Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| are Nr. 116 — 11. november 1982 tidindabladid Vinnan er rationaliserað, stórir árgangir og kvinnan farin út at arbeiða — ti? Í hvussu er nakrar orsekir til arbeiðsloysi millum ung- fólk. Men ongatíð hava so nógv verið í arbeiði sum ídag. Panelfundur mána- dagin vísti, at vit hava eitt vist ungdómsarbeiðsloysi. Men hvussu loysa vit spurn- ingin? Fundurin gav valla nakað svar... Tað hevur altíð verið arbeiðsloysi í Feroyum. Tað er eisini rætt, at tað ongatid hevur verið so lítið arbeiðsloysi sum nú. Men alt er rela- tivt. Tað veldst alt eftir, hvussu man sær tað. Nakað soleiðis segði Eilif Samuelsen, landsstýrismað- ur, á einum panelfundi um ungdómsarbeiðsloysi, sum Býarbókasavnið skipaði fyri mánakveldið. Sum dømi nevndi Eilif Samuelsen, at í 1960 vóru 36,9 pst. av fólkinum í Før- oyum i vinnu. Í 1977 var talið komið upp á 41,9 pst. — Men tey, sum vóru uttan fyri, fataðu tað ikki sum at tey vóru arbeiðsleys. Soleiðis var struktururin tá. Hann visti á, at sum krøv- ini vaksa, veksur eisini ynski um meira arbeiði. Grundarlagið undir fund- inum var kanningin, Hag- deildin og Steðisútbúgvingin gjørdu um arbeiðssteðuna hjá 16—20 ára gomlum fer- oyskum ungdómi í 1981 og fyrst í 82. M.a. vísir kanningin, at 12 pst. hava arbeiði minni enn hálva tíð, meðan 8 pst. einki arbeiði hava alla tíðina. Ann- ars eru broytingar og skifti stórt frá eini árstíð til aðra og frá persóni til persón. 3484 spurnarblød vóru send út. 1199 vóru í vinnu. 1131 fingu útbúgving. 1154 svaraðu ikki blaðnum. Kann- ingin vísti eisini, at Norð- oyggjar og Sandoy-Suðuroy vóru ringast fyri. Meðan tey ungu í Eysturoy-suður vóru frægast fyri. Strukturarbeiðsloysi ikki óhugsandi Landsstýrismaðurin vísti á, at ungdómsarbeiðsloysi er ringt og hevur nógv sterri og verri negativar avleiðingar fyri tey raktu enn arbeiðs- loysi hevur fyri vaksin. Hann upplýsti, at Norrena- ráðið hevur viðgjert spurningin og er komin til, at spurningurin er millum álvar- samastu avbjóðingar í okk- ara tíð. Eilif Samuelsen nevndi trý hevuðsfyribrigdi fyri arbeiðs- loysi. Hann helt ikki, vit eru rakt av konjunktur-arbeiðs- loysi, tí ílegurnar eru øktar Men sesong-arbeiðsloysi hev ur ávirkan á fiskivinnuna. Tó helt hann, at tað er íkki óhugsandi, at struktur- arbeiðsloysi hevur gjørt seg galdandi við teimum ratio- naliseringum, sum eru gjørdar innan fiskivinnuna. Eilif Samuelsen upplysti, at talið av fiskimonnum er minkað, meðan veiddu nøgd- irnar eru øktar. Í 1960 starvaðust 28 pst. av arbeið- andi fólkinum í fiskivinnuni. Fyri fimm árum síðan var talið komið niður á 19 pst. Stórir árgangir Men eitt annað fyribrigdi ger seg eisini galdandi. Argang- irnir av ungdómi eru stórir. Um 1960 vóru í meðal fedd 700 bern árliga. Í 1966 var talið komið upp á 967. Síðan er talið fallið og í fjør var talið um 750 livandi fedd bern. — Hetta er eisini forklár- ingin upp á, at tilgongdin til skúlarnar er so stór í hesum árum, segði Eilif Samuelsen. Men landsstýrismaðurin í almannamálum metir eisini, at ekta talið av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum hevur sína orsek til, at kanska ikki oll fáa arbeiði. Hann upplýsti, at í tíðarskeiðnum 1966-77 fóru 2400 kvinnur fleiri út at arbeiða. Tverrandi fantasiur? Vit mugu hava fleiri arbeiðs- pláss, men