leygardagur 23. oktober 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Biaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Hvar var Sambandsmaðurin?
oddagrein
TAÐ VERÐUR mangan havt á
máli, hvønn tydning føroyska
fólkatingsumboðanin hevur. So-
kallaðu sjálvsstýrisflokkarnir eru
vanir at halda ógvuliga hánt um
hesa umboðan, hóast fáur er so al-
tráður sum júst teir, tá tað ræður
um at vera valdur har. Sambands-
flokkurin harafturímóti hevur altíð
bedýrað, hvenn stóra týdning
hendan umboðan hevur. Somu-
leiðis hevur Javnaðarflokkurin
verið av teirri åskodan, at
føroysku fólkatingssessirnir skulu
varðveitast m.a. við teirri grund-
geving, at har føroysk áhugamál
eru til viðgerðar, skal hin foroyska
røddin eisini vera at hoyra.
OG HETTA hevur føroyski um-
boðsmaðurin á dana tingi roynt at
liva upp til. Bæði teir undanfarnu
og núverandi fólkatingsmaður
floksins. Hann var eisini til staðar,
og hansara rødd var at hoyra, nú
borgarliga danska stjórnin legði
sínar politisku ætlanir fram. Hesar
ætlanir, sum eisini skuldu raka tey
danskt lentu starvsfólkini í Før-
oyum. Feløgini hjá teimum danskt
lentu i Føroyum mótmæltu ætlan-
um stjórnarinnar og vístu á,
hvussu illa tey fóru at vera fyri
sammett við tey føroyskt lentu.
Samstundis var hendan áheitan
og mótmælið send foroysku
fólkatingsmonnunum.
sosialurin heldur:
Dýrur og fjákutur
sjónleikur
Pauli Ellefsen í Dimmalætt
ing leygardagin 16. okt. -82 báðar
Tað var júst yvir
flokkurin mikli og
loysingarflokkurin
liga samdur við teir
UMBOÐSMAÐUR Javnaðarfloks-
ins, Jákup Lindenskov, tók sær av
málinum og reisti spurningin á
fólkatingi við tí úrslitið, at stjórnin
slepti hesum starvsfólkum undan
niðurskurðum i lønini. Javnadar-
madurin kendi uppgåvu sina.
Hansara rødd var at hoyra. Men
hvar var hin fólkatingsmaðurin?
Fólkatingsmaðurin hjá Sambands-
flokkinum? Ístaðin fyri at verja
áhugamálini hjá hesum parti av
landsmonnum sínum, var tøgn frá
hansara síðu. Hann vildi ikki for-
nemma ideologisku partamenn
sínar á Christiansborg. Hann var
ikki so frægur at vera til staðar. Í
hesum føri var lítil dugur í før-
oyska fólkatingssessinum.
Í STAÐIN fyri at skammast um
hesa ómansligu støðu (ikki tora at
hava nakra) síggja vit eitt glefs í
Dimmalætting hósdagin, har
Jákup Lindenskov verður skuld
settur fyri at „bera kappan á báð-
um akslum« sum tíkið verður til í
einum lesarabrævi. Helst skrivað
av einum, sum stendur Dimma-
lætting ógvuliga nær. Fyrr kendur
undir óteljandi nøvnum, og sum
nú er vorðin »rikisløntur«. Lesara-
brævið er sermerkt av øvundog
politiskum trongskygni, og gevur
tað eina greiða mynd av, hvussu
skilið hevði verið, um tað bert
vóru sambandsmenn, sum skuldu
umboða okkum á danska fólka-
tingi. Tá var betur, at eingin um-
boðan var.
Serliga hetta seinasta brot
ið er sera áhugavert, har
hann metir týdningin av
ser føroyskari sendinevnd í
Norðurlanda Ráðnum, og
ikki minst tá hansara egna
landsstýrið liggur i
samrådingum um eina ser
føroyska sendinevnd sum
løgmadur hvørki trýr uppá
stóru and: og líka lítið vil hava. A
steðuflokkarnar.
