týsdagur 11. apríl 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
Studningar til landbúnaðin
NEYTAKJØT:
Umsóknarfreistin er ein mánaða, frá tí at neytið
er dripið. Tá allir umbidnir upplýsingar fyriliggja,
verður studningurin avgreiddur so hvørt.
STRÁFÓÐUR:
Søkjast skal skrivliga sambært lýsing í bløðunum.
Stráfóðurstudningur verður avgreiddur einaferð
árliga fyri alt landið í senn.
SÚRHOYSBRUNNAR:
Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast, tá
ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studn-
ingurin verður avgreiddur, tá brunnurin er liðugur,
sýnaður og góðkendur.
RÆTTIR:
Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast tá ætlan
fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin
verður avgreiddur, tá arbeiðið er liðugt og góðkent.
Studningurin verður bert latin til rættir við vaski-
brunni.
VELTING:
Ætlanirnar skulu fráboðast við eini umsókn áðrenn
1. mai, og verða góðkendar fyri at studningur kann
verða settur av til fráboðaðu arbeiðini. Veltað
lendið skal vera sýnað og góðkent, áðrenn studn-
Allur studningur til landbúnaðin er treytaður av, at móttakarin hevur landbúnað sum vinnu, og
harav er bókhaldsskyldigur og MVG-skrásettur.
Út frá hesum verður studningur bert latin umsøkjarum, sum hava latið skrivstovu jarðarráðsins
MVG-skrásetingarskjal sítt fyri inniverandi ár og góðkendan roknskap fyri árið frammanundan.
Umsóknarfreistirnar skulu haldast. Árstíðarásettar freistir verða lýstar í bløðunum. Annars er
mannagongdin viðv. teimum ymisku studningunum lýst niðanfyri.
ingur verður avgreiddur. Verður arbeiðið ikki lið-
ugt, er neyðugt at søkja umaftur árið eftir. Velti-
studningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri
alt landið í senn.
KØSTAR:
Søkjast kann alt árið tá ætlan fyriliggur. Studn-
ingurin verður avgreiddur so hvørt arbeiðið er
liðugt og góðkent.
SEYÐAKJØT:
Hesin studningur er afturbering av goldnum meir-
virðisgjaldi. Umsóknin skal sendast jarðarráðnum
samstundis, sum meirvirðisgjaldið verður goldið
T & S fyri farna ársfjórðingin, soleiðis at hon er
okkum í hendi 20. í sama mánaði. Sostatt er
seinasta freist:
okt. ársfj. 20. feb.
jan. ársfj. 20. mai
apr. ársfj. 20. aug.
juli ársfj. 20. nov.
Við umsóknini skal uppgerð og kvittan fylgja við.
Studningurin verður avgreiddur so hvørt.
MJÓLK:
Henda studning avgreiðir jarðarráðið sambært
uppgerð til MBM, sum lutar studningin út eftir
innvigaðu mjólkamongdini til virkið.
Umsóknir til studning skulu altíð vera skrivaðar á umsóknarbløð, sum fáast á skrivstovu jarðar-
ráðsins tlf. 311180. Á hesum umsóknarbløðunum eru prentaðar studningstreytirnar.
Umsóknir, ið eru skrivaðar á eldri umsóknarbløð, sum ikki eru galdandi longur ella á ljóstak av
umsóknarbløðum, verða ikki góðkendar.
Upplýsingar um studningsupphæddir o.a. fáast við at ringja tlf. 311180.
FØROYA JARÐARRÁÐ
Postrúm 50 • R. C. Effersøesgøta 4 • 110 Tórshavn • tlf. 311180 • fax 311185 • teldupostur: fj@fj.fo
Telefontíð mánadag-hósdag 08.00-16.30 tó fríggjadag 08.00-16.00
(í døgurðatímanum er stongt)
RÆTTING
SP/F GRANNSKOÐARAFELAGIÐ
RASMUSSEN & WEIHE
Skrivari til oljufelag
Fyri eitt av teimum stóru oljufeløgunum
verður søkt eftir einum fólki til skrivstov-
una í Tórshavn. Hetta er eitt fyribilsstarv
til september 2000, eftir tað kann talan
møguliga verða um varandi starv. Um so
verður, er hetta eitt starv við góðum fram-
tíðarmøguleikum fyri tað rætta fólkið.