hvat ger man? Landsstýrismaðurin hevði ikki nakra loysn. Hann vísti á, at vinnan var útbygd mun- andi og nógv nýggj arbeiðs- pláss eru komin afturat innan tænastufakini. — Men al tann tíð, fólk eru arbeiðsleys, so er gjørt ov lítið, sló hann fast. Seinri — i einum svari til fyrispurning — setti hann spurnartekin við, um vit manglaðu fantasi. Tí, sum hann segði, grunnarnir hava nógvan kapital og skapa nógv arbeiðspláss árliga. Eingin miðvís útbygging Vit, sum eru so fram- komin, kunnu ikki tillåta okkum, at nekur ikki hava arbeiði, tak yvir hevdið o.s.fr., segði Finnur Johan- sen, formaður í mentanevnd Tórshavnar býráðs. Hann vísti á, at eingin mið- vís ætlan er gjerd fyri at skapa arbeiði. Tað er gjørt meira av tilvild. — Sær man samfelagið sum eina heild, mugu vit hugsa í heilt eðrum banum. Finnur Johansen vísti á, at vit eksportera arbeiðsloysi. Tey, sum ikki fáa arbeiði, rýma. Hann helt tað vera trupult at loysa spurningin um arbeiðsloysi og arbeiði, tí tekniskt eru Feroyar eitt framkomið samfelag, men menniskjaligt lítið á leið komið. Býráðslimurin vísti annars á týdningin við eini miðsavn- andi arbeiðsávísing. Hann segði, at so slapst undan nógvum rennaríi bæði hjá ar- beiðsgevara og arbeiðsfólki. Gevið ellum pengar! Frá Jensi Dalsgaard, sosio- logi og skrivara í kommunu- felagnum, fingu luttakararnir næstan ein heilan fyrilestur um steðuna í feudal-samfel- agnum. Men hann kom eisini inn á spurningin um arbeiðs- loysi og identitetin »arbeids- leysur«. Jens Dalsgaard mælti frå at fara at veita arbeidsloysis- studul: Tad einasta vit fåa vid einum arbeiðsloysistuðli er eina umsiting við nekrum vasallum, sum gera sítt fyri at skaffa sítt klientell. Hann mælti tí heldur til at geva ellum ungum pengar, so kunnu tey sjálvi finna út av, hvat tey brúka teir til. Umframt teir tríggjar sótu Sigurd Poulsen, leiðari á Hagdeildini, og Steintór Ras- mussen, formaður í landsfel- agnum fyri feroysku ung- dómsfelegini í panelinum. Sigurd Poulsen greiddi frá kanningini og úrslitinum. Steintór Larsen greiddi frá steðuni hjá teimum ungu. Framløgan hjá Steintóri er sett sum Sjónarmið á síðu 7 í blaðnum í dag. Hvat er ein arbeiðs- leysur? Ein fundarluttakari, Bergur Berg, spurdi, hvat ein varbeiðsleysur feroyingur“ er. Men eingin kundi defi- nera, hvat ein arbeiðsleysur føroyingur var. Heri Kragesteen spurdi, um arbeiði til tey ungu skuldi loysast fyri seg. Eilif Samuelsen helt, at spurningurin um arbeidi/ar- beiðsloysi má loysast gene- relt. Arbeiðspláss vera skapað, ikki við sikti móti ávísum bólki, men arbeiðs- megini sum heild. — Ég trúgvi ikki, at spurn- ingurin kann loysast fyri seg. uttan tá tað snýr seg um fleiri lærupláss ella skúla, segði landsstýrismaðurin. Axel Sivertsen mælti til at lækka almennu lenirnar nógv og vanligu tímalenirnar eitt sindur. Hann metti, at so fóru vit at vera betur kapp- ingarferir og at tað fór at gera, at menn tordu at seta virki á stovn. Jóannes Dalsgaard vildi vera við, at vit kundu ekja munandi um framleiðslu okk- ara, um tann framleiðslan, sum nú verður gjerd aðra- staðir — helst av profitt áhugamálum — varð tikin heim. Bert fá fingu stuðul — Hvenn meguleika hevur ein, sum gongur arbeiðsleys- ur at fáa stuðul? Spurdi ein fundargestur. Jú, tey kunnu fáa uppi- haldshjálp eftir forsorgarlóg- ini, upplýsti