leygardagur 27. november 1982síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Us is
55. árg. * kr. 4,
Nr. 123 + leygardagur 27. november 1982
javnaður broðralag
frælsi
Er vandi á ferð:
Føroyskur upsi
kann ikki seljast
Týska stórfyritekan, ið keypir allan tann føroyska upsan frá Føroya Fiska-
selu hevur sagt nei til meira upsa. Orsekin er tann, at tað er ov nógv av upsa,
á marknaðinum í løtuni, og at tað hava verið reklamatiónir uppá nøkur parti-
ir av foroyska upsanum.
Enn er ov tíðliga at siga nakað um avleiðingarnar. Men í versta fall kann
henda, at bæði avrokningar- og avreiðingarprísirnir fara niður. Ráfiska-
grunnurin tvs. foroyski skattaborgarin kemur í komandi ári at rinda gildið,
og tað kann verða talan um nógvar mill. kr.
Frystur feroyskur upsi
hevur tað ikki gott í letuni
og tað hava Feroya Fiska-
sela og flakavirkini heldur
ikki.
Orsøkin er tann, at vit
sleppa ikki av við okkara
upsafløk fyri tann pris,
sum Fiskaselan annars
hevur gjert avtalu um við
týsku fyritøkuna Lang-
nese-Iglo.
A fleiri av føroysku
flakavirkjunum eru teir i
døpurhuga. Ti serliga hjå
teimum, ið hava nógvan
upsa á goymslu, kann
hetta merkja tap uppá
fleiri mill. kr. í versta fall.
Og á goymsluni hjá Fer-
oya Fiskaselu í Hirtshals
liggja í letuni millum 500
og 1000 tons av frystum
upsafløkum.
Stødan sigst verða
ógvuliga álvarslig. Týski
keyparin, sum hevur funn-
ið fram til, at ein partur av
føroyska upsanum ikki
hevur verið í lagi, sigur nú
nei til at keypa nakran
upsa yvirhevur. Bert fyri
tey umleið 700 tonsini,
sum liggja á goymslu í
Hirtshals, merkir hetta
eitt tap uppá 3 mill. kr.
So stinga spurningarnir
seg upp, hver orsekin er
til hesa gongd, hver hevur
ábyrgdina í Feroyum, og
hver skal gjalda.
Orsekin sigst vera tann,
at týskir verksmiðjutrol-
arar hava veitt
nógvan upsa í Norðsjón-
um. Hann verður beinan-
vegin ísaður og ferdur til
týska havn og hevur tí
munandi betri góðsku enn
okkara, ið jú er um 8 til 10
dagar at koma fram til
keyparan.
Eisini hava norðmenn
stóra framleiðslu av upsa,
sum ger, at tað er ov nógv
av upsa á marknaðinum í
letuni bæði í Europa og í
USA.
Framhald á síðu 6
Liggur loysnin til
havnatrupulleikarnar
í Sandoynni her?
Hetta er ein partur av ti útsprongda økinum sunnan fyri flakavirkið á Sandi, sum
kann gerast til eina fiskivinnuhavn fyri alla oynna
Ein bilig og lett útbygging av Sands havn kann geva øllum
sandoyingum bøttar umstødur at reka fiskivinnu.
Talan er um eitt rættiliga stórt utsprongt eki sunnan fyri
nýggja flakavirkiðúti í Stoð á Sandi. Verður hetta ekið sprongt
einar 6-7 metrar niður verður har ein stórur hylur, sum kann
hýsa ollum teimum stóru fiskibátunum í Sandoynni
Síða 3
Nú er arbeiði til allar hendur. Bátarnar, flakavirkið og flakakvinnurnar
Størsta
menningartil-
tak í Sands søgu
Einki annað enn ein kollvelting er tað! Nýggja flakavirkid á Sandi er byrjanin
til eina menning í hesi sterstu bygdini í Sandoynni, sum fer at birta nýtt lív í.
Nú er ikki meira neyðugt at fara av bygdini at arbeiða. Nú er grundarlag
skapt fyri tí uppvaksandi ættarliðnum sum ídag flytur av oynni, tí á Sandi
hevur verið so lítið av arbeiði.
Nýggja flakavirkið hjá Borgini er helst eitt tað stersta bygdamenningar-
tiltak i Føroyum í nógv, nógv ár. Við áræði og treysti hava sandingar stridst
fyri at fáa hetta so týdningarmikla arbeiðsplássið. Nú hevur tað eydnast
teimum við egnari megi — háost „teir klóku- norðanfyri meintu, at tað var
ørskapur at byggja enn eitt flakavirki í Sandoynni. Sandingar eru bjart-
skygdir. Teir halda, at pláss er fyri tveimum virkjum í oynni og siga, at teir
ynskja at samarbeiða við skopuningar
Síðurnar á og 5