Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. september 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 170 - 6. september 2002 Nr. 170 - 6. september 2002 35 Uttanfyri standa flytibingjurnar, og inni í rúmligu húsun- um hjá komman- dørinum fyri Færøer- nes Kommando sær tómligt úr, hóast innihaldi úr tveimum bingjum er komin inn á bonaðu parkett- gólvini. Kommandør- húsini eru stóru hvítu húsini Yviri við Strond, og Jan er 19 kommandørurin sum flytir inn, síðan danska hervaldið keypti húsini í 1951 FÓLK Jústinus Leivsson Eidesgaard Tað er flytidagur og frá- farandi kommandørurin Jesper Dinesen er farin av landinum. Í luftini hongur roykurin av nýsmurdari máling og lítli hundurin Mille, ein arrigur York- shireterri, knurrar óttafullur í øllum hesum nýggja og ókenda. Kanska hon hugsar um hundar niðri í danska heysthitanum. Nýggju kommandør- hjúnini Jan Torben Leis- borch og konan Doris hava nú verið í Føroyum í níggju dagar. Tey síggja troytt út og gleða seg til at fáa alt upp á pláss. - Vit hava hildið til upp í "lejrinum" síðan vit komu til landið, siga tey bæði við ein munn, meðan vit sita við einum nýgjørdur kaffi- munni í hondini. Vit sita rundan um undirstellið á einum sofaborði, og í hesi løtu koma flytimenninir við borðplátuni. Ein gráhvít marmorpláta, einaferð eitt petti úr einum grótbrotið úr Italiu. Kopparnir eru stórur og rúmligir, úr kongaligum postalíni og hoyra til í húsunum. Tað er Førøerner kommando, sum hevur keypt teir. "Lejrurin" tað er Mjørka- dalur millum mjørkadals- menn. Støðin niðri í dalin- um fær ikki annað navn millum starvsfólkini. Flytifuglar - Tað hevur verið forvirr- andi, vit hava hildið til í einum lítlum kamari har uppi, so munurin er stórur. Hetta húsið er bara so praktfult og útsýni er allastaðni, sigur Doris og tekur Mille upp í fangið. Millie er bangin. Og hóast hon letir við halanum, tá Doris uggar hana, so knurr- ar hon framvegis eftir mær. Eg veit ikki hví, eg havi onki gjørt henni, hugsi eg við mær sjálvum. Vit sita í tí norðastu stov- uni av trimum í hesum borgarkenda bygningi. Vit síggja allan Nólsoyarfjørð og húsini standa so niðar- laga, at tað kennist sum at sita í einum báti. Ball- salurin vendir niðan eftir beint niðan móti húsunum hjá Jóanes Nielsen, skaldi. Húsini eru kolosal, hugsa vit um at tey eru góð 50 ára gomul, bygd í eini tíð, tá nøkur fá høvdu pengar, men tá meginparturin av føroyingunum vóru fátæk- ur, hóast stríðsárini góvu bæði pening og sorg. Tað var Eyðolvur á Heygum, byggimeistari í Vestmanna, sum í 1948 teknaði húsini til Havgrím Johannesen, heilsølumann í Havn. Búskapurin rak í móti í hesum døgum og Havgrímur misti húsini stutt eftir, at hann var fluttur inn. Síðan 1951 hava kommandørarnir á Førø- ernes Kommando hildið til í húsunum Yviri við Strond. Kommandørhjúnini eru flytifuglar og um trý ár sita eini nýggj hús í akkurát somu støðu sum Jan og Doris Leisborch. - Vit vera settir fyri trý ár í senn og vanliga sita vit ikki longur enn trý ár í sama starvi. Vit kunnu søkja um at fáa starvstíðina longda, men tað er ikki altíð, at hetta verður eftir- líkað. Undanmaður mín Jesper Dinesen sat í seks ár. Hetta komst av, at hann skuldi fara frá vegna aldur, og honum varð játtað at sita tað eftir var av starvstíðini í Føroyum, sigur Jan Torben Leishbroch. Pakkar við flytigóðsi eru allastaðni, men ikki nógv av viðførinum hjá kom- manførhjúnunum minnir um kríggj og hernaðar- útbúnað. Jú á einum borði liggja vápnaskjøldranir ella merkini hjá deildunum, sum Jan hevur tænt, síðan hann sum heilt ungur fór upp í herðin. Og tvær pussaðar kanónmessing- patrónir minna okkum á, at vit hava við ein heryvir- mann at gera. - Vit vóru og hugdu