leygardagur 30. oktober 1982síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — lvamål?
Ein spurningur, etla tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Tjóðraður við
mastraspenni
rapaði kortini
i grund
Um fimm tíðina hósmorg-
unin var vindurin so
nógvur í Hvannasundi, at
skulin, sum er í gerð,
rapaði niður í grund.
Hetta var træbygningur.
Fleiri sethús fórust illa.
Tekjan fór av einum try
ára gomlum sethúsum og
tók í ferðina fleiri onnur
hús við sær, sum fingu
sterri og smærri skaðar.
Eitt nýtt seksmannafar
stóð í eini neystatoft í
bygdini, og hetta fór í
spenir.
Vindurin var av tí mesta
millum kl. fimm og kl. sjey
hósmorgunin. Hann var
sunnan í ættini og hetta
verður í Hvannasundi
nevnt skaðaættin.
Tað er ógvuliga vind-
hart á staðnum í bygdini,
har skúlin stendur. Hesin
var reistur fyri einum
mánaða síðan og var
ætlaður at taka í nýtslu í
Myndir: Eiler Rasmussen
apríl 1983. Hóast skúlin er
í gerð, so er tað ikki fyrstu
ferð, at skaði er staðin av
ringum veðri. Fyrstu ferð
var tá nakrar sperrur
duttu niður aftur fyri
stuttari tíð síðan.
Í Hvannasundi siga teir,
at hetta ikki er hent, tí
arbeiðsfólkið hevur verið
óskettið, tí í vikuni var
skúlin tjórðaður = við
mastrarspenni, men at
hetta kortini ikki var nóg
Skúlin í Hvannasundi, sum er træbygningur, rapaði niður í grund hósmorgunin. Menn
vóru annars byrjaðir at seta síðuveggirnir upp. Nú umhugsa tey í Hvannasundi at
stoypa skúlan í betong ístaðin.
Men skipini, sum Peer flytur trælir við úr Afrika til
Amerika, verða álopin av sjórænarum —
lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í fýsingaspurningum. Hetta verður
gjart uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Tað er ógvuliga vindhart á staðnum sum nýggi skúlin
er. Á myndini sæst, hvussu nógu hevur staðið á, at ein
stólpi er sprongdur.
mikið. Nú umhugsa tey í
Hvannasundi at byggja
skúlan av nýggjum —
hesuferð at stoypa úr
sement.
Fundur skuldi verða um
málið hóskveldið, men av
tí at telefonin er í ólagi til
Norðoyggjar, bar ikki til
hjá okkum at fáa nærri at
vita um hetta, áðrenn
Sosialurin fór í prent.
Dag.
A —
Framhald av síðu 6
Hjálpi heldur enn at taka
frá hesum monnum, sum
hava koyrt hýruvogn í
mannaminni. Vit síggja,
at formaðurin í Samfylk-
ing hevur úttalað seg til
Sosialin, at hann vil hava
vissan niðurskurð av
hýruvognseigarum (sera
góður við limir sínar), so
hýruvognskoyringin skal
kunna kasta meira av sær.
Eg. sum limur í Sam-
fylking, havi eini góð ráð,
og vil hervið heita á Fer-
oya Landsstýri og allar
kommunur um ikki at
taka vinnubrevini frá
teimum, sum hava havt
vinnubrev í 10 ár og meira
og sum gera brúk av
teimum. Takið heldur
vinnubrevini frá teimum,
sum frammanundan er
gott skúlaðir og eru væl
fyri, sum t.d. studenta-
skúlalærarar, skipsferarar
ella hvat so tittul teir
hava, tí teirra hýruvogns-
koyring sum vinna, hon er
stokkut ella bara lótir.
Hesir góðu menn hava
einki at missa, um teir
vinnubræv, ti
teir hava sina tryggu
framtíð at byggja á,
meðan verri er við hesum
hýruvognseigarunum, um
teir mistu sítt vinnubræv.
Ég vil tí heita á Feroya
Landsstyri og kommun-
urnar um at taka hetta til
eftirtektar.
missa sitt
Tær bestu heilsur frå
einum hyruvognseigara
Oli i Áarstovu
Levi Niclasen hevur i
hugtaksvavgreytin-
um hjá sær funnið
prógv fyri, at allir
sosialistar eru
kommunistar, ti
kommunisturin Bres-
jnev tosar altíð um
sosialistiska Póland.
Tillukku!!!
Gáta
Óla Breckmann líkar
væl búskaparligu
meiningarnar hjá
Milton Friedman,
Milton Friedman er
búskaparligur = ráð-
gevi hjá fasistiska
einaræðisharranum
Pinochet, ergo er
Royn nú og git, Levi
góði, tú kanst senda
svarið til Dagblaðið
So gíjjálvar hann,
Levi.
Gott var, at LÉEvi
slapp undan at
merkja gjálvini í gjár-
kveldið við Ternuni.
Einasti munur á
teimum nýggju og
teimum gomlu fimti-
krónuseðlunum er
tann, at teir gomlu
vóru verðir 50 kr., tá
teir komu út.
— og eisini kemur fyri, at tey ganga burtur í ódnarveðri!