Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 6. januar 1983 tíðindablaðið Skula útvega 10 mill. kr. innan Í. april Ber til at sleppa av við partabrev fyri 10 mill. kr. í tríggjar mánaðir? Tað vónar í hvussu so er nevndin í P/f Global Chemical Tankers ltd. Ti um slakar triggjar mánaðir, síðst i mars, skal hon boða Busumer-Werft við Hamborg frá, um fel- agið skal hava triðja kemi- kaliutangaskipið. Ætlanin er ikki at gera felagið globalt fyri at røkka málinum. Men Global hevur sent hverjum húski í Feroyum ein faldara við tilboði um at gerast tangaskipaeig- ari — Tað eru longu fleiri, sum siga seg vilja seta pengar í felagið, segði Tór- leivur Mikkelsen, stjóri hjá Clobal, í gjár. P/f Global Chemical Tankers ltd varð stovnað í oktober 1981. Í letuni eru Cape Ísland (Borðoyggin) fer á sjógv á skipasmiðjuni í Busum við Hamborg. 200 partaeigarar við 17 mill. kr. Annars er áhugi hjá monnum at lata eitt parta- reiðarí byggja hetta triðja skipið. Tað hevur skatta- ligar fyrimunir at seta pengar í eitt partsreiðarí. Tað er ikki avgjørt enn, um hesin háttur verður valdur, Tórleivur sigur Mikkelsen. Møguleiki er at gera eitt blandað felag. Eitt P/f — Pir. Partapeningurin i Global er 100% føroyskur, sigur Tørleivur Mikkel- sen. Og tad skal hann eisini vera i framtíðini. Skipid er nu farid i sigling og er i løtuni å veg til Onglands år Spaniu. Gomlu formenninir fåa sekkin Nevndirnar skulu umskipast i næstu viku. Her er tann nyggi formansskapurin: Tann nyggja samgongan i Tórshavnar byråd millum Uttanflokkalistan, Javn- aðarflokkin og Tjóðveldis- flokkin hevur enn ikki um skipað nevndirnar i býráðnum. Tað fer tann nýggja samgongan at gera í næstu viku, tá teir fyrstu = nevndarfundirnir skulu haldast í ár. Samgongan hevur kort- ini gjørt avtalu um, hverjar broytingar skulu fara fram og hverjir skulu vera formenn og næst- formenn. Teir, sum høvdu formanssessir í tí undan- farnu samgonguni, halda tó fram. Tær nevndirnar sum fáa nýggjar formenn eru: havnanevndin, byggi- og byarskipanarnevndin, sta- dionnevndin, renovations- nevndin og harafturat skal ein serlig revisións- nevnd veljast. Dánjal Larsen skal loysa Ronald Poulsen av sum formann í havna- nevndini. Í byggi- og býar- skipanarnevndini skal Petur í Gong taka við eftir Arge. Nýggjur formaður í stadionnevnd- Essa ini verður Heðin Mortensen. Hann kemur fyri Arnstein Niclasen, sum annars eftir ti gomlu samgonguavtaluni skuldi lata formanssessin til Dánjal Larsen um árs- skiftið. Nýggjur formaður i renovationsnevndini verður Dånjal Larsen, sum tekur við eftir Arn- stein Niclasen Í tí serligu revisions- nevndini skal Ingi Mohr vera formaður, meðan Zakarias Wang skal vera næstformaður. I teknisku nevnd heldur Jákup Sune Jacobsen fram sum formaður Leivur Johannesen heldur fram í sosialu nevndini, meðan Finnur Johansen framvegis skal vera for- maður í mentanevndini. Næstformenn í nevnd- unum verða: Tekniska nevndin: Heðin Mortensen. Sosiala nevnd- in: Ingi Mohr, Havna- nevndin: Zakarias Wang. Byggi- og býarskipanar- nevndin: Leivur Johanne- sen Stadionnevndin: Dánjal Larsen. Renovati- onsnevndin: Hedin Mortensen. Mentanevnd- in: Hedin Mortensen Sjålvar nevndirnar hava innars teir somu limirnar Kommunulógin heimilar ikki umvalið av sjálvari nevndarmanningini. Kommunulógin heimilar heldur ikki umvalið av byráðsformanni. Hann er valdur fyri ell fýra árini. Tann einasta nevndin tann nýggja samgongan ikki fær meiriluta í, er figgjarnevndin. Í henni sita býráðsformaðurin, Poul Michelsen, sum føddur formaður, Petur F. Christiansen, næst- formaður, Ronald Poulsen, sum ikki er í nýggju samgonguni og so Jákup Sune Jacobsen og Ingi Mohr. Um nekur broyting fer fram í líkningarnevndini hava vit íkki fingið upplýst. jo-mo Lógin um sjómanslæru skal endurskoðast Legtingslógin um sjó- mansskúla og sjómans læru skal nú endurskoð- ast. Landsskúlafyrisit- ingin hevur um árs- skiftið sett eina nevnd, sum skal koma við upp- skoti um broytingar av lógini og meguligum uppískoytum. Ludvig Petersen, landsskúlastjóri, = upp- lýsir, at nevndin skal, umframt at koma við uppskotum til broyt ingar av tí sum er og til uppiskoytir, eisini taka spurningin um eina