hósdagur 5. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
20
Nr. 169 - 5. september 2002
- Tað er skeivt, at vit í
Føroyum bara skulu
siga ja ella nei, tá
aðrir gera tað. Vit
mugu fyrst hava eitt
grundarlag at taka
støðu út frá, tá tað
ræður um CO2 og
hava tí biðið um
fyrivarni at seta
Kyotoavtaluna í gildi,
til vit hava betri tøl at
grunda okkara avgerð
á sigur Eyðun Elttør,
landsstýrismaður
ORKA OG UMHVØRVI
Jan Müller
Millum føroyingarnar, sum
vóru við á altjóða olju-
messuni og –ráðstevnuni í
Stavanger herfyri var eisini
landsstýrismaðurin í olju-
málum, Eyðun Elttør. Hann
hitti m.a. bretska starvs-
bróðurin, Brian Wilson.
Eyðun Elttør sigur seg
vera sera væl nøgdar við
fundin og heldur fyri, at teir
báðir høvdu nógv at tosa
um. Serliga fegin er Eyðun
Elttør fyri stóra áhugan hjá
bretum at fáa nakað skila-
gott burtur úr einum sam-
starvi á oljuøkinum millum
londini. Enn er ov tíðliga at
siga nakað ítøkiligt um tað,
tí leitingin hevur enn ikki
givið verulig úrslit, men
ráðharrin var sera positivur
fyri einum samstarvi tvørt-
ur um mark, um so er, at
eitt oljufelt liggur báðu-
megin markið sigur lands-
stýrismaðurin. Hann metti
ikki, at hetta fór at skapa
stórar trupulleikar og vísti
til eina felags frágreiðing,
sum bretar og norðmenn
hava gjørt um samstarv um
felt, sum liggja í norskum
og bretskum øki í Norð-
sjónum.
Eyðun Elttør sigur víðari,
at teir eisini nomu við
spurningin um samstarv á
útbúgvingarøkinum, nú vit
føroyingar vilja vera við í
eini oljuvinnu og har m.a at
fáa útbúgvið fólk til hesa
vinnu. Og her eru so eisini
møguleikar fyri samvinnu
við Bretland.
Á fundinum buðu teir
báðir ráðharrin hvørjum
øðrum at vitja. Men eingin
tíð er ásett til hesar vitjanir.
Landsstýrismaðurin
í
oljumálum, ið eisini um-
situr umhvørvismál, brúkti
annars høvi til at fylgja við
tí pallorðaskifti, sum var á
ráðstevnuni í Stavanger um
framtíðar orkuloysnir við
atliti til burðardygga menn-
ing. -Tað er neyðugt, at vit
hugsa um umhvørvi og at
vit eisini í orkuhøpi hugsa
um burðardygga menning.
Vit hava fingið náttúruna
og umhvørvi til láns frá
okkara eftirkomarum, so-
leiðis
sum
indianskur
høvdingi so væl segði tað í
forðum, og tað er so okkara
ábyrgd at lata hetta tilfeingi
aftur í sama standi sum vit
fingu tað.
Í sambandi við orðaskift-
ið um burðardygga menn-
ing beit hann serliga merki
í umrøðuna av støðuni hjá
mongum menningarlond-
um, har tey umframt at vera
sera fátøkk eisini tørva
orku, her serstakliga el-
megi. Hetta er nakað, sum
framkomni heimurin má
kunna útvega til tey, men
samtíðis
hevur
hann
ábyrgdina av, at troytanin
av kolvetni til orkuendamál
má vera skynsom og í tráð
við krøvini til burðardygga
menning. Tvs. at dálkingin
má vera sum minst.
Eftir oljuráðstevnuna í
Stavanger fór Elttør beina
leið til Johannesburg at
vera við á ráðstevnu har um
burðardygga menning. Vit
spurdu hann, hvussu tað
ber til, at Føroyar hava
biðið um fyrivarni fyri at
góðtaka Kyotoavtala um
útsleppin av CO2. -Eg haldi
tað er skeivt, at vit í Før-
oyum bara siga ja ella nei,
tá aðrir gera tað. Vit mugu
sjálvi hava eitt støði at
standa á, og tí hava vit í
spurninginum um Agenda
21 og CO2 , har vit jú eingi
serlig tøl hava, biðið um
fyrivarni til vit hava betri
tøl at grunda okkara avgerð
á. Í hesum sambandi hava
vit sett eina verkætlan í
gongd. Um hálvt ár kenna
vit betri tølini fyri Føroyar
og kunnu taka eina støðu út
frá tí.
