Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ps Nr. 113 — 4. november 1982 Kommunikatiónin millum almennar skrivstovur: Brúktu fýra ár um at finna mann sum hevði meldað flyting — Noktar at gjalda rentur av skatti, sum hann sigur seg onki hava vitad um, fyrr enn fyra år eftir, at rokning- in var skrivað. Heuði boðað frá flyting á vanligan hátt. Hóast ein maður í mars 1976 á rættan hátt boðaði - frá, at hann skifti bústað, so gingu næstan fýra ár, áðrenn Skattadeildin fann útav, hvagar maðurin var fluttur. Og hetta gjørdi Skatta- deildin við einum sokall- aðum CPR-fyrispurningi. Maðurin var so at siga eftirlýstur í Danmark. Hóast hann, sum reglur- nar siga, hevði meldað flyting. Eitt demi um komm- unikatiónsloysi millum al- mennar skrivstovur í Feroyum. Enntá skriv- stovur, sum eru í somu húsum: likningarnevndin og fólkayvirlitið hjá Tórs- Skopunar havn — eitt afturvendandi mál Soleiðis kallast send- ingin í Utvarpinum i kveld kl. 20.00. Og hon er sjálvandi um mest umtalaðu havn her á klettunum síðani 1971/72, tá ein út- bygging miseydnað- ist. Enn, 10 ár seinni, er ongin endalig loysn funnin. Hóast drúgva umrødu, bæði í Løg- tinginum og aðra staðni. Bæði politisk og teknisk umreða Í sendingini á kveld, sum Jogvan Jesper- sen leggur til rættis, verður gongdin og nú verandi steðan Í havnabyggingini Í Skopun viðgjerd. Útvarpið hevur sent okkum hesa mynd av havnini og umhvervi hennara. Hon er góð hjá lurtarunum at hava hjá sær, tí fleiri stadarnøvn verða nevnd í sendingini. Myndin, ella skits- an, vísir havnina, sum hon var, áðrenn port- rið og ferjulegan komu. Portrið er har, tað stendur »Innsigl- ing«. Ferjulegan høgru megin P»Ytra havn — Syðri pollur«. hd havnar kommunu i Råd- husinum og Skattadeildin og Landsfólkayvirlitið í húsinum hjá P/f Marr & Co. Yviri við Strond. Hetta kommunikatións- loysi er nú vorðið til eitt sakarmál millum mannin, sum »hvarv«, og Lands- stýrið. Skattadeildin hoyrir undir Gjaldstov- una, sum so aftur er stovnur undir Landsstýri- num. Orsekin til, at Skatta- deildin vildi finna mannin, var sjálvandi tann, at hon hevði eina skattarokning til hann. Hana hevur mað- urin eisini goldið. Og hann hevur eisini goldið 27.200 kr. í rentum fyri øll árini, VES VAR KOL E rúrsvíkAr 558 I É CMN: IDET FE r * sp Fólkayvirlitið og likningarnevndin hjá Tórshavnar kommunu vóru í somu helum í Ráðhúsinum í 1976, tá saksekj- arin boðaði frå, at hann skifti bústað. Kortini fekk Skattadeildin gomlu adressuna frá likningarnevndini nakrar mánaðir eftir, at maðurin hevði meldad flyting. Ein starvsmaður á Skattadeildini segði í rættinum týsdagin, at tey tvær-tríggjar ferðir um árið plagdu at fáa ein lista frá Landsfólkayvirlitinum yvir flytingar. Skattadeildin ikki visti, hvar hann var. Men hann heldur tó ikki, hann eigur at gjalda alla hesa rentu. Hann hevur tí stevnt Landsstýrinum eftir meginpartinum, ella 22.584 kr. Semingsroyndir uttan úrslit Sakarmálið var fyri í NORÐUR! Á BERGI INN 3 X ING ge ”FIRA HAVN SYÐRI POLLUR . Gjaldstovu Føroya rætti tysdagin. Har kom fram, at roynt hevur verið at fáa partar- nar at semjast. Men uttan úrslit. Málið er tikið upp til dóms. Og tað verður ein dómur við prinsipiellum týdningi. Segan er í hendan: Maðurin var í Føroyum í tíðarskeiðum fyrru helvt- ina í sjeytiárunum. Hann gjørdi m.a. Landsstyri- num eitt álit um Føroya (skæbnens ironi). Á våri 1976 fór hann aftur til Danmarkar og boðaði frá hesum á fólkayvirlitinum hjá Tórs- havnar kommunu 29. mars. Hann skyldaði tá ongan skatt í Feroyum. Men ein umlíkning seinni um várið gav tað úrslit, at hann skuldi gjalda 58.880 kr. Bæði + ikningarnevnd- in í Havn og Skattadeildin sendu honum bræv um hetta. Til adressuna, hann hevði, tá hann var í Havn. Hverki nevndir ella deild- in vistu, hann var fluttur. Men kontokortið hjá manninum á Skattadeild- ini bleiv verandi blankt. Har kom ikki at standa 58.880 kr. Av teirri ein- føldu grund, at maðurin fekk ikki brevini. Tað seinna, frá Skattadeildini, varð sent 9. juli 1976. Maðurin visti tí ikki, at hann skyldaði skatt, hevur hann sagt. Tað er stuttum ikki greitt, um brøvini komu retur, ella, hvat annars er vorðið av teimum. Ikki ov gamalt Ikki fyrr enn í januar 1980 eydnast Skattadeildini at finna mannin. Og nú var rokningin vorðin munandi sterri. Tí rentur vóru komnar afturat. Tí á Skattadeildini vistu tey ikki annað enn, at maðurin hevði fingið brevini, men ikki vildi gjalda. Hvergin sakferarin kundi í rætti- num týsdagin klárt prógva, um hann hevur fingið tey ella ikki. So tað noyðist dómarin at av- gera. Maðurin, sum saksekj- arin búði hjá í Havn, var innkallaður sum vitni. Men til lítla nyttu. Tí hann kundi onki minnast um hesi brevini. Tað verður avgerandi. um dómarin kemur til tað úrslit, at maðurin hevur fingið brevini longu í 1976. Ella, sum hann sjál- vur sigur, ikki fyrr enn í 1980. Tað nyttar onki at skjóta seg inn undir, at kravid er vorðið ov gam- alt. Hetta er roynt i futa- rættinum i Rødovre. Tad var i september i fjør. Futarætturin segði, at fyrningarfreistin (foræld- elsesfristen) ikki var úti. Báðir sakferarar vóru í Føroya rætti týsdagin samdir um, at spurn- ingurin um fyrningar- freistina er endaliga av- greiddur. hd