Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 4. januar 1983 tíðindablaðið Síða 9 Havstreym má sigast at hava verið sjáldsama væl útbúgvin til hetta starv Hann var fakliga og politiskt skúlaður á tí tiltikna arbeiðaraháskúlanum í Es- bjerg, har hann hevði framúr góðar lær- arar. Hann dugdi at tala og skriva sum fáur á hansara degum, og fiskimenn uppfataðu hann sum teirra álitismann. Men hann fekk tíverri ongantíð rættiliga hevi at virka sum formaður. tí um nevnt doyði hann longu sama árið, um hann varð valdur til formann um veturin At enda í hesum viðfangi eigur at verða nevnt, at hansara skriving um vánaligu livikor fiskimanna var illa lýdd millum ráðandi reiðarar og keypmenn og merkti hann meira enn eina ferð teirra vreiði Skald og stríðs- maður Millum tær mongu gávur, hann hevði. vóru eisini skaldagávur. Vit hava longu nevnt, at hann nýtti stuttsegur sum politiskt vápn. Men hann yrkti eisini sangir, ið spjaddust millum manna í avritum. Hesir sangir vóru nógv sungnir um borð á sluppum í tríatiárun um, og nógvir av teimum eldru eiga at kennast við teir Vit skulu her prenta tann mest kenda sangin »Samanhald«, ið vanliga varð róptur fiskarasangurin eftir 4. erindi, sum var serliga nógv sungið, tann tíð tað var Samanhald Sjá á himni stjørnu bjarta nú oss leiðir út í stríð móti afturhaldið svarta sum oss forða frælsi fri Nú er tíð vár rætt at krevja, javnaðarmerkið hátt at hevja boða javnaður um land Javnaðarmaður! fylg tí merkið nú er vundið hátt á stong. nú má fremjast javnaðarverkið, nú má beinast leið so rong; rudda burt tað okkum forðar taka kvassliga til orðar fyri frælsið, bróðurskap 1rbeiðsmaður, trælanivdur. ríkmannsognir hevur nort, sig av hverjum er tú lívdur & 2 AK Vid Immanuel, sum forlisti tann 9. april 1932 førust 19 manns teirra millum formaðurin i Føroya Fiskimannafelag Hans J. Havstreym ur Nordagøtu uttan von um betur Fylkist saman småmenn allir moti nidingslidi brátt Drynjist út til strid um vallir for at vinna vara rætt, rætt sum friir menn at liva uttan ekka ella iva rælanna Vilja vit fast saman standa. hvorjum orum rætta hond. vinnist sigur kring um landa, toysast upp oll trælabond, innist fram á fólksins tingi vár rætt hava fingið vnadarmål. fremja) Maðurin Havstreym Skulu vit at enda royna at gera okkum eina mynd av menniskjanum Hans Hav- streym, kunnu vit gera tað við at hoyra, hvat tey hava at siga, sum hava staðið honum nær, meðan hann var á lívi. Hesi fólk, bróður, bróðurkona og vinmenn all greiða tey so livandi frá honum, at tú gerst vísur í, at Havstreym hevur skarað framúr á mangan hátt. Men hann stundis verið hevur sam bygdarmaðurin, sum tók lut í ollum van- ligum bygdalívi. Var burtur um summarið, velti og var í bønum vetrardagar — og um kvøld- arnar gekk hann saman við eðrum ungdómi inn í tey festu húsini, har ung og gomul samlaðust til gamans og álvara Hesar letur nýtti hann til at tala sína sek, og kundi tað ganga nokk so heitt til viðhvert; men illsteða var ongantíð, ti hann var stak viðeiriligur maður. sum dugdi væl at fara við fólki. Tað hendi ikki so sjáldan, at hann fekk teir gomlu í sín part, hóast politisku sjónarmið hans ara mett við teirra eygum mugu hava verið rættiliga víðgongd. Hetta stóðst helst av, at hann var tað vit vanliga kalla meitt gott fólk<, ein maður, sum hugtók ell tey, sum komu í samband við hann. Harafturat var hann lættur og kátur av lyndi og slík fólk hava ofta lætt við at koma í samband við onnur. Illveðursdagar sat hann uppi á loftinum og las og skrivaði. Greinir hansara prógva, at hann hevur havt góðan kunnleika til heimsins mætastu rithevundar Samanumtikið var Havstreym ein maður, sum á so mangan hátt skaraði framúr. Hann dugdi avbera væl at skriva og visti altíð, hvat hann skrivaði um. Stílur hansara er flótandi, greiður og eggjandi, antin hann skrivar á donsk um ella foroyskum. Hann hevði sum nevnt eina um- fatandi vitan um búskap, politikk og segu og dugdi at málbera seg um hesi viðurskifti, so ell kundu skilja hann Hann skilti tíðliga, at skuldi arbeiðara- og fiskimannastættin vinna nakrar semdir, so mátti hon eisini vinna politiskt vald og brúka hetta vald til at broyta samfelagið. Hann skilti eisini, at de ve St var, í ak ð t y } 101 KR VR ar at EF ungt feroyingum at fara á arbeiðara háskúlar. Hann gekk sjálvur hesa leið og gjørdist sum kunnugt fyrsti fisk Maður i lormanssess F Grova risSKl mannafelags Fisini førdi nógvar nýggjar og ðið álvarsamar spurningar inn i striÅ arbeidararørsluni, og hann var lyfta Sosialin upp á hædd við tey be javnaðarbleðini i Norðurlondun árunum 1928—32 Deyði hansara í 1932 var ein dyggur smeitur fyrst og fremst fyri hansara ax varðandi, men eisini fyri arbeiðararersl- una og javnaðarflokkin, nakað sum gongur fram av minningarorðunum, sum stóðu í Feroya Sosial Demokrati sama árið 1932 so mangur her á landi IR SI ADI tækum heimi. Hugagóður og evnaríkur hann. Ha kúlaðis sins } g tronga skúla, og løtuvis leitaði hann sær mentun í bókum og blødum. Hann skúlaðist til tað stríð, ið einhvor ognar- leysur Førovingur er borin til, stríðið fyri lívið Hann skúlaðist til tað politiska stríð sum hin ognarleysi altíð má taka tátt í stríðið fyri einari rættvísari sam felagsskipan Hans J. Havstreym, var framum alt annað javnaðarmaður, og var tí førovska javnaðarflokkinum ein hin tryggasti skrivandi stuðulin. Í hesum blaðið skrivaði hann sínar eldhugagreinir um at broyta samfelagsskipanina ásamt javnaðarstevnuna. Í hesum blaði heitti hann á starvsfelagar sínar Forova Fiski menn, um at standa fylktir um mál síni. ganga fram í tryggum felagsskapi og samvinnu Hans H mest útsetta pall. Tað var eins og hann ður fisk u harin til at ” ar borin til a erða lama MANSINS Soleiðis skrivaði Maurentius Viðstein um Havstreym Vit kunnu bert leggja aftrat, at tað sostatt eru allar grundir til at minnast henda mann, Hans Havstreym, í virðing og takksemi, nú tað eru runnin 50 ár, síðan hann fórst undir Íslandi, sum so mangur annar vanlukkuárið 1932.