Um starvið
Tann, ið settur verður í starvið sum skriv-
ari hjá skrivstovustjóranum, skal
• taka sær av postinum, skipa fyri ferðing,
leggja fundir tilrættis bæði innan- og
uttanhýsis, standa fyri brævaskifti, tele-
fon, taka sær av fyrispurningum bæði
innan- og uttanhýsis og hjálpa til við at
greiða teir
• skipa og røkja neyðuga arkivering, bæði
manuelt og elektroniskt
• framleiða tilfar (overheads, slides, tíð-
indatilfar) bæði til høvuðsleiðsluna og
til onnur
• taka ímóti vitjandi á skrivstovuni og
skipa fyri neyðugari umboðan
• gera eitt sindur av bókhaldsarbeiði.
Krøv til umsøkjaran
• má vera kønur í nýtslu av teldu (tekst-
viðgerð/rokniark/grafik/e-mail), arkiver-
ing, hava evnir at fyriskipa og leggja til
rættis, t.d. at skipa fyri fundum, ferðing
etc.; útbúgving er ein fyrimunur, men
áhugi og royndir telja eisini nógv
• má kunna samskifta væl við onnur bæði
starvsfólk og kundar, herundir føroysku
oljumyndugleikarnar, høvuðsskrivstovu
felagsins o.o., má vera stinnur í skriv-
ligum enskum og føroyskum, má vera
opin og fyrikomandi sum andlit felagsins
úteftir
• skal hava góð evnir at skipa og raðfesta
arbeiði, duga at taka stig til at veita
kundunum tænastu, kunna arbeiða
undir trýsti og duga at leggja tíðina til
rættis
• skal kunna taka aktivt lut í skipan av
organisatiónini og vera við til at fyriskipa
og leiða fundir millum partar í fyritøkuni
• eigur at skilja týdningin av, at ætlanir
verða fylgdar, og at arbeitt verður eftir
fastløgdum stevnumiðum, manna-
gongdum og standardum.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Um-
sóknir við CV skulu sendast til P/f Grann-
skoðarafelagið Rasmussen & Weihe.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at
venda sær til Ole Guldborg Nielsen.
RASMUSSEN & WEIHE
Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F
An associated firm of
Á Glaðsheyggi
P.O. Box 30
FO-110 Tórshavn
Tlf. (+298) 311017
Fax (+298) 311018
Sp/f nr. 267
e-mail:
rasmussen @rasmussen.fo
Http://www.rasmussen.fo
Ársaðalfundur
verður í Havnar Róðrarfelag flaggdagin 25.
apríl við tilskilaðari fundarskrá.
1) Val av fundarstjóra
2) Frásøgn formansins frá farna árinum
3) Framløga av grannskoðaðum ársrokn-
skapi til góðkenningar
4) Val av nevndarlimum
5) Val av tiltakslimum
6) Val av grannskoðara
7) Møgulig uppskot av limum
8) Ymiskt.
Havnar Róðrarfelag
Reingerðarfólk
Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til
Leirvíkar Skúla at byrja 1. mai 2000.
Umsóknir skulu vera Leirvíkar Kommunu í
hendi í seinasta lagi 26. apríl 2000.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf.
443006.
Leirvík tann 6. apríl 2000
Leirvíkar Kommuna
sosialin
Halt
Starv sum
havnaumsjónarmaður
við Fuglafjarðar havn
Starv sum havnaumsjónarmaður við Fugla-
fjarðar havn verður hervið lýst leyst til setan
tann 01. juni 2000 ella so skjótt sum til ber.
Krøv: Útbúgving sum navigatørur somuleið-
is sum góður kunnleiki til enskt er ein treyt.
Lønar- & arbeiðstreytir verða sambært sátt-
mála millum Fuglafjarðar býráð og Føroya
Skipara- & Navigatørfelag frá 05. juni 1997.
Starvið verður lønt sambært lønartalvuni fyri
havnaumsjónarmenn.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Kristian Oluf Christiansen, havna-
meistara á telefon 444054 ella til Jákup
Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon
444006 lokal 11.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Møguligar umsóknir saman við avriti av
prógvum møguligum viðmælum skulu vera
Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta
lagi mikudagin 26. apríl 2000 kl. 16.00.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja
millum innkomnar umsóknir ella eisini onga
at taka.
