leygardagur 11. desember 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
11. desember 1982
LIÐ PS
Meirnýtsla — jú men vit út-
bygdu býin og hildu arbeiðs-
loysi frá durinum
— Einki arbeiði fór
í gongd í seinastu
býráðssetu, uttan
at tað fyrst var
samtykt í teknisku
nevnd og uttan býr-
áðssamtykt. Við
eðrum orðum vistu
allir limirnir í tekn-
isku nevnd um alt
tað, sum fór fram.
Hetta sigur formaðurin í
nevndini, Jákup Sune
Jacobsen, í eini viðmerk-
ing til tað, sum Poul Mic-
helsen, býráðsformaður,
skrivar í Dimmalætting
týsdagin.
Tekniska nevndin hevði
í seinastu býráðssetu —
1976—80 — 34 mill. kr. í
meirnýtslu. Býráðsfor-
maðurin sigur seg ivast í,
um allir limirnir í nevndini
visti um hesa meirnýtslu.
Hann grundgevir mis-
tanka sín við, at tá málið
um eykajáttan kom fyri
býráðið í ár, var tað bert
Jákup Sune Jacobsen sum
hevði eina minnilutatilráð-
ing.
Jákup Sune Jacobsen
sigur, at orsekin til, at
bara hann hevði hesa til-
ráðingina, var hon, at hon
byggir á brúk hjá undan-
farna býráði. Hann sigur,
at hetta brúkið fevnir
annars um býráðsumsit-
ingina og byggi- og býar-
skipanardeildina. Og ikki
bara fyri teknisku deild-
ina, hóast hon átti megin-
partin.
— Orsekin til, at tilráð-
ingin bara var frá mær, er
hon, at býráðsskifti var
farið fram. Nevndin var
ikki tann sama. Og tí at eg
eisini sat sum næstfor-
maður mi undanfarnu
býráðssamgongu og tí eigi
lut í ábyrgdini av hesi
meirnýtslu.
Býráðsformaðurin
figgjarligu
umsitingina
— Men sum byrådsfor-
maðurin, Poul Michelsen,
sjálvur vísir á í grein síni í
Dimmalætting, so er tað
býráðsformaðurin sum
hevur ábyrgdina av fíggj-
arligu umsitingini.
— Hann skrivar jú
sjálvur: >Í reglugerð er
álagt honum (byrådsfor-
manninum, red.) ábyrgd
av, hverjari einastu pen-
ingaupphædd — tað veri
seg innteka ella útreiðsla-,
sigur Jákup Sune Jacob-
sen.
Hann vísir eisini til
grein 19, petti 2 í fyrisit-
ingar-reglugerðini fyri
Havnar kommunu, har tað
m.a. stendur: »Figgjar-
nevndin stjórnar fíggjar-
viðurskiftum og rokn-
skaparhaldinum hjá
kommununi, og hon hevur
eftirlit við allari umsiting
kommununar, ið hevur við
peningalig og fyrisitingar-
lig viðurskifti at gera«.
- Hetta vísir greitt, at
tað hægsta fyrisitingar-
liga valdið — býráðsfor-
maðurin — skal hava dag-
liga eftirlitið við fíggjar-
ligu gongdini.
— Tað, sum Poul Mic-
helsen tí ger, er at leggja
eftir undanfarna býráðs-
formanninum, Peturi
Christiansen, partamanni
sínum, sigur Jákup Sune
Jacobsen.
Hildu arbeiðsloysi
frá durunum
Annars vísir Jákup Sune
Jacobsen á, at meirnýtsl-
an fór fram, tí í samgong-
uni ráddi tann andi, at
virksemi skuldi vera nógv.
Soleiðis at býurin varð út-
bygdur, samstundis sum
vit varðverddu so nógv
arbeiðspláss sum megu-
ligt og hildu arbeiðsloysi
frá durunum.
Formaðurin í teknisku
nevnd sigur, at nógv
hendi hesi árini og býurin
fór undir stórarbeiði.
Men tað sama kann
ikki sigast í dag. Hóast
vaksandi inntekur hjá
kommununi er næstan alt
steðgað upp, sigur Jákup
Sune Jacobsen.
— Men yvirtrekkum eru
vit kortini ikki sloppin
undan. Tey eru sanniliga
eisini farin fram í hesi bý-
ráðssetuni. Men býráðs-
formaðurin flytur í dag
peningaupphæddir mill-
um undirkonti og hevuðs-
konti, soleiðis at hann
»kunstiga« fær fíggjar-
ætlanina at passa upp á
ein prikk. Men hetta fer jú
fram aftan fyri »kuliss-
urnar< og borgarnir vita
jú tí einki um hetta. Tað
gera bert býráðslimirnir,
sigur Jákup Sune
Jacobsen. jo-mo
Vil ikki hava meiri vald men
nevndin skal hava arbeiðsfrið
Tí vil formaðurin í teknisku neund hava eina reglugerð
um býti av uppgávunum
— Eg havi ikki havt sterri
vald enn tað, at eg havi
verið formaður í teknisku
nevnd býráðsins. Og sum
formaður havi eg syrgt
fyri, at tær avgerðir, tekn-
iska nevnd hevur tikið,
verða framdar, sigur
Jákup Sune Jacobsen í
svari til ein spurningin frá
Sosialinum, um hann
hevur havt stórt vald í
teknisku nevnd.
Í Dimmalætting sigur
Poul Michelsen: >Ég tori
at halda, at veruliga vald-
ið hevur undanfarnu ár
verið í hondum hansara,
og skilji eg tí væl misnegd
hansara«.
— Men vilt tú so hava
meira vald nå?