landsstýrismað- urin. Hon er um 3000 kr. í letuni. Men bert fá fáa slíka hjálp. Eilif Samuelsen visti at siga frá oktober mánað í ár: Í Havn 9 fólk, í Klaksvík 0, á Tveroyri 1 og í restini av Fer oyum 3 — ialt 13! jo-mo Tey, sum sita alspent við útvarpslurtið, tá løgtingsmenn >kegl- ast« á løgtingssins rød- arapalli mugu bida i eina heila viku eftir umrøduni av løgmans- røduni. Hon skuldi eftir røtt- um koma fyri i dag, men vælvitandi keldur vilja vera vid, at Pauli Elelfsen og Hilmar Kass ynsktu at fåa hana utsetta, so tann seinasta politiska ósemjan er farin eitt Ikki fyrr enn næsta hosdag sindur i gloymskuna. Umrødan av leg- mansreðuni fer tí fram næsta hósdag, um flokkarnir semjast til ta tíð, leggur tíðinda- kelda okkara afturat. Annars skuldi løg- tingið koma saman aftur = seinrapartin í gjár. Tá var bert eitt mál á skránni. Og løg- tingsformaðurin segði við Sosialin týsdagin, at hann visti ikki um nekur onnur mál. Bert fyrispurningar. Hetta vakra og hug- takandi veggjatepp- ið — ella tekstil- myndin — varð av- dúkað, tá nýggi skúlin og itrøttar- hollin í Trongisvági vórðu vigd seinasta leygardag. Tað er Bergljót Peturs- dóttir, í Hoydolum, sum hevur gjort myndina. Hon sýnir ein pápa, sum júst er heimkomin til konu og barn, sum taka ímóti á brúnni. A fjørdinum liggur sluppin og i baksyni sæst Oyrnafjall Kom ov seint I týsdagsblaðnum varð sagt, at ein frásegn frá hátíðarhaldinum skuldi koma í hósdagsblaðið, men hon var á sein á veg úr Suðuroy, og tí kom hon ikki við í dag. Listarverk Annars skal eitt nýtt list- arverk, sum skal prýða skúla- og ítróttarmiðdep- ulin avdúkast leygardag- in. Tað er eitt relieff av Pet- ur Mohr Dam, sum Fritjof Joensen hevur skorið. Hetta upplýsti býráðsfor- maðurin, Sverre Midjord, undir hátíðarhaldinum seinasta leygardag. Ongan studning í fyrstu syftu Einki ítekiligt kom burtur úr tí fyrsta fundinum millum Fer- oya Landsstýri og nevndina, sum komm- unufelagið hevur valt at fáa greiði á ríkis- studningin til havna- bygging. Formaðurin í nevnd- ini, Oddfríður Greger- sen, metir fundir sum innleiðandi fund. Báðir partarnir legdu fram síni sjónarmið og avtal- aðu at hava ein nýggj- an fund í seinasta lagi í fyrru helvt í januar mánað. Til ta tíð skal lands- stýrið tosa saman um spurningin og fáa okk- urt á borðið. Tann samlaða játtan- in sambært havna- ætlanini 1978—84 var í september við reguler- ingum um 300 mill. kr. Tey arbeiðini, komm- unurnar hava gjert, men ikki fingið ríkis- studning til, kosta umleið 140 mill. kr. Ríkisstudningurin er 25 pst. Soleiðis eiga kommunurnar til góðar einar 35 mill. kr. Afturat hesum kem- ur, at kommunurnar hava verið noyddar at figgja henda partin sjálvar. Tær hava tí eisini eina sterri rentu- byrðu at dragast við og í summum ferum eisini kurstap av útlendskum lánum. — Vit vilja hava málið loyst, soleiðis at kommunurnar fáa dekning, sigur Oddfrið- ur Gregersen. jo-mo Skulu fundast á Alandi Í vikuskiftinum fara Jógvan Sundstein, løg- tingsformaður, og Er- lendur Patursson, for- maður í tingbólki Tjóð- veldisfloksins, til Mariehamn å Alandi. Teir báðir. sum um- boða legtingið í Norð urlanda ráðnum, skulu luttaka á fundun mánadagin, tysdagi og mikudagin. Allar nevndir: skulu hava fund. Ei ávíst feroyskt mál skránni. men hann i lýsir. at Erlen Patursson hevur eitt uppskot fram.