Vit hava biðið um fyri-
varni við at seta Kyotoav-
taluna í gildi tvs. at lækka
CO2 innihaldið, tí vit
kunnu jú ikki bara siga ja til
nakað, sum vit ikki vita
nakað um. Vit mugu kenna
grundarlagið, áðrenn vit
siga ja ella nei.
Landsstýrismaðurin
leggur eina við, at hetta
hevur einki við oljuna, sum
vit nú leita eftir, at gera.
Finna vit olju í so stórum
mongdum, at hon skal
framleiðast, so mugu vit
eisini hugsa um, hvat vit tá
gera.
Ætlanin var eisini at hitta
norska oljumálaráðharran á
oljuráðstevnuni, men hetta
varð tó av ongum hesaferð.
Ístaðin vitjaði Elttør før-
oyska básin og hitti umboð
fyri føroysku fyritøkurnar,
ið vórðu har.
Kanna umstøðurnar áðrenn
vit skriva undir Kyoto
Eyðun Elttør saman við bretska orkumálaráðharranum á oljumessuni í Stavanger herfyri
Mynd Jan Müller
Eyðun Elttør stæddur á oljuráðstevnu í
Stavanger. Aftanfyri nýggja gistingarhúsið, sum
hevjar seg upp um hølllirnar, har oljumessa og
ráðstevnan ONS er annaðhvørt ár
Mynd Jan Müller
Skála-venjarin uppsagdur
Nr. 169 • hósdagur • 5. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Ístaðin fyri Mathias
Davidsen verður
hjálparvenjarin
higartil, Hans Jákup
Andreasen, sum
saman við Jústinus
Justinussen skal taka
sær liðnum
VENJARAR
Jákup Mørk
Týsdagin tók nevndin í
Skála Ítróttarfelag avleið-
ingarnar av tungu gongdini,
sum hevur eyðkent liðið
higartil. 14 dystir uttan ein
einasta sigur hava viðført,
at liðið alt árið hevur verið
botnproppur í deildini, og
nú boðar nevndin frá, at
Mathias
Davidsen
ikki
longur er venjari hjá felag-
num.
Í stuttum tíðindaskrivi
verður sagt, at uppsøgnin
fyrst og fremst er ein stað-
festing av veruleikanum,
sum sigur, at Skála er
niðasta liðið í deildini. Enn
er tó ikki ov seint at venda
gongdini, og millum annað
hevur Skála teir báðar dyst-
irnar eftir, sum á pappír-
inum hava størst sannlík-
indini fyri at geva stig.
Nevnliga heimadystir móti
EB/Streymi og TB. tí helt
nevndin, at skuldi nakað
stig takast, so mátti tað vera
nú.
At enda boðar nevndin
frá, at hjálparvenjarin hig-
artil, Hans Jákup Andrea-
sen, saman við Jústinus
Justinussen fer at hava
ábygdina av liðnum, tað
sum eftir er av kappingini.
Tað kann leggjast afturat,
at hetta er ikki sørt meinlíkt
støðuni í fjør, tá Skála segði
leikandi
venjaranum,
Eugen Voda, úr starvi stutt
undan kappingarenda. Ta
ferðina vísti avgerðin seg at
vera tann rætta, og nýggju
venjararnir stýrdu í sein-
astu dystunum Skála upp á
beint, soleiðis at uppflyt-
ingin í bestu deildina fyri
fyrstu ferð varð tryggjað.
Sum í útlandinum
Yvir høvur hevur tað í ár
tókst soleiðis, at trýstið á
venjarastørvini gerst alsamt
harðari. Støðan er mest
átøk henni í útlandinum,
har
venjarauppsagnirnar
eru títtar, um úrslitini ikki
eru eftir vild.
Kappingarárið var ikki
meira enn byrjað, tá TB
venjarin varð sagdur úr
starvi. Beint undan summ-
arsteðginum var tað so
vágbingar, sum gjørdu av at
skifta, og áðrenn Skála-
venjarin nú fekk sekkin,
hevði eisini HB boðað frá
venjaraskifti. Hartil hevur
B36 í árinum knýtt nýggjan
hjálparvenjara
at
besta
mansliðnum, meðan tað
longu er kent, at GÍ og B68
skulu hava nýggjan venjara
til komandi kappingarár.
Sostatt tykjast tað bert
vera Kurt Mørkøre í KÍ,
Jógvan Martin Olsen í NSÍ
og Trygvi Mortensen í
EB/Streymi, sum eru kom-
nir fullkomuliga óskalaðir
ígjøgnum kappingarárið,
og tað má í øllum førum
sigast at vera heldur sjáld-
samt.
Mathias Davidsen er ikki longur venjari hjá Skála. Týsdagin
gjørdi nevndin í felagnum av at siga hann úr starvinum
C
M
Y
K
20