Men so skal eisini
leggjast afturat, at
eg ikki við mínum
sama hátt tá hann fer til
Danmarkar at samráðast
um føroysku undirgrund
mikli gera so nógv besta vilja dugi at Teir komu aftur su
hóvasták burtur úr skilja, at meginpart torvheiðum. Og við
mínum uttanlands urin av Føroya Løg nerking løgmans var Sur
ferðum, neyðugt tingi berjist fyri at Kunnugt: Vit høvdu ikk
gjørdar av teirra fáa serføroyska væntað annað !
egna politikki, kann sendinevnd í Norð Eru allar hesar samráð
illa > takast sum urlandaráðið ngar hvort úrslit løamad
annað enn, at eg eri Ti har fáa vit lítið sjálvur hvørki trýr UDE
nógv saknadur — og og einki itøkiligt íka litið vil | i På :
kanska elskaður ??? burturúr, burtursæð 0 7 MaVa DER em
Tå hetta er sagt, frå nyggjum ferda- SO
so skal eg einaferð kostnaði, sum er Hvussu kunnu aðrir taka
enn vátta, at tað
er neyðugt at ansa
ferðahug.
nógvar ferðir sterri
enn tað sum ein-
hver løgmadur kann
brúka, uttan mun til
okkara ynski fyri fult tá
okkara fremstu innast inni
als ikki ynskja nakað úrslit?
Ein dýrur og fjákutur
sjónleikur.
Nr. 108 — 23. oktober 1982
Idnadarrådgevin svarar
Ivan Johannesen
1. Idnadarstovan, sunnur
kritikkur og fremstu mål
stovunnar
„Tað er gott við sunnum kri-
nevndarfor-
tikki« = sigur
maður SEV's og fíggjar
nevndarformaður Ivan
Johannesen í sínum viðmerk-
ingum (í Dimmalætting
05.10.82) til mína greinareð
um ætlaðu vatnorkuútbygg-
ing H&S/SEV's Men so
verður skoytt uppí: >— Men
at Ídnaðarstovan við almenn
um studningi skal síggja tað
sum sítt fremsta mál at mót-
arbeiða flest ellum projektum
sum koma fram, og har-
afturat loypa á teir menn, ið
eru involveraðir í slík
projektir — tað er út um alt
mark«
Svar:
Nú er tað so, Ivan Johanne-
sen, at ein »stova« hvat
antin hon eitur Ídnaðarstova
ella nakað annað — kann ikki
»møtarbeida« nøkrum. Tað
kunnu bert åvis menniskjur
ella bólkar av menniskjum,
og sum eg eisini havi lagt
dent á, so er tað mínir persón-
ligu meiningar, ið eru ferdir
fram í nevndu greinareð. Tá
tú nú sigur at Idnadarstovan
sær tað sum sítt fremsta mál
„at mótarbeiða flest øllum
projektum sum koma fram“,
so vóni eg at tú við >Idnaðar-
stovan< meinar undirritaða
og við »projektum« meinar
orkuprojekt H&S/SEV's
og ikki vinnuprojekt (ídnað-
arprojekt v.m.)
Eg vil fyribils heita á teg
um alment at vátta at tað er
soleiðis tað skal skiljast
um ikki verði eg tíverri
noyddur at krevja av tær at
tú antin prógvar hesar ljótu
skuldsetingar móti Idnaðar
stovuni, ella avsannar tað tú
her hevur fert fram.
2. Idnadarrådgevin og blað-
skriving hansara
Í einari viðmerking til greina-
reðina ferdi eg fram at Ivan
Johannesen á einum fundi við
formannin i Idnaðarfel-
agnum, hevði sagt frå, at eg
skuldi halda uppat við at
skriva í bleðini um orku
annars vildi fíggjarnevndin
ikki = veita framhaldandi
stuðul til Ídnaðarstovuna.
Hetta sigur Ivan
Johannesen vera ósatt og
„prógvar<É tað við at vísa til
at »av nevnda fundi varð
referat tikið, og at tað er til
Framhald á síðu 11
Verkfallsgrunnur
er fortreytin
Í oddagrein í Dagblaðnum
15. oktober verður steða
fólkafloksins til verkfals
grunnar løgd fram fyri al-
menningin.
Orsekin til hetta er, at
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag hevur samtykt at seta
á stovn verkfallsgrunn.
