Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Le ygardagur 23. oktober 1982 70 umsóknir um at byrja aling: Vit mugu fara hóvliga fram sigur Mikkjal Helmsdal, landsverkfrødingur, sum er for- maður í eini nevnd, ið landsstýrið hevur sett at tilrætta- leggja fiskaalingina Ég eri bjartskygdur um framtíðina hjá nýggju vinn uni fiskaaling. Royndirnar higartil vísa, at tað ber til at ala her um okkara leiðir Vinnan ber seg fíggjarliga. og hon kann gerast eitt gott ískoyti = til samfelagsbú- skapin Hetta sigur Mikkjal Helmsdal, landsverkfreð- ingur, sum er formaður í eini evnd, ið fyri einum ári síðani at taka sær av tilrættaleggingini av fiskaalingini í Føroyum landsstýrið setti Viðgera 70 umsóknir Tíðindablaðið Sosialurin hev ur tosað við Mikkjal Helms dal um arbeiði hjá nevndini, og hverji úrslit nevndin er komin til hetta fyrsta arbeiðsárið Mikkjal Helmsdal sigur, at nevndin hevur havt fund umleið tvær ferðir um mán aðin. Á hesum fundum hava teir mest viðgjert innkomnar umsóknir: um at fáa loyvi at byrja aling av sílum, laksi og skeljadjórum Vit hava higartil fingið 70 umsóknir um slík loyvi, og tað skal nakað av arbeiði til at ganga allar hesar ígjegn- um. Og fleiri umsóknir koma aftrat, sum frálíður, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann vísir á, at higartil eru givin 12 loyvi til aling. Nú eru so 3 loyvi aftrat við at vera klárt. Uppá fyrispurning um teir fara at geva enn fleiri nýggj loyvi í næstum sigur Mikkjal Helmsdal, at tað er ilt at meta um longu nú. Hann vísir á, at nevndin er á einum máli um, at tað eigur at far- ast hóvliga fram innan hesa nýggju vinnugreinina. — Tað er eingin orsek til at leypa framav, nú vinnan er so nýggj. Mugu læra kunnleikan! Hann vísir annars á, at um- sóknirnar = eru rættiliga ymiskar. Nevndin legur stóran dent á, at menn, sum ætla sær undir aling, hava kunnleika á hesum eki, soleiðis, at teir ikki byrja heilt á berum. - Her er jú talan um stórar iløgur og eina nýggja vinnu, so tað er av alstórum týdn- ingi, at menn hava nomið sær kunnleika innan aling, áðrenn vit mæla til at geva teimum loyvi at fara í gongd, sigur Mikkjal Helmsdal víðari Hvussu leingi skulu menn bíða eftir meguligum loyvi at fara í gongd? Tað veldst um so Eitt nú hetta anum. Eg haldi, at tað hevði nógv við kunnleik verið gott, um teir. sun longu hava sent umsokn ir fingu sær neyðuga kunn leikan, nú meðan teir bíða eftir svari til eitt meguligt loyvi Arnars vita vit, at talan hevur fyri storan part verið um royndir hesi fyrstu árini Royndirnar hava gjørdar á ymsum stødum, tó ikki á ellum oyggjum, sum eru egnaðar til aling. Eg haldi tað hevur týdning, at vit royna at spjaða royndirnar um flest meguligar oyggjar áðrenn ov nógvir sleppa í gongd. Higartil eru givin í Eysturoynni, Streym- oynni, Norðoyggjum og í Suðuroy. Nú verður so eitt givið í Vágum umframt eitt í Hvannasundi, har aling ikki er roynd fyrr verið loyvi lovvi Smoltstødir Umframt at hava umsóknir til fiskaaling á sjónum eru eisini umsóknir um at gera smoltsteðir á landi. Her hevur nevndin liggjandi 4 umsóknir. Higartil eru latin 2 loyvi til smoltsteðir umframt tað hjá P/f Fiskaaling. Tey eru í Getu og Funningsfirði. Mikkjal Helmsdal sigur í hesum viðfangi, at steðin hjá Fiskaaling verður útbygd munandi í letuni og at henda steð fer at hava ein stóran týdning í samband við fram- tíðar kleking og smoltfram- leiðslu. Hann leggur annars aftrat, at tað eru avmarkaðir møgu leikar fyri smoltsteðum, tí hesar mugu hava nógv feskt vatn. Tað er avmarkað við egnaðum áum í Feroyum. — Tit hava umsókn um eina stóra smoltsteð í Miðv- ági. Hava tit viðgjert hana? Tað hava vit, men vit halda, at tað skulu fleiri upp- lýsingar til og kanningar, áðrenn vit kunnu taka steðu til umsóknina. Vit hava biðið um hesar upplýsingar, men fáa einki at vita kortini. Er nevndin ímóti at slík stór smoltsteð verður bygd? (hon er uppá 1,5 mill. smolt, liggja millum 200.000 medan adrar 20.000 og blaðm.) falan er um s smolt rar ílog gerast ir, og ein tunnii ská meiri fullfiggjað projekt vilja tí ava eltli Ikki teir heilt stóru meguleikarnir Men hvussu metir tú meguleikarnar hjá alingini á sjónum í framtidini? Tad eru ikki teir heilt stóru meguleikarnir. Feroyar eru lítið land, og nógva staðni er brimhart og ókyrt. Sam- meta vit við Noreg eru megu- leikarnir har fyri at leggja ali- steðir á sjónum næstan óendaligir. Her hjá okkum eru bert nakrir ávísir firðir, ið vit meta egna seg til aling. Hverji eru hesi pláss? Nú er kanska ikki