Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at fingið vidgjørdan í hesum teiginum, Spyr Sosialin Sostalin<. Sálarfreðing- urin: Hug til sex Vinkona mín sigur, at kanningar hava verið gjørdar sum visa, at kvinnur hava størri åhuga fyri samlegu i einum åvis- um tidarskeidi millum tvær mánasjúkur. Veit sálarfreðingurin nakað um hetta, og kann hann siga eitt sindur um fyribrigdið, at hava/ikki hug til sex. Hetta kundi kanska hjálpt teimum, sum ikki eru eins upplagd- ar altíð, sum vit síggja um í teimum littu blødunum. kvennkyn Sjálvur minnist eg í lotuni ikki nakrar kanningar, ið hagfrødiliga kunnu vísa á, at kvinnur eru meira seksuelt | hugagóðar í ávísum tíðarskeiðum millum tvær mánasjúkur, men tað er trúligt, tá haut verður í huga, at flest allir skapningar frá nátúrunnar hond eru soleiðis háttaðir, at teir ganga á illum og/ella eru seksuelt virk- samir, tá tann. lagaliga løtan býðst til at fáa avkom og tessvegna føra ættina víðari. Hjá djórum og meira tilafturskomnum verum er tann kynsligi at- burðurin nær knýttur at torskildum likamligum til- gongdum — sokallaðum instinktum, sum síðani hava lagað seg, alt eftir hvussu meguleikarnir hava verið at mennt um ættina í tí umhvervi livað hevur verið undir. Uttan at taka dagar í millum, um menniskjan er eitt framkomið djór ella ikki. so er tað rimuligt at hugsa sær til í hvussu so er nakað av slíkum instinktivum atburði, hóast moralur, lóggáva og onnur mentunnarfyri- brigdi gjøgnum oldir hava havt sína ávirkan á frum- instinktini Einki er at ivast í at seksuellur áhugi hevur ikki so lítið at gera við liv- runnin fyribrigdi. Her kann ein t.d. bert hugsa um ta stóru áhugabroyt- ing, sum fer fram í ung- dómsárunum mótvegis hinum kyninum og tað fyri mesta partin orsakað av likamsbroytingum. Longu áðrenn tygum sendu mær fyrispurn- ingin, heuði eg varðhugan Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjålvan »Spyr av, at tygum høvdu grein i tygara måli, og sidani tå havi eg spurt meg fyri hjå kvinnum, og siga slikar, sum gera sovorðið, at tær hava mestan hugin at driva á júst ímillum menustratiónirnar, uttan ætlan um at barnsburður skal spyrjast burturúr. Sovítt tann meira likam- liga og hormonella sidan av spurninginum sum ivaleyst heuði verið væl frægari greinað av serfrød- ingi i liv frødi og/ella sekso- logi, men tað seksuella ber í stóran mun á tað sålar- frødiliga, og har met' eg við vissu at kunna siga, at júst »risikoin« kann geva mongum ein eyka hug. At so uppaftur mong orka at laga hugin, er ein onnur soga. Tað hevur nevniliga ofta víst seg soleiðis, at tann lætti, sum kundi kenst mongum at vera í nútíðar- innar so at siga 100% git- ingarfyribyrging, sam- stundis fyri mong hevur kenst sum eitt ávíst haft seksualhuganum viðvíkj- andi, og mong eru tey, sum tessvegna — og helst mangan óklókt — hava valt heldur at lata standa til Ein fær hug at spyrja, um tað er instinktið og frumnatúran, sum her aftur hevur hug at stinga seg fram í okkum. Hin spurningurin um at hava hug ella ikki til sex er torførari at svara, tí menniskjan er nú einaferð so ómetaliga ymisk, eisini viðvíkjandi seksualiteti. Eg havi omanfyri skriv- að um dýr og primitivar verur, men menniskjan er sum framkomin skapning- ur í mangar mátar oðrvísi og fjoltáttaður. Væl eru vit flest oll í grundini stýrd av frum- dráttum, men hava mentan, livireglar og annað í oldir tálmað hetta inn í eitt háttalag, sum er serstakt fyri hin einstaka. Harumframt er hvat menniskjan viðvíkir, ikki bert talan um tørv og/ella instinkt, men eisini kenslur og relativt frían vilja til at søkja at. Vit eru ikki so nógu sum dýrini stýrd av instinktivum automatikki, men kunnu í størri = mun fyriskipa okkum; vit uppliva og fata ivaleyst meira og eru tískil meira tengd at tí sum vidurferst okkum fyri sansirnar. Her kann t.d. verða hugsað um, at menniskjan á okkara leið- um helst hevur mesta fríggingarhugin teir heitu summardagarnar, tá ein tíðindablaðið annars skuldi væntað, at ein lå og venaði seg av hita. Høvudsorsøkin er helst, at fólk tá eru minni ílætin og tannvegin bein- leiðis girnast hverjum ødrum. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu ómeta- liga fjøltåttad menniskjan er skikkad seksuelt i mun til primitivar verður. Seksuelt eru menniskju ymisk, fjøltåttad og stund- um innvikladi, og man tad ikki vera minsta orsøkin til at gera tad åhugavert og spennandi at hoyra til ta fjoldina Og tað normála hevur víðar ræsir. Ey Jo Sosialráðgev- arin: Ætlar at fara frá konuni Eg havi verið giftur í mong ár, men nú umhugsi eg at fara frá konuni. Vit hava hús og bern fel- ags, men bernini eru farin heimanífrá. Kona mín hev- ur ikki havt arbeiði uttan fyri heimið í 20 ár. Hvussu nógv skal eg gjalda í undirhald til kon- una, og hver skal búgva í húsum okkara? maður Tað er mær ógjorligt at svara uppå hesar bådar spurningarnar ut frå so fåum upplysingum, men eg kann nevna okkurt av tí sum dentur verður lagdur á, tá ið myndug- leikarnir skulu taka av- gerðir í slíkum málum. Viðv. uppihaldspeningi. Her verður millum annað lagdur dentur á, hvussu leingi hjúnarlagið hevur vart. Um báðir partar hava inntøku. Um konan, sum í neunda føri ikki hevur havt arbeiði uttanfyri heimið í 20 ár, er mangt sum týðir uppá, at hon fer at hava ilt við at fáa arbeiði, soleiðis sum arbeiðsmarknaðurin sær útíle.uni. Eisini er augerandi fyri stoddina á uppihaldspen- inginum, hvussu nógu tann parturin, sum skal lata uppihaldspening hevur í inntøku, og evnini hjá viðkomandi at gjalda. Utbúgving og meogu- leikarnir at fáa arbeiði innan sítt yrki telur eisini við. Eyðun Joensen, sál- arfroðingur Ríkisumboðið upplýsir, at tað er vanligt, at saml- aði uppihaldspeningur (her verður hugsað um bæði barnapening og uppi- haldshjálp til hjúnaðar- felaga) ikki má fara upp um 13 av bruttoinn- tokuni. Nevna vit sum dømi, at tygum hava kr. 200.000,- í inntøku, so skulu tygum gjalda umleið kr. 66.000,- í uppihaldspeningi. Sum neunt ber ikki til at siga nakað sum helst út frá so fáum upplýsingum, tí tað er so mangt, sum spælir inn. Viðv. felagshúsinum í búðnum. Her er eisini so mangt, sum spælir inn. Áttu tygum | husini, áðrenn tygum giftist, standa tygum einsamallur fyri teimum, er talan um serogn og mangt annað. Tað kann hugsast, at tygum hava forrætt til húsini, men eru tey ikki serogn, so eigur konan helvtina av virðinum aftaná at møgulig skuld er farin fra. Eg vil ráða tygum at tala við løgfrøding um málið, helst skuldi tit haut hvor sín. Heldur konan, — sum í hesum forimuni ikki sær út til at hava inntoku, seg ikki hava ráð til at gjalda einum løgfrødingi, kann hon sekja fría >pro- cess« igjøgnum Ríkisum- bodid. Marjun Løgfrødingur- in: Um ognar- vidurskifti millum hjun Eg havi nakrar spurn- ingar til løgfrødingin, sum eg fegin vildi fingid greidi å. Maður mín og eg hava verið gift í 20 ár, og vit hava ikki serliga avtalu um ognir okkara. Húsini = keyptu vit áðrenn vit giftust, men bert navnið á manni mínum stendur á skjetin- um. Hver eigur húsið, um vit t.d. skiljast? Kunnu vit hver í sínum lagi taka upp lán, uttan at hjúnarfelagin veit av tí? Marjun Sigurdsdótt- ir, sosialráðgevi Marner lækni Hvussu er við ognar- viðurskiftunum, tá ein arvar. Fer hesin inn á fel- agsbúgvið, um einki verður skrivað, sum kann prógva hver av