Í hesari oddagrein, hvar
fólkaflokkurin kemur við
góðum ráðum til fakfel-
agsrersluna, eru tríggir
pástandir, sum kanska
hava uppiborið eina lítla
viðmerking
Tann fyrsti pástandurin
er hesin, at endamálið við
grunninum er »negativt
og miðjar í móti at leggja
samfelagið lamid«
Nil henda påstand eigur
fólkaflokkurin at fáa sum
svar, at verkfallið er ein-
asta veruliga vápn, sum
arbeidarafjøldin eigur i
stríðnum fyri betri livi
korum. Eingin kann fara í
verkfall uttan at
nakað at liva av so leingi
verkfallið varir, og sostatt
er verkfallsgrunnurin ein
hevuðsfyritreytin fyri ein-
ari sterkari fakfelags-
rerslu.
At siga, at endamálið
við einum verkfallsgrunni
hava
við-
merkingar
er at leggja samfelagið
lamið, er burturvið. Eitt
annað er so tað, at samfel-
agið við hvert verður lam-
ið sum fylgja av einum
verkfalli, sum fakfelegini
eru tvungin útí av ágangi
frá arbeiðsgevarum og tí
samfelagsvaldi, sum ofta
er amboð hjá arbeiðsgev-
arum.
Tann næsti pástandurin
er, at tann lønarbati, sum
arbeiðskvinnurnar hava
vunnið síðan 1970, ikki er
vunnin við nýggjum sátt-
málum ella við eðrum
orðum av fakfeløgunum,
men við prístalsviðgerð.
Hetta er snøgt sagt
mesn al tann tíð næstan
allur lenarbati og ell fram-
stig fyri arbeiðararnar
stava frá tí virksemi, sum
fakfelogini hava útinnt.
Tey framstig, sum koma
igjøgnum lóggávuvaldið,
sum t.d. prístalsviðgerðin,
erui sjálvandi komin av,
at feløgini hava skorað á
yvirfyri myndugleik-
unum
Tann triðji pástandurin
er soljóðandi: »Verkføll
hoyra fortíð, hungri og
halli til. Hesin påstand-
urin er samanvovin við ta
vanligu fólkafloksrams-
una um arbeiðsgevaran,
sum hevur tvífaldað real-
lenina hjá arbeiðaranum,
um tað almenna sum er
kleppurin, og oddagreinin
endar við eini formaning
til arbeiðskvinnurnar um
at sýna ábyrgdarkenslu
og umskipa verkfalls-
grunnin til pensións-
grunn, so hann kann koma
teimum til góðar tá tær
fylla 67 (les), so fólka-
flokksmenninir sleppa frá
at skula gjalda skatt til
teir besverligu fólkapensi-
onistarnar!
Fyri nú at taka tað
síðsta fyrst: Hetta er frá-
líkt Fólkaflokkslatín: tá
tit hava slitið tykkum upp
fyri kapitalistarnar, so
kunnu tit eisini sjálvar
sleppa at syrgja fyri tykk-
um, tá ið tit eru vornar
gamlar.
At verkføll skulu hoyra
fortíðini til geldur í fólka-
flokkseygum bert fyri
vestan. Í Eystureuropa
verða verkføll og fakfeløg
fagnað og passar hetta
sum fótur í hosu til van-
ligan borgarligan dupult-
moral.
At enda er bert at leggja
afturat, at hesin pástand-
ur um, at verkfallið hoyrir
fortíðini til hoyrir heima í
deildini fyri ynskidreymar
borgarskapsins.
Tey, sum minnast
30—40 ár aftur í tíðina
vita, hvat ið er vunnið við
at boyggja nakkan og
hvat, ið er vunnið við fak-
ligum stríði, ikki tí at so
nógv er vunnið, men tað
mesta av tí, ið er vunnið,
er vunnið í horðum stríð -
í eini fortíð kanska, men
eisni fortíð, sum ikki er so
langt burturi, og sum
skjótt kann koma aftur
við tí stýri, vit nú hava
Í hesum umredda
stríðnum vóru vápnini,
sum partamenn odda-
greinskrivarans bruktu,
ikki altíð líka nosslig, so
onkur meira smæin fólka-
flokksmaður vildi kanska
aftrat seg eina aðru ferð
við at lagt fakfelogum góð
ráð.
Jóannes Dalsgaard