Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-12-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1982síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamái? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! EÐA - - fm Niels Juel Arge gevur ut søguna um Rokkin Tað munna vera få fólk i Feroyum, sum ikki hava fylgt teimum sendingum, sum Niels Juel Arge hevur havt í útvarpinum um Rockall — klettin í ein út- synning úr Feroyum og vestur úr Hebridunum. Hetta var eitt tað fyrsta evnið, sum Niels Juel gjerdi burturúr, tá hann fór at starvast á útvarp- inum, og nú er hetta til- farið vidgjørt og savnað í bók, sum kemur í bóka- búðirnar í dag. Mangar eru tær samreð- urnar og frásagnirnar, sum hann hevur havt um hetta evni — um føroy- ingar, sum hava verið uppi á Rokkinum, um fer- oyskan fiskiskap við Rokkin, um bretsku her- tøkuna av Rokkinum og um ta stóru skipsvanlukk- una við dampskipinum Norge. Tað fyrsta, vit vita um Rockall, er, at tann kendi Sankti Brandan skuldi gista Rockall á tiltiknu ferð síni fyri 1400 árum síðani, og tað fyrsta vit síggja i skjølum um, at føroyvingar vistu um Rokk- in, er tá danska skipið Ísland fórst í 1702 — tá hevði tað landkenning av Rokkinum. Bretar vóru teir fyrstu, sum fóru uppá Rokkin í nýggjari tíð, tá teir kluvu uppá hann í 1811, meðan teir fiskaðu har, men longu fyri 100 árum síðani fóru feroyingar til Rokkin at royna. Pól Niklái Danielsen var førovingur, sum fyrsti royndi har. I 1887 rymdi hann undan Føroyum fyri fiskaloysi og gjørdi tveir roktúrar vid Rockall. Eftir tad royndu føroy- ingar javnan har, og millum teirra sum fiskaðu har, vóru Palli í Mýruni í Tveroyri við Falkinum og Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugetu við Lilly. Hesin seinni man vera tann, sum oftast hevur troytt Rock- all-grunnin. Tey fyrstu árini royndu foroyingar eisini atkoma sær uppá Rokkin, og eftir tí, sum uppspyrjast kann, vóru Dánjal á Nesi og Kaldbaks-Petur = millum teir fyrstu, sum vóru á Rokkinum, tá teir vóru har við Pól Nikláa í 1887. Tað seinasta vit vita um, at føroyingar hava verið heilt uppi á Rokk- inum, var tá Palli í Mýruni var har við Falkinum í 1911. Tá vóru teir tríggir Palli í Mýruni, Jóhan í Jógvansstovu í Skúvoy og Jóan Petur Mortensen í Øravik uppi á honum. Síðani hevur tað ikki eydnast føroyingum at koma heilt uppá Rokkin. Møguliga er burturlopið, ti tå menn av »Åcorn« i 1922 royndu at koma uppå Rokkin bar ikki til at koma heilt upp, men teir fingu fótin fastan, hevur Andrias í Utiguttastovu sagt frå. Vársól var seinasta før- oyska skipið, sum royndi við Rokkin við sneri mið- skeiðis í fimtiårunum. | 1959 fer Jóhan í Hoyvík til Rokkin við Kúrberg og aðrir fara eisini tann vegin at royna eftir hemara, og royndu har í eini trý år. Føroyskur fiskiskapur vid Rockall verdur upp- afturtikin i 1972, tå Kyrja- steinur fer har å linuveidu. Í bókini ger Niels Juel eisini burturur tøkuni av Rockall i 1955, og greitt er eisini frå ti stridi,sum hevur verid um rættin til Rockall-grunnarnar hesi seinastu árini. Feroyskir myndugleikar hava jú mótmælt, at bretar hava sett sítt 200 fjórðingar buskaparmark kring Rokkin. og jarðfreðingar hava fert fram, at steðið undir Rockall er framhald av tí feroyska landgrunn- inum. Hetta er triðja bókin Niels Juel gevur út á egnum forlag. Hinar báðar vóru Argjamenn og Merk- id, og Havnar Róðraríelag gav í ár út róðrarseguna Drekin. Rockall — segan um Rokkin kostar 120 krénur. Politiskir Hóskveldið 9. nov. skipar Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag fyri poli- tiskum fundi í Skopun. Millum reðararnar vera Atli Dam, Jergen Thomsen og Tórolvur M. Olsen. Mánakveldið 13. nov. kl. 20,00 verður polit- iskur fundur á Tveroyri. Teir, ið leggja fyri, vera Atli Dam, Jógvan Sundstein og Finnbogi Isaksen, løgtingsmenn og Eilif Samuelsen, landsstýrismaður. Tað eru tey fýra politisku feløgini, sum skipa fyri fundinum. Hoyr, sig mær, Gud, veitst tú eingi ráð! