Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 27. november 1982 Útbygging av havnini á Sandi kann loysa nógvar trupulleikar Ein lutvís bílig og lett útbygging av havnini á Sandi kann loysa nógvar av teimum stóru trupulleikunum, sum standast av vánaligu havnaviðurskiftunum í Sand- oynni. Sands havn kann í dag taka ímóti tí tunga flutning- inum. M.a. Smyril skal leggja athar. Men hetta loysir ikki trupulleikarnar hjá sterri fiskibátunum í oynni, sum terva pláss at liggja í ódnarveðri, og tá uppilega er. Tað er meguligt at byggja havina á Sandi út til hetta endamál. Samstundis eigur ferjulegan í Skopun at verða útbygd, soleiðis, at Skopun eisini framyvir kann virka sum samferðsluhavn fyri alla oynna Ein lutvís bílig, lett og skjót útbygging av Sands havn kann loysa ein stóran part av teimum trupulleikum, sum eru viðvíkjandi = havnaviður- skiftunum í Sandoynni M.a. hetta fekk Sosi- ajurin burtur úr eini ferð á Sandi í vikuni, har vit tos- aðu við stjóran og virkis leiðaran á flakavirkinum Borgini og við bygdaráðs- formannin I samrødu å s. 4 og 5 i dag sigur Finnur Hentze, stjøri å Borgini, at neyd- ugt er at byggja havnina å Sandi ut við einum stórum hyli skal virkið í framtíð- ini taka ímóti fiski frá fleiri sterri bátum. Og tað skal virkið fyri at fáa nokk av ráveru. Henda útbygg- ing, heldur Finnur Hentze, kann gerast rættiliga bíliga. Talan er um at gera ein stóran hyl á ekinum sunnanfyri virkið. Her skal so nakað spreingjast út. Við slíkari havnaút- bygging verður møguleiki hjá flest ellum sterri bát- um í oynni at verða liggj- andi í oynni í ódnarveðri. Í dag er bert pláss fyri nøkr- um fáum sterri bátum á Sandi, meðan t.d. skop unartrolarar mugu fara til Havnar at liggja í illveðri. Ynski góð viður- skifti við Skopun Vit spurdu nú bygdaráðs- formannin á Sandi. Jákup Birgir Mohr, um ein slík útbygging á Sandi, kann loysa nakrar av teimum stóru trupulleikum, sum hava verið tengdir at havnaútbyggingini i Skopun. Til tad sigur hann, at hetta er eitt mål, sum lættliga kann misfatast, ti gongur hann sum bygda- rådsformadur å Sandi inn fyri eini útbygging á Sandi heldur enn í Skop- un, tá kunnu skopuningar skilja hetta sum eina ein- vísa politiska stoðutakan. — Lat tað verða sagt beinanvegin, at eg ynski góð viðurskifti við Skop- un, og eg haldi eisini, at báðar bygdirnar, nú tvey flakavirki eru í oynni, fara Framhald á síðu 14 29. november kl pe Í i 1 ! í | í Suðurstreymoyar Javnaðarfeiag fyri BINGO-spæii g lutakast! á BING | Hotel Føroyvum Høvudsvinningurin er ein oksabak- fjórðingur Men tú kanst eisini vinna ein málning, bókaverkið hjá Heðini Brú, jólagásina og mangt, mangt annað. SSJ tíðindablaðið Hon er hugnalig og ruddulig — havnin á Sandi, men hon er ov lítil Litir: svart - bordeaux - cowboy Litir: gular - pink FB 8 Ringið ella støkkið inn á gólvið og fái eitt mótaprát. Vit fylgja við tíðini. TOYSTOVAN … orr ns Tvøroyri — tlf. 71612