hósdagur 28. oktober 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroyingur
uttanlands
Skal døgurdatimin
strikast?
Ingrid Midjord Per-
sonliga hevdi eg ikki
havt nakað móti at
arbeiða út í eitt frá kl.
átta til kl. fýra seinna
part. Vansin er bert, tá
ein hevur skúlabern, at
tey koma heim í døg-
urðatímanum. Um hetta
skuldi verið gjøgnum-
fert, so krevst, at skúl-
arnir eisini taka undir
við, at strika degurða-
tíman.
Oddvá Nattestad: — Eg
haldi avgjørt, at døg-
urðatímin skuldi verið
strikaður. Hetta haldi
eg serliga hevur týdn-
ing fyri skúlarnar, og
sum lærari haldi eg tað
hevði verið gagnligt, um
bern sluppu undan at
ganga í mestu ferðsluni
á middegi, umframt at
avbrótingin í undirvís-
ingini ikki kemur næm-
ingunum til góðar.
Heldur ikki er tað gagn-
ligt fyri foreldur og
børn, at tey soleiðis
skunda sær til og frá
heiminum at eta deg
urða
Axel Lutzhøft: — Tað
hevði ikki verið verri, at
sloppið heim ein tíma
fyrr, um degurðatímin
varð strikaður, men
kortini haldi eg døg-
urðatíman vera hugna-
lig avbróting á degnum,
so tað er torfert at
svara.
bókarummæ li
Jógvan Isaksen, bókmentafreðingur
>Verðin er í ollum endurminningarsogunum áloypandi og er torfør at verja seg
ímóti, men hann roynir at skáka sær undan snuddunum sum frægast og so við og
við javnar stødan seg«, skrivar Jógvan Isaksen m.a. í ummælinum um bókina
>Av longum leidum« eftir Gunnari Hoydal
Gunnar Hoydal: Av longum
leiðum. (Orð og leg. Tórs-
havn 1982, 156 s., kr. 85).
Seinnu árini havi eg fleiri ferðir
sett mær sjálvum spurningin,
hvussu tað bar til, at endurminn-
ingarsegurnar hjá Gunnari
Hoydal ikki vórðu givnar út í
bók, men at tú enn mátti hjálpast
við at finna einstakar ymsastaðir
í Varðanum og summar onga-
staðni. Forlagið Orð og Leg
hevur nú bett um hesi viðurskifti
og prentað trettan frásagnir í
savnið »Av longum leidum«.
Tekstirnir eru settir í kronolog-
iska raðfylgju, so at vit byrja
við smádronginum, ið vitjar utt-
anlands á fyrsta sinni og enda við
býararkitektinum, ið skrivar
bræv til gamla rektaran.
Í „Fyrstu ferðini burtur< meta
tvíburðabreðurnir Keypmanna-
havn og ellum donskum við mis-
áliti og herðum illvilja, serliga er
maturin teimum ikki tespuligur.
Men tá teir fara heim aftur, hevur
Keypmannahavn (og útheimurin)
fingið tak í teir, og teir eru merkt-
ir. Tann stóra negdin av ferðum,
frásegumaðurin kemur at gera
gjegnum lívið, byrjar her.
Í næstu seguni er hann aftur á
ferð, nú saman við foreldrum og
systkjum í Ecuador, har pápin
hevur fingið starv innan ST-
stovnin FAQ. Enn einaferð er
hann settur í eitt fremant um-
hvervi, sum er fíggindaliga sinn-
að, og familjan er tað einasta,
hann hevur at halda um. Tað,
sum melur mest í huganum á
dronginum er tó ikki tað fremm-
anda umhvervi, men at eldri
bróðurin er blivin burtur í gentu
á staðnum og líður av hjartasorg.
Sjálvur hevur frásegumaðurin
verið noyddur at latið gentu sita
eftir í Foroyum, men tað er lítið
aftur ímóti ástarævintýrinum —
og sorgini — hjá beiggjanum:
»Nei hugsaði eg seinni, mín egna
hjartasorg var somikið lítil, at
hon mundi bara fara at rekka til
eina feroyska stuttsegu. Men
Egilsa! Gud viti, um tað fór at
vera nóg mikið við donskum. Tað
kundi kanska heldur verið á týsk-
um ella enskum... «.
Endin á kærleikssøguni verður,
at breðurnir verða sendir til Dan-
markar at ganga í skúla, fyri at
teir ikki skulu koma sær í óferi.
»Pirrur« sigur frá kostskúlatíð-
ini, har teir ikki bert eru í einum
fremmandum landi, men eisini
hava mist foreldrini, sum húsast
hinumegin klótuna. Einsamallur
má frásegumaðurin so berjast
við yvirgangsaldurin, vaknandi
girnd og alt tað, sum aldurin ber
við sær av óvissu á ellum ekjum.
At tiga og tola verður loysnin, og
sum frá líður verða glottarnir
títtari, men tað dryppar av ironi,
tá kendi landsmaðurin vitjar og í
rødu sigur: Þat skúlatíðin í hesi
grønu, donsku friðsæluni hevði
verið besta tíðarskeiðið í lívinum,
soleiðis sum tað eisini fór at royn-
ast okkum, ið her stóðu-.
