leygardagur 20. november 1982síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
?
Vågsbøur kann =
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
gerast midbyur
Í vikuni samtykti ein meiriluti í býráðnum í Klaksvík,
at Vågsbøur skal vera midstadarøki við almennum og
privatum bygningum.
Nú býráðið hevur talað, so skal samtyktin út til borg-
arnar, ið kunnu koma við síni hugsan
Byrjað varð miðskeiðis í
árinum 1977 at arbeiða við
býarplaninum í Klaksvík
Arbeiðið helt fram í 1978
Tað upprunaliga upp-
skotið tá frá konsolent-
unum, sum gjerdu planin
var, at Vágsbeur skuldi
vera eitt miðstaðareki.
Har skuldi verða loyvt at
byggja almennar bygn-
ingar, samkomuhús,
krambudur, skrivstovur,
gistingarhús, heilsumið-
stað osfr. Tað varð tó við
einum meiriluta uppá 9 av
11 broytt til bert at skula
húsa almennum bygning-
um.
Ein av teimum býráðs-
limunum, sum alla tíðina
hevur verið fyri, at Vágs-
beur skal vera eitt mið-
staðareki burturav er Vil-
helm Johannesen. Vit
spurdu hann, hví hann er
fyri hesi loysnini.
— Eg meini, at Klaksvík
í dag hevur ongan midby.
Tað er als eingin miðdepil
í Klaksvík. Kemur tú við
ferjuni og fert í land, so
sær tað út sum tú gongur
móti einum miðbýi, men
har er bara eingin. Vit
hava eitt stórt óbygt eki
niðanfyri vegin — Vágs-
beur. Hinumegin vegin
liggur Akursmerk. Øll eru
samd um, at Akursmerk
skal vera eitt óbygt grent
eki. Men so leingi Vágs-
beur liggur opin . verður
Akursmerk ongantíð
nakar vakur blettur. Har
er gjøstur. Alt órudd av
sandinum fýkur niðan á
Akursmerk.
— Byggja vit á Vágsbei
sigur Vilhelm Johannesen
víðari, fáa vit lívd fyri
Akursmerk, og so kunnu
vit fáa Akursmerk til ein
vakran blett. Tí eri eg fyri
at byggja á Vågsbø.
Men allir býráðslimir
eru samdir um, at tað skal
byggjast á Vågsbø, men
spurningurin er um, hvat
skal byggjast.
Skal bert talan verða
um almennar bygningar,
so fáa vit ikki nakran liv-
andi miðdepil. Almennir
bygningar steingja allir
tíðliga. Tvs. vit fáa ein
miðbý, sum liggur myrkur
nógvar tímar. Tað verður
eitt kalt umhvervi.
Fáa vit t.d. gistingarhús
við matstovu, sum hevur
opið til út á kveldi go
krambúðir við sýnisglugg-
um, tá verður hetta eitt
meira livandi umhvervi.
jan
Lýsingar:
? 7
Nu kom hann: fyrsti føroyski
jolakalendarin
Legið, at hann ikki er komin fyrr. Men nú er hann altso komin: fyrsti føroyski jólaka-
lendarin. Sum teir útlendsku hevur hann 24 gluggar at lata upp. Ein hvønn dagin frá
1. desember til jólaaftan.
Bárður Jákupsson hevur teknað kalendaran, sum Barnabati gevur út. Hann er
prentaður í Danmark og hvor kostaði 6 kr. at gera.
Kalendarin verður seldur fyri 20 kr. og tær 14 kr. verða býttar soleiðis, at Barnabati
fær 7 og KFUM-skótarnir 7 kr. fyri hvønn seldan jólakalendara. 5.000 eru prentaðir og
verða allir seldir, fáa felagsskapirnir báðir 35.000 kr. í part.
KFUM-skótarnir hava søluna um hond. Og teir hava valt at gjort tað soleiðis, at teir
ganga hús úr húsi í ollum landinum.
Jólakalendarin hjá Barnabata er 38X42 cm og prentaður í fleiri litum á karton. Hvat
er innan fyri tær 24 lúkurnar, vita vit sjálvandi ikki fyrr enn jólaaftan. Tað nyttar onki
at snýta, ti tað sæst ikki gjøgnum kartonið á baksíðuni.
Lúkurnar eru allar vindeygu og hurðar, so vit gita, at tá allar eru opnar, er myndin
vorðin ein heilt onnur og fjølbroyttari. Vit gleða okkum
hd
Peer hevur valt at fara í part við tí sterka í tí grikska
uppreistrinum móti turkum: — Nei, stóra takk, eg styði
tann sterka og láni turkinum pening — 4
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningúm. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnad fyri lýsaran.
Óli í Aarstovu
Og eg sum trúði, at
Vágs býráð ongantíð
var full-mannad!
No
Hevði hasin maðurin
við skattarentuni búð
í Hirtshals og ikki i
Redovre, hevði
Skattadeildin iva-
leyst funnið hann
beinanvegin...
*
Tórshavnar býráð
sparir framvegis og
koyrir ikki sand á
geturnar — spell at
Poul ikki eisini seldi
sand.
Nú er ikki loyvt at
senda tvest og spik
til Danmarkar, tí tað
er ólógligt at veiða —
hvat gjørdu danir,
um ein grind gjørdi
landgongd ???
*