rætt longu nú at nevna nekur ávís pláss tí hetta hava vit enn ikki kannað nóg væl. Eitt nú skulu streym- og aldumát- ingar gerast o.a. við. Men leystliga kunnu vit siga, at í Suðuroynni eru tríggir firðir egnaðir til aling. Þeir eru: Vågsfjørdur, Lopr- ansfjørdur og Trongisvágs- fjørdur. Í Vágum er helst bert talan um Sørvågsfjørd. Í Streymoynni er alt Sundalag- ið við teimum mongu firðum, sum har eru, kanska eisini Vestmannasund. Í Eystur- oynni eru Skála fjørdurin og Funningsfjørdur og norðan- fyri er Hvannasund og Haraldsund. Hvat viðvíkur Haraldsundi, har aling er í letuni, so er ikki greitt, um hetta pláss er væl egnað til munandi aling Samanumtikið hava vit av- markað av plássi at leggja hyljar á sjónum. 800 hyljar í alt! Hvussu nógvum hyljum er pláss fyri á hesum firðum? Hatta er sera torfert at uppá, tí tað veldst sjálvandi um, hvussu tætt hyljarnir kunnu liggja. Hetta lítið um. Men onkur hevur so roynt at gera svara vit vit sera eina útrokning og er komin til góðar 800 nótir Hetta skal so stórum fyrivarni Hava tit nakað mark fyri, hvussu stór hver tilsamans takast við sett alistað skal vera? Vit meta. at ein alistød skal helst ikki hava meira enn 30 hyljar Nú sigur tú, at tit mest hava arbeitt við at viðgera umsóknir. Merkir tað, at nevndin einki annað hevur gjørt? Vit arbeida vid spurningum eisini. Eitt nu hvussu alingin dålkar frå sær. Her nevndin ætlanir um at stila fyri eini rættiliga umfevnandi kann- ing á trimum føroyskum firð- um, har aling fer fram í letuni: Skålafjørdinum, Funningsfjørdinum og Kald baksfjørdinum. Tad vist seg i Noregi, at aling dålkar firðirnar menn vita ikki i hvussu støran mun Noråmenn hava gjørt og gera kanningar i hesum sam- bandi. Sjålvandi kunnu vit hyggja eftir teirra kanning- um og gera okkara metingar út frå ti, men viðurskiftini í Noregi og Føroyum eru ikki eins, so vit meta tad vera neyðugt at gera kanningar her hjá okkum. Her er so talan um at vita, hvat dálkar, hvussu nógv firðirnir tola av dálking, hvussu streymviður- skifti 0.0. ávirka osfr. eðrum hevur hevur men Verja um pláss til aling — Ein uppgáva hjá nevndini er at finna fram til eki, ið egna seg til aling. Er íkki ætlanin at leggja slík eki av til aling burturav? — Vit arbeiða við at finna fram pláss, sum egna seg til aling, og eitt mål við hesum arbeiði verður so at verja hesi Mikkjal Helmsdal, landsverkfreðingur: Tað eru ikki teir heilt stóru meguleikarnir við aling i Føroyum sammeta vit t.d. við Noreg pláss, um tey skulu nýtast til aling í framt íðini Mikkjal ikki havt trupulleikar at lýsingar frá Heimsd fyri, at nevn fåa upp teimum alarum sum eru í gongd. Tað stendur loyvunum arnar, at teir skulu geva Fiskirannsóknar stovuni eina frágreiðing um, annars ti aiar í januar mánað hvussu hevur gingist í farna Tíanverri fáa vit lítið at vita, og hetta er spell, tí tað er eisini avgerandi fyri aðrar, sum ætla sær í gongd, at vita, hvussu hevur teimum. ið ala Fyri at beta um hetta ætlar nevndin nú at gera eitt åvist skema, hver alari so kann fylla út, ístaðin fyri at skula gera eina drúgva skriv- liga frágreiðing Mikkjal Helmsdal annars á, at tað er avmarkað, hvat ein slík nevnd kann fáa burtur úr uppá stutta tíð. Allir nevndarlimirnir hava annad arbeidi. Uppå fyri- spurning um tað tå er rætt, at landsverkfrødingurin situr sum formaður í eini slikari nevnd, sigur hann, at hetta skuldi tó ikki verið til hindurs fyri arbeiðinum í nevndini Sjálvandi ber til at seta fólk burturav at arbeiða við hesum. Men tað er upp til myndugleikarnar at avgera roynst hjá sum vísir Lítið at vita Føroya Havbúnaðarfelag. felagið hjá alarunum, er ikki umboðað í hesi nevndini, sum tilrættaleggur aling og viðger umsóknir. Atti ikki umboð fyri hetta felag at verið í nevndini? Eg haldi nevndin er væl Her eru umboð långrunnarnar, fyri landsstýrið og fyri Fiskirann sóknarstovuna Vit annars fingið at vita, at vit skulu ráðfera okkum við vinnuna og eitt nú Havbún- aðarfelagið Men tíanverri, hava vit ikki fingið nógv at vita frá hesum felag, sigur Mikkjal Helmsda! At enda spurdu vit Mikkjal Helmsdal, hvørjar metingar nevndin hevur gjørt sær um Ocean Ranching, tvs. utset- ing av fiski. Hann sigur, at slikt mål er meira ein politisk- ur spurningur samansett fyri hava Í nevndini sita Martin Djurhuus, skrivari Menn- ingargrunninum, Jergen Hansen, fulltrúi í landsstýr- inum, Jákup Sverri Joensen, fiskifreðingur og Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøding- ur Skrivari í nevndini er Elias Davidsen