— Spurningurin er ikki,
um formaðurin i teknisku
nevnd skal hava meira
vald ella ikki.
Hinvegin er spurning-
urin i dag, um byrådsfor-
maðurin ikki hevur tikið
teknisku nevndina av
ræði, tí í dag er tað hann,
sum hevur umsitingina
hjá teknisku nevndini um
hendi.
Tvidråttur
Hendan steðan, sum
Jákup Sune Jacobsen
tekur fram, er m.a. orsekin
til ein tvídrátt millum
hann og býráðsformannin.
Og henda tvísteðan ektist
á býráðsfundinum sein-
asta hósdag.
Eitt av málunum, sum
vóru á skránni, var eitt
bræv frá Jákupi Suna
Jacobsen um eina reglu-
gerð fyri arbeiðið hjá tekn-
isku nevndini.
Hann vísir á, at tá tað er
sagt við býráðsformannin,
at hann hevur tikið ræðið
av nevndunum — talan er
ikki bert um teknisku
nevnd — skjýtur hann seg
undir tað, at sambært
reglugerðini stýrir hann
kommunalu umsitingini.
— Tí vil eg nú hava hesa
reglugerðina, sum bein-
leiðis vísir, hverja upp-
gávu býráðsformaðurin
hevur, og hverjar uppgáv-
ur nevndin hevur, sigur
Jákup Sune Jacobsen.
Meðan býráðsfor-
maðurin á býráðs-
fundinum í síðstu viku
helt fast við, at ein starvs-
skipan er ein nevndarlutur
og ikki fellur býráðnum
til, og sum hann orðar í
Dimmalætting, vísir
Jákup Sune Jacobsen á, at
býráðið kann eisini taka
steðu til eina slíka.
Hann sipar til grein 11,
2. petti í reglugerðini um
fyrisitingina av kommu-
nalu viðurskiftunum í
Tórshavnar = kommunu,
sum ljóðar:
„Nevndirnar gera
uppskot til reglugerðir og
fyriskipanir, ið eru hildnar
neyðugar ella eftirynskj-
andi innan teirra
arbeiðseki, og senda
býráðnum tær til sam-
tyktar«.
Byrådsformadurin held-
ur seg afturímóti til grein
12, 1. petti:
»Nevndirnar skipa seg
sjålvar vid formanni, sbr.
ti $ 19, og næstformanni
og gera starvsskipan«.
Kann ikki semjast
Eitt uppskot til eina reglu-
gerð fyri teknisku nevnd-
ina er gjørt. Men nevndin
hevur ikki kunnað samst
um uppskotið.
— Og fyri at fáa glið á
málið, vildi eg hava upp-
skotið fyri býráðið, tí Poul
Michelsen hevði lagt hond
á tað, sigur Jákup Sune
Jacobsen.
A býráðsfundinum
hevdu menn ymiska
áskoðan um málið. Endin
varð, at uppskotið fór
aftur i teknisku nevndina,
sum skal gera eina roynd
at semjast um eina reglu-
gerð.
jo-mo
unum« higartil
Fyrst í vikuni av-
skipaði rognvirkið
Kovin í Sandavági
150.000 rognblikk.
Frammanundan hevur
virkið avskipað tvær
ferðir. Fyrru ferðina
útvið 100.000 blikk og
seinri ferðina 110.000
blikk.
Gardar Joensen,
stjóri á virkjunum,
upplýsir, at rognini hjá
Kovanum eru við at
koma inn á marknaðin í
Danmark. Tað er ikki
komin rættulig gongd
á enn. Fiskaselan selur
rognini.
Men virkið hevur
góðar vónir. Ein
»smakkroynd«, sum er
gjørd í Danmark her-
fyri, vísti, at tey fer-
oysku rognini fingu
góð ummæli og at tey í
góðsku eru á hædd við
tað besta í Danmark.
Men virkið leggur eis-
ini dent á, at veran skal
vera fyrsta floks og at
eingi evni eru tilsett.
Tann dagliga fram-
leiðslan liggur um
15—18.000 blikk. Virk-
ið hevur 80 tons av
rognum á goymslu.
Hetta skuldi verið nóg
mikið til rogntíðin
kemur fyri aftur.
Blikkini, sum Kovin
higartil hevur brúkt,
hava fingið eina etikett
350.000
blikk farin
av landinum
Er næstan sloppið undan >barnasjúk-
A Kovanum — rognvirkið í Sandavági — starvast
14 fólk dagliga. Smakkroyndir í Danmark visa,a t
Vágarognini eru á hædd við tey bestu í Danmark
klistraða á. Nú hevur
virkið fingið nýggj
blikk. A hesum er
tekstur og mynd prent
að á sjálvt blikkið
Eisini livur
Umframt at gera rogn í
blikkum skal Kovin
eisini fara at gera eina
veru við livur í blikk-
um. Henda fram-
leiðslan fer virkið undir
um stutta tíð. Tann
seinasta útgerðin er
komin.
Gardar Joensen
sigur, at livurin einans
verður konserverað og
koyrd i blikkini. Einki
annað verður tilsett.
Hann sigur, at henda
framleiðslan smakkar
væl og verður eisini
etin í okkara granna-
londum. Í fyrstu syftu
verður gjert nakað til
heimamarknaðin, men
ætlanin er eisini at út-
flyta hesa veruna.
Virkið hevur nú
koyrt eina tíð. Sjálvur
metir Gardar Joensen,
at virkið er sloppið væl
frá byrjanini. >Barna-
sjúkurnar< eru næstan
ongar, sigur hann.
A Kovanum starvast
14 fólk.
jo-mo
—