Fuglafjørður, tann 06. apríl 2000
Fuglafjarðar býráð
Serkøn
pleygufamilja
Søkt verður eftir serkønari pleygufamilju til
17 ára gamlan drong við serligum tørvi.
Málið við pleygufamiljuni er at virka fyri eini
tryggari og mennandi tilveru, eins og at
stuðla og menna dronginum á allan hátt.
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður hevur
hóskandi fakliga útbúgving og royndir innan
mennandi arbeiði við børnum/ungum.
Arbeiðið verður skipað í samráð við avvarð-
andi barnaverndarnevnd og Almannastov-
una, við møguleika fyri regluligari ráð- og
vegleiðing og supervisión.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
galdandi reglum.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 22.04.2000 og skulu stílast til:
Almannastovuna
Att. Anbjørg Apol, sosialráðgevi
Postboks 196
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast á tlf. nr.
315480 lokal 134 hjá Anbjørg Apol og lokal
141 hjá Sigrun Bærentsen.
Umsitingarleiðari
Á Fiskirannsóknarstovuni er starv sum leið-
ari av umsitingini leyst at søkja.
Starvið er beinleiðis undir stjóranum at
standa fyri og leiða umsitingina av stovn-
inum og fiskirannsóknarskipinum »Magnus
Heinason«.
Til starvið er neyðugt við nøktandi útbúgving
á hægri støði (HD ella líknandi) og við roynd-
um innan umsiting og edv førleika.
Starvið verður lønt eftir avtalu millum Fíggj-
armálastýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Miðað verður í móti at seta starvið frá 1.
mai ella so skjótt sum til ber aftaná hetta.
Umsóknir við avritum av prógvum og við-
mælum verða at senda Fiskirannsóknar-
stovuni innan 15. apríl 2000.
Fiskirannsóknarstovan
Nóatún 1, Postrúm 3051
FO-110 Tórshavn
Tlf. 315092, Fax 318264
LEIÐARI SØKIST
Vit vænta at tú:
• Arbeiðir sjálvstøðugt
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er fyrikomandi
• Skapar góðan trivnað
• Hevur kunnleika til mál m.a. enskt
Hotel Vágar bjóðar tær:
• Eitt spennandi starv
• Góð starvsfólk
• Fjølbroyttar uppgávur
Á Hotel Vágum eru 25 kømur, matstova,
góðar skeiðumstøður og cateringkøkur.
Á hotellinum starvast 15 fólk.
Hotellið er ein partur av virkseminum hjá
Flogfelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Una Danielsen tlf 340044.
Umsóknir skulu sendast til:
Hotel Vágar
Att.: Uni Danielsen
FO-380 Sørvágur
Umsóknarfreist 17. apríl 2000
HOTEL VÁGAR
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir avloysara fyri stuðulsfólk
til 14 ára gamla gentu, sum er rørslutarnað.
Arbeiði hjá stuðlinum verður, í neyvum sam-
starvi við familjuna, Almannastovuna og
onnur fakfólk, at stuðla rørsluligu menningini
og annars fara við gentuni til ymisk tiltøk.
Stuðulin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Arbeiði hjá stuðlinum verður 30 tímar um
vikuna.
Setunartíðin er frá 01.05.00 til uml. 01.10.00.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur
hóskandi fakliga útbúgving og/ella royndir
at arbeiða sum stuðul, og neyðugt er at
viðkomandi hevur koyrikort.
Lønar- og setunarviðurskiftini eru sambært
sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og Før-
oya Pedagogfelag.
Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja til
314822, Ragnhild Dahl.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 24.04.00 og skulu sendast til:
Almannastovuna
Eysturoyar deild
Att.: Hildur Vang
Heiðavegur
600 Saltangará
Handilshøli
Ætlar tú at lata upp handil í miðbýnum, so
havi eg eitt stórt høli, ið eg fegin vil deila
við møguliga ein klædnahandil ella okkurt
heilt annað.
Bill.mrk. 71135
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16