Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Hegni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Ein álvarslig sjúka so at revsast? Ella skal hann ringja oddagrein »URTIDARROKNINGARNAR frå til Sjukrakassan, Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 ådrenn hann ringir til læknan og fåa loyvi til læknunum eru framvegis ein stór og avgerandi ugt...« so kundi vikuni í samband við orsaka av øktum sum Sjúkrakassin átti fyri. Vit mugu spyrja Sjúkrakass- an: Hver annar enn sjúklingurin eigur at meta um, nær at fara til lækna? Um tað nú vísir seg, at viðkomandi sjúka ikki var so vandamikil, sum sjúklingurin sjálvur var bangin fyri, útreiðsla. limirnir bert farið til lækna uttan- fyri arbeiðstíð, tá tað er neyð- sjúkrakassin skjótt spart eina kvart millión um árið. Hetta sigur Havnar Sjúkra- kassi m.a. í einum tíðindaskrivi í útreiðslum, noyðist at hækka limagjaldið. EITT ER, at útreiðslurnar hækka hjá Sjúkrakassanum. Tað gera tær tíverri hjá flest ødrum eisini, men er eitt tílíkt spark eftir limum sínum neyðugt? Teimum limum — Høvdu limir at kassin, læknavitjan? HELDUR SJUKRAKASSIN, at hansara ganga til uttan fyri vanliga arbeiðstíð (hjá læknanum) í skemtigrindum? Vit eiga kanska at banna fólki at gerast sjúk eftir klokkan fimm? Og so avgjørt ikki um vikuskifti? lækna HVUSSU illa ella væl hetta hjarta- suff Sjúkrakassans skal skiljast, er ivasamt, men tápuligt tykist tað hækkandi at verið til neyðugt er eigur hann lig sjúka. okkum. At útreiðslur sjúkrakass ans er ikki neyðugt. Hesin spurn- ingur verður loystur við at leggja eina fimmkrónu oman á limagjald- ið. Og enn minni neyðugt var hetta asnasparkið eftir limum sínum. Men hatta var kanska eitt umvegisspark eftir læknunum, sum kanska ikki hevur so heilt lítið við øvund at gera? — Øvundin er ein ógvuliga álvars- fella rossatár yvir egnum Viðmerkingar til »fuglfirding« Í Sosialinum síðsta leyg- ardag skrivar >fuglfirð- ingur« lesarabræv um svartkjaftatrolaran, sum fuglfirðingar og aðrir høvdu ætlanir um at keypa úr Ítalia. I nevnda lesarabrævið leggur greinskrivarin eftir Olafi Olsen, og kastar honum fyri at hava for- komið hesum svartkjafta- trolara fyri fuglfirðingum, umframt at meginpart- urin av greinini verður nýttur til, á ein ógvuliga negativan hátt, at umtala Olaf og hansara lutteku í vinnulívinum her í Fugla- firði. Eftir at hava lisið grein- ina er heilt klárt, at sikti við henni nógv meira er at skaða Olaf Olsen, og virk- semi hansara, men alskur til trolaraprosjekti, tí hevði huldumaðurin í Sosi- alinum veruliga havt so stórt hjarta fyri málinum, sum hann nú letst. so kundi hann sjálvur, tá hetta stóð honum í boði í vár, havt verið við at >lagt so kundi úrslitið rygg til« meguliga ødrv 181 1 dag Mær nytist ikki at taka Olaf hansara virksemi her í forsvar, tí tað kenna allir fugifiré- verið Olsen og ingar, men heilt uttan við- merkingar skal greinin kortini ikki standa. Eg veit sjalvandi ikki, hver greinskrivarin er, tá hann ikki skrivar sítt kristna navn undir, og tað er fyri so vítt eisini líka mikið, kanska er hann fuglfirðingur kortini. Men er hann tað, so burdi hann í minsta lagi at umtala Olafsa part í vinnulívinum her í bygdini eitt sindur meira positivt, tað kenna allir fuglfirðingar. Veit „fuglfirðingur< hetta kortini ikki, kann eg nevna trolvirkið Vónin, sum Olaf var ein stovnarin av, og stjóri á, til hann gjerdist landsstýris- maður, eitt virkið við stórum virksemi. Somu- leiðis átti »fuglfirdingur« eisini at kent reiðaravirkið Beta, sum Olaf eisini var ein stovnarin av, og stjóri á, til hann gjerdist lands- stýrismaður. Skipini hjá hesum felag leggja árliga eini 10.000 tons av fesk- firki upp á land her til víð- ari viðgerð, og skapar virksemi dagligt arbeiði hjá fleiri hundrað fólkum. Nevnast kann at hesi bæði virkir. saman við flakavirkinum hesi skip landa til, síðsta ár í hetta hýrum og lenum lótu úti við 30 mió. kr., umframt havnagjeld og annað sum tílíkt virksemi leggur eftir seg, ið heldur ikki man verða so heilt lítið millum ár og dag. Bygd okkara hevði sanniliga verið mun- andi verri fyri, um nevnda virksemi ikki var. Viðvíkjandi trolara- prosjektinum sum >fugl- firðingur< nú gremur seg so nógv um, ætli eg mær — í fyrstu syftu í hvussu so er — ikki út í nakra nærri frágreiðing til henda ókenda greinskrivaran, men kann tó, sum ein, ið kendi ætlaða prosjektid, og tað ið annars er farið fram í málinum, rættuliga væl, stutt upplýsa »fugl- firdingi«, at tá hann sigur, at Olaf Olsen skal hava givið fuglfirðingum eitt spark í endan hesum við- víkjandi, so er tað LODD- RØTT LYGN. Olaf hevur tvertur ímóti alla tíðina vist málinum sterstu vælvild, og hetta kunnu eisini allir teir, ið stóðu aftan fyri ætlanina, vátta. Hvorki teir ella Olaf Olsen hava nakað at skula skamma seg yvir, at prosjektið fekk tað lagnu tað fekk Sigfríður Verðhamar Nr. 126 — 4. desember 1982 Kirkjan og triði heimurin VI 4. Life and Work (Lív og virki) Tá ið fyrri heimsbardagi var av, var tervurin á hjålpar- og endurreis- ingararbeidi i Europa stór- ur. Svenski erkibispurin Nathan Søderblom royndi beinanvegin aftaná krígs- lok at fáa kirkjurnar at ganga saman um at greiða teir sosialu og menn- iskjansligu trupulleikar, sum bardagin hevði or- sakað. Søderblom, sum hevði gott samband við kirkjuleiðarar um allan heimin, helt teir sosialu og menniskjansligu trupul- leikarnar vera so átroðkandi, at kirkjurnar í felag áttu at tikið sær av teimum, hóast tær vóru sera ósamdar í læruspurn- ingum. Eftir fleiri miseydnaðar royndir fekk Søderblom í lag eina ráðstevnu í Genéve í 1920; har var fel- agsskapurin >Life and Work< stovnaður. Sam stundis varð avgjert at kalla saman til eina heims- ráðstevnu í Stockholmi í 1925, hvar umboðsfólk fyri kirkjurnar skuldu samráðast um kirkjunnar tænastu og ábyrgd í heim- inum. Sum yvirskrift yvir ráðstevnuna í Stockholmi kundi hetta loysunnarorð- ið verið sett »Doctrine divides, service unites (t.e. læran skilir, tænastan sameinir)<. Luttakararnir á ráðstevnuni komu fram til ta sannføring, at um kirkjurnar skuldu finna inn i ein sannan felags- skap, so var tad heldur tann felags tænasta, tær útintu, enn tann gudfrødi- liga samtalan, ið bygdi upp henda felagsskap. Næsta stóra >Life and Work«-rådstevnan varð hildin í Oxford í 1937. og á tí fundinum varð avgjørt at ganga saman við >Faith and Order«-bølkin í eitt Kirkjunnar Heimsráð. 1'37 er sostatt løtan, har bæði tann felags gudfrødi- liga samtalan (Faith and Order) og tann felags tæn- astan (Life and Work) leiða kirkjurnar til ta sannfering, at fel- agsskapar teirra áttu at stovnsett eitt heimsum- fatandi kirkjusamarbeiði. 