sjó- fartsútbúgving upp. Somuleidis skal nevndin koma vid einum upp- skoti til loysn av skips- kokkaútbúgvingini. Lógin, sum skal endur- skoðast, er frá 1954 Ludvig Petersen sigur, at hon er ógvuliga tung at arbeiða við. Nógv stendur í lógini, sum heldur átti at staðið í serligum kunngerðum. Spurdur, um lógin verður endurskoðað eftir ávísum ynskjum, sigur landsskúlastjórin, at bæði sjómansskúlarnir, fiskimannafelagið og landsstýrið hava ynskt lógina broytta. Eisini hevur tað almenna orða- skiftið víst á, at lógirnar á hesum eki eru ikki tíð- arhóskandi. Við tað at fyrisitingin av skúla- verkinum er broytt sam svarar nýggja stýringin heldur ikki til gomlu log ina Ætlanin er at skal koma við einum álit Fiskimannafelagið: áðrenn |. august. Men evnið er stórt, og nevndin skal koma við uppskotum um nýggjar útbúgvingar, so tað er ikki vist, at nevndin kemur við einum áliti tá Alitið kemur kanska í meira enn í einum parti Nevndin telur sjey limir. Av teimum hava tríggir persónar knýti til sjómansskúlarnar, ein til skipsferararnar og nav!- gaterarnar, ein til mannin og tvey starvs- fólk á Landsskúlafyrisit- ingini. Við tað at teir uppskotnu limirnir ikki hava svarað, um kunnu vera við ella ikki ber ikki til at upplýsa nevnini enn sjó- teir jo-mo Utbugvingin er 100 pst. donsk — Eitt tydningar- mikid øki innan okkara skulaskap å fiskivinnuøkin- um tykist at vera burturgloymt, og tad er at tryggja okkara navigatør- um eina útbúgv- ing, sum sam- svarar við fer- oyskan terv. Sigur Oli Jacobsen, for- maður í FF, í ársfrá greiðingini hjá fiski- mannafelagnum. Hesa steðuna vísir hann eisini á í einum brævi til Landsskúla- fyrisitingina. Henda hevur nú tikið málið upp og sett eina neynd at koma við uppskoti um at broyta sjómanslæruna. Í ársfrágreiðingini verður víst á, at teir flestu føroysku sjómenn- inir, sum fara uppá skúla, velja eina 160 pro- sent danska útbúgving: Víst hava vit eina fiskiskiparaútbúgving, har ein lærugrein er fiskivinna, men tað tyk- ist sum áhugin fyri hesi útbúgving er minkandi. Teir fiskimenn, sum ætla sær at gerast yvirmenn á brúnni, fara heldur at lesa til stýrimann ella skipsferara. Men hetta er nærum ein 100 prosent donsk útbúgv- ing, sum beinleiðis er gjørd at samsvara krøv- unum hjá farmaskipum. Her verður púrt einki lært um tey serligu viðurskifti, sum gera seg galdandi á einum fiski- skipi. Og tá havt verður í huga, at nógvir av hesum stýrimonnum og skipsførarum enda aftur umborð á okkara fiski- skipum, er tað nærliggj- andi at reisa spurningin, hvort hetta ekið ikki átti at verðið viðgjert í eini nevnd sum hesi, verður sagt í ársfrágreiðingini (Her sipar ársfrágreið- ingin til ta nevnd, sum í løtuni ger uppskot til eina fiskivinnuutbugv- ing. blaðm.). Fiskivinnu- útbúgving Henda nevnd varð sett eftir at Tingið í vár við- spurningin um fiskivinnuútbúgv- gjordi eina ing. Henda nevndin, sum formaðurin í FF er limur í, skal gera uppskot til ein struktur hjá eini fiskivinnuutbugving, sum skal geva næming- unum ein almennan, yrk- isligan og praktiskan kunnleika til å bestan hått at virka i fiski- vinnuidnadinum og annars øllum, sum hevur v iðfiskivinnu at gera á ymsum ekjum og á ymiskum stigi. Eisini skal nevndin gera uppskot um inni- hald, teoretiskt og prak tiskt. útbúgvingin skal fevna um á fleiri stigum og eisini soleiðis at tey ymsu stigini hanga saman Ov lítið um fiskivinnu Annars heldur fiski mannafelagið í áarsfrá- greiðingini, at alt ov lítið verður gjert við fiski- vinnu í skúlunum Fiskimannafelagið hevur nú í fleiri ár verið í tí arbeiði. sum hevur verið gjørt í samband við skúlaskap og fiski vinnu. Vit hava (ført fram at tá hugsað verður um, hvenn tydn- ing fiskivinnan hevur fyri okkara samfelag. er tað ov lítið, sum verður gjørt við fiskivinnuna skúlanum, og tað seg um øll lið í okkara skúlaverki, líka frá barnaskúla til navigater- útbúgving. Nakað er hent hesi árini, sum tað at fiski- vinna er vorðin vallæru- grein í fólkaskúlanum, men tíverri hevur henda lærugrein ikki fingið tann týdning enn, sum vit halda tervur er á. verður m.a. sagt í brot- inum »Skulaskapur og fiskivinna« i ársfrágreið- ingini hjå fiskimannafel- agnum. snyr jo-mo | |