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Framhald av síðu 4 at kosta samfelagnum meira seinni. Hevði skert millum- landasiglingina næstan niður í einki, og hesi tingini koma at vera til óbótaligan skaða fyri feroyska samfelagið — fyri vinnulívið. Uttanlandsskuldin var bara vaksin síðani hetta landsstýrið hevði tikiðp við, somuleiðis gav handils javn- vágin framvegis munandi undirskot, og innflutningurin var bert vaksin og vaksin. Setningurin, sum tann táver- andi andsteðan, tann núver- andi leiðandi flokkurin í landsstýrinum, hevði sagt seg vilja fremja, var als ikki nortin, har stóð bara við og versnaði. Jákup Lindenskov vísti á, at henda steðan var íkomin í einum tíðarskeiði, har útlitið fyri foroyskum út- flutningi var vorðin betri og betri. har prísveksturin hevði verið nokkso munandi, og tí var væl sterri møguleiki at gjalda nú, enn hjá samgong- uni frammanundan teirri samgonguni, sum hevði lagt stóran dent á at útbyggja samfelagið, soleiðis. at vit hevdu eitt vælsmurt vinnu- tól. Og tað var til hesi enda- mál uttanlandslánini fyri mesta partin vóru brúkt Henda samgongan hevur yvirhevur ikki hildið tey lyfti. sum hon gav framman- undan valinum. Jákup Linde- nskov nam eisini við studn- ingarveitingina til skipaflot- an. Vísti á at undanfarna landsstýri og av javnaðar- flokkurin, uppundir seinasta val hevði peikað á tað aldeilis neyðuga, at vit førdu ein politik, har stuðul varð veitt- ur til vinnulívið, tí, segði hann, vit trúgva uppá. at tað lenar seg at gera íleggingar í okkara vinnu, men hon skal vera fjølbroytt. At útlitið hevði verið so sum javnaðarflokkurin segði undan valinum, eru prógv fyri. At niðurgongutalan, sum sambandið tá førdi, ikki hevur hildið, eru týðulig progv fingin fyri Tað hevði hildið, at kom- andi árini vildu vera góð til innteku, kevdu verið rímuliga góð Tað hevur verið prísvekst- ur á útflutningsverunum, tað hevur gingið betri við fiski- flotanum Tann almenni stuðulin til fiskivinnuna vísir nú, at tað gongur væl betri. Tann glansbílatmyndin, sum samgongan hevur víst fram er í hvussu er ikki tann reina fruktin av arbeiðinum hjá hesum landsstýrinum, men fruktirnar byggja uppá tað, sum undanfarna og undanfarnu samgongur hava avrikað. Ein hópur av týðandi sam- felagsmálum hava hesi tvey árini ligið á láni bert tí, at standandi stríðið millum samgonguflokkarnar forðar fyri loysnum, endaði Jákup Lindenskov. Panelluttakararnir vístu á, at har vóru stødugt munandi broytingar í strukturinum í fiskivinnuni. Tað var nú so- leiðis, at tað fór eingin fiskur at kalla av landinum óvirk- adur, og tað eru fleiri ætlanir um at seta upp virki á landi, sum kunnu viðgera ta ráveru sum kemur av Feroyaleiðini. Her vóru samgongumenn meira hugaðir, at teir broyttu tey verandi virkini, tí tey virki vit hava, hoyra við einum yvirkapaciteti, segði Pauli Ellefsen. Tey kunnu viðgera væl meira enn ta vit fáa av ráveru til ta negd, sum kemur uppá land. Av teimum mongu spurn- ingunum á fundinum var nógv frammi um arbeiðs- loysi, spurningar um arbeiðs- loysisstuðul. Panelluttak- ararnir segdu frá, at teir vóru ikki hugaðir at seta í verk eina skipan um arbeiðsloysis- stuðul soleiðis sum í Dan- mark. — Tað vil vera okkum til niðurlegu segði Olaf Olsen, um vit fáa eina skipan sum ta donsku. Tað skal liggja ein arbeiðs- innsatsur = aftanfyri alla studningsveitan. Hann vísti á, at løgtingid beint nú hevði samtykt at hækka minstafor- vinningin til útróðrarmenn. Tað hevur ongantíð verið talan um arbeiðsloysisstudn- ing, sum í Danmark, segði Pauli Ellefsen, men sam- gonguflokkarnir vóru ikki samdir við sambandsflokkin um at fremja forsorgarlóg- ina. Hilmar Kass segði, at í samband við fyrispurning um sjónvarpsmálið, er hetta eitt mál, sum kemur at kosta nógvar pengar, um vit skulu hugsa um sjónvarp so sum hini londini reka tað