5. Amsterdam 1948 Eftir at báðir felagsskap- irnir, Faith and Order og Life and Work á fundum sínum í 1937 høvdu av- gjørt at ganga saman í eitt Heimsráð Kirkjunnar, so varð á fundi í Utrecht í 1938 sett ein nevnd, ið skuldi fyrireika endaligu stovnanina av hesum ráði. Men sum fyrri heimsbar- dagi ørkymladi søguligu gongdina i økumenisku Edin- burgh-rådstevnuna i 1910, rørsluni aftaná soleidis gjørdi annar heimsbardagi, at allar ætlanir viðvíkjandi Kirkj- unnar Heimsrådi máttu útsetast eina tíð. A fundinum i Utrecht varð hálendski gudfreð- ingurin Dr. W. A. Visser't Hooft valdur aðalskrivari í ráðnum, sum stovnast skuldi. Í krigsárunum 1940—45 eydnaðist tað Visser't Hooft frá fyribils høvudsstødini í Geneve at hava samband við kirkju- leiðarar báðumegin krígs vigvøllin. Høvudsstødin virkadi eisini sum sam- bands- og samskipanar- miðsteð fyri ti humanitera hjålpararbeidi, sum kirkj- urnar høvdu sett i verk til tess at beta um tað menn- iskjansligu og sosialu neyð, id bardagin voldi. Eftir krígslok 1945 kundu fyrireikingarnar til endaligu stovnanina av Heimsráðnum halda fram. A fyrsta aðalfundinum í Amsterdam 23. august 1948, Heimsráð Kirkj- unnar stovnað. Almenn umboð fyri 147 kirkjur í 44 ymiskum londum tók her tað avgerandi stigið til at fáa í lag ein heimsum- fatandi felagsskap av kirkjum. Í Amsterdam varð samtykt ein yvirlýs- ing, ið m.a. segði »vit ætlað at verða verandi saman< — og síðani 1949 og higartil hevur Heimsráð Kirkjunnar verið karmurin um kirkj- unnar ynski um at standa saman í einum ekumen- iskum felagsskapi. 6. New Delhi 1961 Amsterdam 1948 var tann fyrsti og avgerandi varðin i segu Heimsráðsins. Triðji aðalfundurin í New Delhi í 1961 var tann næsti: tá gingu Altjóða Missiónsráðið og Heims- ráð Kirkjunnar saman, so at nú vóru tær tríggjar stóru sjálvstoðugu økumenisku rørslurnar »Life and Work«, »Faith and Order« og Altjóða Missiónsráði sjóðaðar saman 1 ein stovn Heimsráð Kirkjunnar. Ein onnur stórhending í New Delhi var, at tær stóru Ortodoksu kirkj- urnar í Eystureuropa har gjørdust limir í heims- ráðnum. Á mangan hátt var heimsráðið broytt eftir 1961: Samgongan við Altjóða Missiónsráðið týddi, at missiónsspurn- ingar og trupulleikar triðja heimsins nú av álvara gjørdust åtrodkandi og sjålvsagdar uppgåvur hjå Heimsråd Kirkjunnar. Ti varð hildið fram við og vaksið um tað arbeiði viðvíkjandi fíggjarligum, sosialum og mentunnarligum spurn- ingum í triðja heiminum, sum longu var byrjað í fimtiárunum. Aðalfundurin í New Delhi var tann fyrsti, ið hildin varð í einum menn- ingarlandi. Tað undirstrik aði tann dentin, ið seinna- meiri aftaná 1961 — varð lagdur á menningar- spurningar og á støduna hjá teim ungu kirkjunum. Henda kósin gongur beint frá New Delhi 1961 til ráð- stevnuna í Genéve 1966. Harumframt merkti limaskapurin hjá teim stóru ortodoksu kirkj unum, at kirkjuliga og landafreðiliga grundarlagi undir ráðnum, nú eisini umfataði nekur av elstu kirkjusamfelegunum i heiminum. Tad hevur havt stóran tydning fyri ta økumenisku samtalu, ið fer fram í Heimsráðnum, at ortodoksa kristinfólki nú eisini hevur tikið lut. (framhald) Torben Johannesen Eysturoyingar standa nú fyri terni Mánadagin fáa eyst- uroyingar at hoyra tað, sum tríggir av løgtingsmonnum Jav- naðarfloksins halda um politisku støduna. Månakvøldid skip- ar Eysturoyar Javn- aðarfelag fyri einum almennum politisk- um fundi í skúlanum í Getu. Atli Dam, Vil- helm Johannesen og Jergen Thomsen, log- tingsmenn, leggja fyri. Tá teir hava havt orðið, fær fundarfólk- ið hevi at seta teimum spurningar. Hesir triggir løg- tingsmenninir hava verid i Sudri og i Klaksvik herfyri og hildið fund. Fundirnir hava verið góðir, hava vit hoyrt Tann almenni fund- urin mánakveldið verður kl. átta í Getu skúla. i ; på f