ingargrunninum verið við
til at bera arbeiðspláss
burtúr úr oyggj okkara.
Nevnd grunnsins rekur
ikki lokalpolitik av
nekrum slag, hverki so
ella so, eins og avgerðir
grunnsins aldrin hava
verið ávirkaðar av nakrari
politiskari áskoðan.
Vágur tann 18. okt. 1982
Ove Mikkelsen
Framhald av síðu 9
básurin hjá BW-meblum
varð kosin sum vakrasti
básur á stevnuni.
Nú er so góður mánaður
farin, síðani stevnan varð
hildin. Bergur Wardum
sigur, at tey hava havt úr
at gera á verkstaðnum á
Spógvavegnum. Tey fingu
nogvar bíleggingar á
stevnuni, sum nú verða
avgreiddir. Harumframt
vitja dagliga fólk niðan á
virkið at síggja, hvussu
hesir polstradu føroysku
møblarnir verða gjørdir og
siggja ut lidnir. Bergur
Wardum sigur, at nakað
væl er selt síðani virkið fór
i gongd. Tey hava nokk at
gera til jóla, men megu-
leiki er at ekja um fram-
leiðsluna fáa tey nýggjar
ordrar.
Verður talan um sterri
bileggingar, so hevur virk-
ið meguleika at seta fleiri
fólk at arbeiða við hesum.
Umframt at gera nýggjar
meblar hevur virkið eisini
verkstað, har gamlir mebl-
ar verða umvældir.
Uppá fyrispurning um
virkið ikki ætlar at vera
við í sterri projektum, har
talan er um at gera meblar
til stovnar, fyritekur og
slíkt sum Hotel Føroyar
og Norðurlanda Húsið,
sigur Bergur Wardum, at
hetta er nakað, sum hann
vónar kann gerast veru-
leiki eisini.
Kappingarferir
— Vit hava nú víst, at vit
eru kappingarferir við út-
lendskar meblar. Nú skal
so tíðin vísa, um vit eru
kappingarferir við aðrar,
tá talan er um at hópfram-
leiða meblar. Sjálvur haldi
eg, at vit vera kappingar-
førir, og ti er tað við góð-
um treysti, at vit fara at
bjóða uppá Þpolstraðar
meblar, ið eitt nú skulu
gerast til nýggja Hotel
Feroyar.
Bergur Wardum vísir tó
á, at tað nú er eitt ár síð-
ani, at útbjóðingartilfarið
uppá meblarnar til Hotel
Feroyar skuldi koma út.
Hetta hevur verið útsett,
og enn veit hann ikki, nær
meguleiki verður at síggja
útbjóðingartilfarið.
— Er tú vísur í, at
polstraðu meblarnir verða
bodnir út?
— Tað havi eg alla tíðina
tikið sum givið og havi tí
bíðað spentur eftir tí. Men
nú fer tíðin at líða, og
hotellið skal verða klárt at
taka í brúk í mei næsta ár.
— Kann hetta íkki
skerja tínar meguleikar at
vera við at bjóða uppá
møblar til hotellið?
— Tað er greitt, at jú
longri bíðað verður við at
bjóða út til listatión, tess
styttri tíð hava vit um at
gera meblarnar. Tá trúgvi
eg eisini, at leiðslan fyri
hotellið fer at taka tað
virki, sum hevur sterstu
framleiðsluorkuna og
kann lata meblarnar uppá
stytstu tíð.
Nr. 107 —
— Men eg havi skilt, at
eisini feroysk virki skulu
hava ein meguleika at
bjóða uppá meblar til
hotelið so hesum rokni eg
við, at leiðslan fyri bygg-
ingini tekur hædd fyri. Eg
má tó viðganga, at ein er
farin at ótolnast eftir lisi-
tatiónini.
Týdning at vera við
Vit spurdu nú Berg War-
dum. um tað hevur nógv
at siga fyri virkið, at tað er
við til at bjóða uppá tílíkt
sum møblar til Hotel Fer-
oyar. Til tað sigur hann, at
hetta er ein stór avbjóð-
ing. og at tað er stórur
áhugi frá hansara síðu at
vera við í einum slíkum
projekti. Skuldi tað hent.
at okkara virki fekk eitt
slíkt arbeiði, so hevði
hetta týtt nógv fyri
okkum í framtíðini og fyri
framleiðsluna av feroysk-
um meblum, leggur
Bergur Wardum aftrat.
Viðvíkandi meblum til
Norðurlandahúsið sigur
Bergur Wardum, at har
hevur kendi finski arki-
tekturin Alvi Alto teknað,
og meblarnir verða gjørdir
í Finlandi.
— Men hvussu verða
BW -meblar seldir, spurdu
vit at enda Berg Wardum.
Til tað sigur hann, at
higartil er selt frá virk-
inum. Hann hevur enn
ikki tikið endaliga steðu
til selupolitikkin, men
sigur, at tað er so nógv at
fáa í rætt lag í hesi inn-
koyringartíð, at hann ikki
hevur tikið endaliga stødu
Óli í Áarstovu
Stavnamaðurin var
komin í Sandoynna,
men tordi ikki aftur
vegna veður. Ol-
mussudýrið ræðist
sjógv.
Eg visti tað altíð.
Reyparin hevur ikki
pissað í saltvatn.
— €
21. oktober 1982
til, hvussu selan av møbl-
unum skal fara fram í
framtíðini.
Innkoyring av nýggju
framleiðsluni krevur nógv
av teimum 5 star“sfólk-
unum.
Bergur Wardum er 3.
ættarlið í meblayrkinum.
Abbi hansara, Hans P.
Poulsen, byrjaði fyri 55
árum síðani, og tók seinni
pápin Bena Wardum yvir.
Hesi ár hevur mest verið
arbeitt við at umvæla
gamlar meblar men eitt
skifti var eisini nógv gjørt
av nýggjum polstraðum
meblum.
Tað hevur annars verið
dreymurin hjá Bergi
Wardum hesi seinastu 10
árini at faraundir at fram-
leiða møblar aftur, eftir at
henda framleiðsla datt
niðurfyri eftir kriggið.
Nú fyri góðum mánað
síðan gjørdist hetta veru-
leiki.
Eg satsi fyrst og
fremst uppá góðsku, sigur
Bergur Wardum. Vit
skulu gera nakað, sum
fólk eru negd við. Vit
kunnu tí eisini lata fleiri
snið av meblum í 10 ella
20 ymsum litum. Fólk
kunnu bert koma á virki
og velja sær ein ávísan lit.
Eisini hava vit meguleika
at beta tað aftur, sum
verður oyðilagt, eitt nú
um ein siggarett brennir
hol á eina sofu. Tá kunnu
fólk koma við sofuni, og
vit seta nýtt stoff á tað,
sum er oyðilagt.
jan
Ein umbering
Tað kemur fyri, at vit
fáa sendandi onkra
»g6da« frá lesarum til
at seta undir skemti-
teigin Oli í Aarstovu.
Tað kemur eisini fyri,
at vit fáa onkra
„minni góða<. Tað er
eisini komið fyri at
onkur av hesum sein-
ast nevndu er komin í
blaðið. Orsøkin er, at
vit hava ikki ansa
nóg væl eftir, og tað
eru vit ógvuliga hørm
um.
Ein skemtisøga .
skal ikki vera ónd-
sinna. Tá er hon ikki
skemtilig longur. Tá
rakar hon á skeivum
stað og hon kann
raka meint. Hetta
hevur ongantíð verið
ætlanin við hesum
teigi og vit vilja gera
okkara besta við at
ansa betur eftir í
framtíðini.