pertunum hevur arvað? Hver eigur pening sum stendur í bankanum, tá bert navnið á tí eina part- inum stendur fyri bókini? S. Tá kona og maður giftast ganga ognir teirra inn í eitt felagsbigv. Hetta merkir tó ikki at tað, sum konan t.d. átti, áðrenn hon giftist, eigur hon í felag við manninum. Nei, hon er framvegis einaeigari og kann ráða yvir hesum sum hon vil, — hóast hon nú hevur felagsogn við mann- in. Rætturin hjá hinum hjúnarfelagnum her mann- inum — og tað liggur jú í orðinum »felagsogn«, at onkur rættur er — ker kemur fyrst til sjóndar tå hjúnarbandið heldur uppat, antin orsakað av deyða ella tí hjúnini ynskja at fara hver til sítt. Tá fær maðurin krav upp á helvtina av ognini (og skuldini) hjå konuni, eins og konan hevur sama rætt mótvegis manninum. Um orsekin til hjúnar- bandsslitið er, at annar doyr skulu eisini arvaregl- urnar havast við tá býtast skal. Somu reglur eru gald- andi fyri tær ognir sum hjúnarfelagirnir hvor sær fáa ella keypa aftaná at tey eru vorðin gift. Ogn- irnar hoyra til felagsbugv- ið, men hver sær hevur rætt at ráa yvir sínum ognum, sum áðrenn giftar- málið. Tíverri — eka tíbetur eru undantak frá omanfyri neundu reglu um rætt at ráða yvir egnum ognum og snyr eitt av hesum und- antøkum seg júst um hús- ini, sum brúkt verða sum bústaður hjá familjuni eins og innbúgvið eisini er íroknað. Um maðurin er skeyti- innhavari, bert hansara naun stendur á skeyt- inum, verður hann rokn- aður sum eigari av hús- inum. Um konan kann prógva, at hon eisini hevur goldið munandi til húsini, og at tað tí er gáloysni, at navn hennara ikki er neunt í skeytinum, so kann hon fáa viðhald í einum kravi um at gerast eigari eisini. Simonsen, Nr. 119 — 18. november 1982 Turið Debes Hentze, løgfrødingur Henda progvbyrdan er tung at lyfta og heilt ser- ligar umstødur skulu gera seg galdandi, fyri at hon kann fáa viðhald, — so at sum maðurin ongantíð hevur havt inntøku ella tílíkt. Av hesum skilst at tygum mugu rokna við at maðurin eigur húsini, so- leiðis at hann kann krevja húsini um tit skiljast. Men tygum hava jú felagsogn við mannin og hava ti rætt til helvtina av hansara ogn (og skuld) tvs., at sjálut um tygum ikki kunnu fáa sjálut húsið, so kunnu tygum krevja helvtina av virðinum, sum tygara part. Hóast maður tygara eigur húsini sum tit búgva í kann hann ikki einsa- mallur ráða yvir hesum. Júst húsini er eitt av und- antøkunum, sum eg nevndi í áðni. Tað merkjur, at maður tygara kann ikki selja húsini ella taka lán upp á húsið uttan at spyrja tygum fyrst. Hetta er grundað á at húsini eru felagsbústaður tykkara og at annar part- urin tí ikki uttan at spyrja hin, knappliga kann taka stødid undan familjuni. Nakað annað er, at figgj- arvónirnar kunnu vera vorðnar so, at húsini kunnu missast orsakað av hesum, — men frívilliga kann maðurin ikki td. selja húsini, tí hann heldur kundi hugsa sær ein bát (uttan at spyrja konuna fyrst). Um låntøku í hjunar- lagnum er annars at siga, at kann hetta gerast uttan at seta í veð húsið, inn- búgvið ella serliga arbeiðs- tól, so hevur hver í sær rætt til at gera hetta. Eru trupulleikar av, at annar parturin átekur sær ov nógva skuld, gera hjúnafelagirnir rættast í at avtala serogn, so at annar parturin ikki er orsok til, at alt felagsbúgvið verður etið upp. Arvur fer inn í felags- búgvið sum alt annað sum fingið ella keypt verður og aftur her er galdandi, at hann sum arvar eigur arvin og kann gera við hann, sum henni lystir. Viðvíkjandi pengum í bankanum er tað sama galdandi sum fyri skeyti, keypisáttmálar 0.a., at um ikki serligt hald er fyri ødrum, verður tann rokn- aður sum eigari, hvors navn verður nevnt. Turid