eftir húsunum í summar og so høvdi vit eisini ein fund við málarameistaran, sum skuldi mála húsini. Tað var heilt ótrúliga vakurt í góðveðrinum. Tyrlan hjá donsku sjóverjuni flutti okkum av flogvøllinum og til Havnar og flogskip- ararnir vístu mær runt. Vit flugu yvir Havnini og vóru ein túr yvir Mjørkadali eisini, sigur Doris, sum rættuliga bleiv forelskað í Føroyum. - Nú eru vit so her, og eg eri heilt ørkymlað av øllum teim nýggju nøvnunum sum eg skal minnst til. Her eru so nógv nýggj fólk og meginparturin av okkara tingum eru ikki pakkaði úr enn. Vit hava livað sum í einum kufferti nú í fleiri mánaðir, tað er spennandi, men strævið, sigur Doris. - Eg havi ongantíð starv- ast uttanfyri Danmark, sigur Jan Torben Leisborch. Jú eg havi verið við Vædderen undir Føroyum og í Grønlandi og so havi eg eisini verið við Triton. Men eg havi ikki starvast har Nato annars heldur til. Hetta er ein spennandi avbjóðing í Føroyum og eg ivist onga løtu í at vit fara at fella til. Eg havi 12 ár eftir í herinum og í hvussu er trý av teimum skuldu vera í Føroyum, verður lív og heilsa, sigur hann. Vit hyggja oman í hava- stovuna. Uttanfyri kínir vestfallið fjøruni og aldur- nar skvætla næstan niðan í havan. - Her er bara so vakur og hvussu verður tað ikki í vetur, tá brim og stormar fara at herja, sigur Doris hugsunnarsom. Hóast borgin er úr betong, so nýtast tey ikki at óttast fyri kulda. Í gongini, í Hall´ini er opin eldstaður, í stovunum eru vakrir brenniovnar og so er van- ligur miðstøðuhiti eisini. Millie knurrar, eitt horn á einum møblastykkið er kroyst í bingjuni, tá hon rullaði umborð á skipi á veg heim til Føroyar. Tú sær spønplátuna í beninum, men annars sær megin- parturin út til at vera komið heilskapað heim. - Og tað var stormur, beint áðrenn skipið kom til Føroya við okkara flyti- góðsi, so vit hava verið heppin, sigur Jan Torben Leisborch, sigur okkum farvæl og fer innar aftur í óruddið. Flyta inn í kommandørborgina Doris og Jan Torben Leisborch, kommandørur fyri Færøerner Kommando stríðast við at flyta inn í Kommandørborgina Yviri við Strond Mynd: Jens Kr. Vang FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Frumsýning Fríggjadagin 06.09. kl. 2100 Fríggjadagin 06.09. kl. 2300 Leygardagin 07.09. kl. 2100 Leygardagin 07.09. kl. 2300 Sunnudagin 08.09. kl. 2030 Sunnudagin 08.09. kl. 2230 Frumsýning Billettprísur: 45,- kr. Fríggjadagin 06.09. kl. 1700 Fríggjadagin 06.09. kl. 1900 Leygardagin 07.09. kl. 1700 Leygardagin 07.09. kl. 1900 Sunnudagin 08.09. kl. 1630 Sunnudagin 08.09. kl. 1830 Fríggjadagin 06.09. kl. 2115 Fríggjadagin 06.09. kl. 2330 Leygardagin 07.09. kl. 2115 Leygardagin 07.09. kl. 2330 Sunnudagin 08.09. kl. 2000 Sunnudagin 08.09. kl. 2245 Fríggjadagin 06.09. kl. 1915 Leygardagin 07.09. kl. 1915 Sunnudagin 08.09. kl. 1800 Billettprísur: 45,- kr. Fríggjadagin 06.09. kl. 1715 Leygardagin 07.09. kl. 1715 Sunnudagin 08.09. kl. 1600 Á teirri búnu tropisku oynni Hawaii býr tann lítla genta Lilo. Hon er nógv einsamøll, og hon biðjur tí eitt stjørnuskot um at fáa ein vin. Men tað vísir seg, at stjørnuskotið er eitt rúmdarfar við tí vanda- mikla genetiska royndar- evninum 626 umborð. Lilo veit tó ikki, at Stitch, sum hon doypir hann, er eitt vandamikið royndarevni og hon adop- terar hann tí sum eitt hús- djór. Men Stitch er bara áhugaður í at nýta Lilo sum eitt skjøldur móti teimum finningarveiðumonnum frá hansara gongustjórnu, sum eru sera ágrýtnir eftir at fanga hann. Men orsakað av teirra sterku trúgv, ið Lilo hevur Lilo & Stitch upp á Ohana – trúgvin upp á familjusamanhald, so út- viklar Stitch seg frá at vera eitt vas til at gerast ein vin- ur, sum ansar eftir teimum, honum dámar. C M Y K 35 34