Eftir skúlaárini skal frá-
segumaðurin fara undir lestur,
»Fjarur og følin«, men nú stendur
í botni hjá honum, og í sínum
ráðaloysi roynir hann at heinta
hjálp frá foreldrunum, men hann
má sjálvur taka steðu. Segan er
sett saman av samandrátti av
brevum, hann sendur heim og
brevum hann fær aftur, kryddað
við viðmerkingum frá tí lívligu
ommuni, sum sigur við hann, at
>Tað er pliktin sum spillir verð-
ina«. Ovanligt at hoyra i ti
protestantiska partinum av
heiminum, men tað er eisini
omman, sum sigur við hann, at
hann skal gera tað, hann hevur
hug til, »bara tú ikki lesur til
prest«.
Skiftið millum brevini hjá frå-
segumanninum og pápanum
riggar væl: brevini hjá ungling-
anum eru øll ein bøn um hjálp,
meðan pápin svarar við at siga
frá gerandisdegnum.
Gunnar Hoydal
røkka frá
Ferðafrásagnirnar
Delos til Norðurkollin og frá
Skotlandi yvir París og Rom til
Athen, og eru allar domi um eitt
sinni, sum við livandi sansum
upplivir og dugir at kenna og
eygleiða umhvervið, so at lesarin
fær hug at fara til tey stød, sum
verða umredd. Hartil er avmynd-
ingin so sterk, at hon verður
hangandi í huganum leingi eftir,
at tú hevur lagt bókina frá tær.
Sett inn ímillum ferðafrásagn-
irnar er stuttsøgan »Jønas«, ið
helst er tann einasta rættiliga
stuttsøgan. Lívið er gjørt til eina
plágu hjá Jónasi av trúnaðar-
galnum foreldrum, og í honum
bylgist ein ødi, sum kann bróta
fram og gera hann vandamiklan
fyri seg sjálvan og onnur. Í seg-
uni falla allar byrgingar, og
Jónas fær berserkagongd.
Tann blinda ødin, sum fær sítt
útbrot í seguni um Jónas, lúrir
undir yvirtromini á fleiri søgum,
men verður alla tíðina hildin so
mikið í hafti, at hon ongantíð ger
um seg úteftir, men bert setir inn-
eftir.
Í tí seinasta stubbanum,
„Bræv til rektara«, verður lívs-
samanumtøka gjørd, frá árunum
á kostskúla í Danmark til starvið
sum arkitektur hjá býráðnum í
hevuðsstaðnum. Hann sigur frá
kommunistaskrekkinum á skúl-
anum í hálvtrýssunum, og tá tað
ræðuliga hendir, at ein javnaðar-
maður gerst rektari á skúlanum
— helst tann sami hann skrivar
til —: >Tú sá sidaarvin liggja har
og ringja seg fyri fótunum sum
maðkur, ið spakin hevði skorið
sundur, og tað var ræðuligt...=.
Brotið fær ein skemtiligan dám
sæð í mun til undanfarna ferða-
brævið, »Av Nordurkolli«, har ein
sosialistisk fatan av umheim-
inum setur igjøgnum hvønn setn-
ing.
Í »Brævi til rektara< verður
eisini sagt frá, hvussu meðsamt
tað er, sum Býararkitektur at
verða kroystur frá ellum síðum
av fólki sum halda, at teirra rætt-
ur at gera, sum teimum lystir,
verður gingin ov nær. Bæði benir
og hóttanir regna niður vvir
hann, og hann kennir seg uttan
iva í ætt við grikska fornfrød-
ingin Stamatakis, ið skal halda
eyga við tann gitna Schliemann,
so hesin ikki krámar fornlutir inn
undir seg, men verður læstur inni
og hildin sum gísli (>Fundur við
Heinrich Schliemann«). Men
hann uggar seg við, at hóast tað
er tungligt at standa í andglett-
inum, so er okkurt tó hent á tann
frægari bógvin, og lívið hevur
nógvar spennandi upplivingar í
sær enn: „Veit, at verðin ongan-
tíð verður ov stór. Veit, at tað
framvegis er nógv eftir av
ókomnumx=-.
Verðin er í ellum endurminn-
ingarsegunum áloypandi og er
torfer at verja seg ímóti, men
hann roynir at skáka sær undan
snuddunum sum frægast og so
við og við javnar stødan seg. Men
hverja ferð, hann hevur vunnið
sær fótafesti, verður hann kast-
aður inn í eitt nýtt og fremmant
umhvervi: Ecuador, kostskúli og
lestrarár. Tá hann at enda ikki
verður settur í åvis stød og til
ávísar uppgávur, men sjálvur
skal avgera sína lívsleið, kennir
hann seg hjálpasleysan og sendir
neyðarróp út, men eingin kann
hjálpa uttan hann sjálvur.
I ferðunum, sum koma seinni í
lívinum tekur hann eitt slag av
hevnd yvir allar tær ferðir, hann
er blakaður ymsastaðni uttan
sjálvur at hava nakra ávirkan á
gongdina og fer at ferðast víða,
men nú er alt undirgivið egnan
vilja.
Við skemtiligari og væl-
orðaðari ironi verður sagt frá
mót- og samanspælinum millum
føroyska upprunan og tey fremm-
andu umhvervi, hevundurin
ferðast í. Onkursvegna er sýns-
vinkulin altíð í miðjum Norðurat-
lantshavinum.