Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: píf sosiaturin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Postsmoga 76, 3800 Argir. telefon 11820 Bygdamenning - bygdamentan oddagrein FØROYA kommunufelag skipar i dag fyri fundi um bygdamenning og bygdamentan. Hesin fundur verður í einari løtu, sum er einki minni enn lagnustund hjá smá- plássunum. TAÐ hava verið nógv føgur orð søgd um bygdamenning, síðan hetta hugtakið varð borið framá fyrsta sinni fyri mongum árum siå- ani, men tíverri hevur ofta verið talan meira um orð enn um verk. BYGDAMENTAN er ikki so nógv frammi sum hugtak, men í hesum liggur væl tað, at ein á bygd hevur onnur virði og eitt annað um- hvørvi, enn byurin og stórbygdin hava. VIT kunnu í Føroyum ikki vera folkio á smáplássunum fyri uttan og samfelag okkara verður mun- andi fátækari bæði andaliga og tímliga tann dagin Gásadalur, Mykines, Trøllanes, Múli og aðrar fjarskotnar smábygdir verða av- toftaðar. HER eru munagóð almenn tiltøk harðliga tiltrongd -- tað bæði skjótt og brátt. Hesar bygdir mugu og skula fáa eitt sámuligt samband við umheimin, tær eiga at fáa røktarmøguleikar til tey gomlu, munagóðan fíggjarligan stuðul til landbúnað, handverk og heimavirki til tey ungu og yngru. greiðingarprísurin. Børnini mugu fáa somu útbúgv- ingarmeguleikar sum born í Havn, Klaksvík ella á Tvøroyri. VIT mugu viðurkenna tey anda- ligu virði í småplåssum og út oyggjum. Her er mál, sagnir og kvæði goymd og gamlir siðir enn livandi. Alt hetta vita vit — alt hetta liggur púra greitt. MEN vit vita samstundis fyri vist, at við tí stýri, vit hava í løtuni verða eingi munagóð tiltøk gjørd fyri at bóta um tey viðurskifti, ið her eru nevnd. ALTERNATIVIÐ hjá Fólkaflokki, Sambandsflokki og Gamla sjálv- stýri hevur svikið småbygdir og útoyggjar á sama hátt, sum teir hava svikið øli síni gyltu lyfti. LAMDIR av klandri og sínamillum øvundsjuku sita teir sum ongantíð hevur verið annað enn eitt tómt men kanska eitt sindur vælikling- andi borgarligt rakstrarróp. KANSKA kann fundurin hjá kommunufelagnum fáa teir alternativu at vakna úr bjarnadúri og fáa teir at skilja, at teir hava ábyrgdina av øllum hesum samfel- agnum — ikki bert teimum, sum koma undir vinar- og kenningar- politikkin. Í TAÐ skal tí vera ynski okkara, at fundurin má eydnast væl og at luttakararnir fáa okkurt við sær aftur til húsar at hugsa um. Framhald av síðu Í Hóast feroyski upsin hevur hampiliga góða góðsku í mun til annan upsa, so verða krevini nú tað er yvirframleiðsla sett nógv strangari enn frammanundan. Er so nakað av ups- anum í verra lagi skal lítið til, at hann fær eina rekla- matión. Hetta er so hent við nekrum av teimum upsafløkunum, sum hava ligid i Hirtshals. Skulu vit sleppa av vid upsa i løtuni, so mugu vit selja hann til Tjekkoslova- kia fyri umleið 5 kr. minni enn kilo. Hetta er so eitt beinleiðis tap hjá flaka- virkjunum, tí fiskurin er innkeyptur fyri hægri prís. Eitt úrslit av hesi gongd verður helst, at avrokn- ingarprísurin má niður og harvið fylgir eisini av- Vit hava spurt Hera Mortensen á flakavirk- inum á Tveroyri, hvat kann gerast við hetta. Hann sigur, at hetta er eitt sera álvarsligt mál. Uppá fyrispurning um virkini ella Føroya Fiska- sela eigur at rinda fyri hetta tapið, sigur Heri Mortensen, at fyri tann fisk, sum reklamatiónir eru uppá, er einki at ivast í at virkini eiga at gjalda. Men eðrvísi er við tí fiski við góðar góðsku, sum liggur á goymslu. — Hava vit latið eina góða góðsku og Fiska- selan ikki kann selja so er tað ikki okkara feilur, sígur Heri Mortensen og leggur aftrat, at tað flak sum er í lagi má Fiska- selan bera tapið av. Hetta er eitt selu- problem. Fiskaselan hevur jú upplýst ráfiska- grunnin, sum setur prísin, at tað fekst tann og tann prísur. Harvið er prís- urin, sum virkini hava goldið, ásettur. — Eg dugi ikki at siggja, at tad skulu vera virkini, sum einsamell skulu gjalda hetta tap, ti tá verður tað ein dyggur smeitur fyri tey sigur Heri Mortensen. Tveroyrar Flakavirki hevur 80 tons av frystum upsa á goymslu. Hetta skuldi so givið eitt tap uppá hálva mill. kr. Vit spurdu at enda Hera Mortensen, um henda gongdin við upsanum hevur nakað við tann selu- politikk sum Fiskaselan førir, at gera. — Eftir míni metan, er tað ein stórur vandi í tí, at Fiskaselan bert selur allan tann føroyska upsan til ein keypara. jan ingum Ta eg ikki vænti at fáa innivist fyri hesum brævi í Dagblaðnum, fari eg at royna Sosialin, og biðja um at fáa hetta bræv upp- tikið har. Í vár hoyrdu vit i Ut- varpinum, Olaf Olsen og Paula løgmann, tosa um tað nýggju veiðina, sum nú hevði tikið seg upp, nevniliga svartkjaftaveið- an. Teir skuldu geva loyvi til heilar 3 svartkjaftatrol- arar, 2 í ár og so hin næsta år, hetta var jú okkara framtíð. Menn ur bygdini her tóku seg saman, og fóru í holt við at kanna um hóskandi skip kundi skaff- ast. Einkultir av umreddu monnum vóru jú pionerar innan svartkjaftaveiðu, so um skip kundi fáast til vega, so varð alt upplagt. Olaf Olsen hevði sett virki í Fuglafirði, hann hevði fiskimál um hendi, og eina rúgvu av stemmum frá plássinum her til seinasta logtingsvalg. Umreddu fuglfirðingar funnu skjótt ein hóskandi trolara, ein italienskan frystitrolara, sum hevði alt tað sum kravdist til slíka drift. Menn fóru til Svartkjaftatrolarin hjá fuglfirð- Ítalíu. tosaðu við bankar og lánistovnar, legdu til- rættis tað sum skuldi orðnast, alt hetta forarbeiði bleiv goldið av hesum monnum sjálvum, tosað bleiv vid Olaf Olsen, og kundi hann geva muntligt játtilsi. Dag- blaðið skrivaði á fremstu síðu, við stórari yvirskrift, stersta fiskifar í vestur- heiminum nú keypt til Fuglafjarðar, Olaf er óferur, hann ger nakað fyri sítt valdemi. Um somu tíð fara menn í suðri eisini í gongd við svart- kjaftaskip, í hesum tilfelli ein nýbygning, men tá hvørki Olaf, Fólkaflokk- urin ella Pauli hevur nakað til yvirs fyri Suðuroynni, so var skjótt greitt, at hetta projekti varð lagt uppá hillina, einasti svart- kjaftatrolarin, sum fór at koma, var tann hjá fugl- firðingum. Men so ein dagin, fyri stuttum, hoyra vit í út- varpinum, at landsstýrið hevur givið havnarmonn- um innflutningsloyvi, og ikki bara tað, men studn- ing og veðhald uppá 22-25 miljónir kr. til trolaran, 27. november 1982 sum fuglfirðingar hava lagt rygg til at fáa til land- ið. Nú fáa fuglfirðingar eitt spark í endan av Olaf Olsen. Olaf mátti vita, at ein kann ikki halda fólk fyri spott á slíkan hátt, og hvat sigur Dagblaðið nú um stóra skipið hjá fugl- firðingum. Olaf varð maður tá hann fór út til Atla Dam, atbiðja um ymisk sløg av studningi til teir smærru trolarnar, har ímillum cubatrolarnar, sum Olaf sjálvur var reiðari fyri. Nakað væl av hesum studningi fór direkta til tað virki, sum Olaf sjálvur hevði um hendi. Nú er Olaf Olsen fiski- ministari, hansara virki er væl fyri. Nú mugu fugl- firðingar klára seg sjálvar. Men Olaf, lat Paula Ellefsen bara brúka teg og dykka teg niður, fyri okkara bygd ger tað einki nú, innflutningsloyvi er farið av bygdini, og kemur ikki aftur, vit hava lært av hesum. Fuglfirðingur, sum einastu og seinastu ferð valdi Olaf Fyrispurningur til Jóannes Dals- gaard og Javnaðarflokkin Tað var áhugavert at lesa í Sosialinum tann 20.11.82 at Javnaðarflokkurin hev ur lagt uppskot fyri tingið um kollegiubygging, og hvussu hetta mál skal loysast viðvíkjandi figg- ing gjøgnum húsaláns- og íbúðargrunnin. Serliga áhugavert var tað at síggja, at Javnaðarflokk- urin heitti á at uppskotið verður tilevnað í samráð við L.F.Ú. og Landsfelag fyri ungdómsfeleg. Vit undrast á, at Javn- aðarflokkurin ikki setti seg í samband við oman fyri nevndu felog áðrenn uppskotið bleiv lagt fyri tingið. Mint verður á at Lands- felagið fyri Feroyingar í Utbigving hevur sent Landsstýrinum eitt uppskot um broyting í lærlingaheimslógini, so- leiðis at íbúðir kunnu byggjast til ell í útbúgv- ing, og ikki bert til lær- lingar, sum núer. Sambært okkara upp- skoti verður tað bíligari at búga í kollegium, bygd eftir lærlingaheimslógini. So er spurningurin: Hví setti = Javnaðarflokkurin seg ikki í samband við L.F.U. og Landsf. fyri Ungdómsfelog áðrenn hann legði uppskot sítt fram á ting? — Nær ætla tit at gera tað? Starvsnevndin í L.F.Ú. Mainhardt D. Jacobsen Durita Joensen Elsa Klein Olsen Per Kallsberg Per Hansen Eymkandi »Sjonarmid« Eg fari hervið at spyrja, hví >Sosialurin< nú er far- in at klippa síni >Sjónar- mið< burtur úr donskum blødum. Er hetta ikki ein »fallit-erklæring«? Annars haldi eg, at „sjónarmiðið“ hósdagin 18. november um sosialist- arnar í Fraklandi átti at verið sent víðari til tað blað, har tað hoyrir heima, nevniliga Dagblaðið. hipo Svar Einasta orsekin til, at Sosialurin í heyst tvær ferðir hevur endurprentað donsk sjónarmið, er hon, at tað er ógvuliga torført at fáa fólk at skriva. So at siga hverja ferð verða fleiri spurd ella biðin. Summi siga nei, onnur kanska og uppaftur onnur siga »ja«, men so hava tey kortini ikki skrivað nakað, tá tað kemur til stykkis. Síða sjey er hósdag sett til >sjónarmið< og eina »politiska viðmerking“, sum eisini er torfer at fáa inn. Og tá einki er komið og freistin er farin hava vit loyvt okkum at prenta eina kronikk úr Áktuelt. Hipo skrivar, at >sjónar- miðið< átti at verið sent til Dagblaðið, har tað hoyrir heima. Hetta er íkki vanlig fatan um eina kronikk. Hon hoyrir ikki heima í einum ávísum blað ella ikki. Blød heita á fólk um at koma við teirra sjónarmiðum í eini kronikk, sjónarmiði, rit- grein, kjallaragrein ella hvat hon nú verður nevnd, fyri at almenna orðaskifti er breitt og ikki trong- skygt. Við hesum svarinum skal Sosialurin enn eina- ferð heita á fólk um at skriva sjónarmið, ella lesarbrøv. Bladstjørnin